Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Útgevari: p/f sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Fjala álvarsmálini í holum NÚ PRUTLAR aftur undir lokinum í landsstýrissamgonguni og sum ikki eina ferð eru tað tey primeru og sekunderu holini, ið eru orsøk- in til, at tað aftur nú er farið at prutla. LONGU FYRSTA árið hendan samgongan sat fóru samgongu- menn upp at klandrast um berg- hol. Undanfarna samgonga var farin undir eitt vega- og berghols- arbeiði í Kalsoynni og var hetta arbeiði komið so mikið áleiðis, tá landsstýrisskiftið fór fram, at bert tað seinasta holið var eftir. MEN FLOKKARNIR í tí nýggju samgonguni kundu ikki semjast um annaðhvort hetta seinasta holið í Kalsoynni skuldi gerast ella ikki. Summir vildu at hetta ar- beiðið skuldi halda fram beinan vegin meðan aðrir vildu spara við at útseta hetta arbeiði til seinni. Sokallaðu sparararnir vunnu i fyrstu atløgu soleiðis at hetta arbeiði ikki verður gjørt fyrr enn nú. Úrslitið er at arbeiðið kemur at kosta tvær til tríggjar ferðir meira enn tað átti at kosta. Í HESUM DØGUM er ósemja í samgonguni um ymiskar spurningar í sambandi við berg- hol. Sambandsflokkurin heldur ikki at nýggj bergholsarbeiðir skulu setast í verk ella fyrireikast í hesum valskeiðnum. Hinir sam- gonguflokkarnir eru ósamdir um hvar tey næstu bergholsarbeiðini skulu setast í verk. Skal tað verða millum Lopra og Sumba ella skal tað verða millum Signabø og Kald- baksbotn. STØDAN HJÁ javnadarflokkinum hevur verið og er framvegis, at vit alla tíðina eiga at arbeiða við einum primerum og einum sekun- derum bergholi. Vit eiga boriút- gerð til bæði sløgini kortini og tað er ongin orsøk til at hendan boriút- gerð stendur still. Á hendan hátt koma vit á mál eftir nøkrum árum soleiðis at øll búpláss í landinum, Argjavegur 26 Postsmoga 76, 3800 Tórshavn telefon 11820 oddagrein har tað anars letur seg gera, fáa eitt tíðarhóskandi vegasamband. ONKUR HELDUR tað vera 6ført at trætan millum samgonguflokk- arnar um tey primeru og sekun- deru holini ferð fram fyri opnum tjaldi. Ein samgonga, sum onki krógvar, men letur alt koma fram fyri almenningin, heldur onkur. Sannleikin er kortini tann, at ósemjan verður nýtt til tess at krógva álvarsamar sannleikar — sannleikar, ið almenningurin onki skal vita um. Talan er veruliga um, at álvarsmál verða fjald í hesum holum. TIL DØMIS KANN verða nevnt at landsstýrið fyri nýggju mánaðum síðani hevur fingið eina álvarsama ávaring frá ráðgevandi nevndini viðvíkjandi Føroyum. Í heilar nýggju mánaðar er hetta skriv dult sum mansmorð. Tingmenn hava onki fingið at vita um hesa álvar- somu ávaring. Pressan hevur onki fingið at vita og harvið hevur al- menningurin heldur onki fingið at vita. Vit kunnu her í oddagrein blaðsins taka eitt brot úr hesum skrivi sum er dagfest 2. juni 1983: >MAN HAR — SOM det ogsá har været tilfældet andetsteds — taget let pá gældsætningen til ud- landet, og det har indtil nu været let at láne. En nylig henvendelse til danske bankkredse om et nyt betydeligt lán til landskassen gav dog anledning til, at der — í mod- sætning til, hvad der tidligere har været tilfældet — blev stillet spørgsmål om udsigterne for den færøske økonomi. OG NEVNDA SKRIV til Føroya Landsstyri frá ráðgevandi nevnd- ini vidvikjandi Føroyum endar vid hesum orðum: »… udviklingen må give anledning til alvorlig bekym- ring«. Men hetta ålvarsmål hevur samgongan ikki tikiå uppá tung- una. Tað hava teir fjalt í einum holi. Helst í einum sekunderum. tr >ttt ere ut F = = tiðindahl: Nr. 33 — 15. mars 1984 Rættleiðing til frágreið- ing Froðbiar Sóknar Javnaðarfelags Í leygardagsblaðnum hevur nevnd F.S.J. eina frágreiðing, har teir m.a. royna at greiða frá, hví Atli P. Dam ikki vildi vera løgtingsvalevni felagsins til komandi legtingsval. Fyri at geva eina slíka frágreiðing er neyðugt at lýsa hesi viðurskifti meira nágreiniliga. Adrenn menn nakrantíð veruliga fóru at tosa um uppstilling til legtings- valið, fór fram ein seinasta roynd at fáa greitt ta ósemju innan F.S.J. og millum býráðslimir felags- ins, sum hevði valdað í fleiri ár. Orsekin til hesa roynd var tann, at fýra av býráðslimum felagsins bóðu felagið taka steðu til, hverjir vóru felagsins rettu umboð í býráðnum — teir fýra ella tann eini. Hetta orsakað av m.a. krevum, tann eini býráðs- limurin setti fram á al- mennum fundi, har hann kravdi hinar at leggja býráðsarbeiðið niður. Sum formaður felagsins hevði Atli Dam gjørt eitt uppskot til limirnar at taka stødu til, har teir stutt og greitt skuldu velja millum tann eina ella teir fyra. Tad var øllum pørtum greitt, at hetta val tiverri måtti takast. Men samstundis hevði Atli Dam í frágreiðing síni til fundin týðuliga lagt dent á, at hann persónliga stóð saman við teimum fýra. Úrslitið av fundinum gjørdist, so legið tað ljóðar, at atkveðu- greiðslan stóð á jevnum. Hetta mettu teir fýra sum eitt misálit. A aðalfundi í F.S.J. 13. februar greiddi formað- urin frá, athann hevði valt at standa saman við teimum fýra og vildi taka avleiðingarnar saman við teimum. Á sama fundi varð eisini biðið um uppskot til legtingsval- evni. Sum ein sjálvsegd fylgja av áðurnevnda fundi varð Dánjal av Rana skotin upp sum legtings- valevni í staðin fyri Atla Dam. Seinni varð Atli Dam skotin upp, hóast hann í formansfrágreið- ingini hevði boðað frá, at hann orsakað av steðuni ikki kundi taka við nekrum álitisstarvi innan FSJ. Við fundarlok var steðan tann, at tríggir bý- ráðslimir, Signar Dam, Havgrímur Hammer og Jóannes Eidesgaard, og legtingsmaður felagsins Atli Dam saman við nógv- um limum hevdu tikið seg burtur úr felagnum. So tá nevndin í F.S.J. nú kemur fram við slíkari frágreið- ing, meta vit hetta vera ein ætlað reingjan av veru- leikanum. At eitt nýtt felag síðani varð stovnað, var ein fylgja av tí, at nógvir limir, ið hevdu tikið seg burtur úr F.S.J., fram- vegis ynsktu at vera politiskt virknir. Seinni í frágreiðingini sigur F.S.J., at teir mót- mæla, at arbeitt verður so hart fyri at fáa fólk at melda seg úr gamla fel- agnum. Til hetta er fyrst at siga, at ikki ein tann einasti av okkara í letuni 280 limum er trýstir út úr F.S.J. og inn í Tveroyrar Sosialdemokratiska Fel- ag. Hetta hava teir gjert av fríum og heilum huga. Hartil skal sigast, at heilt nógvir av okkara limum ongantíð hava verið limir í F.S.J. Somuleiðis verður í frá- greiðingini funnist at, at T.S.F. leggur seg út í upp- stillingina til legtings- valið. Í hesum er støda okkara eisini sera greið. Vit vilja ikki taka rættindi frá limum okkara, sum eru sjálvsegd í eðrum politisk- um feløgum, eisini í F.S.J. Støda okkara hevur, síðanf elagið varð stovnað, verið, at vit vildu virka fyri, at valevnið floksins á Tveroyri síðan 1970 Atli Dam, aftur gjørdist valevni á javn- aðarlistanum, sum øll oyggin í felag altíð hevur gjørt. Hetta hevur verið okkara ætlan í tí sannfer- ing, at vit á henda hátt best kundu tryggja, at flokkurin fekk ta undir- tøku, hann hevur uppi- borið. Sum áður nevnd hevur felag okkara í letuni um 280 limir. Allir limir okkar eins og øll nevndin eru sinnaðir fyri at fara undir eitt seriøst politiskt arbeiði, so tí vilja vit heita á nevnd F.S.J. um at gev- ast við teirra negativu stødutakan til felag okkara, gevast vid at leggja fordingar i vegin og geva okkum arbeiðsfrið. Vit við okkara 280 limum og F.S.J. við teirra limatali = skuldi kunna givið Javnaðarflokkinum í oynni útlit fyri góðum úr- slitum til heystar, um felegini hver í sær fáast við veruligt politiskt arbeiði ístaðin fyri kland- urskent virksemi. Sum so oftani hevur verið sagt, grindin gongur í tveimum bólkum í letuni, men verður skilagott rikið, kann fongurin at enda gerast betur enn menn hevdu væntað. Við javnaðarkveðu Tveroyrar Sosialdemo- kratiska Felag n.v. Jóannes Eidesgaard, form. Israelsk kommunisma Til Lydiu og allar píla- grímarnar, sum líða undir sjúkuni >kommunismu- paranoia«. Í veruleikanum er tað ikki í Sovjettsamveld- inum, tit fyrst og fremst skulu leita eftir kommu- nismu. Tí hon finst ikki har. Eitt tað nærmasta, tit kunnu koma eini kommu- nistiskari uppbygging í heiminum í dag, eru tær kollektivu »kibbutzirnar« í statinum Ísrael. So roynið at studera, hvussu framleiðsluhátt- urin og sosiala lívið í hesum kibbutzum eru uppbygd, so fáa tit ein lítlan forsmakk av, hvussu eitt hugsað kommunistiskt samfelag einaferð kundi farið at sæð út. (»Kommunisma« merk- ir felagsskapur, sam- hugur, samkensla, sam- steð). Hjálptu hesar upplýs- ingar eitt sindur móti marrudreymunum? Góða betran. kp. tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini.