hósdagur 22. mars 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
Argjavegur 26
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
telefon 11820
Politiskur- og fyritaksbleðstjóri: Krisjan Dahl
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
FYRI NÆRUM fýra árum síðani
fingu vit nýtt landsstýri. Nú skuldi
vend koma í. Nú skuldi skil féast
á. Nú skuldi almenna peninga-
nytsten tálmast og nú skuldi spar-
ast. Men nú fýra ár seinni kunnu
vit ásanna at almenna peninga-
nýtslan er tvífaldað. Bert eftir
25 pst. Sennieikin er at almenna
peninganýtslan hevur sett met
HVAT ER SO veruliga orsøkin Ul
at se er. Fyri tað fyrsta prégvar
andstøðu um, at undanfarna sem-
gonge framdi eitt ræðuligt oyðsi
við almennum peningi var ésenn
úr enda í annan. Mesi fýra árimi
hava sýnt, at undanfarna sam-
gonga spardi í tann mun hetta var
gjørligt, tí um hetta ikki var tilfell-
ið, so hevdi tað ikki verið møguligt
hjá hesi samgonguni at tvífaldað
almennu peninganýtsluna.
UNDIR ØÐRUM landsstýrum, ið
hava sitiå undan hesum, eitt nú
seinasta landsstýri, vórðu
figgjarlégirnar vidgjørdar nógv
ødrvisi enn nú. Tá hevði javnaðar-
flokkurin leiðsluna og undir hesi
leiðslu løgdu tey undanfarnu
landsstýrini eina stramma fíggjar-
lóg. Hetta heit almennu peninga-
nýtsluni niðri. Sjálvandi førdi hetta
til at landsstýrið og figgjarnevndin
í seinnu helvt av fíggjarárinum í
ávísan mun vérðu noydd at geva
eykajáttanir. Men hetta gav hóast
alt eitt frægari úrslit enn nú.
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
heik annan hátt, enn tey undan-
fornu landsstýrini gjørdu. Hesi
árini hevur talen ikki verið um at
Heldur hevur talen verið um at
gjørt fíggjarlógirnar se rúmar sum
gjørligt. Landsstýrið og sam-
gongan hava roynt at hækka fíggj-
arlégirnar mest meguligt fyri
harvið at sleppa undan eykafíggj-
arlégum. Urslitid er at vit hava
fingið tær størstu hækkingarnar á
fíggjarlógunum nakrantiå uttan at
vit kortini sluppu av við eykafíggj-
arlógirnar.
ARBEIÐSHÁTTURIN, sum sitandi
landsstyri hevur nýtt tå fíggjarlóg-
irnar eru vidgjørdar, hevur bein-
leiðis ført til stærri almenna pen-
inganýtslu. Almennu stovnarnir
eru øll árini bidnir um at leggja nóg
nógv upp fyri so sleppast kundi
undan eykajáttanum og eykafíggj-
arlógum. Teir almennu stovnarnir
hava gjørt sítt besta og úrslitið er
har eftir. Og eykafíggjarlógirnar
sluppu vit ikki av við.
NIDURSTØDAN má tí verða at
fíggjarpolitikkurin hjá sitandi sam-
gongu er fullkomuliga miseyðnað-
ur. Figgjarlégirnar hava sett met.
Eykafíggjarlógirnar = eru onki
ødrvisi enn árini framman undan.
Almenna peninganýtslan er
tvífaldas eftir fýra árum. Og ongin
dugur at hóma nakra sparing.
VERULIGA ORSØKIN til hetta er
arbeiðshátturin í Tinganesi tá
fíggjarlógirnar fyri hesi árini eru
viðgjerdar.
Eisini neyð her
Herfyri véru tvær ungar
kvinnur í útvarpinum og
greiddu frá ferð í Lesotho.
Tær fóru at hjálpa fólk-
inum har. Í útvarpinum
tosaðu tær um neyðina í
Lesotho, m.a. ovur-
drekkan.
Hví nevnir útvarpið
ongantíð neyðina her
her, og hví hjálpa fólk ikki
heldur okkara egnu neyð-
ardýrum í staðin fyri at
fara burtur í onnur lond at
hjálpa.
Í Feroyum drekka fólk
av somu grund sum í
Lesotho. Teir borgarligu
flokkarnir hava gjert tað
soleiðis, at pengar eru alt.
A tí menniskjaliga
ekinum er kalt.
Vit vita so væl, hvussu
vit skula beta um í eðrum
londum. Men hver roynir
at hjálpa eðrum her í
Feroyum.
Hví ikki royna at håla
økkum sjålvi upp úr ti
óferi, vit eru komin í.
Menniskjað sjálvt er onki
vert longur í okkara sam-
felag.
Neyðin er eisini her í
Feroyum. Men um hana
hoyra vit ongantíð nakað í
útvarpinum.
Ónegd
PN
Nr. 36 — 22. mars 1984
Kriggsøsing i Sosialinum
Leygardagin 10. mars
hevur Sosialurin fylt
opnuna við krígspropa-
ganda úr norska konserva-
tiva blaðnum »Aften-
posten«. Endamálið við at
bera hesar spekulatiónir
víðari er ógreitt, tó kann
ein bert hugsa sær at
slíkar greinir eru meiri
brenni á esingarbálið. Um
teir grimmu russarnar,
sum vilja leggja okkum
undir seg, og teir bjarg-
andi amerikumenninar,
sum eins og í Grenada
kunnu finna uppá at
„hjálpa“.
Hverki »Aftenposten«
ella Sosialurin nevna, at í
síni gott 66 ára longu segu
hevur Sovjettsamveldiå
aldri lopið á nakað vestur-
europeiskt land. Hví
Sovjett sø skal metast
sum »figgindin« má
undra. Tosa vit kanska
um tyskarar sum »figg-
indin<? Teir hava um ikki
annað lopið á onnur euro-
peisk lond, m.a. hersett
Danmark og Noreg,
fyriikki so nógvum árum
síðani. At Sovjettsam-
veldið er okkum fígginda-
liga sinnað, tað veit ongin
annar uttan CIA. Har-
afturímóti hava sevjett-
búgvar óivað grund til at
vera á varðhaldi mótvegis
teim londum, sum aftaná
seinna heimsbardaga
tosaðu um at >rulla teir
aftur«. Og luttøka vestan-
veldanna í mót-kollvelt-
ingarliga stríðnum í Russ-
landi eftir 1917 er ikki
nevnd í segubókunum vit
nýta í skúlunum. Tað er
ikki undarligt, at ein tjóð,
sum misti 25 milliónir
undir krignum og lá í full-
komnum sori, er á varð-
haldi se slíkt ikki hendir
aftur.
USA harafturímóti,
hevur aldri havt kríggj
moti eðrum tjóðum inni á
sínum egna landaøki. Og
tað stóð óskalað eftir
heimsbardagan. Tess-
vegna er teirra produkti-
ónsapparat so langt fram-
komið í dag.
Men aftur til ta hugsan,
at triði heimsbardagi fer
at gerast eitt sjóslag í
Norðuratlantshavi. Hetta
er ógvuliga misvísandi, og
tænir bert tí endamáli at
fáa okkum at gleyma, at
ein bardagi stórveldanna
millum merkir bert eitt:
fullkomin oyðing av
siðmenta heiminum. Har
verða rakettir nýttar, tað
er nóg någv til av teimum
til at oyða alt fleiri ferðir,
so neyvan verður neyðugt
at spæla sær við her-
flotum rundanum Fer-
oyar.
Herflotarnir hjá stór-
veldunum eru ætlaðir til
luttøku í konventionellum
kríggi móti eðrum tjóðum
enn stórveldum: til dømis
í Miðeystri og Persara-
flógvanum. Fara USA og
Sovjett í opið stríð, sø er
talan bert um tímar, til alt
er í oyði.
Vit her heima kunnu
bert vóna at tað ikki
hendir. Arbeiða fyri friði
har vit eru ment til tað. Og
friðarendamáli tæna
greinir sum nevnda í Sosi-
alinum ikki. Tverturímóti
fær hon fólk at ræðast tá
»russararnir koma“.
Tað gera teir neyvan. Tí
Føroyar er ikki „teirra
øki«. Harafturiméti eru
vit NATO-øki, og tað er
meiri hugsandi, at USA
kann fara at bera seg at
eins og móti lítlu eynni
Grenada, um politiska
gongdin her ber á ein bógv
sum ikki hóvar Washing-
ton.
Tað hava teir flotan til.
Skvati
Stóristovnur i eldinum
Tað er sjáldsamt at fáa
váttað eina hypotesu í
somu viku, sum hon er
framvarpað. Men viðhvert
eydnast tað.
Í Dimmalætting frá 20.
mars skrivar Petur Olsen
um brunatrygdina í set-
húsum. Nú er Petur Olsen
ikki nakar vanligur privat-
persónur,, men ein av
klæðseksdreingjunum hjá
landsverkfreðinginum, ið
ætlar at gerast deildarleið-
ari innan byggieftirlit.
Fyrst sannar hann, at
brunatrygdin er út av lagi
vánalig, tí fólk uttan eftir-
lit sleppa at gera sum
teimum lystir. (Hús verða
innrættaði í trimum hædd-
um uttan annað enn papp
ímillum hæddirnar. Ikki
visti eg at papp, sum er so
sterkt at tað kann verða
brúkt til gólv, er at fáa).
Síðan sannar hann at
kommunurnar hava
hverki vilja ella evnir til at
hava eitt tílíkt eftirlit.
Niðursteðan verður sjålv-
andi tann, at Petur Olsen,
ið arbeiðir hjá landsverk-
freðinginum, skal hava
hetta eftirlit.
Tað kann vera, at bruna-
trygdin er út av lagi, men
ikki er hon verri enn so, at
brunatryggingin tryggjar
húsini. Um brunatrygg-
ingin tryggjar hús, ið ikki
eru verd at tryggja, so
virkar tryggingin ikki, og
er hetta ein álvarsom
ákæra.
Men við tí alfaðirliga,
vælmeinandi, hjálpandi
beinaseminum, sum eyð-
kennir Landsverkfrød-
ingsstovnin skal alt koma
i rættlag. Vit kunnu bert
hugsa okkum hvussu eitt
tilikt byggieftirlit kemur
at virka. Petur Olsen fer
valla suður til Sumbiar
ella ut til Fugloyar um
vikuskifti, at hyggja eftir
sethåsum hjå sjålvbyggj-
arum. Nei, tann, id byggir
skal bíða til tað passar
teimum, og ein stovnur,
sum arbeiðir ov skjótt,
kann ikki ávísa tann altíð
vaksandi tervin á fleiri
starvssetanum.
Endamálið hjá Lands-
verkfreðingsstovninum er
neyvan at „áa betri bruna-
trygd, men at skapa eitt
eftirlit, har teir við fastari
len skulu gera tað ómegu-
ligt hjá félki at byggja
sjálvi.
Stovnurin er ein >troj-
anskur hestur< á tremur
við verkfreðingum og
byggifreðingum, ið sum
landsverkfreðingskommi-
serar, skulu hava einarætt
til at einki kann verða
bygt uttan at ein av hverj-
um slag skal vera á staðn-
um, og tað verður bert tá
tað hóvar teimum.
Um onkur so dittar sær
at gera nakað uttan at
eftirlitið er á staðnum, so
kann bert verða gitt um
fylgjurnar, men tað
minsta verður at taka
húsini niður aftur.
Annars dugi eg ikki at
síggja hverjar brunatekn-
iskar royndir stevnurin
hevur at erpa sær av.
Annars ert tú óferur at
ávísa »stovnstørvin«.
Halt bara fram å handa
hátt, so verður tå í minsta
lagi deildarleiðari.
Jens M. Dalsgaard