Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mars 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Útgevari: p/f sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller Argjavegur 26 telefon 11820 Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen Køvandi og drepandi MIKUDAGIN hevdi løgtingid 1. vidgerd av einum uppskoti frå javnaðarflokkinum, har mælt verður til, at tingið tekur skipa- illøgupolitikk landsstýrisins til umrødu. SOMULEIÐIS varð mælt til at tingið tekur til umrødu landsstýris- ins totala forboð móti innfluttningi av skipum og íiandsstýrisins stødutakan til stuðulslár og veðhald í sambandi við umbygg- ing av eldri skipum. EFTIR AT formaður javnaðar- floksins hevði lýst støðuna og gongdina á hesum øki tók løgmaður orðið. »Yvirlegin« og hå- stérur vildi løgmadur »ignorera« spurningin. Tad einasta hann vildi gera vidmerking til, var, at tad, sum Atli Dam hevði sagt um, at umsøkjarar ikki fáa svar frá lands- stýrinum, ikki var rætt. Umsøkj- arar fáa at vita, at teir onki svar fáa, og at teir skulu bíða í tolni. AÐRIR ÚR samgonguni, sum tóku orðið um hetta mál, mettu spurn- ingin meira álvarsaman. T.d. løgtingsmennirnir Olaf Olsen og Hilmar Kass. Teir vóru so at siga samdir við javnaðarflokkinum og samdir við Atla Dam í øllum ti hann hevði ført fram. Hin »yvir- legni, hástóri og ignorerandi« løg- maðurin gjørdist sjálvandi nakað lotur og hámur nú hann gjørdist varugur við, at aðrir mettu spurn- ingin álvarsaman og áhugaverdan. Og sjálvandi legði referenturin hjá Dimmalætting blýantin frá sær. FLEIRI TÓKU undir við, at politikk- urin hjá landsstýrinum á hesum øki hevur ført til, at gomul og ónýtilig skip orsakað av tí totala innfluttningsbanninum hava fingið eitt óveruligt søluvirdi inna- niands. Teir, ið hava selt hesi skip ov dýrt, hava fingið ov nógvan pening til forbrúk og tað hevur sjálvandi ført til stórri innfluttning og harvið til størri hall bæði á handilsjavnanum og gjaldsjavn- anum. HINVEGIN HAVA teir, ið hava Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 oddagrein keypt hesi skip ov dýrt verið noyddir at tikið ov stór lán, og harvið er uttanlandsskuldin og eisini gjaldsjavnahallið vaksið. Nú hesi skip eru vorðin so dýr — standa í so nógvum peningi — hava tey ongan meguleika fyri at bera seg, og tað al enna må tí hækka stuðulsveitir irnar úr rá- fiskagrunninum. H áa førir til eina økta almenna ; ninganytslu. Taka vit saman he hevur hesin politikkur ført til ste í uttanlands- skuld, størri tjaldsjavnahall, størri hall á handilsjavnanum og størri almenna peninganytslu. EIN ONNUR avleiding av hesum politikki er, at tann veiduorka, vit fyri nøkrum årum sidani høvdu til ídnaðarkvotuna i EF sjógvi nú er horvin. Hesin parturin av veidu- flotanum er seldur oglella um- bygdur til trolveiðu undir Fer- oyum. Úrslitið er at vit ikki hava nóg stóra veiðuorku til at veiða ídnaðarkvotuna í EF sjógvi, og at veiðuorkan á åvisum øki undir Før- oyum og eftir ávísum fiska- sløgum, nevniliga toski, hýsu og upsa er vorðin alt ov stór. LANDSSTÝRIÐ átti heldur at við- gjørt allar umsóknir um innflutt- ningsloyvi so hvert. Tá talan er um innfluttningsloyvir til skip at veiða á tí djúpa vatninum áttu nøkur at verið givin. Somuleiðis áttu inn- fluttningsloyvir at verið givin tá talan er um innfluttning av yngri og meira rationellum skipum ímóti at eldri og órationell skip fara av landinum ístaðin. Eisini er tað órættvíst, at menn, ið hava mist síni skip, ikki fáa onnur ístaðin. TAÐ, SUM ER mest skaðiligt av øllum er, at umsøkjarar onki svar fáa, men skulu bíða í mánaðar og ár. Um hesir fingu at vita, at teir ikki = fingu — innfluttningsloyvi, kundu teir beinan vegin meðan íløguhugurinvar umhugsað aðrar iløgur ístaðin. Hendan endaleysa bíðingin er køvandi og drepandi. Hon drepur bæði dirvi og áræði hjá monnum. Øli falla i fått og uppgeva alt. Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Nr. 40 — 31. mars 1984 Á bygdamenningarleið Javnaðarflokkurin legði herfyri á ting uppskot um kommunalan út- javningargrunn. Hesin er ætlaður at menna fíggjarliga veiku kommunurnar, so hugs- ingur kann vera hjá teim- um um at verða við í ídn- aðarútbyggingini, sum má fara fram um landið alt, eisini í åtjadaraøkju- num, um arbeiðs- og bú- leikingarmøguleikar ann- ars skulu tryggjast øllum landsins borgarum. Urslitini av ov stórari miðsavnan av vinnulívi eins og av umsiting eru ymsar metingar um. Tó eru ivaleyst allir íbúgvar landsins samdir um, at tjóðin ikki í nóg stóran mun ger nýtslu av avmarkaða landaøki okk- ara, um fólkið verður troðkað saman á nekrum fáum stórplássum. Einstek demi eru um eldri stórvirki, ið hóast broyttu tíðarnar og mið- savnan hava varðveitt stødu teirra i heimbygdu- num. Hetta er at fegnast um, serstakliga tað ar- beiðir, hesi kasta av sær. Hinvegin eru alt ov mong demi um so stóran kapi- talflutning úr bygdunum til eitt nú Havnina, at framhaldandi virksemið hjá hesum einstaklingum og fyritøkum úti um land- ið ikki hevur verið megu- ligur ella bert eitt eiti. Gleðiligt er tó, at tað nú er farið at bragda vinnu- liga á onkrum av smærru plássunum. Avgerandi neyðugt er tað tí, at vaksandi ansurin fyri virkismennandi til- tekum úti um landið verð- ur fíggjarliga stuðlaður á ein slíkan hátt, at virkis- fora fólkið veruliga kann fara undir vinnufremjandi tiltøk á heimaplássum teirra. Lættliga kundi tað hent, um vit ikki menna útjaðaragkini vinnuliga, at oll tann ómetaliga sam- felagsorka, vit seinastu tjúgu árini hava lagt í út- byggjan av havnum og vegasambandinum, kundi verið farin hentari. Slíkar afturhaldshugs- anir eiga tó ikki at fáa fastatøkur á okkum. Tverturímóti skal tað ráðaloysi, ið í mongum forum tykist at valda, tá talan er um bygdamenn- ing, sum skjótast elva borgarum landsins eins og politiskum ábyrgdar- stovnum til ikki longur at drála við veruligum tiltek- um. Hetta krevur nakað av sjálvransakan bæði fyri bygda- og stórstaðarfólk- ið. Beinleiðis gjald frá meiri mentu kommunu- num til tær undirmentu er kanska ikki meguligt at fáa semju um. Ivi man tó ikki vera um, at fíggjar- liga sterku kommunurnar taka undir við uppskoti javnaðarfloksins um kommunalan útjavningar- grunn, sum ætlandi skal figgjast av løgtinginum og møguliga umsitast av kommununum i felag. Heldur er einki yvir at dylja, at bygdafólkið, um bygdamenning skal eydn- ast, í størri mun enn higar- til má hava fyri eyga tann terv, heimbygdir teirra hava fyri vinnuligari menning — og hesum samsvarandi taka stødu fyri at virka og búgva á heimplássum teirra. Tað gerst sjálvsagt ikki frá degi til annan at leggja niður arbeiðið á stórplássi ella bý, men endaliga valið fyir ella ímóti bygdatilver- uni má gerast fyrr ella seinni. Tess skjótari tess betur. Hetta val verður mun- andi lættari, um semja fæst frá almennari síðu um sterri bygdamenning- arstuðul enn higartil — um t.d. uppskot javnaðar- floksins um kommunalan útjavningargrunn verður samtykt. RAN Besta prisin fyri besta fiskin Meginfelag Útróðr- armanna minnir við hesum skrivi lands- stýrið á umsóknina frá Råfiskanevnd- ini um loyvi at broyta avreiðingar- prísirnar Vit hava fingið boð um, at umsókn okkara til Rá- fiskanevndina, sum fall har, við atkvødugreidslu i fyrstu atløgu, í aðru at- logu eina viku seinni, bleiv viðtikin av einum meir- luta. So tit eiga nú at hava fingið umsókn frá Ráfiska- nevndini, har teir biðja tykkum um loyvi til at eta avreiðingarprísirnar av nýggjum. Vit loyva okkum at minna tykkum á ta um- sókn, vit sendu tykkum samstundis sum vit bóðu Ráfiskanevndina sekja tykkum um loyvi til frávik. Vit vilja so tíðuliga og greitt, sum vit duga, undirstrika, at fyrsta floks fiskur, sum nýtast kann til alla framleiðslu, sjálvt til teir kræsnastu kundarnar, hann má fáa ein væl hægri avreiðingar- prís, enn tann meira iva- sami fiskurin í góðsku. Og vit vilja undirstrika, at tað er góðskan, sum skal verða avgerðandi fyri, atmenn fáa henda hægsta prísin, og íkki veiðureiðskapurin. Vit minna tykkum á, at bát- arnir sum trola á landleið- ini, hava lóggilding og ásetta veiðutíð, júst fyri at góðskan skal vera fyrsta floks. Og hetta er tann fiskurin eisini, sum allar royndir vísa. Tí er tað sera órættvíst, at hesir liggja eina heila krónu lægri í avreiðingar- prísum enn aðrir. Vit biðja um, at fáa hetta rættað, og minna á, at eisini ísfiska- skip vanliga hava stórsta partin av veiðuni við ynskjuligari góðsku. Tað verður tað, sum fyrst verður veitt á ov longum túrum og aðrir innrættnings- og arbeiðs- trupulleikar, sum kunnu partvís trekkja frá góðsk- uni, men upp móti hesum kunnu vit við vissu siga, at so leingi tann besti fisk- urin ikki hevur besta av- reiðingarprís, og soleiðis skapar eina kapping um góðsku, og gevur nakað at stremba eftir hjá fiski- monnum, so fáa vit ikki skil á góðskutrupulleik- unum. Vit meta, at allir fiski- menn skilja hetta; eisini teir, sum myndugleikarnir meguliga meta, at teir kunnu ganga ov nær. Hetta er bert ein leið, sum vit skulu inn á, fyri at fiskivinnan skal virka rætt. Jú fyrr lurtað verður eftir okkum, jú betur fyri allar, og fyri eftirtíðina. Virðingarmest Vegna Starvsnevndina Olaf M. Sivertsen Jákup A. Joensen Jón Hansen Ísak Matras