hósdagur 22. mars 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 36 — 22. mars 1984
Í 1978 samtykti Feroya
løgting lóg um Lands-
banka Feroya. Sambært
hesa lóg skuldi setast á
stovn almennur banki í
Feroyum við ávísum lóg-
bundnum uppgávum.
Bankin skuldi rekja ávísar
tjóðbankauppgávur uttan
tó at hava rætt at geva út
peningaseðlar.
Av hevuðsuppgávum
bankans kunnu verða
nevndar, at hann skuldi
vera bankasamband
landskassans, verða ráð-
gevandi viðvíkjandi lán-
teku í útheiminum og ráð-
gevandi í búskapar og
fíggjarpolitikkinum.
Sum kunnugt gekk tað
ikki nóg skjótt við at fáa
landsbankan at virka og
valið í 1980 í ótíð ferdi til
eitt landsstýri, sum als
organ áhuga tóktist at
hava fyri at seta ta lóg í
verk, sum legtingið hevði
samtykt í 1978.
Við tí syndarliga meti í
uttanlandaskuld, handils-
halii og gjaldsjavnahalli í
huga, sum borgarliga sam-
gongan er orsek til, áttu
allir flokkar at havt
stersta áhuga í at fáa
landsbankan at virka sum
skjótast. Tí spurdi Sverri
Midjord í legtingssetuni
1982 landsstýrið hví lógin
ikki varð hildin viðvíkj-
andi landsbankanum.
Hann fekk tað svar, at
av tí at henda lóg bert
varð vorðin samtykt við
einari atkveðu í meiriluta,
metti landsstýrið seg
onga skuldu hava at seta
lógina í gildi!
Hetta svaraði eitt lands-
stýri, sum sjálvt er valt
við einari meirilutaat-
kvødu og sum dagliga í
tinginum má hjálpast við
einari atkvødu í meiriluta,
tá tess lógaruppskot
skulu samtykkjast!
Javnaðarflokkurin ætl-
aði ikki at lata sær hetta
lynda og legði tí í verandi
tingsetu fyri legtingið
uppskot til samtyktar,
sum áleggur landsstýr-
inum at halda lógina um
landsbankan. Flokkurin
hevði sjálvandi sín iva, ti
hetta at áleggja ovasta
lógarumsiting okkara at
halda landsins lógir er so
grotekst og so óhoyrt, at
ein mátti ivast um tær
fylgjur eitt slíkt uppskot
kundi hava fyri virðingina
fyri fólkastýrinum. Men
tá landsstýrið hevði havt
eitt ár til at umráða seg í
og framvegis einki stig
hevði tikið til at halda
lógina, settu vit uppskotið
fram.
Hverja lagnu fekk so
hetta uppskot?
Jú, fríggjadagin tann
16. mars var tað sett undir
atkveðugreiðslu og felt
við navnakalli av teimum
17 tingmonnum, sum
manna tað borgarliga
alternativið. Tann seytj-
andi maðurin, sum við
hesari atkveðugreiðslu
var við til at geva lógbrót-
arunum í Tinganesi blátt
stempul, var sjálvur leg-
tingsformaðurin Jógvan
Sundstein. Hetta var ser-
stakliga harmuligt, tí
Jógvan hevur áður givið
ilt av sær tá ið landsstýrið
hevur sýnt sína opinber-
ligu vanvirðing fyri
Feroya legtingið, sum í
einum og øllum og sam-
bært galdandi styrisskip-
anarløg er yvir landsstyr-
inum. Men nú vita vit so,
at umsorgan legtingsfor-
mannsins fyri teimum
tingmálum, sum lands-
stýrið sjoflar, bert er gald-
andi fyri hansara egnu
hjartamál, og tað hava vit
í andsteðuni havt var-
hugan av leingi
Tað, sum stendur eftir
aftan á eina slíka hending
sum hesa, hvar legtings-
meirilutin lógfestir lógar-
brot, er ein alt vaksandi
illgruni um, at teimum
flokkum, sum nú í skjótt
fýra ár hava rátt fyri borg-
um, í roynd og veru tervar
sjálvan hjartatáttin í
einum demokratiskum
flokki: hetta at taka demo-
kratiskar avgerðir i
álvara, hetta at virða
demokratiskar avgerðir,
sjålvt um einum ikki
dámar tær.
Líta vit at einum av
heimsins elstu
demokratium, Danmark
so síggja vit, at ein og
hver donsk stjórn umsitir
og setir í verk allar tær
samtyktir, sum fólka-
tingið ger, sjálvt um hesar
samtyktir ikki fella stjórn-
ini so væl. Ger stjórnin
ikki hetta, fer hon frá, ella
verður frákoyrd av fólka-
tinginum. Soleiðis virkar
eitt rótfest og sunt fólka
ræði.
Hjá okkum er nú við at
vera øvugt. Landsstýrið
kunnger — ikki bert í
landsbankamálinum, men
í nógvum eðrum málum
við, at tað droymir ikki
um at halda legtingsins
lógir og samtyktir, og
borgarligi meirilutin við
formanninum fyri heims-
ins elsta tingi á odda sigur
einmælt: >Tað er alt í
lagid«.
Ålvaratos, er tad ikki nu
tíð uppá at spyrja, um
tílíkir flokkar hava uppi-
borið álit frá meirilutanum
av feroyingum einaferð
aftur at?
Jóannes Dalsgaard
Fundarsamtykt
i Froðbiar
Sóknar Javnaðarfelag
Á eykaaðalfundi í Froð-
biar Sóknar Javnadar-
felag 19/3-84, var fylgj-
andi fundarsamtykt
einmælt viðtikin.
1. Eykaaðalfundurin sam-
tykkir ikki at taka stødu
til uppstilling til løgtings-
valið, fyrr enn teir orga-
nisatorisku spurningarnir
í flokkinum eru avgreidd-
ir.
2. Eykaaðalfundurin
mótmælir, at ein felags-
skapur, hvers uppruni eru
mótmæli móti demokrat-
iskum limaavgerðum,
undangongumenninir i
hesum felagsskapi sjålvir
hava biðið um, verður
upptikin sum limur i
flokkinum á jevnum feti
við onnur feløg.
3. Um tulkingarnar hjá
nýggja felagnum av floks-
lógini verða góðtiknar av
flokkinum, meta vit hetta
sum at taka steði undan tí
organisatoriska felags-
skapinum í flokkinum.
4. Eykaaðalfundurin
metur tað sum óbótaligan
skaða fyri flokspolitiska
arbeiðið, um góðtikið
verður at hava tvey javn-
aðarfeleg í somu bygd, við
somu flokspolitisku upp-
gávum.
Við tað. at vit vprincini-
elt ikki meta tað rætt at
hava tvey javnadarfeløg í
somu bygd, fara vit, um
tulkingarnar hjá TSF, um
limaskap í flokkinum, fáa
viðhald, at boða flokk-
inum frá, at vit, sum 60
ára gamalt javnaðarfelag,
álvarsliga fara at um-
hugsa felagsins organisa-
toriska tilknýtið til Før-
oya Javnaðarflokk í fram-
tíðini.
Limafundurin ásannar,
at steðan innan javnaðar-
flokkin í dag ikki tænir
eðrum endamáli enn at
lata vatn á mylluna hjá
okkara politisku mót-
steðumonnum. Ti eigur
aftur sum skjótast at
verða komið á rettu kós,
so allar kreftir í Feroya
Javnaðarflokki kunnu
fara til verka, so at flokk-
urin aftur verður tað
naturliga amboðið hjá len-
móttakarum, verkafólki
og fiskimonnum i
striånum fyri betri korum.
Hetta er meira neydugt nu
enn nakrantíð áður, nú
borgarligi ágangurin
hóttir við at taka steði
undan ellum teimum len-
arligu- og demokratisku
rættindum, flokkur okk-
ara hevur gingið á odda
fyri at fremja, hesum
bólkum at frama.
Fundarinnar vegna
Asla Jespersen, skr.
Otryggleikin vid
skattaskipanina
I. apríl fara vit undir
nýggja skattaskipan,
samtíðarskattaskipan-
ina. Nógvir spurningar
standa ósvaraðir fyri
framman um hvussu
henda skipan fer at royn-
ast tí vanliga skattgjald-
aranum. Tey flestu hava
eina kenslu av ótrygg-
leika um hetta stóra
apparatið, sum skal í
gongd nú um nakrar
dagar.
Ein tílík grundleggj-
andi broyting, sum ein
nýggj skattaskipan er,
tekur drúgva tíð at fyri-
reika, um væl skal vera
burturúr.
Men hvussu er henda
lóg og henda fyriskipan
forarbeidd?
Í stórum skundi er
hastað so avstað, at
neyvan teir sjálvir finna
út av hesum.
Heilt natúrligt hevði
verið, at kommunurnar
og fakfeløgini fingu høvi
at gera sínar viðmerk-
ingar til málið, áðrenn
tað varð endaliga av-
geritt, so sum uppskotið
varð av Javnfl. Men so
skuldi ikki vera, málið
bleiv luskað igjøgnum,
fekk so dánt neyðugu
viðgerðina í Tinginum
og ein lógin fyri og onnur
eftir varð bara samtykt
av samgonguni, uttan at
nakar veruliga fekk sett
seg inn í, hvat hesar
lógir innihildu og merkja
fyri vanliga skattgjald-
aran.
Fakfelegini kravdu at
fáa meguleikan at gera
viðmerkingar til upp-
skotini, men hetta varð
umberandi kveistrað til
viks, sum um at hetta
viðkom ikki teimum.
Umsíðir er so stundin
komin, at hetta velduga
maskinaríið, samtíðar-
skattaskipanin, fer í
gongd, og longu nú kaga
greflig brek undan kavi,
sum lættliga kundu
verið umgingin, um bert
rímulig tíð varð avsett
til fyrireikingarnar og
allir partar fingu loyvi at
gera sínar metingar og
viðmerkingar.
Verri er við teimum
brekum, sum ikki kunnu
umgangast, tá tað er eitt
borgarligt stýri, sum
setur nakað í gongd.
Hesi eru tey sterru og
meira álvarsomu, og tey
krógva seg ikki burtur í
nýggju skattalógini.
Sviðan av hesum koma
serliga tey lægst lentu at
fola sum ongantíð fyrr.
Flestu eru vit samd
um, at tað er neyðugt við
eini samtíðarskatta-
skipan, men tó ikki fyrr
ein hvenn prís.
Nýggja skattaskipan-
in, sum kemur í gildi 1.
apríl, er eitt satt borgar-
ligt avrik, har láginntek-
urnar gjalda prísin, og tí
var tað betur, vit vóru
hana fyri uttan.
Hanus Joensen