Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 33 — 15. mars 1984 Valið verður millum gomul donsk og nýggj amerikonsk tiðindi — Tørvandi mentanarpoli- tikkur hevur leitt okkum ut , i eina desperata stødu, heldur formadurin i Lista- fólkasambandi Foroya. Listafólk mugu fáa fleiri sømdir, so vit kunnu fara um markið, sum eitur ama- torisma Vit fara at kunna velja millum gomul donsk tíðindi í okkara egna sjón- varpi og nýggj ameri- konsk tíðindi frá fylgi- sveinum. Vit eru komin í eina desperata steðu og vit noyðast at gera okkurt desperat fyri at sleppa burtur úr henni. So illa er okkum føroyingum, heldur Gunnar Hoydal, formaður í Listafólkasam- bandi Feroya, sum á al- mennum fundi í Norður- landahúsinum sunnu- kveldið gav eina dapra mynd av steðuni hjá fer- statt hjá oyskum mentanarlívi júst nú. Gunnar Hoydal nevndi arbeiðssetningin hjá franska mentamálaráð- harranum og helt, vit eisini kunna brúka hann her i Føroyum. Hesin arbeidssetningur er í fimm punktum: 1) út- búgving, 2) desentraliser- ing, 3) samarbeiði, 4) frælsi og 5) royndir (eks- perimentir). Gunnar Hoydal helt, at korini hjá listafólki, rit- hevundum, málarum, sjónleikarum og eðrum, í Feroyum eru ov ring. Vit hava ongan mentan- Jói aftur til Havnar Klaksvíkingar koma aftur til Havnar við Jóa. Av- gjørt er at hava sýningar nú leygardagin kl. 17,00 og sunnudagin kl. 16,00 i Sjónleikarhúsinum. Meguliga verður ein sýning afturat, tað veldst um undirtekuna. arpolitikk og neyvan heldur nakad tjak um mentan. Legtingið hevur onga mentanarnevnd og undir fíggjarlógarviðgerð reypaði formaðurin í fíggj- arnevndini av, at 1,2 mill. kr. kundu sparast á konto- ini vísindi, bókmentir og list í sama viðfangi sum hann ávaraði móti, at vit missa okkum sjálvi burtur í allari ávirkanini uttan- eftir. Virkin listafólk Men hóast tey truplu kor- ini og tær ringu um- stødurnar er neyvan nakað land, har virksemið er sterri í mun til fólka- talið. Feroysk listafólk eru óvanliga virkin, segði Gunnar Hoydal og spurdi, um nekur onnur tjóð við 45.000 fólkum hevði eitt symfoniorkestur, tíggju hornorkestur, 13 kór og 32 rytmiskar tónleikabólkar. Og hann legði afturat, at vit geva út uml. 100 bekur um árið. Eini 20% eru fagrar bók- mentir. Hetta er ófatiligt, tá hugsað verður um arbeiðsumsteðurnar hjá rithevundum, Gunnar Hoydal. segði Rímiligar | arbeiðsum- steður hjá einum rithev- undi eru at kunna fáa frí úr sínum vanliga arbeiði, arbeiðsnáðir at skriva, í tveir ella tríggjar mánaðir, segði Gunnar Hoydal. Men hetta krevur pengar frá tí almenna, t.e. løn fyri hesar mánaðirnar. Og her kemur so spurning- urin um stýring, um at velja hvat er gott og hvat ikki. Hvat er vert at lata pengar til, og hvat íkki hevur uppiborið at fáa nakað. Her var Gunnar Hoydal ikki = vóngóður. Hann nevndi rokið, sum stóðst av ti, at bókin »Kammerat Jesus« kom út á føroysk- um við almennum stud- ningi, ikki feroyskum, men frá Norðurlanda ráðnum. Gunnar Hoydal nevndi hesa útgávu fyri at vísa á, at tað kann vera torfert hjá einum listafólki at standa móti tí trýsti, ofta verður lagt á tey, sum fáa almennan studning. Tað hevur týdning at royna okkurt óvanligt, men Gunnar Hoydal hevði ringar vónir um, at tað fór at eydnast at vinna tað frælsi, sum skal til fyri at gera slíkar royndir. hd Nú Norðurlandahúsið er komið, verða vit díkt undir í ávirkan uttaneftir. Fyri at standa ímóti noyðst vit at styrkja okk- ara egna virksemi, segði Gunnar Hoydal á fund- inum sunnukveldið Men fyri at vita, hver undirtekan er, byrjar at- gongumerkjaselan longu í dag kl. 17,00 i Leikhus- kioskini. Verður útselt og fleiri vilja hava atgongumerki, verður eykasýning antin leygardagin ella sunnu- dagin. Livandi orðaskiftið var deydligt Tey, sum sunnukveldið fóru í Norðurlanda- húsið í teirri vón at uppliva eitt mergjað kjak um mentan og list og pengar og lívsvirði, blivu vónsvikin. Hvat endamálið var við hesum tiltaki, er ikki heilt greitt. Men nógv vóru tey, sum ikki hildu seg fáa nógv burtur úr hesum hálvumtriðja tímanum. Onkur helt fyri aftaná, at helst hevur Norðurlandahúsið so nógvar pengar, at tað ikki veit, hvat tað skal brúka teir allar til. Tað uggaði ivaleyst fleiri at hoyra íslendska leikstjóran Svein Einarsson greiða frá, at í hansara heimlandi eru teir játtandi politik- ararnir = ikki minni kargir enn okkara, tá pengar skula latast til mentan og list. Sveinn var millum teir fáu, sum legd upp í orðaskiftið á fundinum. Bekur ongin lesur Tað mesta ítekiliga var kanska, tá fyrrverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, D.P Danielsen, spurdi teir tríggjar útlendsku gestirnar um teir kundu nevna okkurt úr teirra londum, teir vildu mæla okkum frá at brúka. Bert Levin segði, at í Sveríki hevur studn- ingur til bókmentir gjert, at út eru komnar ov nógvar bekur, sum ongin lesur. Hinvegin er tað gleði- ligt, helt hann, at so nógv mentan er komin inn um skúlagátt. — Og í Sveríki hava vit lært at geva tónleik- arum færri pengar. Í staðin lata vit teimum, sum skipa fyri tiltøkum við tónleiki, pengarnar, soleiðis, at tey kunna keypa tónleik fyri hann. A henda hátt avgera tey, hver tónleikari hevur uppiborið studn- ing. Tað vil siga, tað al- menna sleppur undan at taka steðu, at velja og vraka. Halvdan Skard kundi ikki geva nakað greitt svar við spurninginum hjá D. P. Danielsen, tí, sum hann segði, tey í Noregi ikki enn eru rokkin nóg langt, so tey kunna siga við vissu, hvat er gott og hvat er ringt. Tó helt hann, at lyndi var til, at tey, sum longu hava nógv, fáa meira. Mislukkað leiklist Henning Fonsmark var ikki í iva um sítt svar. Danski leiklistarpoli- tikkurin hevur gjert, at har eru komin steðugt fleiri leikhús á einum stødugt lægri stødi. — Hesin politikkur gjørdi hvenn einasta ein amater til professi- onellan, var tann harði dómurin hjá Henning Fonsmark, sum hinvegi helt, at studningurin til myndlistafólk hevði havt tað positiva úrslit, at danir nú brúka meiri list enn fyri 10-20 árum síðani. hd Petur í Gong í Landsrættin Eystari Landsrættur verður í Feroyum í deg- unum 1.-10. mai. Teir tríggir dóm- ararnir Svendsen, Kjærsgaard og Chris- tensen skula hesa ferð taka stødu til 20 sakar- mál, sum Feroya rættur hevur dømt í, men sum so eru skotin inn fyri Landsrættin. I 14 forum er ákæru- myndugleikin annar parturin. Hini seks målini eru sakar- borgarlig, sum tad eitur. Her kann nev ast seinna sakarmålid hjå Uttan- flokkalistanum i Havn um atkvødurnar til by- rådsvali i Havn i 1980. Uttanflokkalistin he- vur stevnt býráðnum i Havn vid kravi um, at tað verður dømt at vidurkenna, at allar at- kveður vid eðrum enn einum krossi eru ógild ugar hd