Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. oktober 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 195 - 11. oktober 2002 Nr. 195 - 11. oktober 2002 29 -Føroyingar eiga nógv væl útbúgvið fólk og fyritøkur, sum eru væl egnað at arbeiða í oljuvinnuni og gera vørur og tænastur fyri stóru kontraktør- fyritøkurnar, ið ar- beiða fyri oljufeløg- ini. Hetta sigur um- boð fyri Stolt Off- shore, sum vitjar í Føroyum saman við øðrum skotskum fyritøkum OLJUVINNA Jan Müller Um sama mundið sum olju- felagið Amerada Hess er við at røkka málinum í tí umleið 4200 metra djúpa brunninum við markið vitjar ein sendinevnd úr Skotlandi í Føroyum. Tað er býráðið í Aberdeen, sum skipar fyri ferðini hjá umleið 7 skotskum fyritøk- um, sum arbeiða í fiski- vinnuni og oljuvinnuni. Ein av hesum fyritøkunum er Stolt Offshore Limited, sum er ein av teimum stóru kontraktørfyritøkunum, ið oljufeløgini brúka. Fyri- tøkan hevur sín uppruna í Noregi men arbeiðir kring alla verðina. Hon hevur meira enn 6000 fólk í ar- beiði. Millum hesi er John Colegrave, sum stendur á odda fyri nýggjum avbjóð- ingum á marknaðinum. Og slík nýggj avbjóðing er Føroyaøkið. John Colegrave hevur vitjað fleiri føroysk virki, Oljumálaráðið og TK- stovuna. Hann hevur hann fingið innlit í føroyska fyrisiting og vinnu og fingið eina hóming av, hvussu langt føroyingar eru komnir at fyrireika seg til eina komandi oljuvinnu. Fyritøka hansara, sum arbeiðir í nógvum londum, arbeiðir serstakliga í út- byggingarfasuni tvs. tá oljufeløg taka avgerð um at byggja út eitt felt, so bjóðar Stolt Offshore seg fram við sínum mongu loysnum tað veri seg í sambandi við pallar, framleiðsluskip, rør- leiðingar, útbúnað á hav- botninum ella tænastur í hesum sambandi. Fyritøkan hevur júst staðið fyri bygg- ingini av heimsins størsta framleiðslu og goymslu- skipið FPSO, Girassol í Afrika. Nú venda teir so eisini eyguni móti Atlants- mótinum og her serstakliga Føroyum sum eitt heilt nýtt øki. Teir hava annars verið við í arbeiðinum uppá bæði Foinaven og Schiehallion oljufeltini skamt frá mark- inum. John Colegrave er sera fegin um ta hjálp, sum teir hava fingið frá ídnaðarráð- gevingini hjá Agip í Før- oyum og hava teir notið væl av samstarvinum við Ólav Gregersen, sum Agip hevur sett sær at taka sær av slíkum. Á føroyavitjanini hevur hann hitt umboð fyri ymsar fyritøkur. - Kemur tað har- til, at útbygging av oljufelti fer í gongd í Føroyum, og vit skulu vera við til at gera arbeiði, so er tað rættiliga týdningarmikið fyri okkum at kunna brúka føroyska vinnu eisini. Her sipar hann m.a. til ekspertisu og út- búgvið fólk á landi til at kunna halda við líka og umvæla útgerð umborð á skipum og pallum teirra. Men hann hugsar eisini um fyritøkur í landi, sum kunnu vera við til at byggja tann útbúnað, sum ein feltútbygging krevur. Í hes- um sambandi kunnu verk- staðir og skipasmiðjur koma uppá tal. Stoltmaðurin heldur, at føroyingar eru sera væl fyri við fólki og útgerð í fiski- vinnuni og vísir á, at hetta er av stórum týdningi, um ein oljuvinna tekur seg upp. Tá eigur ikki at verða so torført at umleggja arbeiðið til eisini at fevna um eina oljuvinnu. Hann heldur tað vera rætt av føroyingum at menna virkini soleiðis at tey fáa ta altjóða góðkenn- ing, sum er neyðug fyri at kunna arbeiða í oljuvinn- uni, eitt nú ISO 9000 góð- kenning. Rætta løtan Uppá fyrrispurning um hann ikki er komin ov tíð- liga til Føroya, nú einki lønandi oljufund enn er gjørt sigur John Colegrave, at tú ongantíð kemur ov tíðliga, tá hugsað verður um, at olja er funnin og ein týðandi boring er í gongd fyri at vita, um talan er um lønandi fund. Hann heldur hetta vera røttu løtuni at fylgja við, hvat fer at henda. Verður lønandi fund gjørt nú,og tað ikki skulu nógvar boringar aftrat fyri at staðfesta fundið og støddina og slag av reser- voiri, so kann ein fram- leiðsla byrja um eini 3 til 4 ár. Men skulu fleiri brunnar borast fyri at finna fram til, um fundið er lønandi, so vil hetta sjálvandi taka longri tíð. Sum er hoyrir Føroya- økið undir skrivstovuna í Aberdeen, men John Colegrave dylur ikki fyri, at fer útbygging í gongd, so kann tað henda, at hon fer at verða stýrd úr Noregi, hetta orskað av mentanini og málinum. Eins og føroyingar fylgir eisini John Colegrave frá Stolt Offshore væl við bor- ingini hjá Hess. Verður lønandi oljufund staðfest er mest sannlíkt, at oljufe- løgini fara at brúka eitt framleiðslu og goymslu- skip, nevnt FPSO eins og tey á Foinaven og Schie- hallion feltunum. Hóast rørleiðingskipanir eru tær bíligastu uppá longri sikt, so er Atlantsmótið enn ov ungt til at hýsa eini út- bygdari rørleiðingsskipan. Tó so at skjøtil er settur á í og við at ein rørleiðing er løgd frá Foinaven og Schiehallion og víðari til Hetlands og Magnus olju- feltið í Norðsjónum. Verða nýggj oljufund gjørd kring markið kann tað gera eina rørleiðingsskipan til hesi felt lønandi. Í hesum sam- bandi er vert at nevna, at BP er farið at menna stóra Clair-feltið og er tað eisini uppá tal at lata upp fyri Suilvenfeltinum, sum ligg- ur tætt við markið. Hjá Stolt Offshore fylgja teir sera væl við hesi gongdini. Og er henda fyrsta Føroyavitjanin nakrantíð ein liður í hesum arbeiði. John Colegrav e vísir á, at teir eru vanir við at arbeiða á djúpum vatn i sum í Føroyum. Tí vilja teir eisini bjóða seg fram til at vera við í útbyggingum á føroyaøkinum og kunnu teir koma við eini loysn, sum er egnað til hetta far- vatnið. Teir hava so eisini øll tey skipini, sum skulu leggja útbúnað og útgerð uppá pláss á havbotninum. Nú boringin hjá Hess nærkast málinum: Útlendskar fyritøkur gera innrás John Colegrave frá Stolt Offshore á kunningarferð í Føroyum undan møguligari oljuútbygging Mynd Jan Müller Stolt Offshore arbeiðir víða um í oljuvinnuni og heiminum. Frá heimasíðuni hjá Stolt C M Y K 29 28