leygardagur 24. mars 1984síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| Leygardagur 24. mars 1984
Meira um Skála og
Treðna í Skálavík,
við Á á Velbastað
Av tí, at eg havi fingið meira at
vita um hetta, frá góðum fólki,
haldi eg, at eg má leggja nakað
aftrat, og rætta nakað.
Anton Degn sigur, at hesir
menn hava haft garðin í Skála í
Skalavík í hondum, frá 1583 til
1613: Jákup Sjúrðarson, Mattis
Sjúrðarson, tveir sum hava itið
Jógvan Jákupsson, Jógvan
Atonisen og Símin Tomesen í
1613 og til 1624.
Hesin er Símin Enninum.
Sum fyrr frásagt, búði hann
Ennishúsi undir Mylhamri i
Skálavík. Tað fæst farðvegur til
hús hansara enn, á Ennisdeild. —
Aftrat at vera bóndi í Skála,
hevði hann garðin í Stovuni og
Stórumerk í festi, har hevði hann
uppsitara fyri seg.
Hann fór til Kirkjubear sum
bóndi í 1624, tá Gutorms Jógvan
i Dalsgarði varð dømdur at missa
Kirkjubegarð, fyri at hann hevði
givið Havnamonnum loyvi at
skera torv í Havnadali. Símin í
Enninum sat á Kirkjubegarði frá
1624 til 1640. Hann er stamfaðir
til fleiri Kirkjubebóndur og
konur við.
Tá hann var farin úr Skálavík,
tók Tróndur Jerundsson við
garðinum í Skála. Hann var
sýslumaður, kona hansara var
Marion Nielsdatter, dóttir
Harra Niels Christensen, Sand-
oyar prest frá 1583 til 1598.
Hann var áðrenn Harra Jensen
Skive kom. — Tróndur Jerunds-
son var sonur tann tiltikna Jer-
und Svevn. Hann fekk navnið
Jerundur Svevn, av tí, at hann
skuldi ver gitin í svevni. Móðir
hansara var dóttir Gormund í
Grálinum undir Hagabrekku,
hann var vetrarfuti i Føroyum. —
Hann átti einans barnið. Ein
heimasandsmaður vildi hava
hana, men Gormundur dámdi
nokk ikki dreingin. — So einaferð
kom hann til hennara í loyndum.
Hann kastaði svevntoll á hana,
og framdi so sín vilja við henni,
meðan hon varð við at sova, so
Jerundur gjerdist faðirloysingur.
Hann var av ítarstu monnum,
ytsta mið á Skálvíkshavi ber
og Kirkjubø
navnið Jerundsmið eftir honum.
— Tað tey nevndu svevntoll var
tann rami gandur.
Aftaná Tónd Jerundsson kom
Jógvan Jóansson. Tað man vera
hann, teir nevndu Rádna Jógvan
í Skála, hann skuldi vera avtaka-
maður, og ráðagóður. Men um
tað hevur verið hann, er ilt at
siga, men í 1679 er ein Jógvan
Jóansson komin illa fyri, tí tá
verður hann demdur at
eina merk jerð undir
Hann verður kortini sitandi við
merkini, men í 1709 verður henda
merkin legd aftrat garðinum sum
kongsjerð.
Eftir hann kom sonurin Trónd-
ur Jóansson, hann var eisini
sýslumaður sum abbin. Hann
festi 21. sept. 1683, kona hansara
æt Elsuba Óladóttir.
Tróndur Jóansson og Elsuba
Óladóttir áttu fimm bern, tey
vóru:
I. Óla Tróndarsson, giftur við
Malini, dóttur Jákup Jóansson,
legmann í Dalsgarði. Óla Trónd-
arsson festi 1709, og bygdi
garðin norðuri á Treð, har hann
er enn.
II. Malan Tróndadóttir, gift
við Lauge Clemensen undir
Skarði á Sandi, hann var ein av
Klæmintssynum. Hann livdi til
25. juni 1730.
III. Marria Tróndadóttir, fødd
1685, ógift í 1716.
IV. Lísbitta Tróndadóttir, fedd
1690.
V. Sissal Tróndadóttir, gift
1719 við Lucas Pedersen í Haga í
Húsavík, son Harra Per, prest í
Todnesi.
Óla Tróndarson gekk burtur,
sum áður sagt, á Skálvíksboða
fyri Hvannhaga í Suðuroy í 1715,
har bar eingin boð í bý. Segnin
sigur, at hann ætlaði at vitja sín
góða vin leiðraprest. Harra Serin
Johannesen var prestur í Hvalba
tá. ;
Tey, Óla Tróndarsson og
Malan, áttu 3 bern, tey vóru:
1. Elsuba Óladóttir, gift við
Jógvan Joanson í Soylu á Sandi,
2. Tróndur Ólason, vaks upp í
Haga í Húsavík, giftur við
missa
KONE.
Skalavik i dag
Katrini Magnusardóttir i Husa
vík. Festi Traðargarð í Skálavík
16. 1745.
Kristin Tróndadóttir, gift
ið Rasmus Joensen, uttan Á
Sandi.
II. Malan Tróndadóttir og
Lauge Clemensen áttu tvær
detur:
1. Súsanna Lavedatter, gift við
Hans Nicolaisen Tausen, í Skála-
stovu undir Hagabrekku í Skála-
vík.
2. Elin Lavedatter, gift við
Mortan Tormansen á Be í
Froðbæ. Ill og IV eru nokk
deyðar ógiftar.
V. Sissal Trondedatter og
Lucas Pedersen í Haga í Húsavík
áttu Trónd Lucasen, sum giftist
inn í Búðina undir Hagabrekku í
Skálavík við Rakul, dóttir Óla
Joensen í Búðini og Kristini
Jákupsdóttir úr Dalsgarði.
Tað eg segði her í blaðnum, at
Óli, sonur Óla Tróndarson giftist
dóttur Hanus Sjúrðarson við A á
Velbastað, er ikki rætt.
Tá Ola Tróndarson var burtur-
gingin, giftist Malan á Treðni
upp aftur við Pætur Kristiansen
úr Kirkjube. — Tey áttu ein son,
hann æt Óla Pætursson, hevur
itið eftir fyrra manninum. Tað
var hann, ið giftist við dóttur
Hans Sjúrðarson við A.
Men tað merkiliga er, at hesin
Óla Pætursson er ikki nevndur í
bókini hjá Anton Degn, men eg
havi fingið at vita, at hann hevur
fest garðin.
Hesin Óli Petersen, var tann, ið
átti fýra synir, sum fyrr sagt, teir
vóru Jóanes, festi garðin við Á 5.
mars 1788; Hanus giftist við
dóttur Pól Simonsen í Kirkjube,
og festi garðin 11. juni 1778 og
Pætur kom til Skálavíkar at taka
Traðagarð, tí Tróndur, ið bóndi
var á Treðni var barnleysur.
Hann fekk einki annað navn her í
Skálavík uttan Velbastað-Pætur,
hann festi 9. nov. 1773. Tann fjóri
bróðurin var Pól, hann var giftur
vid Billu Hendriksdatter av
Steinum lann
undi búgva a Steinum nekur ár
Dunalds-Jógvan í
honum alt
Velbastað.
men so gav
Sakrastovu
hann átti, og so flutti hann út í
Hest at vera. Hann fór út í Hest í
1801.
Jóanes Olsen, tann av breðrun-
um, ið gjerdist bóndi við A giftist
ikki. Eftir hann stendur ein Óli
Poulsen at hava fest 23. apr.
1827.
Hann var sonur Pól við A, hann
sum fór út í Sakrastovu. Jóan
Hendrik, ið bygdi Skopun og
hann vóru breður.
Velbastað-Pætur á Treðni í
Skálavík, var giftur við einari
dóttur Pól Simonsen í Kirkjubø,
men eg minnist ikki hvat hon æt
beint nú, eg havi sæð tað onku-
staðni.
Tann ríka Rakul í Skála, var
sum áður sagt, dóttur Harra
Klæmint, hon var gift við einum
Jógvan í Skála, men tað hon og
maðurin áttu, var vist ber ogn,
tey mundu einki hava við festið
at gera. Ein skyldmaður hennara,
sum æt Jákup Símunsson, keypti
ein part av tí, hon átti. Hann var
sonur Símin í Loftinum í Húsa-
vík, hann flutti til Skálavíkar at
búgva. Kona hansara æt Marjun
Trondedatter, hon var eisini úr
Húsvík. Jákup Símunsson skuldi
vera frálíka duguligur maður.
Hann átti einans barn, eina
dóttir, hon giftist við einum
manni undan Skarði á Sandi; tey
giftust inn á Skála undir Haga-
brekku, hann varð nenvdur, her í
bygdini, Skarðs-Jákup.
Nú fer at vera nokk fyri hesa
ferð.
Hesi
Viggo Dalsgaard