leygardagur 17. mars 1984síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Samfelagið eigur
at útvega bilig
og byggiklar
grundstykki
Land og kommunur eiga i nógv størri mun enn higartil at átaka sær uppgávuna at fáa
5."
til vega nóg mikið av bíligum og byggiklárum grundstykkjum um alt landið.
Grunnur skal stuðla kommunum við láni og studningi
Stór húsaneyð
í viðmerkingunum sigur
javnaðarflokkurin:
„Hóast ymisk skilagóð
tiltøk frá almennari síðu
til tess at beta um trotið á
sethúsum og íbúðum, er
framvegis stór húsaneyð í
Feroyum, serstakliga í
teimum sterru býunum og
bygdunum í landinum.
Nógvar orsakir er til
hesa húsaneyð, eitt nú
tann ógvuliga sterka
centralisering, sum er
farin fram tey seinastu 25
árini, sum hevur gjert, at
kommunalir myndug-
leikar illa hava kunnað
fylgt við í útstykkingum
av byggigrundum í mun
til tørvin.
Av eðrum orsekum
kann verða víst á ymisk
brek við sjálvari fígg-
ingarskipanini fyri byggi-
búning og sethúsabygg-
ing.
Sum fíggingin av set-
húsum er skipað í dag, so
fyritreytar hon, at tann,
sum skal byggja, sjálvur
eigur grundstykki, áðrenn
Nógv hava trupult við at fáa grundstykki til hús
hann fer til tann almenna
og teir privatu lánstovn-
arnar. Hjá teimum, sum
frammanundan hava
ognað sær grundstykki, er
vanliga ikki torfert at fáa
fígging til sjálva bygg-
ingina. Hóast henda fígg-
ing er tung hjá lántak-
aranum at lyfta, so er hon
tó vanliga soleiðis háttað,
athann, ið byggir, fær tað
mesta liðugt. Tey flestu
fáa øll húsini liðug —
onnur so mikið, at tey fáa
verið inni, til tey sjálv
hava smíðað liðugt, ella til
lánsmeguleikarnir batna.
Ødrvisi er við teimum
mongu, sum einki grund-
stykki eiga, men fegin
vilja byggja sær sethús
ella hava eina líknandi
íbúð at flyta í.
Hesi fólk hava ofta
skrivað seg upp bæði hjá
kommunu og hjá privatu
jarðeigarum í tí vón eina-
ferð at verða so heppin at
fáa byggigrund.
Prísurin á hesum
stykkjum, kommunalum
sum privatum, er stødugt
hækkandi, hóast komm-
unurnar hava gjert eitt
stórt arbeiði fyri at halda
prísunum niðri. Í ei.ari
kommunalari útstykking -
hevuðsstaðnum liggur
prísurin um 120-130 kr.
fyri m', og sum kunnugt
er hann munandi hægri í
teimum privatu útstykk-
ingunum. Hetta merkir, at
eitt vanligt grundstykki
nú kostar millum 140.000
og 250.000 kr.
Av hesum fylgir aftur,
at bert hetta at fáa byggi-
grund til vega er vorðið
eitt ógvuliga tungt tak hjá
tí, sum ætlar sær at
byggja. Mong noyðast so-
statt at spara upp í áravís
fyri at kunna keypa
stykkið. Onnur noyðast at
taka stór lán til at gjalda
grundstykkið við og eru
sostatt longu bundin av
stórari skuld, áðrenn
spakin verður settur í
jørdina. Uppaftur onnur
hava als ongan meguleika
at ogna sær grundstykki,
antin tí, at tey ikki fáa lán
til grundstykkjakeyp ella
ti, at tey yvirhevur ikki
kunnu fáa hendur á einum
stykki. Sostatt hongur
húsaneyðin óloysiliga
saman við spurninginum
um útstykkingar og útboð
av grundstykkjum. Tað er
trotið á grundstykkjum til
ein yvirkomiligan pris,
sum nú tykist at vera
fløskuhålsurin i allari set-
húsa- og íbúðarbygging i
Føroyum.
Hetta ålvarsama trot å
biligum og byggiklårum
grundstykkjum metir
javnadarflokkurin sum
eitt felagsmál, ið bert
kann verða loyst sum ein
samfelagsuppgáva. Tískil
mælir javnadarflokkurin
við fyriliggjandi uppskoti
til, at tað almenna, t.v.s.
land og kommunur í nógv
størri mun enn higartil
átaka sær uppgávuna at
fáa til vega nóg mikið av
bíligum, byggiklárum
grundstykkjum um alt
landið.
Tað er Javnaðarfloksins
meting, at kommunali
lånsgrunnurin, stovn-
settur við lóg nr. 38 frå 26.
apríl 1974, ikki rekkur til
at geriða tervin á grund-
stykkjum, og tí mælir
flokkurin til at seta á
stovn ein nýggjan grunn
við meira víttfevnandi
virkisøki og munandi
sterri = figgjarorku. Í
hesum sambandi verður í
$ 8 skotið upp at avtaka
kommunala lánsgrunnin,
og í $ 2 verður skotið upp
at flyta tann pening, sum
er í hesum lánsgrunni yvir
í nýstovnaða byggibúgv-
ingargrunn landsins.
Eisini verður skotið upp,
at landskassin letur
byggibúgvingargrunnin-
um eitt stovnsfæ upp á 30
mió. kr., og somuleiðis at
inntekan av rentuskatt-
inum upp á ca. 10 mió. kr.
um árið í framtíðini verður
tilskrivað hesum grunni.
Á henda hátt fáa komm-
unurnar sín part av einum
skatti, ið annars allur er
farin í landskassan.
Sum tað framgongur av
lógaruppskotinum, so er
ætlanin at byggibúgv-
ingargrunnurin skal hava
stýri leyst av húsaláns-
grunninum, meðan umsit-
ingin verður felags. Hetta
er fyri at sleppa undan
dupultari umsiting,
meðan ein varðveitir eina
decentrala ávirkan á
grunnsins stýri i gjøgn um
umboð kommununnar.
Mælt verður í lógar-
uppskotinum til, at lánini
verða afturgoldin so hvert
grundstykkini verða seld.
Tó verður skotið upp, at
1/3 av lántekuni verður at
gjalda aftur í seinasta lagi
3 ár eftir, at lánið er veitt
avvarðandi kommunu,
meðan alt lánið eigur at
verða goldið aftur í sein-
asta lagi 15 ár eftir lán-
tøku.
Samanumtikið kann sig-
ast, at hevuðsendamálið
við lógaruppskotið Javn-
aðarfloksins um ein byggi-
búgvingargrunn er at
eggja kommunum til at
fara undir munandi fleiri
útstykkingar, enn talan er
um í letuni. Við hesum
uppskoti kunnu grund-
stykkini, um rætt verður
atborið, bæði gerast nógv
fleiri og upp á seg væl
bíligari enn nú. Hetta
skuldi sostatt gjørt tað
munandi lættari at fingið
byggigrundir til sethús
Leygardagur 17. mars 1984
hjá tí einstaka, men tað
skuldi eisini lætt um og
styrkt hugin hjá komm-
unum, sosialum felags-
skapum og stýrinum fyri
íbúðargrunnin at sett í
verk bygging av íbúðum,
soleiðis at eisini hesin ser-
ligi tervur á bústaði
verður nektaður. Tað er
veruleiki, at ikki øll
ynskja at eiga síni egnu
sethús eins og heldur ikki
øll kunnu eiga síni egnu
sethús. Hesi hava eisini
sín rætt — ein rætt, sum
tað í dag tykist ógvuliga
tungt at fáa framdan.
Uppskotsstillarin, Før-
oya Javnadarflokkur, er
greidur yvir, at ein åvisur
vandi fyri spekulation er i
øllum hesum, og er $ 6 i
lógaruppskotinum ætlað
at skula forða fyri slíkari
spekulation og eðrum
møguligum misbrúki.
Meguliga kundu heilt
aðrir útvegis verið funnir
til tess at byrgja fyri
spekulatión og í heila tikið
fyri mongum av teimum
ódámligu fyribrigdum,
sum ofta hanga upp í
ellum jarðarspurninginum
„og sum ofta fylgja við tí
stóra trotinum á byggi-
lendi.
Á Føroya legtingi, 14.
mars 1984.
Jergen Thomsen
Jóannes Dalsgaard,
Atli P. DAm,
Tórálvur Mohr Olsen,
Jåkup Lindenskov,
Vilhelm Johannesen,
Hilmar Bech