hósdagur 22. mars 1984síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 36 — 22. mars 1984
Fáa nú progv sum
skipsferarar
— Sverini líkjast, men ikki
er prógvað, at talan er um
avskrift, sigur Føroya rætt-
ur, sum hevur domt Lands-
stýrið at viðurkenna, at
burturvísing var ógildug.
Landsstýrið skal ikki lata
endurgjald, men hinvegin
gjalda sakarmálskostnaðin
hjá
næmingunum,
til-
samans 15.000 kr.
Verður dómurin hjá Fer-
oya rætti ikki skotin inn
fyri hægri rætt, t.e. Eyst-
ara landsrætt, fáa teir
tríggir sjómansskúlanæm-
ingarnir, sum blivu vístir
frá skipsferarapróvtekuni
á vári 1982, nú prógvið.
Dómurin hjá Feroya
rætti merkir uttan iva, at
sverini hjá teimum
trimum i skrivligum
enskum verða tikin fram
aftur og karakterur givin
fyri tey.
Eftir, hvat Sosialurin
hevur fingið upplýst,
stóðu allir tríggir roynd-
ina í skrivligum enskum
og annars skipsferara-
royndina sum heild.
Teir tóku alla royndina,
hóast teir blivu burtur-
vístir, tí teir kærdu beinen
vegin burturvísingina til
Landsskúlafyrisitingina.
Endalig avgerð kom
ikki, fyrr enn próvtekan
var liðug.
Endaligu avgerðina tók
Landsstýrið: = burturvís-
ingin var í lagi.
Nú var ikki annað hjá
teimum trimum at gera,
uttan at lata rættin døma
um hesa fyri teir lagnu-
tungu avgerð. Teir
stevndu Landsstýrinum
við kravi um, at tað bleiv
demt at viðurkenna, at
burturvísingin var
ógildug.
Eisini kravdu teir til-
samans 439.663 kr. í
endurgjaldi fyri mista
innteku og tort.
Fyrilestur
um feroyskt
orðabóka-
arbeiði
Í kveld kl. 20,00 heldur
Jóhan Hendrik W.
Poulsen almennan fyri-
lestur á Fróðskaparsetr-
Tvey prógv
Tann eini tímdi ikki at
bíða eftir úrslitinum úr
rættinum, so hann fór upp
aftur = til próvtekuna
næstu ferð og fekk skips-
foraraprógv við rósi.
Hann kann tí koma í ta
sjáldsamu steðu at hava
tvey skipsføraraprogv.
Vit spurdu í gjár Eilif
Samuelsen, landsstýris-
mann, um teir fara at
appellera dómin hjá
Feroya rætti. Hann segði,
at hann hevði kki sæð
dómin og, at Landsstýrið
ikki enn hevur viðgjert
málið.
Freistin at appellera er
fýra vikur.
inum.
Evnið er feroyskt orða-
bókaarbeiði. Serliga
verður greitt frá seðla-
savninum til feroyska
orðabók á Feroyamáls-
deildini, segu tess og
hvussu nert verður um
tað.
Eisini verður nomið við
ætlanir um orðabókaút-
gávu.
Brúkarafelagið aftur eftir handilsfólkti:
Lokka fólk at keypa
við skeivum upplýs-
ingum
— »Varefakta« ikki altíð eft-
irfarandi
Brúkarafelagið er nú
rættiliga farið at gera vart
við seg og styttri og
styttri verður millum tíð-
indaskrivini haðani. Nú
upplýsir felagið, at tað í
longri tíð hevur roynt at
greiða eitt mál, har upp
lýsingar um eina veru
undir yvirskriftini >Vare
fakta“ vóru villleidandi
heldur enn eftirfarandi
Tað gongst eftir ellum
at dema striltið at loysa
hetta mál, tí Brúkarafel-
agið sigur, at tann, sum
seldi veruna við hesum
villleiðandi upplýsing-
unum „als onga ábyrgdar-
kenslu sýnist at hava yvir
fyri bråkaranum«
Gott seluargument
Brúkarafelagið fýltist fyrr
í vikuni á, at ein, sum
selur eldsløkkjarar, i blað-
samreðu DS-
merkið, eitt merki, sum
váttar, at eldsløkkjarin er
góðkendur, var eykatrygd
og kundi eisini brúkast
sum »gott søluargument«
Nú spyr Brúkarafelagið,
segði, at
um »Varefakta« eisini
verður brúkt sum gott
seluargument.
Felagið heldur sjálvt, at
svarið eigur at vera nei.
»Varefakta« eru óheftar,
vælroyndar og ikki minst
eftirfarandi upplýsingar
um veruna
Upplýsingar, brúkarin
kann hava at styðja seg
við, tá hann skal taka av-
gerð um keyp
Brúkarafelagið sigur, at
áðrenn ein vera kann fáa
»Varefakta« stemplið,
skal hon standa nekur
standardkrøv.
Annars er »Varefakta«
eitt tilboð til brúkaran
Ikki eitt krav til
leiðsluna.
fram-
Brek skula rættast
Brukarafelagid sigur, at
tann, sum selur »Vare-
fakta« merktar verur,
eigur alt fyri eitt at rætta
brek, um tað vísir seg, at
tann keypta veran ikki
samsvarar við upplýs-
ingarnar undir »Vare-
fakta«
Men, sigur felagið,
onkur leggur lítið í hetta,
brúkar »Varefakta«
merkið at lokka keyparan
við. uttan tó at tryggja
sær, at veran veruliga er,
sum upplýst verður undir
»Varefakta«
Hugsa sum so: »Denne
lov gælder ikke for Færø-
erne«.
Eitt skal tó standa
greitt. Vit finna okkum
ikki í, at hetta merkið, ið
veruliga er eitt so
upplýsingartilfar um eina
veru, verður misnýtt,
sigur Brúkarafelagið.
gott
hd
Hvannhólmur tekur nú 300.000 pund
Riggar væl eftir
umbyggingina
Skopunartrolarin
Hvannhólmur
gjert tríggjar túrar,
síðani hann bleiv
longdur við hálvum-
fimta metri
Seinasta túr hevði
hann átta fiskidagar og
hevur
fekk 154.000 pund,
helvt um helvt toskur
og upsi.
Hinar báðar túrarnar
hevði hann góð 170.000
pund, so hann hevur
fiskað umleið hálvt-
triðja hundrað tons,
síðani hann kom aftur
fyrrapartin í februar
Hvannhólmur riggar
væl, nú hann er longd-
ur. Hann er betri í sjón
um og togar betur
hd
Helst ein vestur-
lendsk boya
Luturin, sum fríggja-
morgunin varð funnin í
fjøruni i Sumba, er
partur av einari sonar-
boyu.
Marinustødin hevur
fingid lutin, sum er 30
cm. langur og 12 cm. i
tvørmåti og vigar 3 kg,
og har halda teir, son-
arboyan hevur verið
vesturlendsk, helst frá
Nato.
Sonarboyur
brúktar at leita
verða
eftir
kavbátum. Tær verða
tveittar úr flogferum.
Eftir eina tíð, tá tær
ikki kunna brúkast
longur, hendir ein lítil
spreinging í teimum, so
teir sokka.
Luturin, sum varð
funnin í Sumba, er bert
ein lítil partur av einari
sonarboyu.
hd
Fleiri túsund bóðu
um broytingar
Líkningarráðið hevur
fingið millum ein fjórð-
ing og ein triðing aftur
at fyribilsskattaskrá-
unum við áheitanum
um broytingar, serliga
viðvíkjandi rentum.
Tað er ikki óvæntað,
at so nógvar komu
aftur, sigur Eyðun á
Rógvi Olsen, stjóri á
Líkningarráðnum.
Eg væntaði ikki,
at færri fóru at koma
aftur
Fyribilsskattaskrá-
irnar verða nú av-
greiddar, so ynskini
um broytingar koma
við í skattaútrokn-
ingina fyri 1984.
Eyðun á Rógvi Olsen
heldur, at yvirhevur
hava fólk skilt, hver
meiningin var við fyri-
bilsskattaskránni
Hinvegin ringja
nógv hvenn dag og
spyrja um samtíðar
skattin
Fyri at lætta um hjá
fólki hevur Líkningar
ráðið gjert ein bókling
um nýggju skatta
skipanina, sum verður
sendur í hvert
fyrsta dagin.
hús
hd