Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. oktober 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 195 - 11. oktober 2002 Hósdagur 17. oktober 05:00 Garfield Og Venner 05:25 Børnehjørnet 07:00 Tv-Shop 08:40 Tv3 Extra 09:10 Familien Walton 10:10 Familien Walton 11:05 Horton-Sagaen 12:00 Horton-Sagaen 12:55 Ricki Lake 13:50 Havfolket 15:35 Med På Moden 16:05 Ricki Lake 17:00 Alle Elsker Raymond 17:30 Sabrina - Skolens Heks 18:00 Alle Tiders Barnepige 18:30 Tv3 Extra 19:00 Dawsons Creek 19:50 Den Eneste Ene 20:50 Sex And The City 21:30 Mysterious Ways 22:30 Line's 23:30 Tv3 Extra 00:00 Seinfeld 00:30 Strømer I L.A. 01:00 Kodenavn Nikita 02:00 Sunset Beach 02:50 Sunset Beach 03:40 Benny Hill 04:15 Godnat 07.00 Tíðindi 07.05 Morgunlestur - Jákup Magnussen, prestur, lesur 07.15 Barnaløtan - Katrin og Kári stíla fyri 07.30 Tíðindi 07.35 Góðan morgun Føroyar 08.00 Tíðindi 08.03 Góðan morgun Føroyar 09.00 Tíðindi 09.03 Sjónarringurin - Árni Joensen leggur til rættis 09.35 Dagsins tónar 09.50 Morgunlestur (e) - Jákup Magnussen, prestur, lesur 10.00 Tíðindi 10.03 Fimleikaløtan 2 10.10 Tit skriva, vit spæla 11.00 Tíðindi 11.03 Á saganna veingjum 12.00 Veðurtíðindi 12.02 Middagstónleikur 12.15 Skráin og lýsingar 12.20 Tíðindini 12.40 Døgurðatónar 13.00 Tónatímin 14.00 Fimmarin (e) - Jóhann Mortensen leggur til rættis 15.00 Tíðindi 15.03 Nýtt og gott gamalt - Birgar Johannesen velur løgini 16.00 Tíðindi 16.03 Í víngarðinum 17.00 Tíðindi 17.05 Viðurgerði - Sending við reportasjum, samrøðum og frásagnum úr Suðuroy. 18.00 Barnaløtan (e) - Katrin og Kári stíla fyri 18.25 Skráin og lýsingar 18.30 Tíðindini 19.00 Skiftissiðir á lívsleiðini - triðja sending - Armgarð Arge leggur til rættis 19.30 Crescendo - Kári Olsen stílar fyri 20.30 David Copperfield - Elin Heinesen lesur 6. part av framhaldssøgu eftir Charles Dickens. Jens Pauli Heinesen týddi. 21.00 Tíðindi 21.05 Dagsetur - Femja Petersen leggur til rættis 22.00 Tíðindi 22.00 Ljóðmúrurin - Regin Egholm skipar fyri 23.00 Tíðindi 09:45 Orðið - Bíbliulestur v/ Anju Hansen. 10:00 Floksting (e) - Endursending frá í gjár. Hesaferð við Sambandsflokkinum. Sonne Smith leggur til rættis. 11:00 Tónleikur 12:00 Tíðindi 12:15 Tónleikur 13:00 Ynskiløtan - Heilsur frá lurtarum. Send heilsur um (www.ras2.fo) ella á fax. 359990. 14:00 Lýsingar 14:05 Ynskiløtan (framhald) 15:00 Tíðindi 1515 Leysaløtan - Innsløg, prát og tónleikur. Sonne Smith leggur til rættis. 16:00 Indie - Bylgjan - Tónleikasending sum Rúni Korsgaard leggur til rættis 17:00 Norðlýsið - Aktuell sending úr Studio 7 í Klaksvík. John William og Oliver Joensen leggja til rættis. 18:00 Tíðindi 18:15 Tónleikur 19:00 Orð á leiðini (EvR) - Evni: Andaligur búnaðskapur (7. partur av 8) Jógvan Zachariassen leggur til rættis. 19:40 Tónleikur 21:00 Tíðindi 21:15 Orðið (e) - Endursending frá í morgun. Bíbliulestur v/ Anju Hansen. 21:30 Tónleikur 22:00 Girlzone - Undirhaldssending fyri ung, Súsanna Clementsen og Ruth Reinert skipa fyri. Telefon: 35 99 93 Fax: 35 99 90 E-mail: girlzone@ras2.fo 00:00 Liðugt 13.00 Byrjan - Dagsskráin verður lisin 13.05 Bankabók Trúarinnar - eftir C.H. Spurgeon 13.15 Sjólívið v/ Malmberg Olsen 15.00 Horizon Star v/ Stella Zachariassen 16.00 Sjómanssendingin Vitin v/ M. C. Restorff (e) 17.00 Tónleikur 18.00 Dagsins Orð eftir Svenning av lofti 19.00 Brot og bitar ein ørvísi tíðindasending. 19.15 Tónleikur 20.00 Barnalindin (e) 20.55 Bankabók Trúarinnar - eftir C.H. Spurgeon (e) 21.00 Bønarlinjan, beinleiðis sending við gesti vertur er Jenis av Rana - Bønarevnir kunnu ringjast inn frá kl. 20.00. Tlf. 321377 og til ber at senda fax á nr. 321379. - Heimasíða: www.lindin.fo 00.00 Dagsins orð eftir Svenning av Lofti (e) 00.05 Blandaður tónleikur, Dagsins Orð, o.a. 02.00 Ein forvitnislig ferð gjøgnum Bíbliuna (e) - v/ Símun Absalonsen og Jógvan Zachariassen 03.00 Blandaður tónleikur, Dagsins Orð, o.a. 06.00 Vit gevast 17.30 Viftan 18.00 Toktummas 15 18.05 Pocahontas 24:26 18.30 Atlantis High 6:13 18.55 Eitt hundalív 19.25 Taxi — út í verð e 20.00 Dagur og Vika 20.25 Grannar okkara 20.50 Gesturin 21.15 Læknin hevur orðið 21.45 Krimitímin: Blind gudinna 1:4 — norsk krimirøð 22.40 Borð um borð e 23.35 Liðugt 07:30 Sailing: Sailing World 08:00 Golf: Challenge Tour Russian Open Moscow 08:30 Golf: U.S. P.G.A. Tour Ivensys Classic Las Vegas United States 09:30 Football: European Championship Euro 2004 11:30 Sailing: Sailing World 12:00 Xtreme Sports: X-Games 2002 13:00 Xtreme Sports: X-Games 2002 14:00 Tennis (Live): Wta Tournament Zurich Switzerland 15:30 Football: European Championship Euro 2004 16:30 Football: European Championship Euro 2004 17:30 Football: European Championship Euro 2004 18:45 News: Eurosportnews Flash 19:00 Tennis (Live): Wta Tournament Zurich Switzerland 20:30 Sumo: Grand Sumo Tournament (Basho) 21:30 Sumo: Grand Sumo Tournament (Basho) 22:30 News: Eurosportnews Report 22:45 Football: European Championship Euro 2004 00:15 News: Eurosportnews Report 0.00 TLZ: »A History of British Art – My Wife, my Horse« 1.00 TLZ: »Painting the World« 1.30 TLZ: »Painting the World« 2.00 TLZ: »Poppea« 2.35 TLZ: »Lesley Garrett Tonight« 3.05 TLZ: »Computing for the Terrified – Data Remember« 3.35 TLZ: »Bindi Millionaires – Stretch to the Limit« 4.00 TLZ: »Renaissance Secrets – Secret of the…« 4.30 TLZ: »P-Y Gerbeau-Re- Inventing the Wheel« 5.00 TLZ: »Greek Language and People – Buying Things« 5.30 Look Ahead 6.00 Step Inside: »Super Dooper Jezebel« 6.10 The Story Makers: »Show« 6.30 Joshua Jones: »Paperwork« 6.40 VIP: »Ipswich« 7.05 50/ 7.30 Ready Steady Cook 8.15 House Invaders: »Thame« 8.45 Going for a Song 9.15 The Antiques Show 9.45 Changing Rooms 10.15 Vets to the Rescue 10.45 Lovejoy: »Somewhere over the Rainbow« 11.45 The Weakest Link 12.30 Passport to the Sun 13.00 Eastenders 13.30 House Invaders: »Wigston« 14.00 Going for a Song 14.30 Step Inside: »Super Dooper Jezebe«l 14.40 The Story Makers: »Show« 15.00 Joshua Jones: »Paperwork« 15.10 VIP: »Ipswich« 15.35 50/ 16.00 Barking Mad 16.30 Ready Steady Cook 17.15 The Weakest Link 18.00 Gardeners' World 18.30 Ground Force: »Bournemouth« 19.00 Eastenders 19.30 Dog Eat Dog 20.15 Parkinson Shorts: »Steve Redgrave« 20.30 Chambers: »Conditional Fees« 21.00 The Blackadder: »The Black Seal« 21.30 French and Saunders 22.00 Attachments: »Money Shot« 23.00 Cardiac Arrest: »The Killing Season« 23.30 Cardiac Arrest: »You can't make an Omelette« 00:00 BBC News 00:30 HARDtalk (r) 01:00 BBC News 01:30 Fast Track (r) 01:45 Holiday (r) 02:00 BBC News 02:30 Simpson's World (r) 03:00 BBC News 03:30 Asia Today (r) 03:45 World Business Report (r) 04:00 BBC News 04:30 HARDtalk 05:00 BBC News 05:30 World Business Report 06:00 BBC News 06:30 World Business Report 07:00 BBC News 07:30 World Business Report 07:45 Sport Today 08:00 BBC News 08:30 Fast Track (r) 08:45 Holiday (r) 09:00 BBC News 09:30 HARDtalk (r) 10:00 BBC News 10:30 Simpson's World (r) 11:00 BBC News 11:30 Asia Today 11:45 World Business Report 12:00 BBC News 12:30 HARDtalk (r) 13:00 BBC News 13:30 World Business Report 13:45 Sport Today 14:00 BBC News 14:30 The Car's The Star (r) 15:00 BBC News 15:30 Asia Today 16:00 BBC News 16:30 HARDtalk (r) 17:00 BBC News 17:15 World Business Report 17:30 Talking Movies (r) 18:00 BBC News 18:30 World Business Report 18:45 Sport Today 19:00 BBC News 19:30 HARDtalk (r) 20:00 BBC News 20:30 Click Online 21:00 BBC News 21:30 World Business Report 22:00 BBC News 22:30 Life 23:00 BBC News 23:30 World Business Report (r) 23:45 Asia Today Skiftissiðir á lívsleiðini - triðja sending Hvaðani stavar sjeyarmaði ljósastakin, hvussu verður prestur settur í starv, hvat lyfti geva limirnir í meinig- heitsráðunum og ymiskt um barnadópin. Fólkalívsfrøðingurin Jóan Pauli Joensen og presturin Marjun Bæk siga frá. Hóskvøldið kl. 19.00 Sex and the City (57) -Amerikansk virðislønt skemtirøð frá 2001 Hesin parturin: “Sex og landið”. Carrie fer við Aidan til smáttu hansara úti á landinum, men vendir skjótt aftur til stórbýin, tí hon keðir seg, og er blivin rædd av einum íkorni. Í býnum fer hon út at eta saman við Mr. Big, ið sigur frá at hann í løtuni kemur saman við eini films- stjørnu. Hon ger av at geva smáttuni ein møguleika afturat, men hesaferð tekur hon Sam- anthu við. Samantha keðir seg líka til hon fær eyga á bóndan Luke. Stutt eftir dukar hon á dyr hans- ara fyri at læna eitt sindur av mjólk... Um somu tíð blíva Miranda og Steve óvinir, tí hann heldur at hon tekur synd í sær, og Charlotte og Trey royna at gera eitt barn, meðan tey eru á vitjan hjá mammu Trey. Nú eru nýggir partar av Sex & the City. Sarah Jessica Parker hevur høvuðsleiklutin sum New York blaðfólk- ið Carrie Bradshaw, í hesi virðisløntu røð um fýra yrkiskvinnur, teirra kynslív, og háttir at loysa trupul- leikar, ið stinga seg upp í samband við at vera kvinna í tí nýmótans stórbýnum. Í leiklutunum: Sarah Jessica Parker, Kim Cattrall, Kristin Davis, Cynthia Nixon, Chris Noth og fleiri. Hóskvøldið kl. 20.50 GESTURIN (Bárður Jákupsson) - Stundin er komin til at lata yngri kreftir sleppa fram- at fyri at geva stovninum nýtt innihald. Sjálvur eri eg eisini vorðin eitt sindur troyttur av hesum starvinum. M.a. soleiðis sigur Bárður Jákupsson um avgerð sína at takka fyri seg sum leiðari í Listaskálanum. Eftir at hava røkt hetta starvið í eina fjórðingsøld, ætlar hann nú at fara at gera meira við at tekna og mála sjálvur. Hann fegnast um hølisumstøðurnar hjá Lista- skálanum, sum fingust til vega við stóru útbyggingini í 1993, men saknar fleiri starvsfólk enn tey bæði, sum nú eru knýtt at stovninum, so at samskiftið við eitt nú skúlarnar kann fáast í eina fastari legu. Bárður Jákupsson mælir eisini vinnulívinum til í størri mun enn nú at stuðla myndlistini í Føroyum. Lagt til rættis hevur Leivur Hansen. Nr. 195 • fríggjadagur • 11. oktober 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Neistin 2 2 - 0 - 0 53 44 9 4 2 VÍF 2 2 - 0 - 0 30 22 8 4 3 H71 3 2 - 0 - 1 71 70 1 4 4 StÍF 2 1 - 0 - 1 58 54 4 2 5 Kyndil 2 1 - 0 - 1 52 53 -1 2 6 Tjaldur 2 0 - 0 - 2 26 31 -5 0 7 KÍF 3 0 - 0 - 3 60 76 -16 0 Hóast kollfirðingar fylgdu væl við megin- partin av dystinum, mistu teir við avger- andi brotskasti mitt í seinna hálvleiki møguleikan at taka strandingar aftur HONDBÓLTUR-MENN Hilmar Jan Hansen So tíðliga í kappingini er kanska avmarkað, hvat fólk væntað sær av teimum dystum, ið verða spældir tey fyrstu umførini. Men á Skála mikukvøld- ið var ferð yvir spælinum og málini trutu heldur ikki. Bæði StÍF og KÍF løgdu nógv fyri, og tí bleiv tað eisini undirhaldandi. Strandingar, sum vunnu steypakappingina síðsta ár og fingu bronsu í lands- kappingini, vóru sjálvandi favorittar, og tá avtornaði, vunnu teir eisini á koll- firðingum við átta málum. KÍF fylgdi kortini væl við meginpartin av dystin- um, og álopsspælið var í løtum gott. Tó var tað kanska eisini fyri ein part avleiðing av, at verjupart- urin ikki júst var tann, ið riggaði best hjá StÍF í hes- um dystinum. Burtur sæð frá, at koll- firðingar ta einu ferðina javnaðu, vóru strandingar var á odda allan fyrra hálv- leik, sum teir vunnu við trimum málum. Avgerandi løtan Beinanvegin eftir steðgin økti StÍF um munin upp í 18-13, men so svaraði KÍF aftur, og í eina løtu var tað um reppið, at kollfirðingar skuldu fáa strandingar aftur. Nærri enn tveimum mál- um komu teir kortini ikki, og tá so annars tryggi brots- kastsskjúttin Vagnur Jo- hannesen mitt í hálvleik- inum brendi brotskast, kom ordilig ferð á strandingar. Eftir bara fýra minuttum avgjørdu teir dystin, tá teir fóru frá 23-20 og upp á 27- 20. Hesa somu løtuna brendi KÍF fleiri 100 prosents kjansir, og StÍF- málverjin Marian Cirluga- nescu fekk veruliga víst sínar dygdir í málinum. Hjá StÍF vóru nógvir um boðið at fáa bóltarnar í málið í hinum endanum, og dysturin boðaði frá breidd á liðnum, har eisini fleiri av yngru spælarunum taka al- samt størri ábyrgd. KÍF hevði hinvegin ov fáar streingir at spæla uppá, og ikki eydnaðist heldur altíð at fáa tann friðin yvir spælið, ið krevst, skalt tú vinna tær tamarhald í dystinum. Dysturin í tølum StÍF-KÍF 31-23 (15-12) Málskjúttar: StÍF: Arthur Johansen 7 (2), Costin Dumitrescu 5 (1), Andre F. Danielsen 4, Leivur Justinussen 4 (1), Sveinur Justinussen 4, Kristjan Petursson 3, Janus Trúgvason 3, Bent Djur- huus 1 KÍF: Vagnur Johannesen 8 (4), Regin Petersen 4, Ják- up Dam 3, Eddie Joensen 3, Petur Martin Poulsen 2, Rógvi Weihe 2, Kristjan Madsen 1 Brotskøst: StÍF 5, KÍF 5 Útvísingar: StÍF 4, KÍF 2 Dómarar: Trygvi Morten- sen og Kári Hansen StÍF-KÍF 31-23 (15-12) Fýra minuttir avgjørdu alt Hóast H71 byrjaði framúr væl og eitt skifti í seinna hálv- leiki nærkaðist VÍF, vunnu vestmenningar ein greiðan sigur í sínum fyrsta spælda dysti í vetur HONDBÓLTUR-MENN Hilmar Jan Hansen Vestmenningar, sum í fjør vunnu bæði grundspælið og endaspælið og gjørdust meistarar, spældu miku- kvøldið sín fyrsta dyst í hesum kappingarárinum. Longu frammanundan hava teir vunnið ein dyst uttan at spæla, tí Tjaldur ikki fekk mannað lið, men nú skuldi so vera sjón fyri søgn, hvat VÍF kann avrika hesa ferð. Dysturin, sum var á úti- vølli móti H71, prógvaði sum so ikki tað stóra, og tað kundi eisini skyldast fleiri umstøður. Ein teirra var heilt greitt, at vestmenn- ingar av góðum grundum enn ikki hava spælt seg heitar. Hinvegin var hetta ein dystur, ið staðfesti, at breiddin og royndirnar enn eina ferð kunnu koma VÍF til góðar, tí alt vóru spæl- arar, vit hava sæð fyrr í bestu mansdeildini, meðan H71 í vetur roynir seg við fleiri nýggjum, ungum og enn rættiliga ókendum spælarum. H71 ynskibyrjan Kortini var tað júst heima- liðið, ið fekk ta betru byrj- anina, og tá tað í tíggjunda minutti gjørdist 5-1 til H71, vóru tað ikki so fáir av heimaáskoðarunum, ið gjørdust spentari og spent- ari. Serliga í verjupartinum greiddu hoyvíkingar sína uppgávu til lítar, so illa bar til hjá vestmenningum at sleppa framat. Men so gjørdi VÍF ein vørr, og góðar tíggju minuttir seinni vóru tað teir, ið vóru á odda 8-7. So skjótt kann skifta, og eftir hetta var VÍF ongantíð aftanfyri aftur í dystinum. Trý mál vóru á muni í hálvleikssteðginum, og fyrstu fimm minuttirnar av seinna hálvleiki vóru tey blivin sjey, áðrenn tað aftur bragdaði hjá H71. Unga liðið hjá hoyvík- ingum gav kortini ikki upp, og so spakuliga nærkaðust teir stig fyri stig, og tá teir í løtum fóru at mansverja bæði ein og tveir av vest- menningunum, tóktist hetta ørkymla spælið hjá VÍF í rættiliga stóran mun. Tá bara seks minuttir vóru eftir at spæla, var støðan 22-19 til VÍF, sum framvegis hvørki tóktist fáa fatur á rætta hugflognum ella hugburðinum til at venda dystinum. Áki og John vendu tómgongdini Júst í slíkum løtum kemur tað av álvara VÍF til góðar, at liðið eigur ein góðan skjútta í Áka Olsen og eisini ein ótroyttiligan vong í John Zachariassen, tí teir báðir megnaðu hvør á sín hátt at venda tómgongdini. Serliga Áki brilleraði við fleiri góðum langskotum, og í tí eina førinum snaraði hann um seg sjálvan og einar tveir ella tríggjar hoyvíkingar, áðrenn hann kliniskt sendi bóltin fram við Péturi Magnusson í H71-málinum. Og fleiri ferðir, tá álopini hjá VÍF sóu út til at vera uppsteðgað, breyt John ígjøgnum á høgra vongi, har hann síðstu løtuna av dystinum var ósvikaliga tryggur í øllum sínum royndum á málið. Tískil endaði dysturin við einum tryggum sigri til vestmenningar, nú teir endiliga sluppu at royna seg á vøllinum. Ivaleyst kann bæði eitt og annað rættast hjá VÍF, og tað verður helst eisini neyð- ugt, tí næsta mótstøðuliðið er Neistin, sum kemur til Vestmannar um vikuskiftið við tveimum spældum sigrum í skjáttuni. Hoyvíkingar fingu í løtum víst, at teir saktans kunnu standa sjálvt teimum bestu kurl, tá væl liggur fyri. Og stóra virðingin, onkrir av fesku spælarunum hava víst mótstøðumonnunum í und- anfarnu dystunum, var til tíðir skift út við beinleiðis sjálvsálit, hóast tað ikki rakk so langt hesa ferð. Dysturin í tølum: H71-VÍF 22-30 (9-12) Málskjúttar: H71: Halgir Dahl Olesen 11 (1), Bárður Brimsvík 5, Niels V. Niclasen 2, Finnur H. Petersen 2, Hans Jákup Jacobsen 1, Christian Eli Zachariassen 1 VÍF: John Zachariassen 8, Sámal Joensen 6, Áki Olsen 6, Piti Negru 5 (3), Ingi Olsen 3, Ólavur Brim- nes 2 Brotskøst: H71 1, VÍF 5 Útvísingar: H71 5, VÍF 3 Dómarar: Hannis Wardum og Ragnar Simonsen H71-VÍF 22-30 (9-12) Vestmenningar ikki heitir enn Ólavur Brimnes, VÍF, roynir at forða Olaf Vestergaard, H71, at sleppa í skotstøðu Mynd: Finnur Justinussen C M Y K 23 22