Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. oktober 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 195 - 11. oktober 2002 27 UTTAN ÚR HEIMI Avstralsku myndugleik- arnir siga seg hava ill- gruna um, at ein yvir- gangsbólkur hjá felags- skapinum al-Qaeda er í landinum, og at bólkurin bert bíðar eftir boðum um at fremja eina at- sókn. Yvirgangsserfrøðingu rin Rohan Gunaratna segði í avstralska út- varpinum í gjár, at tá hann herfyri avhoyrdi tveir limir í al-Qaeda, sum sita fongslaðir í Avstralia, høvdu hesir greitt frá, at ein bólkur hjá felagsskapinum er í Avstralia. Gunaratna heldur, at tveir ella trígg- ir limir í al-Qaeda ganga leysir onkunstaðni í landinum. Avstralski forsætis- ráðharrin, John Howard, segði í gjár, at stjórnin í Canberra hevur ongar upplýsingar, sum benda á, at vandi er fyri yvir- gangsatsóknum. Avstralia stúrir fyri al-Qaeda ES eigur at fáa eina rættiliga grundlóg nú, heldur formaðurin í ES- nevndini, italiumaðurin Romano Prodi. Orðini fullu, stutt eftir at hann hevði kunngjørt, hvørji lond fáa limaskap í sam- veldinum í 2004. Romano Prodi heldur, at tað er áræði og fram- skygdum politiskum dirvi fyri at takka, at tað fyrr so sundurbýtta Ev- ropa verður sameinað. Men hendan gongdin krevur eisini, at ES vísir dirvi og framskygni, sig- ur hann. ES-nevndarfor- maðurin er av teirri á- skoðan, at skal tað nýggja ES festa røtur og búnast, er neyðugt at broyta verandi skipan og bygnað. Romano Prodi sigur, at grundlógin skal tryggja rættindini hjá borgarunum og lutin hjá teimum einstøku lima- londunum. Hon skal eis- ini varðveita ta fjøl- broyttu mentanina í limalondunum og styrkja samhaldsfestið. Eiga at fáa grundlóg Mark David Chapman, sum myrdi John Lennon fyri 22 árum síðani, sleppur ikki úr Attica- fongslinum. Tann 47 ára gamli Chapman hevði biðið myndugleikarnar um grið, og hann royndi at sannføra teir um, at hann nú kendi seg sum ein lóglýdnan borgara, og at hann hevur ikki sálar- ligar trupulleikar longur. Men umsókn hansara um grið varð havnað. Myndugleikarnir siga kortini, at hann kann søkja aftur um tvey ár. Hetta er aðru ferð, at Mark David Chapman, sum nú er 47 ára gamal, hevur biðið um at sleppa úr fongslinum. Fyrru ferð varð umsóknin havnað, tí einkjan eftir John Lennon, Yoko Ono, gjørdi vart við, at hon fór ikki at kenna seg trygga, varð Chapman latin leysur. Hesaferð svaraðu myndugleik- arnir, at tað hevði verið skeivt at lata hann leys- an, tá hugsað verður um ta álvarssomu brots- gerðina, sum hann varð dømdur fyri. Mark David Chapman varð dømdur lívlangt fongsul, eftir at hann hevði skotið John Lenn- on uttan fyri bústað hansara í New York. Slapp ikki leysur USA vil hava irakska forsetan Saddam Hussein drignan fyri ein krígsbrotsmanna- dómstól IRAK-KREPPAN Árni Joensen Amerikanski embætismenn siga, at irakski forsetin skal hava somu viðferð sum fyrrverandi jugoslaviski forsetin, Slobodan Milose- vic. Seinastu tíðina hava fleiri spurt, hvat amerikanska stjórnin ætlar at gera við Saddam Hussein, eydnast tað at fáa fatur á honum undir einum møguligum álopi á Irak. Hvørki George W. Bush, forseti ella næstu menn hansara hava viljað svarað spurninginum, men nú verður sagt, at embæt- ismenn í Hvítu Húsunum eru komnir til ta niður- støðu, at hann skal fyri ein krígsbrotsmannadómstól. - Hann fær somu viðferð sum Slobo, sigur ein em- bætismaður í Hvítu Húsunum. Í krígsbrotsmannadóm- stólinum í Haag er Slo- bodan Milosevic ákærdur fyri fólkamorð og brots- verk ímóti mannaættini, og sambært embætismannin- um er ætlanin at reisa somu ákærúr ímóti irakska leið- aranum. Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Ari Fleischer, sigur, at verður Saddam Hussein drigin fyri rættin, verður tað altjóða sam- felagið og ikki bara USA, sum skal ákæra hann. Sam- bært Fleischer skal ein serligur dómstólur skipast til endamálið. Skulu donsku veljararnir á fólkaatkvøðu um eina ES- grundlóg, eiga veljararnir samstundis at fáa høvi til at atkvøða um at taka Dan- mark burtur úr samveld- inum. Tað heldur formaðurin í Danska Fólkaflokkinum, Pia Kjærsgaard. - Skulu teir donsku veljararnir eina ferð í tíðini taka støðu til at sleppa teimum fyrivarnum, sum Danmark hevur, og um eina nýggja ES-grundlóg, eiga teir eisini at fáa høvi til at atkvøða fyri at taka Danmark burtur úr sam- veldinum, sigur Pia Kjærs- gaard. Danski Fólkaflokkurin fer at halda landsfund um vikuskiftið, og hildið verð- ur, at ES verður høvuðs- evnið á fundinum. Serliga spurningurin um at geva londunum í Eysturevropa limaskap hevur áhuga hjá flokkinum. Danski Fólka- flokkurin krevur reglur, sum skulu avmarka møgu- leikarnar hjá fólki í Eyst- urevropa at leita sær inn á arbeiðsmarknaðin í teimum vesturevropeisku londun- um. - Mær tykir, at Anders Fogh Rasmussen, forsætis- ráðharri kennir seg tvung- nan til at vera vinarligur, nú hann er ES-formaður. Men hann skal taka annað skinn um bak, tí vit kunnu koma í ta støðu, at eysturevrope- iskir arbeiðsmenn í hópa- tali fara at floyma inn yvir danska arbeiðsmarknaðin, og tað fer uttan iva at ávirka arbeiðs- og lønarviður- skiftini hjá teimum donsku løntakarunum tann skeiva vegin, sigur Pia Kjærs- gaard. Finski forsetin, Tarja Halonen, avsannar ikki, at Finnland kanska fer at søkja um limaskap í NATO, men hon vil ikki siga, nær tað verður FINNLAND Árni Joensen Tað var í einari samrøðu við portugisiska blaðið Publico, at finski forsetin gloppaði dyrnar fyri NATO. Tarja Halonen sigur við blaðið, at málið er trupult, men at tað er ikki óhugs- andi, at Finnland fer at søkja um limaskap í verju- samgonguni. Hon vil kort- ini ikki siga nakað um, nær ein umsókn kemur á borðið á NATO-høvuðsskrivstov- uni í Bruxelles. - Dyrnar hjá NATO standa opnar fyri okkum, og ein dag fara vit kanska at biðja um at sleppa innar. Vit eru greið yvir, at sam- starv við NATO er neyðugt bæði nú og í framtíðini, sigur finski forsetin. Síðani seinna heims- bardaga hevur Finnland rikið ein uttanveltaðan uttanríkispolitikk, men síð- ani Sovjetsamveldið datt sundur, er uttanríkispoli- tikkurin og trygdarpolitikk- urin broyttur nógv. Í 1994 fór Finnland upp í ES. Í november verður val til finska ríkisdagin, og eyg- leiðarar halda, at tann komandi stjórnin fer at senda NATO umsókn um limaskap´, sama hvørjir flokkar fara at mynda stjórnina. Finnland nærkast NATO Danir eiga at kunna atkvøða Danmark út úr ES Saddam skal fyri ein krígsbrotsmannadómstól Saddam Hussein. Amerikanarar vilja hava hann fyri ein krígsbrotsmannadómstól eins og Slobodan Milosevic Mynd: Reuters 27 26 Nr. 195 - 11. oktober 2002 HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Nýggja ítróttarhøllin í Hoy- vík, sum er heimavøllur hjá bæði H71 og KÍF í hond- bóltskappingini í vetur, skal longu nú fáa eina umfat- andi umvæling. Hóast høllin stendur í einum 15 milliónum krón- um, er takið so mikið ótætt, at kemur regn av ávísum ættum, dryppar niður und- an loftinum. - Vit harmast um, at takið skal vera so illa frágingið ella vánaligt, at tað lekur. Og tá eitt nú bara gólvið í høllini kostar fleiri milli- ónir, kunnu vit ikki lata hetta um okkum ganga, sigur Heðin Mortensen, formaður í bygginevndini og formaður í mentamála- nevndini hjá Tórshavnar býráð. - Hetta hevur verið greitt í eina tíð, men vit vildu hava høllina lidna, so hon kundi takast í brúk. Tó kunnu vit ikki liva við, at tað lekur inni í høllini, so okkurt verður nú gjørt við takið. Og her má berast skjótt at. Heðin Mortensen nevnir, at tann mest upplagdi møguleikin helst er, at nýtt tak verður lagt oman yvir verandi tak. - Eg vildi mett, at hetta kostar millum 800.000 og eina millión krónur, men tað má býráðið so bara leggja út, til vit annars hava fingið avgreitt, hvør skal ábyrgdast fyri, at takið ikki er í lagi, sigur hann. - Metingarfólk hava verið og kannað takið, og nú bíða vit so eftir einari frágreið- ing. Men arbeiðið má byrja sum skjótast, so høllin ikki fær skaða. Um tað bara er turt í veðrinum, skuldi bor- ið til at fingið gjørt ar- beiðið eftir ikki so langari tíð. Enn hevur ikki áarføri verið, so tað ótætta takið veruliga er sloppið at standa sína roynd undir dysti, men sunnudagin dryppaði so mikið undan loftinum, at gólvið bleiv turkað í øðrum endanum, meðan álop var í hinum endanum… Hoyvíkshøllin fær nýtt tak Í kvøld og allan dagin í morgin verður stór svimjikapping í Fugla- firði. Hetta er árliga FS- Stevnan, sum er í bólk- unum 1, 2 og 3 fyri børn í aldrinum upp til 12 ár. Einir hálvtannað- hundrað svimjarar úr átta feløgum eru við í kappingini, sum byrjar í kvøld klokkan 20. Serliga frøast fyrireik- ararnir um, at felagið Reki úr Leirvík, sum ikki hevur verið við í kappingum í mong ár, nú eru komið við aftur. Hini feløgini, sum eru við, eru Ægir, Flot, Skeggjar, Tvørorar Svimjifelag, Vágs Svimjifelag, Havnar Svimjifelag og Fugla- fjarðar Svimjifelag FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Støðugt er boð eftir før- oysku fótbóltsdómar-un- um, tá altjóða dystir skulu dømast í ymsu europeisku kappingun- um, og mikudagin skulu fýra teirra avgreiða eina uppgávu í EM-undan- kappingini fyri U21-lið. Tá skal Lassin Isaksen døma dyst í Volgograd millum Russland og Al- bania, og linjudómarar hjá honum verða Jón Kári Frederiksen og Jens Albert Simonsen. Birgir Sondum verður við sum fjórðidómari. Teir fýra fara úr Før- oyum mánadagin og koma aftur hósdagin. Hálvtannaðhundrað ung svimja um kapp Dómarar fáa altjóða avbjóðing Undan loftinum í spildurnýggju Hoyvíkshøllini lekur, tá tað regnar av ávísum ættum, men nú skal nýtt tak leggjast á fyri kanska eina millión FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Meðan fyrrverandi lið- felagarnir hjá Toda Jónsson á landsliðnum fyrireika seg til dyst móti Litava í morgin og móti týsku varaheims- meistarunum miku- kvøldið, spældi Todi í fyrrakvøldið á eykalið- num hjá FCK. Todi, sum ikki var við, tá FCK um vikuskiftið vann 2-1 á Silkeborg og staðfesti sína oddastøðu í bestu deildini, spældi eykaliðsdyst móti Køge. FCK vann dystin 5-2, og Todi javnaði til 2-2 níggju minuttir fyri hálvleikssteðgin, um- framt at hann legði upp til onkur av hinum mál- unum. At føroyski FCK- framherjin er at síggja á eykaliðnum, heldur enn superliguliðnum, kann tykjast sum eitt úrslit av tí vanliga trýstinum, ið verður lagt á Toda, so hann skal skriva undir nýggjan sáttmála við felagið. Ikki er óvanligt, at spælararnir verða »revs- aðir« við plássi á næst- besta liðnum, tá feløgini royna at mýkja støðuna undan avgerandi sam- ráðingum við spælar- arnar. Todi spældi á eykaliðnum FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Nú fótbóltsárið er farið at halla, verða alsamt fleiri av steypakappingunum hjá teimum yngru avgreiddar. Í morgin eru soleiðis kapp- ingarnar hjá bæði dreingj- um og smágentum. Kappingin hjá dreingj- um, sum upprunaliga skuldi vera í Vágum, er flutt til høvuðsstaðarøkið og verður spæld í Havn og á Argjum. Níggju lið eru við, og eru tey koyrd í tríggjar inn- leiðandi bólkar. Í bólki A spæla B36, KÍ og B68 á ovara vølli í Gundadali, í bólki B spæla VB, B71 og TB á Argjum, og í bólki C spæla HB, NSÍ og ÍF á niðara vølli í Gundadali. Lagt verður til brots klokkan tíggju á øllum trimum støðunum, og hvør dystur er tvær ferðir eitt korter. Vinnararnir úr hvørjum bólki koma so í ein finalubólk, sum verður av- greiddur á Argjum. Hin steypakappingin, sum er tann hjá smá- gentum, skuldi upprunaliga vera í Vági og Sumba fyri einari viku síðani, men hon verður nú í staðin spæld í morgin í Runavík og á Toft- um. Níggju smágentulið eru við, og spæla tey fyrst í tveimum innleiðandi bólk- um. Í bólki a spæla NSÍ, EB/Streymur, HB, VB og B36 í Runavík, og í bólki B spæla KÍ, ÍF, B68 og B71 á Toftum. Vinnararnir í bólkunum spæla finalu og tey bæði næstfremstu liðini spæla um bronsu. Teir báðir dyst- irnir verða spældir í Runa- vík. Steypakappingarnar hjá dreingjum og smágentum avgreiddar í morgin C M Y K 26