hósdagur 29. mars 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Fremur bygda-
menningina
Á TINGI hevur javnaðarflokkurin
skotið upp at nevnd verður sett
við umboðum fyri kommunurnar
og landsmyndugleikarnar at gera
uppskot til legtingslóg um
kommunalan útjavningargrunn.
JAVNAÐARFLOKKURIN vísir á,
at í nógv ár er tað fíggjarliga býtið
millum landskassan ødrumegin og
kommunukassarnar | hinumegin
broytt, soleiðis at landskassans
partur av teim samlaðu almennu
inntøkunum er vaksin munandi
meira enn parturin hjá kommunu-
num.
EISINI VÍSIR flokkurin á, at inn-
tøkugrundarlagid hjá teimum ym-
isku kommununum er rættiliga
ymiskt, og tí verður mælt til, at ein
kommunalur útjavningargrunnur
fær sín pening úr landskassanum
ella burtur av landskassans inn-
tókum, og at grunnurin síðani eftir
ávísum reglum skal veita
kommunum ið hava avmarkað
inntøkugrundarlag ein ávísan
figgjarligan studul.
Í ÁLITI sínum til fíggjarlógarupp-
skotið hevur javnaðarflokkurin
mælt til, at 20 milliónir kr. verða
settar av til kommunalan útjavn-
ingargrunn, og at grunnurin verð-
ur bundin tey fyrstu fimm árini.
T. v. s. at grunnurin skal koma upp
á 100 milliónir kr. áðrenn hann
skal undir at gjalda pening út. Tá
verður sostatt talan um eina
munagóða hjálp hjá smáum og
miðalstórum kommunum.
UM VEDURLAGID sigst, at oll tos-
að um tað, men eingin ger nakað
við tað. Fleiri halda at bygdamenn-
ingin er í somu støðu sum veður-
lagið. Her eru vit kortini ikki samd-
ir við tey sum siga hetta. Frá al-
tíðindablaðið
Argjavegur 26
Postsmoga 76.
3800 Tórshavn
telefon 11820
oddagrein
mennari síðu er nógv gjørt t. d. fyri
at útvega øllum bygdum tíðar-
hóskandi vegasamband. Frá al-
mennari síðu er strandferðslan
bygd upp til ein vælvirkandi stovn
sjó-, land- og loftvegis. Eisini fáa
kommunurnar ávísan stuðul til
skålabygging, havnir og lendingar
0. s. fr.
UMFRAMT HETTA hevur lands-
kassin nú í mong ár eisini verið til
reiðar at seta upp til 20% í parta-
peningi i arbeiðsskapandi tiltøk
kring landið. Her var tað eisini
javnaðarflokkurin sum gekk á
odda bæði tá talan varð um at
fremja vegasambandið, at út-
byggja strandferðsluna og at tað
almenna skuldi seta partapening í
arbeiðsskapandi tiltøk serliga úti á
bygdunum.
MEN FYRI at skapa livilig kor og
trivna úti á bygdunum er tað neyð-
ugt at tær kommunalu eindirnar
gerast fíggjarliga sterkar og harvið
førar fyri at skapa tær neyðugu
fortreytirnar. Fortreytir fyri set-
húsabygging, fortreytir fyri ar-
beiðsskapandi tiltøkum og for-
treytir fyri ymiskum tiltøkum sum
fremja trivna hjá børnum og ung-
um, teimum í manndómsárum og
gomlum.
VIT KUNNU øll ásanna, at hóast
nógv er gjørt fyri at fremja eina
menning av bygdunum, so eru úr-
slitini ikki tey heilt stóru og tí er
tað neyðugt at gera enn fleiri
royndir. Javnaðarflokkurin metir
at tann kommunali útjavningar-
grunnurin kann gera útslagið.
VIT HEITA á hinar flokkarnar á
tingi um at taka undir við hesum
skilagóða uppskoti. Og vit rokna
við at hetta fær undirtøku.
Nú ræður um at hølva
Tað er ikki so merkiligt, at
okkara nýggi fólkatings-
maður fær nógva umtalu í
donskum blødum.
Hansara avrek eru ju
rættuliga einastandandi i
okkara parti av heiminum.
Sum t.d. tå hann sigur seg
hava »høvlet fredsbevæ-
gelsen ud af Færøerne,
fået den latterliggjort og
føet den reduceret til et
par hundrede forviste
får …
Her kann jú sjálvur
Poul Schlúter fara heim og
leggja seg. Hóast hann
enntá er statsministari,
hevur hann ikki megnað
at »høvle« fridarrørsluna
ut år Danmark. Fara vit
til onnur lond i vestur-
heiminum stendur eins illa
til.
Hóast stjórnarleiðarin i
Týsklandi er tann konser-
vativi Helmuth Kohl, er
friðarrerslan har so sterk
sum nakrastaðni, og har
kundi sanniliga verið brúk
Nr. 39 — 29. mars 1984
Politiskur sjónleikur —
Tá ið sitið varð skýming
undan ljósatendring, og
fólki legði arbeiðið frá sær
eina letu, varð mangt havt
frammi, bæði til gamans
og álvara.
Sagt varð frå søgum og
hendingum, ein vísa kvød-
in, og stundum vóru gåt-
urnar havdar å lofti.
Tey, ið nærkast teimum
seksti, hóma onkrar av
hesum hugnaligu let-
unum. Ein gátan ljóðar:
»Klørast og bitast um
dagin, hálsfevnast um
nåttina«. Síðan svaraði
ein, ið gitti rætt: >Tað eru
kardarnir«.
Tå kardasetningurin var
rokkin, vórðu karðarnir
lagdir saman hver ímóti
eðrum, lagdir inn undir
strábonkin, har teir lógu
friðarligir og hálsfevndust
aftan á at hava klórast og
bitist.
Hendan gátan rann mær
til hugs undir einum orða-
skifti í tinginum, har sam-
gongumenn ruku í tátt-
arnar hver á eðrum í harð-
ari orðgongu, eins og karð-
arnir.
Neyvan finnist ein týðu-
ligari mynd av sitandi
samgongumonnum.
Sambandsflokkurin, fól-
kaflokkurin og sjálv-
styrisflokkurin, teir berj-
ast dúgliga, klórast og bit-
ast eins og karðarnir, men
týðiliga kemur til sjóndar
ein vinalig hálsfevning
eftir politiska sjónleikin.
Gåtan um karðarnar
kundi ti lika væl verið
gjørd um samgonguna.
Tad er so mangt, ið
bendir á, at ósemjurnar
einans eru politiskar káva-
gátan gitt
lóti., ætlaðar til at káva
útyvir vánaliga politiska
handalagið.
Sambandsflokkurin er
at meta sum yvirkarðin og
fólkaflokkurin sum undir-
karðin, meðan sjálvstýris-
flokkurin ímyndar karða-
villan sum karðarnir báðir
royna at greiða og taga
sundur.
Eingin samgonga í
Føroya politisku søgu h
hevur dugad so væl at
spælt politik og skapt
politiskar kreppur, sum
sitandi samgonga.
Heilt frá byrjanini
hevur verið roynt at fáa
fólkið at venda eygunum
ímóti hesum kreppum fyri
at erkymla, so tey veru-
ligu problemini kámast.
Men nú man feroying-
urin yvirhevur varnast, at
hetta einans eru saman-
løgd ráð, at hetta eru
loyniavtalur at spæla
ósamdir, fyri harvið hver í
sínum lagi at fáa politisk-
an vinning.
Tað, sum nú verður
leikað við, eru hesi nógv
umreddu bergholini.
Hetta mátti verið
ovmikið dýrt leikutoy.
Fólkafloksmenn siga, at
tað skal farast til Suður-
oyar at bora og spreingja
ímillum Sumba og Lopra,
tá ið liðugt er igjøgnum
Lorvíksfjall.
Sambandsmenn siga,
einki berghol í hesum val-
skeiðinum, tí eingin pen-
ingur er tekur.
Sjálvstýrisflokkurin vil,
at holið ímillum Signabø
og Kalbaksbotn skal
gerast áðrenn, tí soleiðis
er avtalan.
Páll Wang (fólkaflokk-
urin) lovar at seta hart
ímóti herðum og ætlar at
fremja bergholsgerðina til
Sumbiar á annan hátt, so
her er ætlanin at fara til
logtingið við málinum.
Har fæst uttan iva meiri-
luti saman við parti av
andsteðuni.
Verður hetta gjert,
verður uppskot lagt fram
um val, sigur logmaður;
hetta fær stuðul frá sjálv-
stýrisflokkinum.
Skemtiligt verður at
síggja, hvussu fólkaflokk-
urin, eisini hesa ferð, fer at
ringja seg uttan um, tá ið
atkveðast skal um
Sumbiar-holið, tí uppskot
er lagt fram av andsteðu-
monnum úr Suðuroy
saman við Adolfi Hansen.
Fer fólkaflokkurin ikki
at atkveða fyri hesum
uppskoti, so er tað aftur
ein váttan fyri, at ongan-
tíð sum nú spælir fólka-
flokkurin politiskan sjón-
leik.
Jergen Thomsen
a ———i<———icewww
fyri einum Óla B. Steðan
er tann sama í Bretlandi
og USA, hverki Reagan
ella Thatcher hava kunnað
helvað hesa rerslu út úr
teirra londum. Nú nýta
teir ganska víst sum
undanførslu, at hetta ikki
ber til í einum demokra-
tiskum landi, men tað
kann bera vera sagt fyri at
fjala yvir teirra evnaloysi.
Tað er tó eitt land, sum
á ein sera effektivan hátt
hevur helvað tá friðar-
rørslu, sum ikki hóvar
teimum lokalu stavna-
monnunum, út úr land-
inum, og har av rettum
eisini kann sigast, at tey,
sum eru eftir, bert eru
nekur >forviste fára.
Hetta er Sovjetsamveldið.
Í hesum landi er bert loyvt
at hava eina hugsan um
frið, og gud náði teimum,
sum vága sær nakað
annað. Tey skuu rokna
heilt víst við at fáa somu
lagnu, sum friðarrerslan
sigst hava fingið í Fer-
oyum, nevniliga at ver
ahelvað út av landinum!
Stavnamennirnir i
Kreml frødast uttan iva
um, at teir hava fingið ein
so g6dan lærusvein i Før-
oyum, men arbeidid eigur
ikki at stedga vid at
helvað fridarrørsluna út
av landinum. Í donskum
bløðum gleðir stavna-
maðurin seg eisini um, at
tað gongur heilt væl við at
helvað eisini sosialistar út
úr hesum landi, og her
kann hann eisini læra av
Kreml. Teir hava dugað so
væl at helvað annarleiðis
hugsandi úr teirra landi,
at har er undir 1%, sum
kunnu roknast sum »for-
viste får«, sum eru í and-
steðu til teirra >fólka-
flokk.
Við hesi gongd kann tað
neyvan vara leingi til tann
sæla stund upprennir, tá
okkara stavnamaður eisini
kann boða frá: »Så har jeg
høvlet alle anderledes
tænkende ud af Færøerne
og fået dem reduceret til
et par hundrede forviste
får«.
Tå kann hann rættuliga
fu skrivad brøvini.
rokna seg sum líka maður,
ikki bert við stavnamenn-
inar í Kreml, men eisini
við stavnamenn í teimum
flestu londunum i
heiminum, sum eisini gera
hvat teir kunna fyri at
hølva ikki bert »skeivar«
fridarrørslur, men eisini
tey, sum hava eina
»skeiva« uppfatan av sam-
felagsvidurskiftum, ut av
landinum.
Vit ynskja
uppå forhond!
tillukku
iló
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
af