hósdagur 29. mars 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið sgsialurin
Ein samdur og sterkur
javnadarflokkur brynjar
seg út til valstriðið
Javnaðarflokkurin helt árliga landsfundin i
Norðurlandahúsinum seinasta vikuskifti. Ongan-
tíð fyrr hevur so stór fjøld av javnaðarfólki úr øll-
um landinum mett til landsfund. Hetta bendir ikki
minst á, at javnaðarfólk eru fús at fara til verka í
hesum valári, nú tað ræður um at fáa borgarligu
samgonguna í minniluta aftur.
Aftaná landsfundin varð ein fundarsamtykt
gjerd, sum er soljóðandi:
>Landsfundur Feroya
Javnaðarfloks Havn í
degunum 23. og 24. mars
1984 hevur viðgjert poli-
tikk javnaðarfloksins og
te organisatorisku viður-
skiftini í flokkinum.
Somuleiðis hevur lands-
fundurin umrett Feroya
politisku, figgjarligu, bú-
skaparligu og sosialu við-
urskifti.
Landsfundurin tók und-
ir við floksins politikki á
tingi. Tað er ikki nakað
dulsmál, at flokkurin hev-
ur havt innanhýsis trupul-
leikar at dragast við.
Landsfundurin kom til ta
niðursteðu, at hesir
trupulleikar ikki eru sterri
enn, at teir kunnu og eiga
at verða loystir. Lands-
fundurin visti pørtunum á
eina semiliga loysn, sum
varð góðtikin. Ti er tað ein
samdur og sterkur javnað-
arflokkur, ið nú brynjar
seg ut til valstridid.
Landsfundurin for-
demdi politikkin hjá borg-
arligu samgonguni — ein
politikkur sum hevur ver-
ið ti ógagns fyri lentakar-
ar, útróðrarmenn, fiski-
menn, fólka- og avlamis-
pensionistar, ungdómin
og samfelagslivið sum
heild.
Landsfundurin ásannar,
at hesin politikkur í stutt-
um hevur verið tann, at
vanligi feroyingurin skal
bera munandi sterri part
av samfelagsbyrðuni.
Hesin politikkur er komin
til sjóndar við ektum
skatta- og tollbyrðum,
stórari niðurgongd í real-
lønini og eini alt ov høgari
útlánsrentu, ið lenar-
stættir landsins ikki eru
mentir at bera.
Landsfundurin átalar
dugnaloysi landsstýrisins
í samráðingum tess við
aðrar um fiskivinnu-
rættindi. Í hesum sam-
bandi kann vísast á:
vánaliga sáttmálan við
Noreg, ið hevur skert okk-
ara veiðumeguleikar, og
darvar eini endurnýgging
av rækjuflotanum,
vánaliga sáttmálan við
EF, ið hevur skert okkara
laksaveiðu, og í sterri
mun latið økir upp fyri út-
lendskum veiðuferum við
meskum niður í 100 mm
og við snerdum trolpos-
um. , ,
Landsfundurin åtalar
tann væntandi og skeiva
iløgupolitikkin, borgarliga
samgongan hevur rikið. Í-
løgur eru gjørdar i lutfals-
liga få, men kostnadar-
mikil arbeidsplåss.
Ílegurnar hava ikki
megnað at skapa tað
neyðuga talið av arbeiðs-
plåssum, ið skal til, um øll
skulu hava arbeiði. Úrslit-
ið av tí skeiva ílegupoli-
tikkinum hjá borgarligu
samgonguni er vaksandi
vinnuloysi, serliga millum
tey ungu. Samstundis
sum borgarliga samgong-
an hevur ekt so munandi
um uttanlandsskuldina,
at henda við árslok 1984
kemur uppá 3 milliardir
krónur.
Landsfundurin = tekur
undir við at vit leggja um
til samtidarskatt, men
kann ikki góðtaka ta
mannagongd, sum nýtt er
í sambandi við hesa um-
legging. M.a. kann lands-
fundurin ikki góðtaka, at
skattainnkrevjingin er
løgd ut til privatar við eini
EDV-skipan, ið gevur
peningastovnunum innlit í
teimum heilt óviðkomandi
upplýsingar um borgarar-
nar. Landsfundurin vísir
á, at samtidarskattaskip-
anin er skundað igjøgn-
um, og at útlit er til at
hendan skipan tí ikki kem-
ur at virka so væl, sum
javnaðarflokkurin hevði
ynskt.
Landsfundurin mót-
mælir EDV-skráseting av
persónligum upplýsingum
hjá privatum so leingi
ongin lóggáva finst fyri
hesi skráseting.
Landsfundurin heitir á
flokkin um at taka neyðug
stig til at lógaruppskot
floksins um minstulen til
útróðrarmenn verður
framt nú.
Landsfundurin tók undir við tí politikki, sum javnaðartingmenn hava ført á tingi
Landsfundurin áleggur
tingbólkinum at virka
fyri, at arbeiðsbýtið mill-
um ymsar veiðuhættir á
landleið okkara verður so
skynsamt, at mest megu-
ligt fæst burtur úr, uttan
at stovnarnir verða ov-
fiskaðir. Flokkurin kann
ikki góðtaka, at stýringin
av fiskiskapinum á land-
leiðini er løgd í hendurnar
.
.
rr ” tg
Umleið 200 fólk høvdu leitað sær í Norðurlandahúsið á landsfund hjá javnadarflokkinum
á stýrinum fyri ráfiska-
grunninum, og at henda
stýring verður framd um
prísásetingina soleiðis, at
ávísir bólkar av veiðu-
monnum gjalda fyri hesa
stýring.
Landsfundurin áleggur
tingbólkinum framhald-
andi at arbeiða fyri einum
skynsamari fiskaselupoli-
tikki, soleiðis at sleppast
kann undan steðugt aftur-
vendandi selukreppum.
Týdningarmesta stigið er
at tryggja tí almenna,
fiskivinnu og framleiðslu
veruligt innlit í fiskaselu-
mál.
Landsfundurin heldur
fast við, at Feroyar eins
og higartil skulu haldast
uttan fyri allar hernaðar-
ligar og marknaðarligar
Nr. 39 — 29. mars 1984
samgongur.
Landsfundurin tekur
undir við málsetninginum
í arbeiðinum hjá friðar-
rørsluni i Føroyum. Javn-
aðarflokkurin fordemir
alla politiska kúgan uttan
mun til hvar í heiminum
hon verður framd og lýsir
flokkurin sín fulla samhug
við teimum, sum liva
undir politiskum 6frælsi.«