hósdagur 8. mars 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
æ -
Nr. 30 — 8. mars 1984
Turisman
og
Nú nærkast degnum, tá endalig steða skal
takast til nýggju fíggjarlóg okkara. Tað eru
helst mong, sum bíða í spenningi eftir at
vita, um uppskot og tilráðingar teirra sum
innibera peningajáttan á fíggjarlógini, verða
tikin við hesaferð. Seinasta freist at lata slik
uppskot inn er í hesum døgum.
Millum tey mongu, sum bíða, eru tey fólkini,
sum landsstýrið í 1982 setti at arbeiða við
uppskoti um eina feroyska ferðamannalóg-
gávu.
Tað var eftir eini tilráðing frá Føroya Ferða-
mannafelag, at landsstýrið setti ein arbeiðs-
fólk til at gera kanningar av turismuni í
Feroyum.
Fyri at fáa so nógv sjónarmið fram sum
gjørligt, varð avgjørt at seta fyrst ein
arbeiðsbólk við fimm limum og síðani eitt
umboðsráð — umboðandi ymsar stættir í
samfelagnum — uppá 22 fólk.
Arbeitt hevur verið dúgliga og skjótt.
Longu í september í fjør varð eitt sera
rúgvismikið álit latið landsstýrinum — ein
bóklingur uppá heilar 150 síður. Í hesum
bóklingi eru mong evni viðvíkjandi turismu
og Feroyum viðgjerd. Eisini er úrslitið av
eini umfevnandi kanning við í bókini. Henda
- kanning varð gjørd til tess at vita, hvat út-
lendingar halda um Feroyar sum ferða-
mannaland, og hvat teir leggja eftir seg her.
Í álitinum er annars uppskot til eina
føroyska ferðamannalóg umframt metingar
um, hvat ein føroyskur ferðamannapolitikk-
ur eigur at innihalda.
Ein hevuðsorsek til, at álitið varð latið
landsstýrinum so tíðliga sum í september í
fjør var tann, at arbeiðsbólkurin vónaði, at
játtan fór at verða sett á fíggjarlógina
komandi til tess at skipa og betra meguleik-
arnar hjá ferðafólki, sum leita henda vegin.
Peningurin, sum bíðað verður eftir skal
koma á fíggjarlógina, skal so brúkast til at
seta á stovn eina ferðamannamiðsteð í Havn
við fleiri avgreiðslum úti á bygd.
Tíðindablaðið Sosialurin savnaði nú um dag-
arnar nekur av teimum fólkum, sum antin
beinleiðis ella óbeinleiðis hava verið við til at
gera umredda álitið um turismu og Feroyar.
Vit hittu formannin í Føroya Ferðamanna-
felag, Jákup Haraldsen, dagliga leiðaran á
Ferðamannastovuni, Sigurd Simonsen,
nevndarlimirnar í Føroya Ferðamannafelag:
Johan Restorff, John Sivertsen og Jákup
Veyhe og Tummas Arabo, sum hevur verið
við í arbeiðsbólkinum, ið landsstýrið setti at
kanna turismuna.
Feroya Ferðamannafelag:
Turisma kann
Føroyar gerast týðandi
vinna í Føroyum
— men neyðugt við eini ferðamannamiðstoð fyri at stýra
og skipa ferðamannaviðurskiftini
Soleingi feroyingar ynskja at ferðast i
eðrum londum — mugu vit eisini taka
ímóti fremmandum, sum vitja i Føroyum.
Men sum steðan er í dag, so ræður
»junglulégin«, tí ferðafólkini kenna seg
slept uppá fjall, tá tey koma til oyggjar
okkara.
Skulu vit beta um hesi viðurskifti,
mugu vit hava eina ferðamannamiðsteð,
ið hevur nóg mikið av peningi og fólki.
Longu nú fær føroyska samfelagið fitt
av peningi burtur av fremmandavitj-
anunum — og stíla vit enn betri fyri, so er
meguleiki at skapa eina munandi vinnu
burtur úr turistunum. Hetta er niðursteð-
an í álitinum um feroysk ferðamanna
viðurskifti, sum latið varð landsstýrinum
í fjor.
Vit hava tosað við nøkur fólk, sum hava
tilknýti til ferðamannaviðurskifti.
Tað seinasta, sum Feroya
Ferðamannafelag hevur
frætt úr landsstýrinum —
um móttekuna og við-
gerðina av ferðamanna-
álitinum, ið tað fekk í sep-
tember i fjør, er, at lógar-
uppskotið hevur verið við-
gjørt, og at landsstýris-
menninir nú hver í sær
skulu koma við sínum við-
merkingum.
Vit hava roynt at fáa
eina viðmerking frá Ann-
finn Kallsberg, lands-
stýrismanni um hetta
málið, men hann varð
burturstaddur.
Jákup Haraldsen, for-
maður í Feroya Ferða-
mannafelag sigur seg
vóna, at landsstýrið fær
ynsktu upphæddina við á
fíggjarlógina nú, soleiðis
at vit kunnu leggja steðið
undir einum stýrdum og
skipaðum ferðamanna-
politikki við tí meguleika
at fáa meira burtur úr tur-
istunum peningaliga.
Figging
Sigurd Simonsen, leidari å
Ferðamannastovuni:
— Tá Ferðamanna-
stovan fór at virka setti
tað almenna 5000 kr. av á
fíggjarlógina. Í fjer var
henda upphæddin 200.000
kr. og á komandi fíggjar-
lóg eru settar 500.000 kr.
av til hetta endamál.
Sjálvsagt eri eg fegin
um, at henda upphæddin
verður hækkað, men hetta
er ikki nóg mikið til tess at
nekta tær uppgávur, sum
framtíðar turismu í Fer-
oyum.
Vit hava í dag onga lóg-
gávu viðvíkjandi turist-
unum í Feroyum. Slíka
lóggávu hava ell norður-
lendsku grannalond
okkara. Ein turistlóggáva
skal m.a. innihalda spurn-
ingar um umhvervi, um
champing, um toiletviður-
skifti, um loyvi at seta seg
niður í vinnu innan
turismu fyri bert at nevna
nekur demi. Vit mugu fáa
lóglig viðurskifti, soleiðis
at turisman gagnar sum
skaðar
mest og sum
minst.
Ferðamannamið-
steð
Til at rekka hetta, er
neyðugt at seta eina ferða-
Orð og myndir: Jan Miiller
mannamiðsteð á stovn
umframt avgreiðslur á
bygd. Haraftrat er neyð-
ugt við nógvum upplýs-
andi tilfari.
Sigurd Simonsen upp-
lýsir, at sambært uppskot-
inum í álitinum, skulu
brúkast 1,6 mill. kr. í
fyrsta umfari. Og tað er
henda upphædd, sum fólk
ynskja á fíggjarlógina.
Hesin peningurin er
umframt tað, sum verður
latið til raksturin av
Ferðamannastovuni.
Onkur vil helst halda, at
hetta er nógvur peningur
at seta av til turismuna,
men vit eiga ikki at
gloyma, at samfelagið í
dag vinnur nógvan pening
frá turistunum, og at
meguleiki er at ekja hesa
upphædd.
Turisman og sam-
felagshúsarhaldið
Jákup Veyhe, nevndar-
limur í Feroya Ferða-
mannafelag vísir til tann
partin í álitinum, sum
eitur >Turisman og sam-
felagshúsarhaldið=É.
— Har vísa telini og
metingarnar, — at
hugsaðu vit okkum, at
turisman ikki var, so vildi
okkara búskapi tervað í
mun til tað, hann er nú:
24 mill. kr. á gjaldsjavn-
anum, 38 mill. kr. í innl.
umsetningi, herav: 16,2
mill. kr. í len, 4,5 mill. kr. í
yvirskoti hjá virkjum, og
hitt almenna hevði havt
góðar 11 mill. kr. í inn-
tokum, meðan talið á
arbeiðsplássum hevði
verið 181 heiltíðarsterv
minni.
— Vit kunnu so spyrja
okkum sjálvi, um ein upp-
hædd uppá 1,6 mill. kr. er
nógv at lata fyri at varð-
veita hesar inntekur og
arbeiðspláss og við tí
stóra meguleikanum at
okja tey!
Stýring
Tummas Arabo, ið hevur
verið við til at gera álitið
um turismuna heldur fyri:
— Vit í arbeiðsbólkinum
hava mett, at turist-
streymurin til Feroya er
við at gerast so stórur, at
vit kunnu merkja eitt
ávíst slit av náttúruni.
Verður einki gjørt fyri
at forða hesum sliti m.a.
við at stýra turismuni, so
fer enn sterri skaði at
standast.
Vit vilja eisini vísa á, at
føroyingar, við at gera
ílegur í ferðamannavinn-
una, kunnu fáa fleiri
fíggjarligar fyrimunir.
Sum steðan er í dag, so
gerast ferðameguleikarnir
betri og betri, og streym-
urin av ferðafólki veksur.
Okkurt má tí gerast fyri at
stýra og skipa viður-
skiftini.
Jákup Haraldsen: —
Okkum tervar ein stovn,
sum kann halda skil á.
Hóast vit í dag hava
reglur og lógir fyri, hvar
fólk kunnu ganga í
náttúruni, so kenna tey iki
hesar reglur. Onkur má tí
royna at upplýsa um tær.
Tí er neyðugt við eini stýr-
ing av turismuni, og til
tess er tervur á einum
stovni.
Ynskja fleiri tur-
istar
— Nú verður tosað um, at
vit mugu hava meiri skip-
að viðurskifti tá talan er
um turistar, men vil tað
siga, at vit eisini skulu
hava fleiri turistar til Før-
oya?
Jonn Sivertsen, nevnd-
arlimur í Feroya Ferða-
mannafelag:
— Eg haldi, eg kann
svara fyri okkum allar. Vit
ynskja fleiri ferðafólk.
Men júst tí er eisini neyð-
ugt at stýra streyminum.
Jákup Veyhe: — Eitt av
endamálunum hjá Feroya
Ferðamannafelag er júst,
at tað er ynskiligt, at fleiri
ferðafólk koma til Feroya.