Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mars 1984síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 39 — 29. mars 1984 Hondbóltskapping: Væleydnað og væl fyriskipað Hondbóltskappingin sum VB skipaði fyri um viku- skiftið var væl eydnað og siga luttakarar at hon var avbera væl fyriskipað Um vikuskiftið skipaði Vágs Bóltfelag fyri stórari hondbóltskapping í ítrótt- arhellini í Vági. Hóast veðurguðarnir ikki vóru við VB, so kom hetta ikki at tarna kappingina. Eingir leik- arar aftraðu seg við at fara suður um fjerð, og vóru allir luttakarar glaðir fyri hetta, tí allir siga teir, at kappingin var avbera góð. Væl var skipað fyri og sjáldan er at kappingar- skrá er fylgd so nágrein liga sum hendan, siga luttakarar, ið rósa fyri- reikarunum fyri væla arbeiðið. Seks felog luttóku kappingini. Tey vóru Neistin, Kyndil, VIF, EB, TB og VB. Um 200 leik- arar royndu seg í hesi hondbóltsstevnu »Vår- kappingin« nevnd, ið vardi frá fríggjakveldi til sunnudag. Stevnan varð sett fríggjakveldið kl. 20,30 av Jórun Vinther, kappingar- stjóra, og kappast varð so allan leygardagin og meginpartin av sunnu- degnum. Kappast varð í fýra bólkum. Í kvinnu- bólkinum spældu Kyndil, Neistin, VÍF, EB og VB, meðan Kyndil, Neistin, VÍF, TB og VB luttaka í mansbólkinum. Í bólk- inum fyri gentur 16 ár spæla Kyndil, Neistin, TB og VBa og VBb, meðan Gentur 16 ár, Kyndil: Sólva Sorensen, Andrea luttakandi liðini í bólk- inum hjá dreingjum 16 ár vóru Kyndil, Neistin, VIF, TB og VB. Tað vóru sostatt 20 lið, ið luttóku í kappingini og vórðu 40 dystir spældir, um teir báðir avlýstu verða taldir við. Í mans- og kvinnudeild- ini vardi hver dystur 30 min., meðan dystirnir hjá gentum og dreingum vardi 20 min. hver. Vinnandi liðini fingu steyp til ognar, sum Fer- oya Banki, Ur og Optik, Gudmund Larsen og A/s J. Dahl Gerðum hevdu givið. Hjá monnunum var VIF sterkasta liðið og vunnu vestmenningar kapp- ingina við fullum stigatali, nevnliga átta, meðan Kyndil, ið varð nr. tvey fekk 4 stig. VB og Neistin fingu trý stig hver, meðan TB, ið varð aftasta liðið, fekk tvey stig. Í kvinnudeildini var tað sum so mangan áður Neistin, ið var stinnasta lið. Neistin fekk fult stiga- tal, meðan Kyndil, sum vant, var í helunum á teimum, við seks stigum — Kyndil tapti bert dyst sín móti Neistanum. Nr. trý varð VÍF við trimum stigum, meðan VB fekk tvey stig á fjórða sæti. Aftast varð EB við einum stigi. Arge, Edda Poulsen, Beinta Dahl-Olsen, Rannvá Justinussen, Jendis Gærdbo, Marjun Olsen, Else- beth Súsanna á Krákusteini og Conny Poulsen tíðindablaðið Í dreingjadeildini gjer- dist Kyndil vinnari við fullum stigatali, meðan bæði VB, VIF og Neistin fingu fýra stig Bert TB eydnaðist ikki at ognað sær stig. Í gentudeildini var Kyndil besta liðið. Kyndil vann við fullum stigatali, meðan VBa varð nr. tvey við seks stigum, nr. 3 varð Neistin, ið fekk fýra stig, meðan VBb varð nr. fýra við tveimum stigum. Nr. fimm og aftast varð TB við ongum stigi. VÍF, mansdeild: Jósvein Mikkelsen, Bergur Johansen, Hanus Durhuus, Jørgin Bech, Hedin Winther Olsen, Palli Askham, Aki Mortensen, Svend Age Seloy, Kåri Durhuus og Jåkup Durhuus Sida 7 Utsølan av tapeti byrjar månadagin í Kollafirði K lan Rasmussen ollafjørdur