týsdagur 20. mars 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
Argjavegur 26
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
telefon 11820
Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Lagkøkuløgmadur-
in lat onki frå sær
UM ALT GONGUR eftir ætlan
verður tann seinasta tingsetan hjá
hesi samgonguni liðug um ein
mánaða ella fyrr. Nýggja ting-
setan, sum byrjar á ålavsøku,
verður heist stutt hesu megin
valið, men heldur fram eftir at val
hevur verið.
TÁ SAMGONGAN varð skipað í
januar 1981, hendi tað, sum ikki er
hent seinastu 25 árini, nevniliga at
tveir av limunum í tí nýggja lands
stýrinum vórðu sitandi sum løg-
tingsmenn, hóast teir vóru valdir
til ávikavist løgmann og lands-
stýrismann. Hesir vóru Pauli Ellef-
sen og Eilif Samuelsen báðir úr
sambandsflokkinum.
SÍÐANI 1959 tá P.M. Dam, sáli
varð valdur til løgmann, hava allir
løgmenn og landsstyrismenn, id
åttu sæti å tingi, vikt hetta sæti,
soleidis at teirra varamenn komu
á ting so leingi teir sótu í lands-
stýrinum. Hetta gjørdi P.M. Dam,
Kristian Djurhuus, Hákun Djur-
huus, Demmus Hentze, Hedin
Klein, Ati Dam, Jåkup Lindenskov
0.s.fr.
MEN SO VARD ikki tå senasta
landsstyri varð skipað. Sagt varð,
at Pauli Ellefsen og Eilif Samu
elsen fyribils skuldu rekja ting-
arbeiðið eisini, meðan varamenn
teirra skuldu koma inn í seinni. Í
sambandi við hendan spurning.
segði løgmadur fyrst í valskeiðn-
um, at varamaður hansara, Dánial
Larsen, nokk skuldi fáa sæti á
tingi í so góðari tíð áðrenn eitt
komandi val, at hann skuldi fáa tíð
at markera seg áðrenn valið.
SUM SAGT ER minni enn ein
mánaði eftir av tí seinastu ting-
setuni í hesum valskeiðnum. Og
enn hava tingmenn ikki sæð vara-
mennirnar hjá sambandsmonn-
unum í landsstýrinum meira enn
tað at Dánial Larsen hevur mett
onkran heilan og onkran hálvan
dag tá tað var umráðandi hjá sam-
oddagrein
gonguni at mynstra 17 atkvødur
hóast løgmadur var uttanlanda.
Av teimum løtunum. sum vara-
maður løgmans hevur møtt á
tingi, kann ongin markera seg.
UM TAÐ NU VÓRU ein javnaðar
løgmadur og ein landsstýrismaður
úr javnaðarflokkinum, sum bóru
seg soleiðis at, so skuldi Dimma
lætting nokk verið á gosi um
hendan spurningin øll hesi fýra
árini. Men har er deydatøgn. Vert
er eisini at minna á, at sitandi
løgmaður fyri nøkrum árum síðani
heit rødu á 1. maidagshaldinum í
Havn, har hann umrøddi lønina hjá
undanfarna løgmanni. Hann
tosaði um hvussu órættvíst
lagkgkan var býtt. Hann segði at
løgmanslønin var til støddar sum
fleiri arbeidaralønir. Men hvussu
sær myndin út nú løgmadur um-
framt løgmanslønina eisini situr
við eini tingmannaløn
ONKUR HELDUR kanska at hetta
er ein fjákutur spurningur at taka
upp her í oddagrein blaðsins. Tað
er møguliga rætt, men hesin
spurningur hevði so stóran áhuga,
tå sitandi løgmaður var andstøðu
leiðari og núverandi andstøduleid-
arin var løgmadur, at hann varð
vidgjørdur í eiri réðu á einum 1.
maidagshaldi. Og øll rødan snúi
seg um hendan spurning. Ein røda
uppá umleið 30 minuttir.
VIT KUNNU bara slåa fast, nu
hetta valskeidid er uti, at sam-
bandsmennirnir í landsstýrinum
hava brotið traditiónina við tað at
teir hava sitiå sum tingmenn sam-
stundis sum teir hava sitid í lands
stýrinum. Teir hava eisini brotið
sítt orð um, at teir fyribils skuldu
rekja tingarbeiðið, og at varamenn
teirra skuldu koma inn seinni.á
VIT MUGU ásanna, at lagkøkuløg-
maðurin onki lat frá sær, men varð
sitandi við allari køkuni.
Nr. 35 — 20. mars 1984
Ovurnytsla
landsstyrisins
Roynt verdur at imynda,
at hendan samgongan
hevur fingið broytt
figgjargongdina í hesum
samfelag soleiðis, at nú
er búskapur okkara fer-
oyinga munandi betri,
enn tá ið teir tóku við
stýrinum.
Vit hoyra um yvirskot
á fíggjarlógini, vit hoyra
um fíggjarlóg við ongari
lánteku, vit hoyra um
risa yvirskot hjá bank-
unum og so framvegis.
Hetta kann tykjast at
vera ein positiv gongd,
men ivasamt er kortini,
um so er.
Dúgliga varð fert fram
áður enn hendan
samgongan tók við, at
figgjarsteðan var út av
lagið vánalig. Sama varð
gjert fyrst í teir tóku við.
Mangt bendir á, at
hetta vóru politiskar
snildir. Fyrst at mana
fram eina vánaliga fíggj-
arsteðu, fyri seinast í
valskeiðinum at vísa
eina frægari fíggjar-
gongd — sum torfer er
at fáa eyga á.
Sagt varð, at grunnar
landsins vóru tómir, og
at uttanlandsskuldin var
so ógvislig, at her mátti
koma vend i.á
Dúgliga varð roknað
út, hvussu nógv hvert
mansbarn skyldaði í út-
landinum. Víst varð á og
samanborið við uttan-
landsskuldina hjá
Danmark, og hvussu
nógvar ferðir sterri hon
var upp á hvert fólkið
her.
Tað tykist sum áhugin
er ikki so stórur nú at
rokna út og kunngera í
Dimmalætting, hvussu
nógv hvert mansbarn
skyldar í útlandinum í
dag.
Tá henda samgonga
tók við, var uttanlands-
skuldina umleið 900
milliónir, ella ein skuld
uppá umleið 20.000 kr. til
hvert fólk í hesum sam-
felag.
Hóast at roynt verðua
at vísa á eina frægari
gongd í samband við
uttanlandsskuldina, so
má man ásanna, at hon
er vaksin við risastigum
hesi árini, og serstakliga
seinasta ár.
So mikið er komið
fram nú, hóast at telini
ikki eru almannakunn-
gjørd, at hver nyfød-
ingur verður feddur til
eina skuld uppá góðar 50
50.000 kr.
So hóast tað, at víst
verður á eina figgjarlog
við ongari lánteku, so er
nógv lænt óbeinleiðis
undir hesum stýrinum.
Ásannast má, at førdi
fíggjarpolitikkurin ikki
hevur verið fyrimyndar-
ligur, so sum teir sjálvir
vilja vera við.
Hetta kann sigast, tí
vit hava havt eitt al: ov
stórt handilsjavnahall,
og eina alt ov stóra
nýtslu.
Vit eiga at minnast til,
at hesi bæði seinastu
árini hava verið fram úr
til útflutnings.
Sterstu gullár í feroya-
segu hava verið okkum
fyri, og tað er út frá
hesum, at alt má við-
gerast og síggjast.
Spurningurin má
heldur verða, hvussu
verður hetta risa út-
fluttningsvirði umsitið?
Slíkir spurningar
kunnu ivaleyst altid set-
ast, men neyvan verða
teir svaraðir til fulnar.
Eitt kann kortini sigast
við vissu, at í hesum
góðu feitu gullárum
øktist uttanlandsskuld-
in meiri enn nakrantid,
og vit fingu eitt sera
stórt handilsjavnahall.
Tað vil siga, at ov
nógv verður innflutt í
mun til tað, id útflutt
verður. Tá ið meiri
verður keypt, enn tað ið
goldið verður fyri, so
veksur náttúrliga
skuldin.
Í teimum feitu gull-
árunum varð fyri fyrstu
ferð sett hol á eyka-
grunnin hjá ráfiska-
grunninum. Grunnurin
ið ætlaður var sum ein
trygd ímóti »katastrofal-
um« veiðimeguleikum,
og eðrum ósæddum
trupulleikum hjá fiski-
vinnuni.
Trupulleikin slepst
ikki undan, men trupul-
leikarnar og øll vanda-
mál annars eigur okkara
fólkavalda landsstýri og
løgting at royna at fáa
av vegnum, meguliga
við lóggávu so hvert.
Henda samgonga
hevur lítið gjert fyri at
loysa sjálv vandamálini.
Í staðin so eru øll tey
veruligu vandamálini
skumpaði út í framtíðina
til eftirkomararnar. Tað
er nakni veruleikin.
Hava einans rullað
kavabóltin framman
undan sær, og hesin er
tríggjar ferðir sterri, enn
tá ið byrjað varð fyri
skjótt fýra árum síðan.
Det Rádgivende Ud-
valg vedrørende Færser-
ne er komið just til hesa
nidurstødu, og eru rædd-
ir fyri, at vit verda styrd-
ir inn i eitt figgjarligt ill-
vedur, um ikki vend
kemur i.
Teir siga i eykaskrivi
sinum: »Der er imidler-
tid grundlæggende svag-
heder i de færøske øko-
nomisk/ politiske hold-
ninger og strukturer,
som kan give anledning
til bekymringer«.
Onkur var uttan iva, ið
væntaði eina vend við
borgarliga stýrinum.
Vendin kom, og bendi
júst øvugta vegin, og
skattgjaldarin kennir
sviðan.
Vónandi fáa feroy-
ingar eitt nýtt stýri, sum
verður fert fyri at steðga
hesari gongdini, ið nú er.
Eitt stýri, ið er fert fyri
at skera á sjálvan svull-
in, sum eitur ovurnýtsla.
Jergen Thomsen