Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 ÍTRÓTTUR Badminton: A-raðið avgjørt Foroyameistararnir í A-raðnum eru funnir og hava vinnararnir loyvi at luttaka í meistara- raðnum, ið verður spælt annað vikuskiftið Tað gjørdu t vóru serstakliga unglingaleikarar, ið rt við seg í A-raðnum Um vikuskiftið varð kappingin um ymsu føroya- meistaraheitini í A-raðnum í badminton. Lógirnar hjá Badmintonsambandi Feroya siga, at teir leikarar, ið vinna ymsu bólkarnar í A- raðnum hava loyvi at flyta upp og luttaka í kapp- ingini í meistararaðnum, og hetta hevur í ár við sær, at nógvir unglingaleikarar sleppa at royna seg í fremsta raðnum, tí av teimum fýra kapp- ingunum, ið vóru, varð bert ein vunnin av leikara omanfyri unglingaaldur Hetta var í einmansleiki hjá monnum, har Petur Hansen vann 15-10 og 15-3 á Jákupi Mid- jord í finaluni. Í tvímansleiki gekk betur hjá Jákupi. Saman við Hegna í Stórustovu myndaði hann eina parið í finaluni. Mótsteðumenninir vóru Heðin Joensen og Djóni Ziska. Hegni og Jákup vunnu finaluna 2- 0 við settmuninum 15-9 og 15-7. Hjá kvinnunum hittust Marjun Niclassen og Sigrid Arge í finaluni, og varð úrslitið at Marjun vann 2-0 (12-10 og 11-8). Í tvimansleiki vunnu Annika Berg og Ulla Wang 15-4 og 15-6 å Harriet Rasmussen og Unn Jacobsen. Allir finaluluttakararnir, uttan Marjun Niclas- sen, ið spælir fyri H71, komu år HBF. Sum áður greitt frá, kunnu vinnararnir nú luttaka í kappingunum í meistararaðnum og verða hesar kappingar um 14 dagar. Spennandi verður tá at síggja um unglingarnir megna at gera seg galdandi. tíðindablaðið FM-lidkappingin i judo: Nr. 35 — 20. mars 1984 Sunda Judofelag vann b Fyrstu føroyameistararnir i judo fyri lið eru nú funn- ir. Hetta hendi leygardag- in, tá Havnar- og Sunda Judofelag kappaðust í síðsta umfari av hesi fyrstu FM-kapping í judo fyri lið nakrantíð. Kappingin byrjaði fyrst í november mánað í fjør og endaði, sum sagt, síðsta leygardag. Try lid luttóku i dreingjadeildini og 6 i mansdeildini. Í dreingjadeildini luttók Havnar Judofelag við tveimum liðum og Sunda Judofelag við einum. Í mansdeildini luttóku Havnar-, Sunda- og Klaks- víkar við hver sínum tveimum liðum. Líðini hava so leikt móti hverj- um við úti- og heimadysti. Urslitini frá kappingini í Havn leygardagin vóru: Dreingir: HJFa-HJFb 4-1 (35-10) HJFb-SJF 1-4 (10-40) HJFa SJF 1-4(10-23) HJFa-HJFb — 4-1(40-10) Menn: HJFa-SJFb 3-2 (30-20) HJFb-SJFb 2-2(20-20) HJFa-SJFa 1-4 (10-40) HJFb-SJFa 1-4 ( 7-40) HJFa-HJFb 3- (30-20) Um teir einstøku dyst- irnar kann stutt sigast, at flestu av teimum vóru rættuliga spennandi, meðan tað í eðrum førum var týðuligur munur. Tó kann vera lagt aftur- at, at tað tykist at vera komin inflatión í >protest- irnar«. Tað er soleiðis i einum judodysti, at um annar av teimum báðum, sum berjast, heldur eina avgerð hjá dómaranum vera skeiva, ella hann vil vísa dómaranum á okkurt, hesin ikki hevur sæð, so fer hesin leikarin ikki av máttuni, tá dómarin hevur avblást dystin. Uppgávan hjá dómaranum í einum tí- líkum feri er at tingast við síðudómararnar og megu- liga liðleiðararnar á liðun- um, sum kappast, til fyrra avgerð dómarans verður staðfest ella til dómarin tekur eina nýggja avgerð áðar deildirnar fyri tað skeivu. Hetta fyribrigdi er rættuliga nýtt í samband við judokappingar í Feroyum, men síðani tað byrjaði er tað okt mun- andi. Eisini í kappingini leyg- ardagin hendi fleiri ferðir at leikarar nýttu hetta hevi at mótmæla. Í einkultum forum var tað av rettum, men í fleiri forum kundi tað verið ógjert. Men kappingin leygar- dagin fekk so ein enda, og harvið er hendan liðkapp- ingin at enda. Endaliga steðan í kapp- ingini gjerdist: Dreingir: SJF 143 8 HFJa 95 4 HJFb 40 0 Menn: SFFa 391 20 HJFa 319 14 KJFa 282 14 HJFb 134 5 KJFb 95 4 SJFb 122 3 (Seinna talid stendur fyri stig, medan fyrra talid stendur fyri leikstig). Lidini, sum gjørdust nr. 1, 2 og 3 fingu steyp til ognar, meðan leikararnir á liðunum fingu ávikavist gull-, silvur- og bronsu- heiðursmerkir. Tá kappingin var lokin, spurdu vit Jan Gúnther, formann í Judosamband- inum, um eina viðmerk- ing. Jan sigur, at kappingin hevur gingið ógvuliga væl, burtursæð frá at okk- urt lið ikki hevur verið fullmannað til onkran dyst. Annars vísir hann á, at tað hevur verið stórur áhugi fyri kappingini millum tey, ið íðka judo. Eisini hevur tað gingið stak væl at fáa dómarar til dystirnar. — So samanumtikið kann eg siga, at eg eri nøgdur vid kappingina, endar Jan Giinther. Nu lidkappingin er lidug fara tey, ið íðka judo, at verja til feroyameistara- kappingina fyri einstak- lingar, sum verður hildin í mai.