leygardagur 10. mars 1984síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 31
Nýggju kemikaliuskipint:
Tiggju milliónir ÍF
10. mars 1984
teknaðar í Dan-
mark
Umleið ein fjórðingur av
eginpeninginum í kemi
kaliutangaskipunum hjá
P/r Global Sand og Pir
Global South er teknaður i
Danmark, hjå kommandit
felagnum Global Chemical
Tankers i Keyp-
mannahavn.
Tað var neyðugt at fara
til Danmarkar og eisini til
Grenlands fyri at fáa nóg
mikið av peningi til
skipini, sum bæði eru í
gerð á Busumer-Werft
norðan fyri Hamburg
Tilsamans til bæði skip-
ini skuldu útvegast 40
mill. kr. i eginpeningi.
Tær tiggju eru fingnar í
Danmark, nakað í Gren-
landi, men meginparturin
í Feroyum, upplýsir Tór-
leiv Mikkelsen, stjóri í P/f
Global Chemical Tankers,
sum skal reka nýggju
skipini saman við Crest
Island og Cape Island
Landskassin vedheldur
fyri 2,5%. Annars er figg-
ingin lagalig vesturtysk
lán
Skipið hjá P/r Global
Sand verður liðugt um
mánaðarskiftið mai/juni
og tað hjá P/r Global
South í september
Í næstu viku verður
avgjørt, hvussu skipini
skulu eita
hd
Yvir 300 feroyingar tilsamans eiga í teimum fýra kemikaliutangaskipunum.
Á myndini Cape Island fullfermt á veg suður gjøgnum Ermarsund
Ikki bara lampuolja:
Viskileður sum likj-
ast bommum og leiku
i góðgætisposum
— Gevið ongantíð bornum gávur, har leiku og góðgæti
ru samanblandað, ávarar Brúkarafelagið
Tað er ein óheppin gáva til
eitt lítið barn at geva ti
posar, har góðgæti og
lítil leiku eru hvert um
annað.
Hon kann vera vanda-
mikil, tí børnini duga ikki
at skyna á, halda alt er
góðgæti og koyra tí alt í
munnin
Sama kann sigast um
hesi litfríðu, væl angandi
viskuleðrini, sum ímynda
ein hund, eina kettu ella
okkurt annað.
Tey líkjast so nógv góð-
gæti, at bern lættliga
kunna finna uppá at koyra
tey í munnin.
Óneyðugt er at siga, at
svelgir eitt barn eitt tílíkt
viskileður, er lívsvandi á
ferð.
Tað er heldur ikki
vandaleyst at lata bern
spæla við leikferisbyrsur,
við skoti ella við elastikki.
Tað er Brúkarafelagið,
sum heldur tað vera neyð-
ugt at gera vart við vand-
ar, sum kann standast av
tílíkum leikum.
Felagið heldur, líkasæl-
an og óansnið ofta ganga
fram um umhygni, tá for-
eldur = keypa bernum
sínum leiku.
Brúkarafelagið heldur
tað er rætt at gera vart við
seg nú, eftir at landslækn-
in hevur ávarað móti
lampuolju, sum bern
drekka, tí tey halda, hon
er sodavatn ella saft.
Spæla við líkkistur
Brúkarafelagið heldur, at
foreldur ofta, tá tey í góð-
ari trúgv og við bestu
ætlan, keypa bernum
sínum okkurt, koma at
geva teimum eina óhepna
gávu.
Hetta kunna tey ikki
lastast fyri, heldur Brúk
arafelagið, tí ofta krevst
meira enn eitt árvakið
eyga at skyna á góðum og
vánaligum
Serliga tí handlarnir eru
á tremur við lættisoppa-
kendari framleiðslu.
Brúkarafelagið
eisini óhugnalig leiku sum
beinagrindir, skeltar og
líkkistur.
nevnir
Hetta er ikki endiliga
vandamikið at spæla við,
men tað semir seg lítið,
heldur Brúkarafelagið,
sum fegnast um, at slík
leiku eru so lítið avhildin,
at selan næstan er hildin
uppat.
hd
Mánadagin er 12. mars og í morgin kl. 15,00
verður Grækarismessuhald á Vaglinum í Havn.
Sum vant verður skrúðgonga. Havnar Hornor-
kestur spælir og Svenning Tausen, varaskúla-
stjóri á Eysturskúlanum, heldur reðuna í ár
Skótaliðini SSB og STS skipa fyri. Tey, sum
skula vera við í skrúðgonguni, eiga at vera í Vágs-
botni kl. 14,30
Myndin er frá Grækarismessuhaldinum í 1979