týsdagur 27. mars 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 38 — 27. mars 1984
Svimjisambandið og svimjing:
Síða 9
Nýggjar lógir, nýggjar
reglugerðir og føroysk met
Í 1983 álegði aðalfundurin í Svimjisam-
bandi Foroya neundina at innkalla til
1984 har nýggjar lógir,
kappingarreglur og reglugerðir skuldu við-
eykaaðalfund í
gerast.
Sunnudagin heuði neundi so kalla til
eykaaðalfund
Svimjifelag í svi
i hølunum
hjå Havnar
mjihøllini i Gundadali.
Nógvar broytingar í lógum og viðtokum
eru framdar og loyva vit okkum at prenta
brot úr ymiskum.
Svimjisambandið sigur,
villur og stavivillur annars verða rættaðar
tá lógin verður endaliga reinskrivað
Almennar regl-
ur fyri svimjing
Á eykaaðalfundinum varð
eisini samtykt ein almenn
reglugerð fyri svimjing
Henda reglugerð er í 13
greinum og loyva vit
okkum at endurprenta
nakrar av teimum her:
Almennar reglur
fyri svimjing
Grein 1.
Allar svimjikappingar i
Føroyum skulu haldast
eftir lógum og reglugerð-
um hjá FINA.
Í ivamálum er tann
enska útgávan av FINA
lógum og reglugerðum,
við síðstu rættingum av-
gerðandi.
Henda føroyska umset-
ingin er bert vegleiðandi.
Grein 2.
Hjálparfólk.
Til svimjikappingar skulu
minst vera hesi hjálpar-
fólk:
1 yvirdómari, 1 startari,
1 leiðandi tíðtakari, 2 tíð-
tikarir á hvørjari geil (hes-
ir eru eisini vendidómarir),
2 ella fleiri máldómarar,
3 ella fleiri vendidómarar,
2 dómarar til at ansa eftir
svimjihåtti, 1 frásegumað-
ur, 1 ella fleiri skrivarar, 1
skrivara til met og nálatíð-
ir.
Øll hjálparfólk skulu
vera á kappingarstaðnum
seinast 30 min. innan
kappingin skal byrja.
Grein 3.
Starturin
1. Í frísvimjing, bringu-
svimjing og firvalda-
svimjing skal byrjast við
startlopi
b. Eftir tekin frá yvir-
dómarinum: stíga luttak-
arinir uppá aftara enda av
startpallinum og verða
standandi har.
Tá startarin gevur boð-
ini: >Takið stødu«, skal
svimjarin beinanvegin
taka startsteðu á fremra
enda á startpallinum. Tá
ið allir luttakarinir standa
stillir, gevur startarin
startboðini (skot, bríksl
ella líknandi).
c. Starturin i ryggsvimj-
ing: Si grein 7. (starturin i
ryggsvimjing og liðmed-
ley).
d. Startarin skal kalla
svimjarinar aftur við 1. og
2. tjóvstart og minna
svimjarinar um ikki at
starta áðrenn startboðini
eru givin.
Tann ella teir luttakarir
ið starta áðrenn start-
at málsligar
boðini eru givin til 3. start,
skulu kolldømast. Um
startarin gevur start-
boðini aftaná henda tjóv-
start, skulu svimjarinir
ikki kallast aftur, men
tann ella teir luttakarinir
ið tjóvstartaðu, skulu koll-
demast aftaná kapp-
ingina.
Aftaná 2. tjóvstart
skulu svimjarinir fáa hesi
boðini: >Hetta var 2. tjóv-
startur, triðju ferð verður
starta og tann ella teir
luttakarir ið tjóvstarta
verða kolldømdir«.
e. Um ein svimjari
verður kolldømdur vegna
ósemiligan atburð á start-
staðnum, verður hetta
ikki mett sum ein tjóv-
startur.
Grein 4.
Kappingin
a. Tann, ið svimir tvertur
um og á henda ella annan
hátt darvar einum eðrum
svimjara, skal kolldomast.
Verður hetta gjørt við
vilja, skal yvirdómarin
fráboða hesa gerð til SSF,
sum avger um nakað víð-
ari skal henda.
b. Um henda gerð kann
hava darva plássi hjá
einum svimjara, kann
yvirdómarin lata henda
svimjarin svimja umaftur
í næsta riðli, ella annað
hóskandi tíðspunkt.
c. Í ellum kappingum
skal svimjarin, í vend-
ingini, nema veggin við
bulunum. Vendingin skal
vera móti vegginum og
tað er ikki loyvt at seta av
ella ganga á botninum.
Veggurin skal vera ein
fríur, væl sjónligur og
lodrettur veggur, ið ikki
má hava hondtek ella
annað líknandi.
d. Um ein luttakari
stendur á botninum, skal
hetta ikki kolldøma vid-
komandi, men hann má
ikki ganga á botninum.
e. Ein svimjari, ið svimir
einsamallur, skal svimja
strekkið fyri at gerast
vinnari.
f. Til liðsvimjingar skal
eitt lið kolldomast, um fet-
irnar hjá tí næsta svimj-
arinum eru leysar av pall-
inum áðrenn tann f ri
svimjarin hevur nomið við
veggin. Tó kann hesin
svimjarin fara inn til
veggin aftur og byrja, tá
er tað ikki neyðugt at fara
upp á pallin aftur.
g. Tað er ikki loyvt at
nýta nakað hjálpartól, ið
kann betra ferðina, flót-
ingina ella treystleikan í
kappingunum (t.d.
hanskar við fitjum,
svimjifitjur og annað
tilikt). Tad er loyvt at nyta
svimjibrillur og svimji-
hettu.
h. Svimjarin skal enda
kappingina i ti geilini har
hann byrjadi. Ein bringu-
svimjari verdur ikki koll-
dømdur, um hann kavar
undir, vid hægst einum
svimjitaki, vid ti endamåli
at fara aftur å sina geil.
i. Bannað atgongd i
hylin.
1. Ein svimjari, ið ikki
luttekur i einari kapping,
og fer i hylin meðan kapp-
ingin verður svomin,
áðrenn allir svimjarinir
eru lidnir, skal kolldomast
frá sínari næstu kapping.
2. Ein og hver luttakari
á einum liði og
hansara/hennara lið skal
kolldomast í einari kapp-
ing, um ein annar liðlut-
takari enn tann svimjarin
ið eigur at svimja, fer í
hylin meðan kappingin fer
fram, áðrenn luttakarinir
á ellum liðnum eru lidnir.
Næstu greinarnar eru um
ymsu svimjihættinar.
Grein 5 umreður bringu-
svimjing, grein 6 firvalds-
svimjing (Butterfly), grein
7 ryggsvimjing, grein 8
frísvimjing og grein 9
medleysvimjing
Í grein 10 verður sagt
hvat svimjarin skal:
Grein 10.
Svimjarin skal
Luttakari til kappsvimj-
ing...
a. skal vera ílatin svimji-
klæði samsvarandi FINA-
reglum
b. skal vera til reiðar í
góðari tíð innan sjálva
kappingina
c. skal beinanvegin eftir
hverja lokna kapping
(riðil) fara av kappingar-
ekinum
d. skal fylgja teimum
boðum, sum hjálparfólki
gevur
Grein 11 umreður mál-
dómarar og tíðtakarar,
meðan grein 12 snýr seg
um hvat gerast skal í sam
band við mótmæli
Grein 13, seinasta grein
in í reglugerðini, snýr seg
um hvussu skráin, tann
prentaða, skal síggja ut,
ella rættari hvat skal vera
í henni.
Grein 13.
Skráin
a. Í skránni skulu standa
nevnini á teimum luttak-
andi feløgunum (eisini
stuttstavað).
b. Nevnini á teimum, ið
starvast sum hjálparfólk,
og hverji sterv tey rekja
c. Heitini á teimum ein-
støku kappingunum
nøvnini å luttakarunum,
tilskilad årgang og felags
navn stuttstavad
d. Alt sum hildið verður
kann hava áhuga hjá
svimjarunum og
áskoðarunum.
Føroyameistara-
kappingarnar
Svimjisambandið hevur
nú samtykt tvær reglu-
gerðir fyri FM-kappingar.
Tann eina er fyri tey
vaksnu, meðan hin er
reglugerð fyri »Små-Ung-
linga Meistarakapping-
ina“, stuttstavar SUM.
Reglugerðirnar eru
nærum tær somu, men
grein 7 fyri SUM sigur á
hvønn hátt tey yngru
verða býtt í bólkar. Har-
afturat er sjálvandi
munur á teimum teinum
teir ymsu bólkarnir
svimja.
Vit prenta her reglu-
gerðina fyri FM:
Grein I.
SSF skipar á hverjum ári
fyri FM í svimjing. Kapp-
ingarnar skulu fara fram í
apríl.
SSF fær allan ágóðan og
ber allar útreiðslur, ið
standast av kappingini
Grein 2.
Lýsing
Lýsast skal til FM 4 vikur
frammanundan
Grein 3.
Tilmeldan
a. Skrivlig tilmeldan, á
startkortum, skal vera
kappingarnevndini í hendi
seinast 2 vikur innan lýsta
kappingardag.
A startkortunum skal
standa: Navn, árgangur,
felag, svimjigrein, kapp-
ingarnummar og besta tíð
í kalendarárinum.
b. Til liðkappingar skulu
luttakaranevnini vera til-
skilað. Tó kunnu heis
broytast, í seinasta lagi 8
kappingar áðrenn liðkapp
ingarnar byrja. Tá skulu
oll liðini lata luttakara
nevnini í startraðfylgju
c. Saman við tilmeld
ingunum skal fylgja
serligur tilmeldingarseðil
við nøvnunum á øllum lut-
takarunum, fødingarår og
hvussu nógvar kappingar
hver einstakur skal
svimja. Á hesum seðli skal
navni á liðleiðarinum
eisini skrivast. (Liðleið-
arin skal vera tilstaðar
undir allari kappingini).
d. Tá tilmeldað verður.
Framhald á síðu 10