Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mars 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 40 — 31. mars 1984 Skattavaldið aftur sett upp á pláss í rættinum: Arbeiði uttan løn kann ikki skattast! Skattavaldid he- vur ikki loyvi til at taka skatt av mettari inntøku, tå í veruleik- anum ongin innteka hevur verið. Heldur ikki, tá skattaborgarin arbeiðir uttan len fyri sítt egna partafelag. hevur Føroya rættur staðfest og harvið eru skatta- myndugleikarnir enn einaferð vorðnir við undirlutan, tá skatta- mál bleiv roynt í rætt- inum. Feroya rættur sigur stutt og greitt, at líkn- ingarnevndin í Tórs- havn, Líkningarráðið og landsskattanevndin tulka skattalógina skeivt. Henda avgerð hjá Feroya rætti fær av- leiðingar fyri fleiri mál um sama spurning. Í hvussu so er eitt er longu hjá rættinum. Talan er tí um ein prinsipiellan dóm. Líkt er ikki til, hann verður appelleraður til Eystara landsrætt. Dómurin fall 6. mars og freistin at appellera er tí úti næsta týsdag, Hetta 3. apríl. Trygve Samuelsen, sakferari hjá Lands- stýrinum, segði hós- dagin, at enn hevði Landsstýrið ikki bidid seg appellera. Arbeiddi uttan len Málið snýr seg um at arbeiða uttan len fyri egið partafelag. Ein maður arbeiddi í sjey og ein hálvan mánað uttan len fyri partafelag, hann eigur 51% í. Hóast hann onga inn- teku hevði hesa tíðina, bleiv maðurin kortini settur í skatt. Av mett- ari innteku. Málið endaði í kæru- stovninum, lands- skattanevndini, sum kom til hesa niður- steðu: >...Virði, so sum ókeypis arbeiðsmegi, ið koma partafelag til ar, har hann, ið hesi virði skapar, eigur ein stóran part av fel agnum, má kunna skattast sum innteka hjá viðkomandi“. Líkningarnevndin í Havn metti mánaðar- lenina til 7.000 kr (hetta var í 1979), men landsskattanevndin segåi her, at eftir sum maðurin eigur 51% av partapeninginum, so eigur metta inntøkan eisini at vera 51% av 7.000 kr. Stevndi Men maðurin og sakferari hansara vóru so vísir í, at skatta- myndugleikarnir fóru skeivir, at teir ivaðust ikki í at stevna. Í rættinum vísti sak- sekjarin á, at skatta- myndugleikarnir í veruleikanum hava skattað eina virðis- øking í ognum (aktiv- um) hansara. Virdisøkingin er komin av, at rakstrar- úrslit partafelagsins er batnað, ti hann ar- beiddi uttan løn. Og slíkt er als ikki loyvt at skatta. Heldur ikki er loyvt at skatta arbeiði, ongin len ella samsýning verður latin fyri. Saksøkti, Landsstyr- ið, hevði sjálvandi eina aðra meining: saksekti er hevuðspartaeigari og kann tí í veruleik- anum gera, sum hann vil í felagsins navni. Við ikki at gjalda sær sjálvum len hevur hann sett tað, sum svarar til lenina (7X7 1/2=52.500 kr.), í felagið. Feroya rættur var ikki í iva: arbeiði kann ikki skattast, uttan at ein ella onnur samsýn- ing er latin fyri tað! Rætturin demdi eisini Landsstýrið at gjalda sakarmáls- kostnaðin hjá saksekj- aranum, 6.000 kr. hd Torbjern Poulsen segði einaferð, at ongin verður verri fyri av samtíðarskattinum. Hann hevði ikki hug at steðga á og lurta eftir rødarunum hjá L.F.Ú., men skundaði sær inn í Tinghúsið. Fáir samgongumenn vóru at síggja uttanfyri. Neyvan bara tí, tað var so kalt 4,15 kr. um dagin Tingfundurin seinna- partin hósdagin bleiv slit- in, meðan L.F.U. við einum fólkafundi uttan- fyri í vátakava og kulda enn einaferð royndi at fáa politikararnar inni í tí fjálga salinum at síggja, hvussu trupul, steðan hjá fólki í útbúgving, hjá teimum ungu, verður, nú vit fáa samtíðarskatt. Men tær góðu, kontantu rødurnar, rinu ikki við. Fíggjarlógin er sam- tykt: tey ungu fåa 3 milli- Onir fyri 40. Tað verða umleið 4,15 kr. um dagin í part. L.F.Ú. fekk til fólka- fundin yvirlysingar um stuðul frá U.L.F., Ung- dómslandsfelagnum, og nekrum fakfeløgum. L.F.Ú. umboðar 2.500 fólk. Tey ungu siga, tey fara ikki at gloyma, hverjir tingmenn sóu til, at tey bert fáa aftur 7,5% av tí, tey nú skula av við í meirskatti. hd Hesi lótu tey standa eftir. Ein heilsan frá vónsviknum ungdómi Síða 5 Nýtt met í P/f Hverja viku verða stovnað tvey ella trý partafeløg í Føroyum. Metið í nýggjum partafeløgum, tað var frá 1981, bleiv væl og virðiliga gjørt til onkis i fjør. Í 1983 blivu stovnað 115 partafeløg. Metið var 94 i 1981. Og gongdin heldur fram. Higartil í ár hevur partafelagsskrå- setingin longu fingiå fráboðan um 24 nýggj felog. Nato-dagur í dag Í dag er Nato-dagur, sigur Unga Tjóðveldið, sum klokkan tvey seinnapartin skipar fyri almennum fundi um amerikansku her- steðirnar í Feroyum í gongugetuni í Havn. Á fundinum verða Í 1982 vórðu skrá- sett 84 nýggj parta- felog og í 1980 var talið heilt niðri á 44. Tann 1. januar 1984 vóru 842 partafeløg í Feroyum. Nekur fá feløg blivu strikað í fjer, men í 1982 varð »ruddad upp“ og tá blivu 47 partafeløg strikad sam- bært partafelagslógini. hd reður, tónleikur og felagssangur. Aftaná heldur fund- arhaldið fram í Mettu- stovu, har pallborðs- orðaskifti verður millum m.o. legtings- limir. Drekkamunnur fæst eisini.