Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mars 1984síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

( Síða 16 Føroyingar kappast um EM i hornblåstri — Bodnir við næsta ár. Ætla at gera ferð til kappingina í ár Føroyskir hornblásarar hava fingið viðurkenning uttanlands. Teir eru bodnir at vera við á stóru hornblásara- stevnuni í Bergen næsta ár. Hetta er kapping um, hver kann kalla seg besta hornorkestur i Europa. Tað er sjálvur kappingar- leiðarin, James P. Abbott, forseti í skotska hornor- kestursambandinum, sum hevur boðið feroyingum at vera við. European Brass Band Championship, sum tað so fínt eitur, er hvert ár. Í ár 4.-6. mai í Edinburgh. Ætlanin er at skipa fyri ferð úr Feroyum á stevn- una í ár. Á tann hátt kunna okkara hornblás- arar síggja og ikki minst hoyra, hvat hetta veruliga er og so aftaná taka stødu til, um tað er vert at vera við næsta ár. Ein av fyrieikarunum, Niels Midjord, sigur, at frágreiðing um ferðina í mai verða í hesum degum sendar øllum hornor- kestrum í landinum. Niels Midjord heldur, at tað kann stimbra føroyska hornblásturin og økja um áhugan fyri horntónleiki, Málningar um um vit eru við á stevnum uttanlands. — Eins og tað stimbraði og ekti um áhugan fyri ítrótti, tá feroyingar byrjaðu at luttaka i al- tjóða ítróttarkappingum. Gamalt fyribrigdi Niels Midjord hevur skriv- að frágreiðing um Europe- an Brass Band Champion- ship: Hvert hornorkestrið fer at spæla eitt royndarverk, sum er felags fyri ell or- kestrini, og eitt sjálvvalt verk. Spælið verður so dømt av eini dómsneynd, sum er samansett av einum lími úr hverjum luttakandi landinum, ella á nakað sama hatt, sum kappingarnar í skoytu- dansi á Vetrarolympi- aduni verða dømdar. Í samband við stevnuna verður eisini skipað fyri skeiðum í spæli, stjórn og útsetan fyri hornorkestur, og harafturat kann nevnast, at ein gallakonsert verður við luttøku av trimum or- kestrum, sum spæla sam- stundis. stjórnað av fyrr- verandi bretska forsætis- ráðharranum, Edvardi Heath. 7 AD 2 L- — ropean ve Brass Band Championship 1984 European Brass Band Championship hevur nú 6 ár á baki, og luttakandi londini skiftast um at skipa fyri stevnuni. Hon var í Hollandi í fjør, og næsta ár verður Bergen væntandi vertur. Men sjálvt um hendan stevnan er rættuliga ung, eru kappingar av slíkum slag ikki nakað nýtt fyribrigdi. Í Onglandi hevur verið skipað fyri slíkum kapp- ingum síðan fyri síðsta aldarskiftið. Landið er býtt upp í landspartar, og orkestrini i hverjum landsparti sær eru eftir dygd skift sundur i fyra deildir: fyrsta-, onnur-, triðja- og unglingadeild. Kappast verður nú fyrst um meistarheitið í hverj- um landsparti sær, og síðan kappast allir lands- partameistararnir um bretska meistaraheitið. Núverandi bretski meistarin eitur Corry Band og er úr Wales, meðan europameistarin eitur Black Dyke Mills Band og er úr Norðurong- kópakonuna og úr Arabia Í morgin, sunnudag, letur Tróndur Patursson upp listarframsýning í Norðurlandahúsinum. Hetta er ein framsýning við 30 málningum, sum Tróndur hevur arbeitt við tey tvey seinastu árini. Málningarnir fevna víða. Segnin um kópa- konuna í Mikladali hevur hugtikið Trónd, og hann hevur fest lýs- ingar um henda segn- persónin á lerifti. Frá ferðini við Sind- bad hevur hann eisini myndir. Hetta eru myndir frá sjóferðini fram við arabisku strondini til Indialands og myndir sum hann síðan hevur arbeitt víð- ari við. Harafturat hevur hann nakrar náttúrulýs- ingar á framsýningini. Framsýningin verður hildin í samband við at sjónleikurin Eitt dukku- neim, eftir Henrik Ibsen, skal framferast í apríl mánað. Um dagarnar er Tróndur í ferð við at gera leiktjeldini til leikin. Framsýningin i Noråurlandahusinum let- ur upp i morgin kl. 16. jo-mo al di. Bretar hóttir Hetta, at kappast í horn- blástri eins og var tað ein onnur ítróttargrein, ljóðar kanska undarligt í okkara oyrum; men tað sigst, at hesar kappingar bæði hava økt um dygdina á brestku hornorkestrunum og um áhugin millum bretar fyri horntónleiki í stórum. Í hvussu so er vóru tey bretsku orkestr- ini á teimum fyrstu euro- peisku stevnunum so mikið nógv fremst, at hinir luttakararnir vóru at likna vid hálvvánaligar amatørar aftur ímóti. Men sum frå er liðið, er dygdin å orkestrum uttan fyri Bretland vaksin so mikið nógv, at tey nú byrja at hótta steðuna hjá teimum bretsku. Ein av favoritt- unum til europameistara- heitið í ár er til demis Polna Brass úr Sveríki, og eisini tey norsku orkestr- ini eru frammarlaga. Listarmaðurin í Kirkjubø letur upp listarfram- sýning í Norðurlandahúsinum i morgin Leygardagur 24. mars 1984 | Nú vilja svinoy- ingar hava nýggj“ an tóna í kirkjuni Nú ber ikki til longur at beta orglið kirkju. Orglið, monium frá 1910, er ikki heldur tíðarhósk- andi, nú tað nærkast teimum 75. So er bara gera: keypa nýtt orgul. Og tað hevur meinig- heitsráðið avgjert gera. Ráðið hevur gamla Svínoyar bílagt nekur orgul frá Starup og Sen í Feroyum, í Elduvík, Hvalba og Norðskála. Og í íslendsku dóm- kirkjunum, á Hólum og í Reykjavík, eru orgul frá Starup og Sen. at Innsavning Nýggja orglið kemur at til Svínoyar um eitt ár. Men tað skal sjálvandi eisini gjaldast. eitt sokallað feltorgel Tí fer meinigheits- frá Starup og Sen í Keypmannahavn. Org- ráðið nú undir eina inn- savning fyri at fáa pen- lið hevur tvær raddir, ingin inn so skjótt, átta tumma trægedakt og fýra tumma floytu og elblásara. Meinigheitsráðið vó- nar, at hetta nýggja orglið fer nógv góður hjá kirkjusanginum. Orglið kostar umleið 70.000 kr. Tað er bíligt, brúkast verður kunna ár og stuðul sum til ber. Tey, sum hava hug at hjálpa svínoyingum at keypa orgul, kunna sega pengar á hesar konti: Føroya 795 225-4 Norðoya sparikassi: 795 112-9 Feroya banki: 796 sparikassi: men hetta kemst av, at 207-4 fýra slík orgul eru um- Norðoya banki: 798 biðin í einum. Hini trý 012-6 skulu til Kirkju, Skúv- oyar og Kaldbaks. Annars Kontonavnið er: Nýtt orgul í Svínoy. longu LL — 1 Vid at bileggja saman, fåa tær fyra kirkjurnar orglini munandi biligari enn um tær skuldi keypt hvør sær