Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mars 1984síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 32 — 13. mars 1984 Í ítróttarhellini á Giljanesi: Stór flogbólts- kapping Um vikuskiftið varð skip- að fyri stórari flogbólts- kapping í ítróttarhellini á Giljanesi. Tað vóru bert lið í vaksnamannadeildini, ið luttóku í kappingini, sum MB og SÍF skipaðu fyri. Kappast varð í fýra bólkum. Ein bólkur var fyri lið, manslið, ið luttaka í 1. og 2. deild í lands- kappingini, meðan ein var fyri kvinnulið í 1. og 2. deild. Tveir bólkar vóru fyri lið, ið luttaka í 3. deild, ávíkavist ein fyri mans- og kvinnulið. Undirtekan til kapp- ingina var stór og royndu um 300 fólk seg í ymsu deildunum. Í landskappingini var tað Fleyr, ið vann 1. deild menn í einum sera spenn- andi dysti móti Mjølnir, men í Vágum fingu ungu klaksvíkingarnir tó »hevnd« fyri ósigurin. Teir hittu í finaluni Fleyr-liðið, sum hevði vunnið FM, og hesa ferð bar betur til hjá Mjølnir, ið vann dystin 2- 0. Munurin i umførunum var 15-9 og 15-10. Í landskappingini hjá kvinnunum hevur Mjølnir aftur í ár roynst so nógv tað besta liðið. Liðið tapti ongan dyst og tapti í allari kappingini bert tvey umfer — móti Fleyr. Men í ymsu steypa- kappingunum hevur verið torferari hjá Mjølnir, her hevur Fleyr víst seg sum stinnara liðið og vunnið finalurnar á Mjelnir — um klaksvíkingar yvirhøvur hava greitt at spæla seg fram til finalulutteku. Í Vágum vóru tað júst Mjelnir og Fleyr, ið mettust í finaluni hjá kvinnunum og aftur hesa ferð varð Mjølnir við undirlutan. Fleyr vann tryggan sigur. Tær nýttu bert tvey umfer, vunnu 15-4 og 15-7. Í triðju deild menn var finalan millum Fram og LIF. Finalan varð sera jevn og spennandi og eyd- naðist tað Fram at vinna í tveimum umíerum við so lítlum muni sum megu- ligt. Fyrsta umfar varð vunnið við 15-13, meðan munurin í seinna umfari var 16-14. Finalan í triðju deild kvinnur = varð einasti finalu-dystur, ið gjerdist trý-umfars dystur. Tað Síða 11 vóru eysturoyarliðini bæði HFS og LÍF, ið hittust, og varð úrslitið, at LÍF vann 2-1 við umfarsmuninum 15-7, 13-15 og 15-6. SE Stor svimjikapping: Petra fekk gullnálina Um vikuskiftið var stór svimjikapping í Klaksvík. Ægir setti nýtt met í 4X100 m frísvimjing fyri gentur og Petra Gardar fekk, sum fyrsta foroyska gentan, handað gullnálina Um vikuskiftið var stór svimjikapping í Klaksvík. Kappingin royndist av- bera væl fyri Ægir. Fel- agið vann fleiri av teimum 29 kappingunum, ið vóru, og settu genturnar føroyskt met í 4X100 m. frisvimjing tå tær svumu teinin uppå 4.51.8 min Harafturat fekk ein av idnastu — og bestu — svimjarunum, Petra Gardar år Ægir, handad gullnålina. Fyri at fåa gullnålina krevst at ein kann svimja 100 m. fri- svimjing i tidini 1.05.0 min., og tå Petra Gardar luttók i norðurlendsku meistarakappingunum i Linkøping í Sveríki, svam hon teinin uppá 1.04.2 min. — nærum eitt sekund skjótari enn kravda gull- nálstíðin. Annars luttóku til- samans 90 fólk í teimum 29 kappingunum. Av teimum vóru 29 úr Klaksvík, 25 úr Havn, 16 úr Lorvík, 12 av Toftum og 6 úr Vestmanna. Urslitini av teimum ymsu kappingunum vóru hesi: 50 m frísv., g., opin bólkur: Petra Gardar, Ægir. 50 m frísv., dr., opin bólk- ur: Aksel Haraldsen, HS 50 m bringusv., g., mini: Tina Jacobsen úr Vest- manna. 50 m frísv., dr. mini: Seren Olsen, Ægir. 50 m bringusv., g. 16 ár og eldri: Anja Joensen, Ægir. 100 m butterfly, dr. 15 ár og eldri: Sigurð Lam- hauge, HS. 100 m bringusv., g. 14-15 ár: Katrin R. Nielsen, HS. 100 m frísv., dr. 14-15 ár: Elmar Ósá, Ægir 100 m frísv., g. 16 ár og eldri: Petra Gardar, Ægir 100 m. ryggsv., dr. 16 ár og eldri: Aksel Haraldsen, HS. 100 m bringusv., g. 12-13 ár: Lisabeth Mortensen, Ægir. 100 m frisv., dr. 12-13 år: Jan Petersen, Ægir. 100 m frisv., g. 14-15 år: Turid Weihe, HS. 100 m bringusv., dr. 14-15 år: Elmar Ósá, Ægir. 50 m frisv., g. 11 år og yngri: Katrin Bech, HS. 50 m bringusv., dr. 11 år og yngri Oluf Fære, Ægir 100 m frisv., dr. 16 år og eldri: Aksel Haraldsen, HS. 100 m butterfly, g. 16 år og eldri: Hanna Ziskason, Ægir. 100 m frisv., g. 12-13 år: Lisabeth Mortensen, Ægir. 100 m bringusv., dr. 12-13 år: Høgni Hansen, HS. 100 m bringusv., dr. 16 år og eldri: Simin Mortensen, Ægir. 100 m ryggsv., g. 12-15 ár: Turid Weihe, HS. 200 m medley, g. 16 ár og eldri: Petra Gardar, Ægir. 50 m butterfly, g. 12-13 ár: Lisabeth Mortensen, Ægir. Få - „> 200 m frísv., dr. 16 ár og eldri: Martin Vennet, Ægir. 100 m ryggsv., g. 12-13 ár: Elsa Petersen, Ægir. 200 m frísv., dr. 14-15 ár: Elmar Ósá, Ægir 4X100 m frísv., g.: Ægir Nýtt feroyamet við tíðini 4.51.81 min. 4X100 m frísv., dr.: Ægir