leygardagur 17. mars 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Dubbingin í 3. heiminum:
Tveir tridingar av
heimsins våpnahandli
er við menningarlond
USA hevur hernaðarliga hjáveru í 40 lond-
um, Sovjetsamveldið í 20
Meiri enn tveir triðingar
av heimsins vápnahandli
er við menningarlond í 3
heiminum. Verða her-
naðarútreiðslurnar i
hesum londunum mett vid
tjóðarúrtekuna, er dubb-
ingin tann stersta í heim-
inum (undantikið kjarn-
orkudubbingina).
Í Indiu fara 27% av
landsins útreiðslum til
hernaðarlig endamál, í
Sýria 55% og í Suðurkorea
36%.
Hví dubba menningar-
londini seg í so stóran
mun, tá ið tey í staðin
skuldu tikið sær av teim
vánaligu sosialu viður-
skiftunum, útbúgvingini
og framleiðsluni.
Politiskur ótrygg-
leiki
Í nógvum menningarlond-
um er steðugur politiskur
ótryggleiki. Fleiri teirra
hava barst seg til sjálv-
stýri frá hjálandaveld-
unum. Tað ferir við sær, at
herurin er høgt í metum i
fólksins eygum — ofta so
høgt í metum, at herurin
er javnmettur við poli-
tiska valdið.
Nógvir leiðarar í 3. heim-
inum sita bert við vælvild
frá hervaldinum, ella tí
teir sjalvir eru leiðandi
innan herin. Av somu
orsek er heldur ikki so
legið, at tað sum oftast er
herurin, sum er upprunin
til nógv statskvett.
Í fleiri menningarlond-
um er neyðugt at hava ein
sterkan her at verja sjálv-
ræðið sítt mótvegis
álopum uttanífrá
Orsekirnar til tílíkar
tjóðskaparligar | ósemjur
eru fleiri, at tryggja sær
raverur, at tryggja sær
samband við útheimin,
ósemjur um landamark og
tjóðskaparligir ella átrún-
aðarligir minnilutar. Hjá
»nyggjum« menningar-
londum (t.v.s. við stuttari
sjålvstødu) er grundar-
lagið fyri friðarligari
menning ógvuliga grunt,
fleiri av hesum londum
hava sum áður nevnt verið
noydd at barst seg til
sjálvstýri.
Ofta verða tjóðskapar-
ligar ósemjur nýttar fyri
at skeva útyvir sosialan
og politiskan ótryggleika í
egnum landi, eitt gott
demi er royndin hjá
Argentina at hertaka
Falklandsoyggjarnar.
Dubbingin tvey
endamál
Fleiri menningarlond
dubba seg ikki bert fyri at
verja seg mótvegis út-
lendis ágangi, men ofta er
endamálið meiri at
tryggja stýrislagið, niður-
berja innlendis ófrið,
niðurberja politiska and-
steðu og minnilutar enn at
verja sjálvsteðuna.
Orsekirnar til innan-
hýsis trupulleikarnar eru
ofta at finna í hjálanda-
tíðini tá hjálandaveldini
gjørdu tað tey kundu at
eyðræna og kúga hjálond-
ini, men eisini hverja leið
stjórnin hevur valt at
»menna« landið (styris-
lagid), buskaparliga årinid
uttan eftir skal tó eisini
havast í huga.
Sosiali ójavnin, steðan
hjá minnilutum og kúg-
anin av arbeiðarunum eru
ofta orsek til uppreistrar-
royndir, sum stjórnirnar
berja niður við harðari
hond. Herurin virkar sum
tjóðskaparlig løgregla og
loynitænasta. Krigs-
førslan er politisk bædi tå
viðvíkur ósemjur millum
lond og innlendis trupul-
leikum.
Um valdsharrarnir í
einum menningarlandi eru
bundnir at hernaðarligum
stuðli, eru somu valds-
harrar ofta skjótir at
sekja sær vápnahjálp ella
»verju« frá einum stór-
veldi, harvið gerast menn-
ingarlondini ein partur í tí
stórpolitiska »spælinum«.
Ofta er úrslitið beinleiðis
stórvalda uppílegging ella
luttøka gjøgnum trida-
lond.
»Vidskiftalondini«
Í tíðarskeiðinum 1945-
1975 løgdu USA,
Ongland, Portugál,
Frankaríki og Nederland
hernaðarliga uppí einar 75
ferðir, meðan kommunist-
isku londini legdu uppí
einar 6 ferðir av íalt
umleið 100. Sum steðan er
- -
nú, hevur Sovjetsam-
veldið hernaðarliga hjá-
veru í í minsta lagi 20
londum við í hvussu so er
150.000 monnum í Asiu,
10.000 í Latínameriku og
nekrum túsundum í
Afriku. USA hevur her-
naðarliga hjáveru í umleið
40 londum við 108.000
monnum í Asiu og 15.000 í
Suðurameriku.
Henda stórvaldahjávera
forir við sær uppaftur
sterri dubbing í 3. heim-
inum, at londini eru
politisk heft og at stór-
valdapolitikkurin merkist
i alt ov stóran mun.
Fremmand hernaðarlig
hjávera í einum landi
hevur sum fylgju spenta
stødu í løndunum uttan-
um. Sum demi kann nevn-
ast amerikanski stuðulin
til fleiri ótrygg einaræði í
Latínameriku og sovjet-
iski stuðulin í Ethiopiu.
Hevur eitt stórveldi
fyrst fingið fótin fastan í
einum ella eðrum landi, vil
tað treyðugt sleppa tí
aftur, sum demi kunnu
nevnast londini Vietnam
og Afghanistan. Sjálvt
hernaðarligur stuðul í
minni mun, kann gerast
vandamikil, sum td.
Kubakreppan á sinni, ið
mundi enda við kjarnorku-
bardaga.
Við tað, at menningar-
londini eru so óvon við at
loysa sínar trupulleikar á
friðarligan hátt, verður
bardagi oftast nýttur sum
fyrsta loysn. Tó kemst
ikki undan, at ofta er bar-
dagi einasta gongda leið
hjá menningarlondum at
sleppa sær av við hjá-
landaveldi ella valdsharr-
ar. Nevnast kunnu bar-
dagarnir i fyrrverandi
portugisisku hjálond-
unum at fáa loysing. Ein-
asti meguleiki hjá sandin-
istunum at fáa valds-
harran Somoza, sum USA
stuðlaði, frá, var vápnaður
uppreistur. Í Zimbabwe
nýtti mótsteðurerslurnar
vápnaðan uppreistur, men
har áttu samráðingar sín
stora lut í, at tað eydnað-
Nr. 34 — 17. mars 1984
ist at fáa hvíta minniluta-
stýrið frá.
Eitt gott dømi um dubb-
ing, sum einasta loysn fyri
trygd, eru londini við
marki til Suðuramerika.
Tey londini eru noydd at
dubba seg hernaðarliga
fyri at gera eina lítla
roynd at klára seg móti
hernadarliga åganginum
frå hvita minnilutastyr-
inum i Sudurafrika.
Eftir Flemming Ytzen i
Demokraten Weekend nr.
8, 6/10-83.
Ums. Martin S.
BJODA IKKI MÆR!