leygardagur 31. mars 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Atferðar-
trupulleikar...
— tað lagar
seg við tiðini
— men so heldur
Arne Ludvig, ser-
konur á pedagos-
iska og skulafrød-
isliga okinum, ikki.
Okkum tørvar eina
midstød, har kann-
ing- og ráðgeving
kann latast bornum
og familjum sum
heild, ið hava tru-
pulleikar og brek at
stríðast við í ger-
andisdegnum. M.a.
hetta vísir Arne
Ludvig á í greinini
Tað er so javnan, at
serken fólk leita til Før-
oyar, at ráðgeva um,
hvussu viðurskifti her á
landi skulu skipast.
Tað er so sjáldan, at vit
hoyra um serken fólk í
Feroyum, sum eins væl
kundi sagt frá, hvussu
føroysk viðurskifti í Før-
oyum áttu at verið.
Ein teirra, sum hevur
nógvar royndir gjegnum
langt áramál innan skúla-
skap og sálarfreði, er Arne
Ludvig, skúlastjóri í
Eysturoynni. Hann fekk
útbúgving sum lærari á
Læraraskúlanum í Havn,
men hevur síðan nomið
sær pedagogiska serlæru-
grein innan skúlasálar-
frødi í Danmark, har hann
í 11 ár var leiðari á einum
heimi fyri atferðartrupul
bern í aldri 12 til 17 ár.
Arne Ludvig helt í fjer
fyrilestur á Fróðskapar-
setrinum, undir heitinum:
„Atferðartrupulleikar og
sinnissjukur«.
Barnid, sum ber seg
undan
Hvat merkir tad at verda
atferdartrupul?
— Um eitt barn hevur
atferdartrupulleikar, myn-
dar tad seg t.d. vid at
barnið ikki vil laga seg
eftir vanliga umhvørv-
inum. Biður tú barnið
vaska sær, busta tenn,
fara erindi, gera eitthvert
heima ella í skúla, so ber
tað seg altíð undan.
Orð og mynd
Dagny Joensen
Leygardagur 31. mars 1984
Arne Ludvig hevur verið leiðari á skúlaheimi í Danmark fyri atferðartrupul born í aldrinum 12 til 17 ár. Hann hevur nógvar royndir
innan hjálpararbeiði og ráðgeving á hesum øki,men bert eru ikki møguleikar at samansjóa skúlastjórastarvið við sålarfrødina
tí eingin ávís skipan er á hesum oki í Foroyum
Slík fyribrigdi kenna øll
foreldur í tíðarbilum, tá
bern eru í kynsbúningar-
aldri t.d., men umhenda
steðan er áhaldandi í
barnaárunum, so er talan
um atferðartrupulleika.
Um atferðartrupla
barnið í skúla og heima
fær loyvi at sleppa undan
vanligum gerðarmálum,
so vil tað standa uttanfyri
samfelagið, á tí sosiala
sum eðrum ekjum.
Um foreldur ella skúli
við fastleika kroysta
barnið til at fremja vanlig
gerðarmál, so skapar tað
eitt trýst, so atburðurin
verður torferur hjá tí ein-
staka a: greiða.
Oftani er tað soleiðis, at
foreldrini eftirlíka og góð-
taka, at barnið er torfert
at hava við at gera. Tey
halda, at tað helst fer at
laga seg, tá barnið verður
tilkomið. So er kortini ikki
við atferðartrupla barn-
inum.
Her krevst miðvíst sam-
arbeiði millum skúla, heim
og tann sum skal verða
ráðgevi, í royndini at
beina barnið á rettu kós.
Hvussu skal tað gerast?
— Eitt nú við at foreldur
og skúli tosa saman, eins
og eitt fólk skal vera ráð-
gevi, sum hevur innlit og
vitan um atferðartrupul-
leikar. Her krevst, at
viðkomandi hevur peda-
gogiska og sálarfreðisliga
útbúgving, um rættuliga
úrslit skal spyrjast
burturúr.
Er slík serken hjálp at
fáa i Føroyum?
— Vit hava skularådgev-
ing vid sålarfrødisligum
innihaldi, men bert virkar
henda ikki so væl, ti ov
nógvir leysir endar eru.
A serkona ekinum,
skuldi tað ikki verið so tor-
fort, tí vit hava ivaleyst
av góðum fólki, sum hava
útbúgving. Her hugsi eg
um sosialráðgevarar,
sálarfreðingar, lærarar og
heimavegleiðarar, men
bert er eingin ávís skipan
á hesum eki.
Mennist ikki sum
bern flest
Hvat ávirkar barnið, so
tað verður atferðar-
trupult?
— Tað kann vera so
mangt, eitt nú at skúlin
hevur óheppna ávirkan á
barnið, tí tað ikki er fert
fyri at klára seg millum
hini í flokkinum, ella at
heimið ikki er so væl fyri,
at barnið kennur seg trygt
og hevur kenslu av at
hoyra til í eini heild.
— Tó at skúlin ikki kann
frátakast sína ábyrgd, so
er tað torfert at viðgera
bert ein part av tí, sum er
umhvervið hjá tí atferðar-
trupla barninum.
Ein liður í torferu steðu
barnsins kann hugsandi
vera, at tað ikki er ment
fyri at fylgja við í skúl-
anum. Tað verður líkasælt
og heldur, at alt kann gera
tað sama. Eru evnini ikki
so góð, so krevst, at tað
verður gjert enn meira
fyri at fáa tað við í flokk-
inum, og tað er ikki altíð,
at ein lærari er ferur fyri
at vísa á, hvat bagir.
Slíkur næmingur er tí bert
í skúla, tí hann skal uppi-
halda sær onkunstaðni, og
tað órógvar hinar næm-
ingarnar.
Er Fólkaskúlin soleiðis
lagaður, at hann ikki tekur
fyirlit, hvussu evnini hjá
bernum eru, ella eru tað