hósdagur 15. mars 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 33 — 15. mars 1984
Fornminnis-
savnið ikki
eftirspurt um
ferjuleguna
i Kirkjubø
Heldur ikki forn-
minnisnevndin hev-
ur verið inni i
myndini.
Arne Thorsteins-
son heldur, at
Kirkjubøur er ein-
asta føroyska forn-
minni å alheims-
stødi, og at Forn-
minnissavnið átti
tí at verðið tikið
upp á ráð. Lands-
stýrismaðurin sig-
ur, at nevnd og
savn hava atgongd
til skjol og upp-
lýsingar og kunnu
gera vart við seg
Fornminnisnevndin hevur
slettis ikki verið inni í
myndini í samband við
ætlanina at leggja eina
ferjulegu i kirkjubø.
Nevndin er ikki eftir-
spurd. Hinvegin hevur
nevndin roynt at koma inn
i myndina, upplysir Arne
Thorsteinsson, formaður i
fornminnisnevndini.
Endamálið hjá forn-
minnisnevndini er at taka
steðu til friðingarætlanir.
Og bygningarnir í Kirkju-
be eru friðaðir. Harafturat
hevur fornminnisnevndin
heimildir at gera ásetingar
fyri eki, ið liggja til 100
metrar frá tí friðaða.
Og ekið, har ætlanin er
at gera ferjuleguna, liggur
meira enn 100 metrar frá
friðaðu bygningunum í
Kirkjubø, vísir Arne
Thorsteinsson á.
Í fornminnisnevndini
eru tríggir limir. Umframt
formannin sita Mikkjal
Helmsdal, landsverkfreð-
ingur og Halgir Winther
Poulsen, advokatur, í
nevndini.
Fornminni á al-
heimssteði
Hinvegin undrar tað Arna
Thorsteinsson, landsforn-
frøding og leiðara á Forn-
minnissavninum, at
stovnurin ikki er eftir-
spurdur í hesum stóra
málinum.
Arne Thorsteinsson
sigur, at bygningarnir í
Kirkjube eru einastu forn-
minnir, feroyingar eiga av
alheims karakteri. Hann
heldur, at talan er um av-
gerandi broytingar, og tí
tíðindablaðið
Síða 3
Soleiðis hugsar listamaðurin í Kirkjubo, Tróndur Patursson, sær forna staðin, tá ferjulegan er komin
Hann skal á fundi í arkitektafelagnum í kvold siga sínar hugsanir
átti Fornminnissavnið at
verðið tikið upp á ráð.
Hann skilur ikki, og
heldur tað vera heilt legið,
at málið bara verður mett
sum eitt tekniskt mál og
bert mett frá tí síðuni.
Og leiðarin á Forn-
minnissavninum ásannar:
Tað hevur ikki verið
áhugi fyri at vurdera
málið út frá einum forn-
freðiligum-sjónarmiði.
Annars upplýsir Arne
Thorsteinsson, at hann
fer at taka málið upp í
fornminnisnevndini, tå
endaligt uppskot fyri-
liggur.
Samstundis sum hann
vísir á tað óhepna í hesum
málinum, at legtingið
samtykkir at leggja eina
ferjulegu i Kirkjubo,
áðrenn aðrar kanningar og
metingar verða gjerdar,
sum áttu at havt ligið til
grund fyri eini meguligari
avgerð — fyri ella ímóti.
Ikki vanligt
at spyrja
Páll Vang, landsstýris-
maður, sigur, at tað er ikki
vanligt, at landsstýrið
spyr fornminnisnevndina
ella Fornminnissavnið í
samband við ætlanir,
landsmyndugleikarnir
hava.
Hinvegin vísir hann á,
at fornminnisnevndin
hevur atgongd til øll skjal
og kann fáa upplýsingar í
ollum málum, ið hevur
áhuga hjá nevndini.
FNU biðið um
kanningar
FNU, Feroya Náttúru og
Umhvervisverndarfelag,
hevur ikki mótmælt
ætlanini at leggja eina
ferjulegu í Kirkjubø.
Afturímóti hevur fel-
agið heitt á landsstýrið
um at fáa gjørdar ymiskar
kanningar á staðnum.
FNU hevur biðið lands-
stýrið fáa kannað, um
hamarin, ið hongur beint
yvir Kirkjubei, tolir
spreingingar, og um múr-
urin tolir ristingarnar av
spreingingunum, ið skulu
gerast fyri at dýpa hav-
botnin, har innsigling og
ferjulega skal vera.
Í hesum sambandi vísir
formaðurin í FNU, Lars
Jespersen, á, at tað hava
verið stór omanlop í
Kirkjubø. Ongar kann-
ingar visa, at hamarin fer
at tola ristingarnar
Men Arne Thorsteins-
son upplysir, at å fundi,
sum hann hevur verid å,
hava verkfreðingar hjá
Landsbyggifelagnum og
Landsverkfreðingsstovn-
inum sagt, at spreing-
ingarnar fara ikki at hava
avleiðingar við sær
Lars Jespersen heldur,
at tað hevði verið rætt og
rímuligt, um útlendskir
fornfreðingar eisini høvdu
høvi at koma við viðmerk-
ingum til ætlanina í
Kirkjubø.
Fund um ætlanina
skal felagið hjá
foroysku arkitektunum
hava fund um ætlaðu
ferjuleguna í kveld. A tí
fundinum skal Tróndur
Patursson leggja upp til
orðaskifti.
Annars
jo-mo
Vegarbeiðið byrjar
i april
1. april verdur farid undir
at gera fyrireikingarnar til
ferjuleguna i Kirkjubø.
Hesi tíðindini vórðu
borin i føroyskum
fjølmidli fyri stuttum.
Men er talan um eina »1.
april-søgu«?
Tad er ikki eydnast Sosi-
alinum at fåa eina tekning
av verkætlanini, sum far-
ast skal undir at arbeida
eftir um tvær-triggjar
vikur.
Orsøkin er hon, at nøkur
endalig tekning er ikki
samtykt. Fleiri uppskot
eru gjørd, men hvat skal
brúkast, hevur eingin av
teimum, Sosialurin hevur
tosað við, kunna sagt við
vissu.
Harafturat er tað ikki
eydnast at fáa fatur í tí,
sum meguliga kann geva
loyvi til at almannakunn-
gera tekningar av verk-
ætlanini í Kirkjubø.
Landsbyggifelagið, ið
hevur arbeitt við mál-
inum, sigur, at felagið
hevur gjert arbeiðið fyri
landið, so lanúsbyggifel-
agið kann einki lata út.
Men landsbyggifelagið
hevur gjert fleiri uppskot.
Á landsverkfreðings-
stovninum hevur tað
heldur ikki borið til at fáa
nakað ítekiligt at vita.
Verkfreað“ -gurin, sum
hevur alid at gera, er
í orlov.
Einastu hóming, Sosi-
alurin hevur fingið, er, at
menn undrast stórliga á,
at 1. april er nevndur. Tí,
sum fleiri siga, alt hongur
leyst — í leysari luft!
1. apríl er misskilj-
ing
Men dagurin 1. apríl er
komin skeivt fyri, upp-
lýsir Páll Vang, lands-
stýrismaður í samferðslu-
málum. Hann sigur, at
farast kann undir vega-
gerðina til ferjuleguna í
apríl mánað, meðan sjálv
verkætlanin skuldi verið
liðug í mai mánað.
Fleiri ymiskar ferjulegu-
ætlanir hava verið
frammi. Tann fyrsta
ætlanin var at leggja eina
ferjulegu å Arnanesi.
Seinri hava uppskot verið
frammi um at gera ferju-
leguna nærri kirkjuni og
garðinum út móti hólm-
inum.
Nú er eitt uppskot valt,
ið byggir á fleiri onnur
uppskot. Henda seinasta
ætlanin hevur aftur lagt
Nuwezamd: upskot
Fe tqulegam
Holmunn (
- {
?
8 P 77
- „ÁA
A
AF T & N
P Á { ——
/ / =
/
/ N
I FÁ
/ på
DUS am
sæ
( A Í )'r
N
C he”
L andstygst telagsias
Krrkjubr
CIO
Arnones
AG
Eitt av uppskotunum til ferjulegu. Sjålv ferjulegan er á Árnanesi. Ein minni
verjugarður skal gerast út úr Sugguni, men um ætlanin er at gera hann, sum
tekningin vísir, er ikki eydnast at fáa at vita
ferjuleguna á Arnanes,
men millum Sugguna og
hólmin skal ein garður
gerast. Hetta skal ikki
vera nakar stórur brim-
garður, men ein minni
verjugarður, so ikki meira
verður máað undan lend-
inum, har kirkjan stendur,
upplýsir Páll Vang.
Hann dugur ikki at siga,
um endaligu tekningarnar
eru gjørdar, og veit ikki
um síðstu útrokningarnar
eru komnar frá royndum í
Danmark.
jo-mo