leygardagur 24. mars 1984síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2 tíðindablaðið B | Si lurin Nr. 37 — 24. mars 1984
Fullkomin tilvild valdar
viðvíkjandi skipailøgum
Landsstýrið dult upplýsingar um veiðutrýst og stovns-
magn fyri figgjarnevnd og løgtingi
Politikkurin, sum landsstýrið hevur rikið
viðvíkjandi skipailøgum, hevur borið i
sær, at ógvuliga lítil býskapan er framd
hesi árini.
Tað kann ikki vera rætt, at bert teir,
sum sjálvir kunnu keypa sær arbeiðspláss
fyri »spekulationsprisir« sleppa at reka
fiskivinnu.
Tað eru tingmenn javnaðarfloksins,
sum siga hetta í viðmerkingunum til eitt
uppskot, sum varð lagt fyri tingið í gjár
Uppskot til samtyktar um
skipaílegupolitikk lands-
stýrisins:
1. Legtingið tekur til við-
gerðar skipailøgupolitikk
landsstýrisins, herundir
hverjar meginreglur
liggja aftanfyri, tá lands-
stýrið játtar umleggingar-
og umbygginarlán og
veðhald, siktið í sáldingini
ímillum menn og feløg,
sum fáa loyvi at fara í
ymsar veiðuhættir, hverj-
ar grundir eru fyri, at ávís
feløg og summir einstakl-
ingar ongantíð fáa svar
uppá umsóknir til lands-
stýrið, soleiðis at tey
koma í »klemmu« ímillum
sínar og dagligu krevini,
sum nú ikki kunnu greið-
ast, tí skipini verða noydd
at halda fram í órentablari
vinnu, meðan bíðað verður
í áravís eftir svari osfr.
2. Legtingið tekur til
viðgerðar = búskaparligu
avleiðingarnar av skipa-
innflutningsbanninum, so-
leiðis sum tær sýna seg í
gjaldsjavnahalli og uttan-
landaskuld.
Hverjar avleiðingar eiga
at verða tiknar í skatta- og
avskrivingarpolitikki.
Tilvild
Í viðmerkingunum sigur
javnaðarflokkurin m.a.:
viðvíkjandi
núí3l/2ár.
Harumframt er prógv-
að, at menn og feløg hesa
tíð ikki hava kunnað sent
seg „líka fyri lógini<.
Metingar landsstýrisins
um samsvarið ímillum
veiðutrýst og stovnsmagn
á grunnum vatni, meðal-
vatni og drúpum vatni
hava higartil verið duldar
fyri fíggjarnevnd og leg-
tingi, eins væl og met-
ingarnar viðvíkjandi sam-
svarinum ímillum veiðu-
orku til tær ymsu leiðirnar
ella sáttmálarnar og
meguleikarnar á hesum
leiðum
Rikni politikkurin hevur
borið í sær, at ógvuliga
lítil nýskapan er framd
hesi árini. Endurnýggjan
og ábetur á flotan er í
hevuðsheitum framd sum
umbygging, leingjan og
nútímansgerð av eldri
skipum, skipum, sum í
mongum førum eru seld
fyri óvurstórar yvirprísir,
tí hvert skipið sær ikki
bert umboðar egið virði,
men eisini virðið av einum
fiskiloyvi og einum vinni-
rætti, sum ein orkar at
skipailøgum
tólum okkara, sum onga
verunliga øking av fram-
leiðsluorku goymir,
fremur aftur eitt trýst á
stuðulsveitingina til fong-
in, tí legan í hesi veiting
verður legd eftir tørvinum
hjá meðalriknum skipum
Skal nú aftrat setast í
gildi ein altfevnandi
loyvisskipan, har bert
teir, sum av landsstýr-
inum eru vegaðir og ikki
»funnir ov lættir« skulu
eiga meguleikarnar, so av-
skeplast príslega og stuð-
ulsveitingar upp aftur
meira.
Greitt er, at ikki ber til
at geva leyst fyri inn-
flutningi av skipum, men
neyðugt er at stýra út-
skiftingini og endurnýgg-
ingini av fiskiskipaflot-
anum, men tað kann ikki
vera rætt, at hetta hendir
á slíkan hátt, at bert teir,
sum sjálvir kunnu keypa
sær arbeiðspláss fyri
»spekulationsprisir« slep-
pa at reka fiskivinnu.
Meguleikin fyri arbeiði
og virkan má verða lógar-
tryggjaður ellum íbúgv-
um landsins á jevnum
føti, sigur javnadarflokk-
ætlanir, sum kundu hjålpt Sum kunnugt hevur keypa sær. urin í viðmerkingunum.
teim at greiða skyldur valdað fullkomin tilvild Henda dýrkan av vinnu-
+
Endurnyggingin og åbøtur å flotan er i høvudsheitum framd sum umbygging,
skipum. Heri liggur eingin nyskapan sigur javnadarflokkurin m.a. um skipailøg
leingjan og nútímans gerð av eldri
upolitikk landsstýrisins
Tórshavnar Musikkskúli
fagnar várinum
Nú sunnudagin hevur
Tórshavnar Musikk-
skúli várkonsert í
Kommunuskúlanum.
Hon verður kl. 16.
Roynt hevur verið at
gjørt skránna so fjøl-
broytta og á so høgum
stødi sum gjørligt.
Lagt verður fyri við
einum av teim mæt-
astu verkunum hjá
Henry Purcell —
sonatu í g moll fyri
violin og klaver. 1.
satsur er hóvligur —
eftir tátíðar sniði skal
hann geva grundar-
lagið undir ellum verk-
inum. Hinir satsirnir
fylgja krevunum í
Barokk-tíðini um mót-
setningar í(kontrast):
Fyltir av órógv og
dragandi kenslum. sum
i eini dreymaverå, og
seinasti satsur er skjót-
ur og »eggjandi«.
Tey, id spæla hetta
stykkið, eru Erik Pet-
ersen, violin, og
Rigmor R. Rasmussen,
klaver.
Sidani koma tvær
London-trioir eftir
Joseph Haydn. Tey, ið
spæla, eru Helga
Gerðalíð, floytu, Alex
Sólstein, violin, og
Jens Chr. Guttesen,
cello. Jens Christian
Eldibrandurin i
Fåmien fyrr i hesum
månadinum fór rætti-
liga illa vid einum set-
húsum i bygdini. Men
høvdu fólk i bygdini
ikki borið so skjótt at
og verið so hjálpsom,
so hevði skaðin helst
verið munandi sterri.
Jákup og Signhild,
sum eiga húsini, vilja
við hesum senda eina
tekk til allar fámin-
ingar og ell tey, sum
vóru við til at sløkkja
eldibrandin.
undirvisir i cellospæli å
Musikkskulanum.
Christian Wahl, lær-
ari i klavarspæli å
Musikkskúlanum, fer
at spæla ta kendu A-
dur sonatuna hjá W.A.
Mozart (hana kompo-
neraði hann, tá ið hann
var 23 ára gamal). Hon
fevnir um eitt tema við
6 variatiónum, eina
menuett og tann kenda
Alla Turca-satsin.
Seinasta verkið á
konsertini er ein hin
kendasta concerto
grosso hjá G.F. Hándel
— nr. 12 í g-dur fyri
strúkarar og solistar.
Sum altíð hjá Hándel
er hetta stykki stór-
fingið og lætt av lyndi
og styrki.
3. satsur í hesum
stykki er at meta við
tær gitnu opera-ariur-
nar hjá Hándel (eitt nú
Largo úr Xerxes). Sein-
asti satsur er óivað ein
tann vakrasti og
»skemtiligasti« allegro-
satsur, Hándel hevur
skrivað. (Kompon-
istarnir skemtaðu sær í
tónleiki, sum vit
skemta okkum i
orðum).
Ein konsert, ið
áhoyrararnir kunnu
gleða seg til!
Ein tøkk
til
fåminingar
— Tøkk fyri tykkara
skjótleika at fáa sløkki-
útgerðina hjá bygdini
til vega.
Hetta er ikki fyrstu
ferð, at tað hevur eydn-
ast at forða sterri
skaðum av eldibrandi í
Fámien. Takka verið
útgerðini hjá bygda-
ráðnum.
Steðan hevði helst
veirð rættiliga álvars-
lig, um neyðugt hevði
verið at bíðað eftir
slekkiliðs bilinum av
Tveroyri.
DO AS