fríggjadagur 11. oktober 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 195 - 11. oktober 2002
25
Besti føroyski mál-
skjúttin í ár sigur seg
ikki rokna við at
byrja inni leygar-
dagin, men fær hann
møguleikan, so er
hann klárur
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
KAUNAS: Nú kappingar-
árið er av, kann staðfestast,
at Andrew av Fløtum av
Fløtum gjørdist besti mál-
skjúttin í føroysku lands-
kappingini. 18 mál í 18
dystum varð endaliga úr-
slitið fyri hansara viðkom-
andi, og hetta var so meira,
enn nakar annar megnaði.
Men hóast hann sjálvandi
fegnast um hetta, so ásann-
ar hann tó, at hetta ikki gev-
ur nakra vissu fyri einum
landsliðsplássi.
– Nú fáa vit at síggja. Tað
var í øllum førum stuttligt
at gerast toppskjútti og fáa
gylta skógvin, men tað er
so bara til annað beinið.
Vónin er so, at eg einaferð
seinni – kanska næsta ár –
kann fáa ein eins skógv til
hitt beinið.
John er eingin
trupulleiki
Men hóast hendan heiður-
in, so roknaði Andrew ikki
við, at tað fer at verða pláss
fyri honum millum teir
fyrstu ellivu, tá landsliðið
leygardagin fer á vøllin í
Kaunas.
– Nei, tað má eg nokk
síggja í eyguni, at í løtuni
eri eg ikki fremsta val til
sessin har frammi, og tað er
sum so eisini í lagi. Eg má
so bara royna at arbeiða
meg fram ímóti at gerast
fastur maður, tí sjálvandi er
tað tað, sum eg miði imóti.
Fleiri eru av teirri áskoðan,
at tú og John Petersen
kanska líkjast ov nógv í
spælistíli, og at hetta er ein
orsøk til, at tú situr á beink-
inum. Ert tú ikki sjálvur
bangin fyri at sita á beink-
inum, so leingi John spælir
á landsliðnum?
– Nei, tað haldi eg ikki.
Tað kann gott vera, at vit
kunnu nøkur av teimum
somu tingunum, og at okk-
um báðum dámar væl at
leita oman á vøllin, men
fyri tað er ikki víst, at vit
ikki kunnu vera inni ísenn,
Tvørtur ímóti haldi eg, at
vit kundu rigga sera væl
saman, og tað er so mín
vón, at hetta eisini verður
veruleiki. Tað vildi verið
stuttligt at spælt saman við
honum á landsliðnum, og
tað er undir ongum umstøð-
um so, at eg bara ætli mær
at sita á beinkinum og bíða
eftir, at ein leikari gevst. Eg
má bara sannføra venjaran
um, at eg eiga at teljast
millum teir fyrstu. Tað er so
málkiði í øllum førum,
heldur hann.
Ein skjót útskifting
Á einum øki er tó lítil ivi
um, at Andrew av Fløtum
er stinnari enn John Peter-
sen, og tað er í brotsspørk-
unum. Hóast John uttan iva
telist millum teir fyrstu at
skjóta brotsspark á lands-
liðnum, so hevur árið í ár
ikki hepnast so væl í so
máta, har B36-liðskiparin
hevur misnýtt tvær ferðir úr
ellivu metrum.
Hinvegin hevur Andrew á
Fløtum havt hendan møgu-
leikan átta ferðir í lands-
kappingini, og hvørja ferð
er bólturin sendur ósvika-
liga trygt í netið. Tá vit at
enda spurdu, um hesin
eginleikin ikki eisini átti at
teljast við, var HB-topp-
skjúttin skjótur at svara, at
sjálvandi skuldi hann tað.
– Eg vil í øllum førum
siga so, at um vit fáa brots-
spark, so átti Henrik at um-
hugsað eina skjóta útskift-
ing. Nei, heilt alvorligt, so
vildi eg í øllum førum ikki
sagt nei-takk, um eg skuldi
fingið møguleikan. Eg skal
ikki siga, at eg hevði lobb-
að hann forbí málverjan,
men eg skuldi nokk skorað,
tað ivist eg ikki í, sigur
maðurin við gylta skógvin-
um at enda.
Jákup á Borg var ikki
við til mikudags-
venjingina, men
sjálvur roknaði hann
tó við, at hann fekk
spælt leygardagin
FÓTBÓLTSTOS
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
KAUNAS: Einasti maður-
in, sum ikki vandi, tá lands-
liðið longu mikukvøldið
hevði fyrstu venjingarnar,
var Jákup á Borg, sum ann-
ars hevur tikið mest sum
ognarrætt upp á høgra mið-
vallarplássið á føroyska
landsliðnum.
Hesa ferð er tað lærkrik-
in, sum argar, og eisini hev-
ur gjørt tað eina tíð. Skaðin
kom, tá B36 spældi móti
EB/Streymi í trið seinasta
umfarinum, og síðani hetta
hevur Jákup bert spælt tey
trý korterini, sum hann var
á vøllinum, tá B36 í sein-
asta umfarinum vann 6-0 á
VB. Millum annað viði
tveimum málum frá Jákup
á Borg.
Tekur kjansin
Stendur tað til Jákup sjálv-
an, so er tó lítil ivi um, at
hann hóast alt fer at teljast
millum
leikararnar,
tá
landsliðið leygardagin mar-
sjerar inn á vøllin.
– Tað rokni eg næstan
við. Sjálvandi ger skaðin
fortreð, men eg tosaði við
Henrik alt fyri eitt, sum
skaðin kom, og hann hevur
alla tíðina hildið, at eg
skuldi koma við, Og so er
hetta eisini endin á kapp-
ingarárinum. Tað merkir so
í øllum førum, at um eg
satsi, og kanska geri skaðan
verri við at spæla, so havi
eg hóast alt næstan hálvt ár
at koma fyri meg í, og ikki
bara eina viku, sum talan
hevði verið um, um vit nú
vóru miðskeiðis í kapping-
arárinum, sigur Jákup á
Borg á enda.
Klárur til brotsspørkini
Lærið argar
EM-undankappingin, bólkur 5
vunnin tapt mál-
dystir v - j - t mál
mál munur stig
1 Týskland 1
1 - 0 - 0 2
0
2
2
2 Føroyar
1
0 - 1 - 0 2
2
0
1
3 Skotland 1
0 - 1 - 0 2
2
0
1
4 Ísland
0
0 - 0 - 0 0
0
0
0
5 Litava
1
0 - 0 - 1 0
2
-2
0
Spældir dystir:
Føroyar-Skotland
2-2
Litava-Týskland
0-2
Komandi dystir:
Ísland-Skotland
12. okt.
Litava-Føroyar
12. okt.
Ísland-Litava
16. okt.
Týskland-Føroyar 16. okt.
Ein eymur lærkrikið hevur argað Jákup á Borg seinastu
vikurnar, men sjálvur roknar hann tó at spæla nú leygardagin
– Um vit fáa brotsspark, so átti Henrik at umhugsað eina skjóta útskifting, heldur Andrew av
Fløtum flennandi fyri, tá tosið fellur inn á møguligar brotssparksskjúttar
25
24
Nr. 195 - 11. oktober 2002
Føroyska ferðalagið
við landsliðsleikar-
um, fjølmiðlum og
áskoðarum kom fram
í øllum góðum til
Kaunas mikukvøldið,
og fyrstu venjing-
arnar hava longu
verið á skránni
LANDSLIÐSFERÐ
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
KAUNAS: Føroyska fót-
bóltslandsliðið kom fram í
øllum góðum mikudagin.
Megin parturin av ferða-
lagnum kom úr Føroyum
við flogfarinum hjá Atlan-
tic Airways, men landsliðs-
venjarin sjálvur, Henrik
Larsen kom saman við Jón
Róa
Jacobsen,
Jákup
Mikkelsen og Christian
Høgna Jacobsen við flog-
fari úr Danmark, og møtti
so restini av ferðalagnum á
Best Western hotellinum,
sum landsliðið býr á.
Umframt landsliðsleikar-
ar og fjølmiðlar, so taldi
ferðalagið eisini einar 40
føroyskar áskoðarar, sum
hava valt at taka allan túrin
til Litava og Týsklands, og
væntandi fara hesi at gera
sítt til, at føroysku lands-
liðsleikararnir kunnu kenna
seg eitt sindur heima, tá teir
leygardagin fara á vøllin.
Tað kann væl vera, at hesir
fara at rópa og veipa nakað
undir dystinum, men tað
stendur í øllum førum
greitt, at tey mugu bjálva
seg hampuliga væl. Miku-
dagin, tá flogfarið lendi,
var hitin ikki meira enn eini
fimm stig, og roknast kann
við, at hitastigini vera ikki
fleiri enn trý, tá spælt verð-
ur leygarkvøldið.
Vandu alt fyri eitt
Longu mikukvøldið hevði
landsliðið fyrstu venjing-
arnar á ferðini, og sum sæst
aðra staðni á hesum síðum,
so eru einstakir spælarar
eitt sindur ivasamir.
Ringast stendur til hjá
Jákup á Borg, sum er
skaddur í lærkrikanum. Pól
Thorsteinsson hevur nakað
av krími og Jóhannis Joen-
sen fekk eitt spark á økla-
knútin undir venjing. Jens
Pauli Marstein er lækni á
ferðini, og hann skal jú eis-
ini hava nakað at gera, og
mikukvøldið var ikki so
nógv, sum bendi á, at leik-
arar ikki verða tøkir leygar-
dagin.
Føroyska
ferðalagið
verður verandi í Litava
fram til sunnudagin, tá leið-
in verður løgd til næsta stop
á ferðini, sum er Hannover
í Týsklandi.
Eitt sindur óvæntað
slapp landsliðið longu
mikudagin at venja á
dystarvøllinum, og
hetta tóktist venjarin
at vera væl nøgdur
um
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
KAUNAS: Tað kendist eitt
sindur sjáldsamt, at før-
oyska
landsliðið
longu
mikukvøldið slapp at spæla
á vøllinum, har landsdyst-
urin skal leikast, men or-
søkirnar til hetta eru tó ein-
faldar. Tað er snøgt sagt
eingin annar vøllur, har før-
oyska liðið fær vant um
kvøldið, tí S. Darius & S.
Gireno leikvøllurin er tann
einasti í Kaunas, har ljós
eru sett upp.
Landsliðsvenjarin, Hen-
rik Larsen, frøddist eisini
um hetta, og hann helt eis-
ini, at hetta kundi gerast ein
fyrimunur hjá føroyska
liðnum.
– Sjálvandi skalt tú ikki
tosa um fyrimunur, tá tú
spælir á útivølli, men tað
hevur sjálvandi nakað at
siga, at vit longu nú hava
roynt vøllin. Tað er helst
bert, tí vit venja so seint í
kvøld, so eg rokni ikki við,
at teir eru somikið gesta-
blíðir aftur í morgin. Men
sjálvandi er tað ein fyri-
munur, at vit longu nú hava
roynt vøllin, ístaðin fyri at
bíða til fríggjadagin, sum
tað vanligt, segði landsliðs-
venjarin, sum annars helt,
at vøllurin var heilt góður.
Vit verða 11
Um sjálvt liðið var lands-
liðsvenjarin
eitt
sindur
meira opin, enn undan-
gongumaður hansara van-
liga var.
– Jákup á Borg er hálv-
skaddur og Pól hevði nakað
av krími, so enn veit eg
sjálvandi ikki, hvørt teir
kunnu spæla leygardagin,
men eru teir klárir, so spæla
teir. og Øssur Hansen havi
eg so ikki tikið við fyri at
seta hann á beinkin. Verður
Pól ikki við, so er tað sjálv-
andi upplagt, at eg nýti
Jóhannis ístaðin fyri, men
hann fekk ein lítlan snudd í
kvøld, so eg veit ikki rætti-
liga, hvussu verður og ikki,
men tú kanst verða vísur í,
at vit undir øllum umstøð-
um verða ellivu mans, sum
fara á vøllin, helt venjarin.
Annars tykist einasta iva-
málið at vera, hvør fer at
manna málverjasessin. Jens
Martin fekk fyrsta val, tá
landsliðið spældi ímóti
Skotlandi, so í útgangsstøð-
inum er hann kanska favor-
ittur til plássið, men hin-
vegin tykist Jákup Mikkel-
sen eisini at vera væl fyri,
so kanska verður hetta ikki
avgjørt fyrr enn í seinastu
løtu, eins og tað varð móti
Skotlandi. Men burtursæð
frá málverjaplássinum, so
tykist lítil ivi at vera um, at
føroyska liðið spælir so-
leiðis, um allir mans verða
tøkir.
Pól Thorsteinsson, Óli
Johannesen, Jón Rói Jacob-
sen, Jens Kristian Hansen -
Jákup á Borg, Fróði Benja-
minsen, Julian Johnsson,
Øssur Hansen, John Peter-
sen, Christian Høgni Jacob-
sen.
Vit verða ellivu
Henrik Larsen sigur,
at
landsliðsleikararnir
nokk
skulu verða ellivu í tali, tá teir
fara inn á vøllin í Kaunas
Kalt í Kaunas
Pól Thorsteinsson
hevði nakað av krími
mikudagin, og er tí
eitt av ivamálunum
hjá landsliðsvenjar-
anum til leygardagin
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
KAUNAS: Undir venjing-
ini mikukvøldið sást ein
einsamøll
vatn-fløska
standa við vøllin, sum bar
frámerki, soleiðis at óvið-
komandi
ikki
skuldu
drekka hana.
Orsøkin til hetta var, at
Pól Thorsteinsson hevur
nakað av krími, og at hetta
undir ongum umstøðum
skal smitta til aðrar leikar-
ar.
Tá vit eftir venjingina
fingu orðið á Pól, roknaði
leikarin tó ikki sjálvur við,
at hetta fór at verða nøkur
forðing leygardagin.
– Nei, tað rokni eg ikki
við. Talan er ikki um nakað
ógvusligt krím, og tað er
ikki so, at eg eri eymur í
vøddum og liðum, men
hinvegin kendi eg væl á
mær, at eg eri eitt sindur
slakkur. Men tað fáa vit so
at síggja leygardagin. Verð-
ur tað ikki verri, enn tað er
nú, so er nokk eingin vandi
fyri dystinum.
Bert fyri Pól
»Bert fyri Pól« stóð á fløskuni, men hetta var einamest fyri at
tryggja, at aðrir leikarar ikki eisini verða hóttir av krími
C
M
Y
K
24