Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-27, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 1984síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | | Nr. 38 * týsdagur 27. mars 1984 frælsi javnaður brødralag 57. årg. % kr. 5,- Landsstýrið skal »privatisera« teir reyðu: Fleiri bilforarar kenna Vit hava vunnið ein kvart sigur, segði Inge borg Vinther, formaður í Feroya Arbeiðarafelag, eftir rættarfundin um merkjamálið seinnapartin í gjár. Felagið fekk við- hald í sjónarmiði sínum, at málið ikki skuldi við- gerast í Feroya rætti, men í einum fakligum gerðar- rætti. Tað eydnaðist soleiðis ikki Feroya Arbeiðsgev- arafelag at fáa F.A. demt at viðurkenna, at tað framdi sáttmálabrot, tá tað 14. desember í fjør bannaði limum sínu á flakavirkjum at brúka merki. Sorinskrivarin spurdi arbeiðsgevararnar um teir vildu taka stevn- ingina aftur, men sakfer- ari teirra, Tórmóður Djur- huus, boðaði frá, at teir vildu hava dóm. Málið er nú tikið upp til dóms. Viðgerðin í Feroya rætti í gjár var bara um hetta eina; hoyrdi málið heima har ella ikki Sigurð Joensen, sakfer ari hjá F.A. fekk tí ikki brúk fyri flakakvinnu num, hann hevði boðsent at vitna um merkjaeftir litsskipanina. Úrslitið av rættarfundi num í gjár verður helst tað, at Feroya Arbeiðara- felag og Feroya Arbeiðs- gevarafelag nú fara at samráðast um merkini. Finst ikki ein samráðing- arloysn, skal ein gerðar- rættur avgera spurningin. bert ætlanina sum slatur Fleiri av bilfør- arunum hjå Strand- ferðsluni kring landið vita einki um ta privatiser- ing, sum landsstýr- ið ætlar at fremja um stutta tíð. Held- ur ikki sjálv Strandferðslan veit nakað um ætlan- irnar hjá landsstýr- inum og nekrum fáum bilførarum á hesum samferðslu- økinum. Í samrødu vid Dagblaðið i siåstu viku upplysir Ann- finn Kallsberg, lands- stýrismaður i strand- ferðslumálum, at lands- stýrið hevur samtykt, at teir >reyðu< lastbilarnir nú skulu seljast einstak- lingum. Eisini upplýsir landsstýrismaðurin, at bil- arnir skulu seljast í næst- um. Hinvegin sigur hann einki um prís, treytir, skipan, um allir eru vitan um ætlanina ella hverjir eru upp á tal og hverjir ikki eru tað. Tað er ikki eydnast Sosi- alinum at fáa fatur í lands- stýrismanninum fyri at fáa hann at útgreina ætlanina. Og á fyrisitingini hjá Strandferðsluni upplýsir stjórin, Johan Restorff Jacobsen, at Strand- ferðslan hevur ikki verið við til nakrar samráð- ingar. Hann veit heldur ikki nakað ítekiligt um ætlanina. Bert sum slatur Sosialurin hevur vent sær til onkran av bilførarunum hjá Strandferðsluni kring landið. Men teir kenna einki til ætlanir lands- stýrisins uttan sum slatur. Teir vita tí ikki, um ætlanin rakar teirra rutur ella ikki. Teir vita hverki, um teir eru keyptir ella seldir. Onkur teirra, Sosialurin hevur tosað við, heldur tað vera legið, at lands- stýrið ferir slíkar »undir- handssamrådingar« við nakar. - Tað er óhugnaligt, at alt hetta fer fram aftan fyri ryggin á fleiri bilfør- arum, sigur ein, sum Sosi alurin hevur tosað við. Í samreðuni við Dag- blaðið sigur Annfinn Kallsberg annars, at um- leggingin verður átek teirri umlegging, sum hendi í Havn við Bussleið- ini. Hetta samsvarar við teir upplýsingar, Sosi- alurin hevur fingið, um, at teir komandi — »bileig- ararnir< skulu keypa bil- arnar fyri eina ávísa met- ingarupphædd og skulu síðan fáa ein so og so stór- an peningaupphædd um mánaðin fyri raksturin. Peningurin sum kemur inn fyri farmaflutningin fer til Strandferðsluna, meðan dagligu útreiðsl- urnar fara av upphæddini, »bileigarin« fær. Nakrir fáir Annars er okkum upplýst, at ynski um privatisering, ella »umlegging«, sum landsstyrismadurin kallar ætlanina, ikki hevur havt serliga breida undirtøku millum bilferarnar hjá Strandferðsluni. Hann, sum serliga hevur gingið á landsstýrið fyri at fáa privatiseringina í lag, er Arni Berg. Hann hevur áður starvast hjá Strandferðsluni, men varð uppsagdur ífjer. Hann rekur nú tveir bussar í Havnini. Tveir aðrir, sum eru nevndir í samband við ætlanina, eru Gunnleivur Danielsen, sum eisini rekur bussar í Bussleiðini, og Eliesar Hej, sum býr á Strondum, og koyrir last- bil hjá Strandferðsluni. Sambært upplýs- ingunum í Dagblaðnum skulu fyrst bilarnir á | p meginøkinum seljast. Kanska ein i Klaksvik eisini. I ti sambandinum er Oivheðin Jacobsen nevndur. Síðan verður upplýst, at: „teir báðir í Sandoy longu hava eina líknandi skipan«. Almennur-privatur vavstur Í Sandoynni er skipanin tann, at ein maður, Asmund Johannesen, í hevur tveir Miðstovuni, lastbilar um hendi. Fyri at fyrisita hetta er hann eina upphædd, sum sambært tí okkum er upp- lýst, liggur millum 150.000 og 200.000 kr. Síðan hevur hann tveir bil- ferarar, sum eru lentir beinleiðis av Strand- ferðsluni. Harafturat ber Strandferðslan útreiðslur til olju, dekk o.a. viðlíka- Framhald á síðu 5 Javnaðarfólk á landsfundi í Norðurlandahúsinum Latið okkum jarðleggja nýfasistiska høgraågangin Sida 2 og 3