Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mars 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Samgongan eigur at leggja frá sær! Hvert mansbarn i Føroyum skyldar nu 60.000 kronur Tað verður ikki tespiligt at taka við aftaná eitt stýri, sum við faldaðum hondum hevur latið skuldina vaksa úr 870 mió. kr. upp um 3000 mió. kr. — ella 60.000 kr. í meðal pr. íbúgva. Hetta segði formaður javnaðarfloksins, Atli Dam, á tingi hósdagin, tá fíggjarlógin varð til endaliga viðgerð. Vit prenta í dag og týsdagin røduna, sum Atli Dam helt í samband við viðgerðina: Minnilutin (Atli P. Dam) ferir fram: Fíggjarlógin 1980/81 javnvegaði sambært landskassaroknskapinum við 693 mió. kr., meðan fíggjarlógin 1984/85 kemur at javnvega við 1.435—1.450 mió. kr T.v.s. at tað hevur eydn- ast »sparilandsstyrinum« hetta valskeið at meira enn tvífalda tær upp- hæddir, tiknar verða frá skattgjaldarum og brúk- arum. Landskassans inntekur svara nú snegt sagt til alt útflutningsvirðið, sum í fjør var 1.550 mió. kr., so- leiðis at samfelagið verður rikið við donsku statstil- skotunum, uttanlandslán- unum og »multiplikator- effektini« av hesum og út- flutninginum. Verður so hugsað um, at inntekur landskassans verða tiknar av reallønum, sum eru nógv skerdar somu fýra árini, er ikki legið, at borgarin kennir tað ekta skatta- og toll- trýstið sera nívandi. Kendi borgarin aftur- fyri, at honum beyðst eitt ekt tænastustødi og/ella at landskassin var konso- lideradur, soleidis at hann framvegis betri orkar at standa ímóti og betur kann nekta tey krev, eitt nú hevuðsvinnan setir, so kundi hann kanska vónað at nakað rúmkaðist aftur hjá honum so við og við. Men so leingi stýri okkara er samansett sum tað er, er tverturímóti væntandi, at skeiva gongdin heldur fram við skjótari og skjót- ari ferð. Eitt styri, sum ongantíð orkar at stíga úr rossa- sporum í broyting og út- bygging av samfelagnum, kann ikki fremja ta ný- skapan og endurnygging, 7 sum skal til, skal samfel- ag:3 kunna framleiða seg burturúr tí tronga, láns- byrðan og hallið mótvegis útheiminum setir okkum í, í væntan hevur borgarin tí bert ein landskassa, ið steðugt bólgnar av tóm- gangskrónum, meðan neyðug nýskapan verður kevd í samgonguklandri ella »nysseliga« pakkað inn í pakkar, sum ongan áhuga hava fyrr enn „komandi jola«. Tá samfelagsáhuga- málini soleiðis verða inni- læst í ymsum pakkum við eitt nú tretivu skipum, trimum bergholum, fyri- muni ella byrðu til ávísan samfelagsbólk, familju ella einstakling, einum studentaskúla ella eini orkuútbygging, so er bert vinnuligt vónloysi í væntu. Ein meginorsek til bólgnanina av fíggjar- lógini var hugmóð lands- stýrisins og fíggjarmála- ráðharrans, tá »busjett- eringin< varð broytt so- leiðis, at stovnarnir í for- hond skuldu innrokna allar = hækkingar, teir kundu finna uppá ella hugsa sær, tí eftirjáttan bleiv eingin — eykafíggj- arlógin skuldi takast av — tí ráddi um hjá stovn- unum at leggja væl upp fyri. Men sjálvandi kom á hverjum ári ein eykafíggj- arlóg nærum eins stór og vanligt, t.v.s. 100-120 mió. kr. Áður vórðu lagdar teprar fíggjarætlanir, sum vórðu eftirjavnaðar við eykafíggjarlóg, men sam- anlagt vóru karmarnir trengri og tamarhaldið tí alt í alt betri. A fyriliggjandi figgjar- lóg er mannagongdin nú aftur broytt, lønarvøkst- urin er ikki iroknadur, og torir samgongan sostatt ikki at syna allar av- leiðingarnar av hugmóðini í 1982. Men tær 30 milli- sum resta í til verða so eini komandi samgongu at ábyrgjast i eykafíggjar- lógini 1984/85. Eitt fyribrigdi, sum hevur eyðkent fíggjarlóg- artosið — ella eykafíggjar- lógartosið — seinastu trý árini, eru tey stóru »avlop«, samgongan hevur reypað av mótvegis hallinum uppá 20 mió. kr. í 1980/81. Hendan talan hevur bert tydning, um gjørt verður greitt, hverjar for- treytir liggja undir henni. Verunleikin er, at lands- stýrið og samgongan hava groft undirbusjetterað inntekurnar nú í trý ár. Harvið eru fingin til vega nekur óverunlig — fiktiv — avlopstøl. Í verunleik- anum hava hesi avlop hvert ár verið nýtt í for- hond. Men til tess at av- dúka hetta, er neyðugt at hava í huga skipanina við grunnum, landsstýrið brúkar burturúr uttan at hetta í fyrstu syftu sæst á fíggjarlógini. Haraftrat skal havast í huga, lánini, landsstýrið letur ymsar stovnar upptaka, ístaðin fyri at játta teim pening yvir fíggjarlógina. Tað, sum sostatt eyðkennir fíggjarpolitikk- in hjá sitandi samgongu er, at ein fjalir tey pynt- ónirnar, lønir, adu líkini á lógini við »kammuflasju« sam- stundis sum gullkálva- dansurin verður tráddur harðliga og harðmæltari enn fyrr. Taka vit t.d. fíggjarlóg- irnar seinastu trý árini og sammeta samgongu- uppskotini, meting minni- lutans (Atli Dam) og tær verunligu inntekurnar — t.v.s. tað, sum er lagt á borgaran — so er úrslitið hetta í mió. kr. Samgonga 1981/82 748 1982/83 944 1983/84 1.107 Atli Dam 81/82 784 82/83 957 83/84 1.158 Verunlig tøl 81/82 844 82/83 1.001 83/84 1.210-1.240 Henda talvan synir, at so sum so er vid figgjarligu dømikraft samgongunnar, serliga tå lagt verður aftrat, at avlopini, verið skuldu, eru nýtt í forhond. Harvið falla eisini skuld- setingarnar móti javn- aðarflokkinum fyri í upp- skotum sínum at mæla til ovurnýtslu til jarðar, tí oll uppskot floksins hava ligið innanfyri karmin i fíggjarlógarmeting minni- lutans. Uppskotini miðaðu sostatt ímóti at ávísa skilagóð endamál fyri avlopspeningi, ístaðin fyri at lata hann renna burtur millum fingrar landsstýrisins. Framman- undan hevði jú alt tos um, at ov nógv varð kravt inn í tolli og skatti og tos um hækkandi skattatrýst, verið sópað av borðinum. Á fyriliggjandi fíggjar- lóg er lagið hitt sama. Inn- tekurnar eru aftur undir- mettar meira enn 125 mió. kr., samstundis sum av- lopið frá 1983/84 ikki er tikið við á slíkan hátt, at t.d. lagt er í aftur teir grunnar uttanfyri fíggjar- lógina, sum brúkt er úr ella ov lítið lagt í, t.d. Nr. 40 — 31. mars 1984 Atli Dam:— Tað eru umsteður at beta viðurskifti teirra ungu munandi meira enn samgongan ætlar eykagrunn ráfiskagruns- ins, húsalánsgrunnin, menningargrunnin, íbúð- argrunnin og aðrar, har veitingarnar hava staðið við í áravís og sostatt eru inflatiónsminkaðar ár um ar Nýtslan í 1983/84 úr rá- fiskagrunninum verður góðar 103 mió. kr. og úr eykagrunninum slakar 36 mió. kr. Av hesum 139 mió. kr. verða tær 31 mió. kr. at játta á eykafíggjar- lógini 1983/84, meðan eykagrunnurin — kata- strofugrunnurin — missir 36+12=48 mi6. kr., sum hann skuldi ått at stadid ímóti við um prísgongdin verður lakari, ella veiðu- nøgdin pr. veiðueind minkar. At hesin peningur er burtur, må metast sera åbyrgdarleys figgjarstyr- ing. Nå er samgongan i teirri hepnu steðu, at okkara partur av tjóð- bankaavlopinum verður einar 42 mió. kr., ella 37 mió. kr. meira enn roknað við, soleiðis at til hevði borið — við serligari sam- tykt um nýtsluna av hesum peningi — at lagt ein munandi part í aftur eykagrunnin, ið sjálvsagt eisini eigur at fáa serliga veiting í 1984/85, helst 12+13 mió. kr. Talað hevur hugmóðiga verið um fíggjarlóg 1984/85 uttan lánteku, legið mátti tað kenst og illa máttu orðini smakka í munni teirra, sum júst í hesum degum royna at reisa eitt alment lán uppá 85 mió. kr. uttanlands, sum vegna Menningar- grunn, Húsalánsgrunn, Telefonverk og aðrar al- mennar stovnar og grunnar helst skulu reisa annað slíkt, samstundis sum teir, sum víst á hava temt ella hálvtemt fleiri grunnar. Men her ber so til at fjala verunleikan fyribils. Tervandi fyri- skipanarevnini koma kort- ini at sýna seg í gjalds- javnahalli og uttanlands- skuld seinni Búskaparráðið metti í figgjarnevndini, at gjalds- javnahallið í 1984 lættliga kann gerast 700-800 mió. kr. og uttanlandsskuldin harvið meira enn 3.000 mió. kr. Tá verður av- dúkað, at eins og sam- gongan í síni heild hevur skúgvað flestu spurningar og vandamál frammanfyri sær, so skúgvar hon sín part av uttanlandsskuld- ini yvir á aðrar. Tað verður ikki tespiligt at taka við aftaná eitt stýri, sum við faldaðum hondum hevur latið skuldina vaksa úr 870 mió. kr. upp um 3.000 mió. kr. — ella 60.000 kr. í meðal pr. íbúgva. Rímiligari hevði verið at vænta, at peningaríkilig- heitin hesi ár hevði verið nýtt til at bøtt um gjalds- javnahallið. I inntøkumeting minni- lutans er tikið við, at partafelagsskatturin gev- ur 20 mió. kr. eyka og at skattur teirra, sum fyrstu ferð skatta og teirra, sum elingja skattalív sítt við einum ári frádrigið munin millum seinasta aktiva skattaárið og skatting eftir grein 22 A gevur einar 24 mió. kr. eyka. Tí eru eisini umsteður at beta viðurskifti teirra ungu munandi meira enn samgongan ætlar, eitt nú yvir Húsalánsgrunnin, út- búgvingarstuðulin, serlig tiltøk móti ungdómsar- beiðsloysi og annað. (Framhald)