leygardagur 24. mars 1984síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
EL eee
Leygardagur 24. mars 1984
Skogur - vatn -
måltid
Hesi try orðini, sum eru yvirskrift, verða øll
ávirkað av donskum máli og ti avlagað. |
Í tí gamla málinum varð sagt skógur. Í kvæðun-
um stendur skógur og skógvur.
Øll hava hoyrt sagt hon skógin. Danskt mål
hevur ávirkað okkara mál so nógv, bæði fyrr og
nú. Tað danska orðið skov hevur avlagað orðið
skógur til skóg, hon skógin.
Í mong ár hevur verið roynt at fáa orðið skógur
aftur í málið, og tað hevur eydnast at fáa fólk
bæði at siga og skriva skógur. Skógurin er stórur.
Nú tykist, sum fólk fara aftur at skriva skóg —
teir veiddu dýr í skógini. Tað er spell, at so er.
Ein góður maður hevur tikið soleiðis til: Tara-
skógurin er einasti skógur í Feroyum. Eingin
sigur annað enn taraskógur ella taraskogvur.
Fyrimynd okkara eigur at vera taraskógvur, og
vit skulu tí siga skógur um skógin, sum veksur á
turrum.
Danir hava orðini se og indse. Fyrr segdu vit
sjógvur um hesi vetnini. Men í føroyskum máli er
sjógvur havið og stórbrot úti á havi. Skipið fekk
ein sjógv, tá ið tað kom út í rúman sjógv.
Fólk fóru at leggja seg eftir at siga vatn um
bæði stór og smá vetn, summi ovurstór vetn
verða nevnd hav. Vit mugu fáa hasi bæði orðini,
sjógvur og innsjógvur, í hasi merkingini burtur
úr aftur málinum.
Um máltíð hevur eingin ivast í at siga ein mål-
tíð, hon máltíðin. Vit síggja í lýsingum: Eitt frá-
líkt máltíð. Slíkt málbrúk er ávirkað av donskum,
og tað tekur grundarlagið undan vanligum mál-
sniði. Orðið tíð er kvennkynsorð. Og aftari ella
aftasti liðurin orðinum ger kynið, tí ber ikki til at
siga annað enn ein måltid, hon máltíðin.
gøtu mint
Gudstænastur 3. sunnudag i føstu
Havnar kirkja: Axel Tórgarð
Vesturkirkjan: Høgni Poulsen, altargongd
Hvitanes: Hans J. Joensen
Kirkjubøur: Kjartan Mørkøre
Kollafjørdur: Ejvind Vilhelm kl. 12,00, altargongd og
barnagudstænasta kl. 15,00
Haldarsvik: Henrik Fossing
Norðskáli: Emil Olsen kl. 12,00, altargongd
Eidi: Martin R. Jacobsen kl. 11,00, altargongd
Gøta: Torkil Beder, altargongd
Rituvik: Jåkup Kass kl. 11,00
Klaksvik: Niels P. Danielsen kl. 11,00, altargongd
Sørvågur: David Johannesen kl. 12,00
Skålavik: Jåkup R. Hansen kl. 12,00
Tvøroyri: Jónsvein Bech kl. 12,00, barnagudstænasta
Hov: Bjarni Bæk kl. 12,00, altargongd. Talvan gongur
til frama fyri orglid
v/ Johs. And. Næs
„Og hann álegði teimum ikki at siga
nekrum frá, men tess meira hann
álegði teimum tað, tess meira boðaðu
tey frá... og segdu: „Alt hevur hann
gjørt væl... (Mark. 7, 36-37).
Her hitta vit nøkur eydnurik menniskju,
sum i ovurgledi tala um Jesus og kunna ikki
tiga.
Flestu m enniskju siga ongantíð nakað um
Jesus. Væl hugsa tey og leingjast vist eisini.
Men tey tiga. Ongantíð byrja tey eina
samreðu um Jesus. Og ongantíð luttaka tey,
tá ið onnur tala um hann.
Onnur menniskju tala og skrivað mikið um
Jesus, men ongantíð siga tey: >Alt hevur
hann gjørt væl<. Tey eru ongantíð heilt
noygd við hann. Sjálvandi er hjá honum
nógv, sum tey virða: reinleiki og góðska
hansara, órædda sannleiksdirvi hansara,
hansara offursinni og viljin til at líða. Men tó
er hjá honum nakað, tey eru ikki noygd við:
at hann er Guðs ævigi sonur, at hann er
føddur av eini moyggj, at deyði hansara er
ein nýggjur náðistólur fyri syndum várum,
at hann við likami sínum reis upp frá
deyðum, at hann talar um ein persónligan
djevul og um eitt ævigt helvtini. Ja, henda
tala fær ikki meg at undrast. Tí Jesus er ikki
bert heimsins stersta menniskja, hann er
eisini heimsins stersti meinbogi. Longu m
eðan hann livdi, var honum fyri bæði ivi og
ábreiðsla. Hugsa bert um fariseararnar og
saddukeararnar! Og vit minnast hansara
sorgblíðu orð: >Sælur er tann, ið ongan mein-
boga fær av mær!«
Eg sigi tær, sum ivast: »Slepp Jesusi inn
hjá tær, so at hann kann gera undurið í tær!“
Soleiðis vinna vit á ivanum. Tú ert staddur
nóg so høgt. Tú sært niður yvir Jesus. Tá ið
tú sum vit onnur fellur á knæ fyri honum, tá
fært tú frelsu tína at sjá. Og harvið vil ivi tín
og ábreiðsla hverva og tilbiðjanin vil taka
við. Eisini hjá tær.
Tórshavn: Kaj Kalls-
berg. tlf. 13150,
leygardag og Kris-
tianna Nordendal, tlf.
12979, sunnudag
Eysturoyggin: Magn-
us á Stongunum, tlf.
23006, leygardag og
Pål Johs. í Horni, tlf.
44038, sunnudag
Norduroyggjar: Aage
Gregersen, tlf. 56400
Vågar: Tlf. 32413
Suduroy (nordur): Tlf.
71560
Suduroy (sudur): Tlf.
73030
Tannlæknavakt-
in, Torshavn
Brådfeingishjålp fæst
kl. 13,00-14,00. Tlf.
14544.
Tit ringja
sosialurin,
tíf. 11820
Í — vit skriva
Er |
Meistari
Å kadaldeild Telefon-
verksins er meistara-
starv leyst at søkja.
Løn og starvsviður-
skifti eru sambært sátt-
mála millum Feroya
Landsstýri og Starvs-
mannafelagið. Starvið
er flokkað í 15. lenar-
flokki sambært sama
sáttmála.
Umsøkjari skal i
minsta lagi hava tekn-
iskan kunnleika åjavnt
vid sveinabræv.
Høvudsarbeidsøki er i
Sudurstreym.
Umsóknir skulu send-
ast Telefonverkinum í
seinasta lagi tann 15.
apríl 1984.
Telefonverk Føroya
Løgtings
Postsmoga 27
3800 Térshavn
Vælkomid
lítla barn
24. februar fingu
Jórun og Harald
Jensen, Klaksvík, ein
son.
16. mars fingu Sól-
fríða Nattestad og
Harry Ellefsen, Mið-
vági, eina dóttur.
16. mars fingu Ruth
og Walter Løvhøjten,
Toftir, eina dóttur.
18. mars fingu Sonny
og Søren Gilstein,
Tórshavn, eina dótt-
ur.
18. mars fingu Paula
og Eli Ellendersen,
Tórshavn, eina
dóttur.
18. mars fingu
Hannebeth Joensen
og Flemming Juul
Pedersen, Húsun,
eina dóttur.
19. mars fingu Kristi-
anna og Sunvard
Vang, Glyvrun, eina
dóttur.
21. mars fingu Fríða
og Alvur Haraldsen,
Tórshavn, eina
dóttur.
21. mars fingu Fía og
Jónsvein Lamhauge,
Tórshavn, ein son.
21. mars fingu Berg-
dis Skaalum og Jan á
Hegabóli, Tórshavn,
eina dóttur.
Um nevn
80 ár
22. mars fylti Johanna
Sofía Hansen, Streymnes,
búsitandi á uppihalds-
deildini í Havn, 80 ár.
Aftaná kl. 5 sp. er hon
stedd á Suðurrás 12.
Brúdleyp
23. mars giftust í býráðs-
húsinum í Klaksvík Tove
Kjælnes og Peter Vitalis.
Br. adr.: Klaksvíkar Sjó-
mansheim.