Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mars 1984síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Europa-fótbóltur: Kvartfinaludystirnir, teir fyrru, vórðu leiktir miku- kvoldið Mikukveldið vórðu fyrru kvartfinaludystirnir i teimum trimum stóru fót- bóltskappingunum i Europa leiktir I kappingini hjå meistaraliðunum hittust i Wien í Eysturriki Rapid Wien og United úr Skotlandi og varð úr slitið, at Rapid Wien vann við tveimum málum móti Dundee einum. Tað vóru annars skotar, ið komu á odda aftaná at hava spælt í hálvan tíma, við máli, ið Derek Stark skeyt, men tá tjúgu min vóru farnir av seinna hálv- leiki javnaði Max Hagmayr og 10 min. seinni sóu teir 17.000 áskoðararnir Zlatko Kranjzar skjóta sigurs- málið talska liðið Roma vann á heimavelli við trimum málum móti ongum á Dynamo Berlin frá DDR. Roma kom á odda tíðliga í seinna hálvleiki við máli, ið Francesco Graziani skeyt. Tíggju min. seinni økti Roberto Pruzzo til 2-0 og frøin millum teir 80.000 áskoðararnar var ófer tå Toninho Cerezo bert eitt min. undan leikloki ekti til 3-0. áskoðarar sóu Dynamo Minsk, Sovjet, og Dynamo Bukarest, Rumenia, spæla javnleik 1-1. Dynamo Minsk kom á min við máli, ið 20.000 odda í 7. Igor Gurinovich skeyt, men i 88. min. javnadi Rednik fyri Dynamo Bukarest Í Onglandi hittust ensku meistararnir úr Liverpool og portugisiska liðið Benfica, har danin Michael Manniche spælir við og sviin Sven-Gøran Eriksson er venjari. Liver- pool vann við einum máli móti ongum. Málskjútti var, sum so mangan áður, lan Rush. Málið kom í 66. min. tá Rush hevdaði í netið aftaná at Alan Kennedy hevði skotið avbera gott skot inn fyri málið. 50.000 áskoðarar sóu dystin. Steypavinnarar Í kappingini fyri steypa- vinnarar vann Barcelona á heimavelli við tveimum álum móti ongum á Man- chester United. Málini hjá Barcelona skutu Kevin Mortan, ið skeyt í egið net í 33. min og Juan Rojo, ið økti til 2-0 í síðsta min. 100.000 áskoðarar vóru á NouCamp til henda dyst. Av teimum vóru 1000 úr Onglandi og vóru, hóast mong halda tað vera legið, als eingir trupulleikar av bretsku áskoðarunum — hvorki á ein ella annan hátt Í Portugal spældu Porto og Shaktor Donetsk úr Sovjet ein málríkan dyst Porto vann 3-2, Donetsk kom á odda longu í 6. min. við máli, ið Morozov skeyt og 2-0 í 37. min. tá Soko- lovski ekti, men fimm min. seinni minkaði Jaime uppá brotsspark. Seinni hálvleikur var júst byrj- aður tá Frasco javnaði og í teir 65.000 Jacques 70. min. sóu áskoðararnir skjóta sigursmálið. Dysturin var heldur enn ikki harður og vórðu tveir leikarar riknir av velli. Hjá Porto fekk Frasco reyða kortið, og Morozov hjá Shaktor fekk somu sjón at síggja. Í Fraklandi hitti finska liðið Haka italsku meist- ararnar úr Juventus. Haka spældi heimadyst sín í Stasbourg av tí at tað er ógjerligt at spæla i Fin- landi í letuni orsaka av harða vetrarveðrinum. Vikuskiftið 3. og 4. februar í ár var borðtenniskapping á Tvoroyri. Hetta varð kappingin um foroyameistaraheitini í meistaradeildini. Orsakað av vánaliga veðrinum, ið herjaði í Suðuroy hetta vikuskiftið varð streym- slit, og hetta heuði við sær, at stundir vórðu ikki at spæla finaluna í mix- double, av tí at bæði finalupørini skuldu norður um fjør við Smyrli. Finaluperini vóru Finnbjorn Zachariasen og Eydna Jacobsen úr Streymi og Vilmund Jacobsen og Katrin Olsen úr B68, og varð augjert, at finalan skuldi spælast í skúlanum í Hvalvík seinni. Hetta hendi so seinasta mikudag, og varð úrslitið, at fyrsta parið, ið gjørdist foroyameistarar í mix-double í borðtennis vóru tey bæði Vil- mund og Katrin úr B68. Tey vunnu dystin við tveimum settum móti einum. Fyrsta sett vunnu Finnbjorn og Eydna 21-12, men Vilmund og Katrin vunnu bæði tey næstu settini ávíkavist 21-8 og 21-17 og sostatt FM-heitið 1984. ; Å myndini siggjast Vilmund og Katrin Nr. 32 — 13. mars 1984 2. kvinnulid hjá Stjørnuni, sum vann føroyameistarheitid i hondbólti fyri góðari viku síðani, flytir upp i 1. deild komandi leikár. Hetta er greitt, eftir at 1. kvinnulið hjá GÍ hetta vikuskiftið leikti kvalifika- tiónsdystir móti Stjørnuni um plássið í I. deild. Fríggjadagin leiktu GÍ og Stjørnan í høllini á Kambsdali, og vann GI dystin 24-21. Og leygardagin var so seinni dysturin millum liðini leiktur í Klaksvík. har Stjørnan vann vid 18 málum móti 11, og harvið høvdu tær tryggja sær at leika í I. deild komandi vetur Aðrenn dystin varð roknað við, at Juventus, ið liggur klárt á odda í italsku kappingini, skuldi vinna lættan sigur. Liðið telur jú fleiri »heims- stjørnur“, m.a. Platini, Boniek og Rossi, men hetta sást ikki í dystinum mikukveldið. Finsku »amatør«-leikararnir stóðu seg væl og long tíð gekk áðrenn Juventus fekk einasta málið í dystinum. Hetta hendi bert eitt min. áðrenn leiklok, tá Vignola fekk bóltin í netið. Teir 30.000 áskoðararnir vóru sera ónegdir við italska liðið. Í Ungarn vann Ujpest Dosza 2-0 á skotska Aberdeen. Ujpest kom å odda i 50. min., málskjútti Sandor Kisznyer, medan Attila Heredi i 82. min. skeyt sigursmálið. UEFA-cup kapp- ingin Í UEFA-cup kappingini spældi Tottenham á heimavelli avbera góðan dyst móti Austria Wien úr Eysturríki. 34.000 áskoð- arar sóu Tottenham vinna 2-0 við málum, ið vórðu skotin av Steve Archibald í 58. min. og av Alan Brazil í 67. min. Sparta Prag vann á heimavelli við einum máli móti ongum á Hajduk Split = úr Jugoslavia. 35.000 áskoðarar sóu Ivan Hasek skjóta málið hjá Sparta. Umframt Tottenham luttekur eisini bretska Nottingham Forest fram- vegis í kappingini og vunnu teir mikukveldið 1- 0 á hinum eysturríska luttakarunum, Sturm Graz. Málið skeyt Paul Hart í 70. min. Målrikasti dysturin i kappingini var millum Anderlecht ur Belgia og Spartak Moskva. A heimavelli vann Ander- lecht 4-2 og skeyt danin Kenneth Brylle try av målunum hjå Anderlecht. Spartak kom å odda, men Brylle javnadi uppå brots- spark. Løtu seinni legði Brylle Anderlecht á odda 2-1, og var hetta hálvleiks- stødan. Í 78. min. økti Vercautern til 3-1, men tveir min. seinni minkadi Gladilin fyri Spartak. I 84. min. sóu 32.000 glaðir åskodarar Kenneth Brylle økja til endaligu støduna 4-2 uppå brotsspark. Seinnu kvartfinaludyst- irnir verða spældir 2“. mars. Semifinalur verða 11. og 25. apríl. Finalan hjá meistaraliðunum verður í Rom 30. mai, meðan tann hjá steypa- vinnarunum verður í Basel 16. mai. Í UEFA- kappingini verða finalur 9. og 23. mai. (Úti- og heima- dystur). Venjingar- dystir Fótbóltsfelegini eru farin í gongd við venjingina aftur — av álvara. Hóast veðrið mangan hevur verið vánaligt, hava leikararnir roynt seg uttandura. Kappingar- árbyrjanin nærkast, og tað er týdningarmikið hjá ymsu feløgunum at vera so væl fyri sum meguligt. VIð til fyrireikingarnar hoyra eisini venjingar- dystir, ella vindardystir, sum onkur nevnir teir, fyri at liðini kunnu vera í so góðari dystavenjing sum gjørligt. Leygardagin leiktu 1 deildarliðini hjá KÍ og B36 í Klaksvík. Eftir ein sera væl leiktan og spenn- andi fyrra hálvleik eyd- naðist tað KÍ at vinna dystin við fýra málum móti trimum. Í Havn var eisini ein dystur leygardagin. Har vóru tað 1. deildarliðið hjá HB og 2. deildarliðið hjá MB, sum spældu. Urslitid av hesum dyst- inum gjerdist, at HB vann við einum málið móti ongum. Tað var Hans Jákup Poulsen, sum gjørdi málið hjá HB, sum kom í seinna hálvleiki. Eitt brotsspark var eisini í seinna hálvleiki, men málmaðurin hjá MB fekk hondina á bóltin, sum Eyðun Dahl-Christiansen skeyt, so hesin endaði við síðuna av málinum til horna.