Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 1984síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Síða 2 Nr. 38 — 27. mars 1984 Rimmar landsfundur Seinasta vikuskifti var landsfundur javnaðarfloksins hildin í Norðurlandahús- inum í Havn. Óvanliga nógv javnaðarfólk úr ellum landinum var samankomið í fullsettum fundarhelum í Norðurlandahúsinum hesar dagar. Fundurin gjerdist eisini ein hin mest mergjaði í áravís — ivaleyst eisini tí log- tingsvalið fyri framman man vera stersta avbjóðan flokkinum hevur verið fyri sein- astu árini sum andstøduflokkur Stóra luttøkan á landsfundinum bendir á, at javnadarflokkurin av álvara fer at brynja Marita Petersen: — Áhugaverd viðgerð av um- hvervis- og skúlapolitikki. Mesti dentur leggjast á barnaskulan. Ivi um lestrarinnihaldið hjá 8.-9.- 10. skúlaflokki. Eiga loysnir at ganga undan við eisini her Hans Jacob Hansen: Bygdamenning má nú út- innast í verki. Prísásetan ov tilvildarlig og -ansan- in ov vánalig. Vildi hækka markið fyri stovns- peningi til partafelog. Hanus Joensen: — Halda sambært legtingssam- tyktirnar fast við stødu okkara í hernadarmålum. Leggja alla orku okkara í loysn av stóru átrok- andi málunum. Jona Henriksen: — Vit megna at reka politik, har hegt er til lofts og vítt til veggja — uttan at verða útvatnað. Halldór Hansen: — Yvirtøkur grundast á hvat okkara partur fyri ella ímóti telur. Undirgrunds- málið má fáa frægari loysn enn hana tá fjellini komu heim. Heiðurin fyri hervaldinum her á landi eiga núverandi samgonguflokkar Hanna Lisberg: — Líkasælan má ikki fáa fasta- tekur á fólkinum Tórólvur M. Olsen: — Áhugaverdar hugleiðingar um fiskivinnumál. Utróðrarflotin serliga fyri van- býti. Eingi útlit fyri, at samgongan ætlar at fíggja tómu grunnarnar. Minstulen eisini fyri út- róðrarmenn. Jóan P. Hansen: — Hugaliga frágreiðing um, hví so mong taka undir við javnaðarstevnuni. Út- búgvingin má eisini lagast eftir vinniligum tervi. Lækkan av pensiónsaldrinum. Sambandið við fakfeløgini má mennast. Hilmar Bech: — Gott vinnuliv er trygdin fyri rættlætispolitikki okkara. Hóast vit ynskja kelduskatt, so eru vit langt frá málinum enn. Niclas Mikkelsen: — Havi góðar vónir fyri undir- teku við politikki okkara — organisatiónsviður- skiftini kunnu vit beta nakað. Hugaligt var tað aftur at hava hevi til at á javn- aðarligum hugsjónarsteði at viðgera hjartamál floksins eins og aðalmál tjóðarinnar uttan ampa av kevandi samgongutreyt- um. Samfelda og stimbrandi niðurlag fundarluttak- aranna var, at øll gera sítt til at manna henda flokk enn sterkari, økja åvirkan hansara, so hann roynist tjóðini enn drúgvari, og at vit higanifrå og til sigurin iheyst er vunnin, hvørja tíð og stund varðveita hugin og viljan til at gera vart við sjónarmið okkara, stríðið fyri sosialistisku stevnuni. Syna hugin til at verja rætt hins veikara sosialt, arbeidsliga og vinnuliga. Viljan til at reka eftir hæli høgraågangin og til at sorla og jarðleggja ný- fasistiska partin av hesum hegraágangi. Hugin og viljan til at bera javnaðar- rørsluna fram til fullan sigur, so vit aftur uttan himpr kunnu átaka okkum stjórnarleiðslu, landið og tjóð at gagni. seg út til val í heyst Hugaligt mátti tað vera fyri floksformannin at seta so fjølsettan fund. Tað skuldi eisini sýna seg, at altráur hugur var fund- arfólksins ímillum fyri at geva júst hesum fundi tan hugsjónarliga og fjeltátt aða dám, ið framyvir vil gera hann til ein hin minniligasta og - sst hug vekjandi Frågreiding floks- skrivarans Greitt varð gjella frá floksarbeiðinum síðan seinasta landsfund. Ávíst var, at enn kundi eitthvert gerast fyri at beta um sambandið millum flokk og feleg. Avíst varð, at floksskrivstova til at taka sær av felagsvirksemi floksins kundi beta um hetta. Sambært lógum floks- ins eru heimildir fyri stan av politiskum og organisa- toriskum skrivarum og varð hetta tilmælt. Samstarv okkara við aðrar brødraflokkar eigur at stimbrast. Víst var til skrivarastevnu javn- aðarflokkanna í Havn seinasta ár, har felags- niðursteðan var, at stersti dentur mátti leggjast á sloksáskoðaninar, hetta kom at geva styrki úteftir, samstundis sum lívgað varð um sosialistisku hug- sjónina í Norðurlondum. Týðiligt ynski er frá ødrum brødraflokkum fyri, at eisini okkara flokk- ur gerst partur av norður- lendska samstarvinum millum javnaðarflokkar, og eiga vit at finna fíggj- arligar loysnir fyri eisini at vera við í hesum menn- andi samstarvi. Hugur var eisini fyri, at vit gerast limir í SI og Samak (Sosialistiska In- ternationala) og nerrena samstarvsbólkinum hjá norðurlendsku javnaðar- flokkunum og arbeiðara- rerslum. Áheitan er send um limaskap í Samak, har vit Vágamenn og norðstreymoyingar leska sær á og práta í kaffiletuni eiga at royna okkum, fyri síðan, tá fíggjarstyrki og royndirnar loyva tað, at víðka samstarvið úteftir viðeitt nú SI. Skrivarin ávísti at enda, at nú ráddi meira enn nak- rantíð áður um at fylkja Føroya fólk um ta frælsu sosialistisku stevnuna, so- leiðis sum hon er rist i stevnumið Føroya javn- adarfloks. Frågreidingin frå formanninum Floksformadurin Atli P Dam hevði drúgva og hug- vekjandi frágreiðing um farna ár og stevnumiðini framyvir. Greitt varð frá positiva og hugsjónarliga and- steðupolitikkinum, ið rikin hevur verið seinastu árini, serstakliga, at hesin hevði verið grundaður á veruligu fíggjarorku føroyinga, so hesin í størri mun gagnaði vanliga borgaranum í Feroyum. Ivadist ikki i, at ábyrgd- arkendi andstødupolitikk- ur okkara, sum alsamt miðaði ímóti rættvisum býti av landsins ágóðum og harvið víðari framá á javnaðarleið, í longdini mundi fara at roynast betur enn vanligi geldi andsteðupolitikkur teirra borgarligu. Tann politikk- ur, ið einans er grundaður á áhaldandi lastan og yvir- bjóðan av hver eðrum, hetta uttan fyrilit fyri orku landsins. Hesin sakligi og fram- burðskendi andsteðupoli- tikkur okkara verður tað, ein demokratiskur og so- sialistiskur flokkur sum okkara má byggja víðari á, tá landsleiðslan aftur verður okkara. Hegrarákið, ið av álvara hevur gjørt vart við seg