leygardagur 10. mars 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
stóru
Síða 6
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
Argjavegur 26
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
telefon 11820
Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahi
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Hundadagar
i fyra år
EINA FERD høvdu grannar okkara fyri
vestan ein kong teir róptu Jørundur
hundadagakongur. Hetta var undir
Napolionskrignum ella fyrst i 19. øld.
JØRUNDUR var kongur á Íslandi frå
23. juli tå hundadagarnir byrja og fram
til 23. august tå hundadagarnir enda.
Hann hevdi hvørki hengi, handalag
ella skil fyri at stjórna einum landi.
Hann var skemtari burtur av. Ráða- og
atgerðarloysi ráddi í stuttu stjórnartíð
hansara og Jørundur kongur slerdi alt
upp í glens.
SEINNI HAVA íslendingar skrivað
bók um Jørund hundadagakong og út
frá hesi bók er skemtileikur gjørdur.
Hesin er sjálvandi framførdur á Íslandi
fleiri ferðir og nú so mong ættarlið
aftaná hava íslendingar stuttleika sær
ófert yvir hundadagakongin. Leikurin
er eisini framførdur her heima hjá
okkum. Tað var fyri umleið 10 árum
síðani at føroyingar høvdu møguleika
fyri at siggja skemtileikin »Jørundur
hundadagakongur«.
TÅ ÍSLENDINGAR vitjadu vid skemti-
leikinum »Jørundur hundadaga-
kongur« var tad ongin sum droymdi
um, at vit føroyingar bert få år seinni
skuldu fåa politiskar hundadagar i
samfull fýra ár og høvdu vit havt
minsta ånilsi um hetta, høvdu vit
neyvan stuttleika okkum yvir ís-
lendska skemtileikin sum vit tá
gjørdu. Vit høvdu heldur hugt við
tungum og álvarsomum eygnabrá.
HJÁ OKKUM sjálvum valdar nú polit-
iskt ráða- og atgerðarloysi fjórða árið
á rað. Leiðarin av tí politisku sam-
gonguni roynir at arga onkran
politiskan métstødumann og onkran
samgongumann av og á. Roynir
annars at spæla skemtari og slær alt
upp í glens eins og Jørundur hunda-
dagakongur á sinni. Um somu tíð er
uttanlandsskuldin nærum trýfaldað.
Almennu utreidlsurnar eru tvífaldaðar
og sambært samgongumenn er fíggj-
arpolitikkurin dottin á gólvið har hann
nú liggur í sori.
Almennur iløgupolitikkur
— Og hvat so?
Áfrm eigur at verða hildið
at fera tann vinnupolitikk,
sum er meginorsekin til ta
stersti
vinnuligu fram-
gongd, ið er grundarlagið
undir okkara vælferðar-
samfelag í dag.
Javnaðarflokkurin hev-
ur stungið hesa kós út í
fylgja
vildarliga.
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
kortið, og er sostatt eisini
vinnuflokkur í
Feroyum. Men javnaðar-
flokkurin nåddi
sínum ílegupoli-
tikki upp, sum núverandi
samgonga letur stýra til-
Vit eiga beinanveginat
oddagrein
STØRSTU MÅLINI, sum politiska
leiðslan hevur tikist vid, er at seta
partamenn í almenn størv. Ein sam-
bandsmann til deildarleiðara við ein
skúla. Ein fólkafloksmann sum leiðara
við ein studentaskúla. Og parta-
maðurin hjá Hilmari og Ásbirna, ið íkki
fekk tyrluna, sum sína privatu ogn,
slapp nú eisini uppí part. Hann slapp
at vera leiðari av tyrluflúgvingini hjá
strandferðsluni. Hvat verður tað
næsta? Hóast allar møguligar ósemjur
um alt møguligt, so eru hundadaga-
politikkararnir samdir um eitt, og tad
er, at tjóðveldis- og javnadarmenn
skulu ikki setast i almenn størv.
SAMSTUNDIS hava vit ongan fiski-
vinnupolitikk. Fiskastovnarnir verða
troyttir i so ståran mun at vandi er fyri
tyning. Stórt tal av útlendskum trol-
arum er å grunnunum (og hetta reypar
løgmaður av). Hesir útlendingar
sleppa at veiða vid snørdum trol-
posum og at nýta meskar í posunum
heilt niður í 100 mm. Hóast stórar
nøgdir av laksi eru í føroyskum sjógvi
sleppa okkara egnu fiskimenn ikki at
veiða meira enn 625 tons um árið.
Heldur ikki sleppa okkara fiskimenn
eins og aðrir at luttaka í rækjuævintýr-
inum við Svalbard.
OG SOLEIÐIS kundu vit hildið á. Vit
kundu tikið eitt oki fyri og annað eftir.
Vit finna ongan miðvísan politikk á
nøkrum øki. Vit kunnu nevna
vinnuliga øki. Tað búskaparliga øki.
Sosiala ella mentunarliga øki. Vit
finna einans ráða- og atgerðarloysi.
Og mitt i øllum hesum ruðuleika
heldur løgmaður sær at gamni. Hann
argar politiskar mótstøðumenn og
sínar egnu samgongumenn. Hann
skemtar og slær alt upp í glens.
UM 100 ÁR er alt gloymt verður sagt.
Hver veit um føroyingar ikki eina ferð
fara vestur um hav at sýna íslend-
ingum skemtileikin »politiskir hunda-
dagar í fýra år«? Men tey fyrstu nógvu
árini verða vit ikki før fyri at flenna at
hesum sjónleiki. Fyribils kunnu vit
kortini fegnast um at teir politisku
hundadagarnir eru farnir at halla.
ikki at
arbeidsleys«
gera okkum greiit, at um
tað almenna ikki fylgjur
sínum ílegum upp, so er
vandi fyri, at teir sum dag-
liga umsita, nýta hetta
sum eitt slag av sovipútu
har >tað almenna må jú
gjalda ella verða 100 fólk
mentalitet-
seg sjálvan
Tað var dapurt at hoyra
samreðu í útvarpinum nú
um dagarnar við lands-
stýrismannin í sosialum
málum, og tá ein sam-
stundis lesur brævið frá
Javna og annars hoyrdi
teirra trupulleikar, tá er
tað ikki bara at harmast,
men ein må heldur siga at
ein øtast.
Øtast yvir at tey veru-
ligu viðurskiftini hjá
teimum brekaðu Í
Feroyum eru so út av lagi
ring, so ring, at tey í dag í
1984 bert kunna saman-
metast við tey viðurskifti,
sum vóru í 1920.
Og so tala hesir somu
menn um at vera sjálv-
bjargnir, um sjálvir at
ráða yvir teimum tilskot-
um, sum koma frá rík-
inum.
Viðurskiftini hja
teimum brekaðu eru ídag
út av lagi. Hvussu verða
tey tá! Tað duga bert tey,
sum hava onkran, sum
kemur undir heitið at
verða brekaður at siga frá.
Sannleikin er tann, at bert
tey, sum hava slík bern,
vita frá at siga, hverjar
trupulleikar tey hava bert
at fáa rætt sín. Og nú
skula tey harafturat send-
ast av landinum, verða úr
eygsjón av myndugleik-
unum, »Ude af øje ude af
kunna
hugsa,
sind« ja soleidis
myndugleikarnar
men hvat vid teimum av-
varandi.
I dag eru vidurskiftini
verri enn i 1920. Tå eg sigi
1920, er tað ti min familja,
hevur havt hesar trupul-
leikar, sum nú aftur verða
bodnir okkara brekaðu.
Ein mostur mín, sum var
spastikari, varð send til
Danmarkar og var á heimi
har í 14 ár.
Hon var á Ebberedgárd
og Gamle Mosehus, og har
var hon í 14 ár, til ein
sjúkrasystir, sum kendi
viðurskiftini, segði frá,
hvussu var, og mostur
kom heim aftur. Tað vóru
eingir økonomiskir midlar,
men hjartalag, sum tað
eisini er hjá hverjum for-
eldrum, sum eiga bern, ið
hava hesa hjálp fyri neyð-
ini. Setið tykkum í teirra
stað.
Nú eru gingin mong ár,
og ein trúði at hesi viður-
skifti vóru komin í rætt
lag. men sannleikin, at tað
ber so væl til at verða so
humanur so sosialur so
leingi sum problemini eru
uppá avstand.
Feroyingar lata bæði til
eitt og annað, men hvat
tað er jú ikki her hjá
okkum sjálvum.
At staðan hjá teimum
brekaðu í 1984 skuldi
verða so ring hevði eg ikki
grunað, serliga tá ein dag
og dagliga hoyrir um alt,
sum verður framt her á
landi. Ein tjóð, sum ikki er
for fyri at taka sær av
sínum veiku, er ikki før
fyri at standa á egnum
beinum.
Tað er væl so, at eingin
stingur annað mans barn í
barm, at ikki beinini
stinga undan.
Tað tykist sum ráð er til
alt annað her á landi, men
har tað veruliga er brúk
fyri at gera nakað, har
ræður tøgn.
Feroya Landsstýri,
Feroya Legting, kunna
t:la og látast so sosial, so
human sum tey vilja, men
við hesari avgerð vísa tit
týðuliga, at tað ber væl til
at blása og hava mjøl í
munninum.
Tí problemini eru ikki
tykkara persónligu, tey
eru uppá avstand.
Men hvat við teimum
veiku og foreldrum teirra
og annars avvarandi, tað
eru jú tey, sum koma at
liggja ímillum.
Politikarar! Hugsa tit
um tey, hugsa tit í heila
tikið!
Sverre Midjord
Er ——————————————— fe — —— EGG ———
urin verður ráðandi.
Eisini vera tá, uttan iva,
minni dugiligir stjórar sit-
andi í sessinum meðan
meiri dugandi verða
hildnir úti í nyrkrinum.
Fyri mær at síggja,
verða fíggjarnevndin og
løgtingspolitikarar vid
lokalum åhugamålum at
røkja hildnir sum eitt slag
av gíðslum, tå ið umsóknir
um veðhald, um stuðuls-
lán, og um rakstrarlán
koma til viðgerðar.
Teir hava ongantíð
(nærum ongantíð) nakra
nágreiniligar rakstrarmet-
ingar av virkjum, sum
hava virkað í fleiri ár. Teir
hava ongan sakkunnleika
at byggja sínar avgerðir á.
Tað verður ongantíð
spurt, hvussu stjórin um-
situr ta játtan hann fekk
frá kommunu ella legtingi
seinast. Tað verða ongan-
tíð settar nakrar leiðbein-
andi treytir við.
Hetta sær heldur ikki út
til at hava týdning fyri
politikarum. Tað snýr seg
jú meira um atkveðurnar
og arbeiðsplássini meðan
hin síðan ongantíð verður
vidgjørd.
Í dag er tað tíverri tann
»smarti Jløgfrødingurin«,
sum minst av øllum er inni
í rakstrarligum viður-
skiftum, sum verður
nýttur sum heftiplástur á
sárið. Hann kemur við eini
fyribilsloysn eftir lógar-
innar bókstavi, annað
hvert ár, meðan tann lang-
siktaða loysnin ongantíð
kemur á borðið.
Her kundi tað almenna
igjøgnum sin lokalt óhefta
sakkunnleika eftir mini
meting verið til ómeta-
liga hjålp. Hesin kundi
spart samfelagnum
nógvan pening, um ahnn
hevði eyguni eftir hvussu
ílegur verða umsitnar,
hvussu leiðslan virkaði, og
sum kundi gjert eitt
upplýsandi arbeiði fyri
fíggjarnevndina.
Uttan at taka nakað frá
nekrum, mugu vit ásanna,
at nevndirnar á virkjunum
úti á teimum smáu bygd-
unum ikki eru saman-
settar av tiemum stórstu
fíggjarligu vísmonnunum.
Seinasta dømi um
hvussu dyggiliga tann
konstitueradi figgjar-
nevndarformaðurin ar-
beidir, er »farmaskipa-
skandalan«, sum aðra-
staðni hevði verið gjølla
vidgjørd, men sum her
nærum ikki hevur verið
nevnd burtursæð frá
einum greinastubba í
fjúrtanda.
Fíggjarnevndarformað-
urin (Ivan Johannesen)
hevði ikki fingið skjal-
prógvað partapeningin, ið
farmaskipafelag stóð inni
fyri, alt meðan eitt skipið
fyri og annað eftir fer at
bakkastokki.
So her er ongin vandi
fyri ov dyggiligari stýr-
ing?
Skattgjaldarin, sum
letur av sínum hartvunnu
skattakrónum til virkir og
skip, má fáa eitt ávíst
innlit í hvussu hansara
peningur verður umsitin.
obs.
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.