Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. mars 1984síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagur 17. mars 1984 ervin I Jógvan i Oyragarði, sonur Sámal i Oyragarði í Dali segði, at Servin í Húsavík var prestasonur úr Suðuroy. Jógvan segði, at Servin kom sum fátækur maður til Húsa- víkar. Hann var ein yvirgangs- korppur. Hann róði út sum aðrir menn, og ein maður, sum æt Símun í Loftinum róði við honum. Ein dagin vóru Húsvíkingar á havinum. Be- báturin og Servinabátur vóru á einum mið báðir. Servin skuldi rógva aftur á aftur; teir vóru við stórum báti tann dagin. Servin sak bak, Símun í Loftinum á lærbekki. Teir sóu allir, at Servin ætlaði at rógva á Bebátin, rógva hann niður. Í síðstu stund stakk Símun á við sínari ár, so tað gekk frítt millum bátarnar. So mikið varð burtur úr hesum, at Servin varð klagaður fyri ætlanina, hann hevði havt. Sakin kom á ting, og hann varð demdur í bót fyri at hava ætlað at beint fyri bátinum. Bótina legði hann út, á tann hátt, at hann slaktaði oksar, sum hann hevði gangandi. Oksakropparnar seldi hann umborð í eitt hálendskt loynikeypsskip, sum lá inni á Húsa- vík. Pengarnir, sum hann fekk fyri kropparnar, kallaðust Enebener. Eftir tað gekk hann eftir lívinum á Símuni, men megnaði ikki at basa honum. — Servin mundi leggja ein part av jerðini í Húsavík undir seg, og alla Lítlavatns oyruna og meira til, revaði hann frá Skálvíkingum í Innastahaga. Har heðvi hann oksar gangandi. Eina gentu, sum æt Elin hevði hann at ansa eftir oksunum. Hann hevði gjørt henni eitt skyli at vera i, í Innastahaga. Húsið er burtur nú, men ha“ er ein fossur, ið eitur foss- urin á Elinahúsi eftir henni. Herðan heimanfyri eitur Hoygarðshell- urnar, har hevði Servin hoygarðin. Ikki vita menn um nakrar etlingar av Servanum, heldur ikki um hann var giftur maður, men hann er fleiri ferðir nevndur í Tingbókunum, sum løgrættismadur fyri Sandoynna. Áðrenn hann kom til Húsavíkar, var hann legrættismaður í Suðuroy. Hann var sonur Harra Rasmus Serensen, prest í Suðuroy frá 1601 til 1627. Úr Suðuroy flutti Rasmus Serensen vestur í Vágar, var prestur har frá 1627 til sín deyð, í 1641. — Meðan hann var prestur í Suðuroy, varð hann illa viðfarin av sjóræn- arum. Hetta hendi í 1615. Hann átti tri børn, tey vóru: 1. Søren Rasmussen Husavik), (Servin i Húsavi ? 2. Harra Povel Rasmussen, prest- ur í Suðuroy eftir faðirin, 3. Anna Rasmusdatter; hon var fyrst gift við Harra Hans Rasmus- sen, Havnapresti, og tá hann doyði, giftist hon upp aftur við Lucas Debes í Suðurstreymoy. So Servin hevur verið av góðum fólki, tó hann var ein ránskroppur. Hetta ættartalið havi eg frá N. Andersen. Gunnar á Toft Ágga í Jóggafjósi Hann mundi vera úr Loftinum í Húsavík. Hann búði í útnyrðings- horninum í Stórastovugarði á Garði, í einari smáttu, hann var fátækur maður, men sterkur. Jóanes í Klæmintsstovu, hann ið átti meira enn hálvan Dal, var í einum brúdleypi í Húsavík. Tá lá kona Ágga í gólvi, hevði átt barn. Jóanes í Klæmintsstovu kom inn, og gjørdi nógv um seg. Ágga hevði at honum, og segði hvussu vorðið var, men Jóanes var stórorðaður móti honum, og lurtaði ikki eftir hvat Agga segði. Tá lat Ágga hann vita, at vildi hann ikki út við góðum, so skuldi hann við óndum. Og hann greip Klæmintsstovu bóndan, og dreiv hann út á geilar; dyrnar vóru lágar, so har vóru bugtingar á. Síðani skræddi hann kotið hjá bóndanum, so hann mátti aftur til Dals við kot- inum í hondini. Mær vitandi eitur ein renna, har um leið í Húsavík Ággarenna, eftir honum. Smáttan hjá honum var nevnd Joggafjós. Henda hending er helst gloymd í minninum, tí tað hevur hildið sjáld- samt, at ein fátækur maður hevur verið so hugdjarvur, at hann tordi at leggja hendur á ein tílíkan stór- mann, sum Jóanes í Klæmints- stovu. Jerðin hevði so ómetaliga makt tá í tíðini, og hann sat sum ein kongur í Dali. Sonur hansara var prinsurin í Dali. Jóanes sat sum bóndi frá 15. okt. 1765 til 19. mai 1794. Kona hansara æt Anna, hon var dóttur Rasmus í Dalsgarði í Skálavík. Gunnar á Toft