hósdagur 29. mars 1984síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 39 — 29. mars 1984 tíðindablaðið B | Si I rin É Síða 5
Merkjamálið í Foroya rætti:
F.A. fekk viðhald.
Málið hoyrir heima í gerðarrætti
— Tulkingin av rættinum hjá arbeidsgev-
ara at leiða og fyriskipa arbeiðinum hoyrir
saman við sáttmálanum og er ti ein spurn-
ingur, gerðarrættur skal avgera,
Føroya rættur.
Arbeiðsgevarafelagið vil hava dóm. Vil
hava greiðu á rættarstoðuni
Feroya Arbeiðarafelag
hevur ongantíð sett seg
ímóti, at merki verða
brúkt, tá góðskan hjá
flakinum skal kannast.
Men felagið er ímóti, at
merkini verða brúkt til at
økja um framleiðsluna, til
at trýsta fólkið at arbeiða
skjótari.
F.A. er ímóti, at merkini
verða brúkt til at máta,
hvussu nógv hver flaka-
kvinna arbeiðir.
Á hetta legði sakferarin
hjá F.A. dent, tá merkja-
málið var fyri í Feroya
rætti mánadagin.
Sigurð Joensen segði, at
onki er at ivast i, at enda-
måli vid merkjunum i
sambandi við tímalent
arbeiði var annað enn
góðskueftirlit. Tí bara ein
av hverjum 60 ella 80
fiskabakkum verður
góðskukannaður, segði
hann.
Sigurð Joensen kravdi,
at Føroya rættur visti
máli ðfrá sær, tí tað hoyrir
heima í einum fakligum
gerðarrætti, sum kann set-
ast sambært sáttmálanum
millum Feroya Arbeiðs-
gevarafelag og Feroya Ar-
beiðarafelag.
Í eðrum lagi kravdi
Sigurð Joensen frídeming.
Men hesin pástandurin
gjerdist ikki aktuellur, ti
sorinskrivarin gav Sigurði
Joensen rætt í, at ein gerð-
arrættur eigur at viðgera
trætuna um merkini.
Ongin arbeiðs-
rættur
Arbeiðsgevararnir vildu
hava Føroya rætt at døma
F.A. at vidurkenna, at tad
hevði ikki loyvi at banna
limum sínum at leggja
merki í bakkarnar.
Sakferarin hjá arbeiðs-
gevarunum, Tormóður
Djurhuus, legði dent á
rættin hjá arbeiðsgev-
arunum at leiða og fyri-
skipa arbeiðinum. Ongin
ivast í hesum rætti, segði
hann.
Tórmóður Djurhuus
nevndi eisini gomlu regl-
una um, at friður skal
vera, meðan såttmålin
gongur.
F.A. hevur gripið kollek-
tivt inn í verandi sátt-
málaviðurskifti. Tað er
ólógligt, tað er sáttmála-
brot, segði Tórmóður
Djurhuus.
Vit hava ongan arbeiðs-
rætt í Feroyum. Feroya
Arbeiðsgevarafelag vil tí
hava Feroya rætt at siga,
hvat er lógligt og hvat er
ólógligt.
Felagið vil hava at vita,
hver rættarsteðan er
Spurningurin um eftir-
litsskipan á flakavirkjum
kemur í aðru syftu, og
arbeiðsgevararnir vilja
ikki avvisa, at hesin
spurningur er egnaður at
leggja fyri ein gerðarrætt,
greiddi Tórmóður Djur-
sigur
Til limir
Føroya Arbeiðarafelags
Føroya Arbeidarafelag ger hervið limum sínum kunnugt, at frå
6smorgni 15. desember verður noktað øllum limum felagsins at
eggja merkir í bakkarnar til skráseting og uppteljing av einstak-
inga arbeiði á flakavirkjunum.
Føroya Arbeiðarafelag
Upphavið til stevningina frá arbeiðsgevarunum. Bannið er enn galdandi.
Bara tvey flakavirki brúka nú tímalen. Hini hava bonusskipan, sum formelt er í
lagi, sigur F.A.
Arbeiðsgevararnir vilja fyrst hava greiðu á, um hendan lýsingin er lóglig ella ikki.
Síðani kunna vit altíð tosa um eina eftirlitsskipan, siga teir
huus Feroya rætti frá.
Vit kunna íkki
góðtaka mátan hjá F.A.
soleiðis at banna limum
sinum at gera sum ar-
beiðsgevarin sigur.
Hetta er ikki galdandi
arbeiðsrættur, segði hann.
Ikki verkfall
Sigurð Joensen vísti aftur,
at her er talan um sátt-
málabrot.
Talan er ikki um verk-
fall ella arbeiðssteðg, men
eina roynd at fáa skilagóð
viðurskifti á flakavirkj-
unum.
Sigurð Joensen vísti á,
at í grannalondum okkara
verður ikki brúkt at kanna
við merkjum, hvussu
nógv, hver arbeiðari ger,
tá hann arbeiðir fyri tíma-
løn.
Hetta er ókent fyri-
brigdi, segði Sigurð
Joensen og legði fram fjar-
rit frá A.S.I., íslendska
meginfelagnum.
Sigurð Joensen hevði
fyrireikað seg væl. Hann
hevði latið rættin skilt, at
hann hevði drúgva próv-
ferslu. Hann hevði m.a.
boðsent fleiri flakakvinn-
um at vitna um merkja-
skipanina. Men hann fekk
ikki brúk fyri teimum. Tí
sorinskrivarin boðaði frá,
at hann tók undir við, at
málið skal viðgerast í fak-
ligum gerðarrætti.
Í einum slíkum gerðar-
rætti eru umboð fyri bæði
felegini umframt legfreð-
ing frá sorinskrivaraem-
bætinum.
Sorinskrivarin vísti á, at
viðgerðin í Feroya rætti
kann taka drúgva tíð, ikki
minst, um dómurin verður
appelleraður.
Hinvegin kann
gerðarrættur taka
endaliga avgerð skjótt.
Sorinskrivarin spurdi,
ein
eina
um arbeiðsgevararnir
vildu taka aftur málið,
men eftir stuttar ting-
ingar boðaði sakferarin
frá, at teir vildu hava dóm
Málið bleiv tí tikið upp
til dóms
Feroya Arbeiðarafelag
vann fyrsta umfar
Men nekur eru eftir.
Sum formaður felagsins,
Ingeborg Vinther, segði
eftir rættarfundin:
Vit vunnu ein kvart-
an sigur
hd
Sjonvarpsfeløgini í Suðuroynni
eisini Óvissa framtið
Í næsta mánað fara limir-
nir í teimum báðum sjón-
varpsfeløgunum í Suður-
oynni at avgera, um feløg-
ini skula avtakast ella
halda fram og tá hvussu.
Landsstýrið hevur givið
sjónvarpsfelegunum
kring landið boð um at
gevast at senda, nú Sjón-
varp Feroya byrjar.
Seinasta sendingin er
sunnudagin 1. apríl.
Vit hava tosað við for-
Tveir sekt
leiðarastarv
Bert tvær umsóknir eru til starvið sum leiðari fyri
royndarsteðina á Heygsgarði í Kollafirði.
Umsóknarfreistin var úti hálvan mars og nýggi
leiðarin skal byrja í starvinum 1. oktober í ár.
Landsstýrið setur starvið.
menninar í Vágs sjón-
varpsfelag og Tveroyrar
sjónvarpsfelag. Hvergin
tordi at siga, hver fram-
tíðin hjá felegunum verð-
ur.
Eyðun Johansen í Vági
sigur, at nevndin skal
hava fund síðst í hesi vik-
uni. Tá verður væntandi
avgjert, nær aðalfundurin
skal vera. Á hesum aðal-
fundi skula limirnir av-
gera, hvussu verður við
felagnum.
Eyðun Johansen vænt-
ar sjálvur ikki, felagið
heldur fram. Verður av-
gjørt at avtaka felagið,
skal aðalfundurin avgera,
hvat skal gerast við ognir-
nar. Telefonverkið er sinn-
að at yvirtaka ein part av
útgerðini til Sjónvarp Fer-
oya at brúka.
Pengar verða helst ikki
nógvir til avlops, heldur
formaðurin. Tað kostar
einar 10.000 kr. um mán-
aðin at reka felagið. Tær
fara til løn o.a.
Vágs sjónvarpsfelag
hevur knappliga 480 limir
í Vági, Porkeri, Hovi og
Sumba og limagjaldið er
300 kr. um árið.
Felagið hevur sent fýra
kveld um vikuna. Men
hesa seinastu tíðina hevur
verið sent hvert kveld fy
at fáa frá hondini ell bond,
felagið hevur liggjandi.
Vágs sjónvarpsfelag
sendir bæði Dalla.:, tappað
úr svenska sjónvarpinum,
og Dollars.
Auktión
Á Tveroyri verður manna-
gongdin tann sama. Fyrst
nevndarfundur um stutta
tíð og síðani aðalfundur.
Tveroyrar sjónvarpsfel-
ag hevur stívliga 400 limir
og teir gjalda 500
kr. um árið.
Formaðurin, Heri Jo-
hansen, veit ikki um felag-
ið fer at halda fram. Hann
sigur, at tey hava spurt
Landsstýrið, um tey
kunnu sleppa at halda
fram sum lokal-TV, men
Torbjern Poulsen svaraði
kortanei.
Telefonverkið hevur eis-
ini boðið sær til at taka
professionellu útgerðina
hjá Tveroyrar sjónvarps-
felag. Og Heri Johansen
roknar við, at bond o.a.
verður selt á auktión.
Tveroyrar sjónvarpsfel-
ag hevur sent fimm kveld
um vikuna.
Sjónvarpsfelegini í Suð-
uroynni hava sent umleið
eins leingi og Sjónvarps-
felagið i Havn, t.v.s. í
fimm ár. Bæði feløgini
hava eisini gjert sending-
ar.
hd