Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. september 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 180 - 20. september 2002 Nr. 180 - 20. september 2002 3 Stóri vøksturin á set- húsaprísum, serliga í Havn, er steðgaður upp. Serliga eru tað tey stóru og dýru húsini, sum keyparin hveppir seg við at keypa í dag, sammett við fyri bara einum ári síðan. – Optim- isman, sum var at hóma í fjør, er burtur nú, siga húsameklarar SETHÚSASØLA Jón Brian Hvidtfeldt Einvegis gongdin á set- húsaprísunum síðstu árini, serliga í høvuðsstaðnum, er steðgað. Í fleiri ár hava set- húsaprísirnir verið støðugt hækkandi, men nú er loftið rokkið, siga húsameklarar. Onkur teirra vil enntá vera við, at miðalprísurin á set- húsum í Havn er fallandi. Helgi Brekku er stjóri í húsameklarafyritøkuni Set- HúsaSølan. Hann vísir á, at vøksturin á sethúsaprísun- um í høvuðsstaðnum er hildin uppat. – Tú kanst siga, at húsa- prísirnir í Havn eru við at stabilisera seg. Men prís- irnir í dag eru so høgir, at tað næstan er bíligari at byggja, sjálvt um ein noyð- ist at keypa dýr grund- stykki, sigur Helgi Brekku. Eftir hansara meting er tað í dag truplari og tekur longri tíð hjá seljara at fáa rætta prísin fyri síni sethús enn tað gjørdi fyri einum til tveimum árum síðani. Helgi Brekku vísir á, at tað í dag er lættari at selja tey lítil og gomul hús enn tey størru og dýraru húsini. Kári Lamhauge er stjóri í Húsamekling. Hann er samdur við Helga Brekku um, at prísvøksturin á set- húsum í høvuðsstaðnum er steðgaður. – Í fjør var nógv optim- isma at hóma millum fólk og í samfelagnum annars, og tað ávirkaði eisini húsa- prísin uppeftir. Men henda optimisma er ikki longur at hóma, og higartil í ár hava húsaprísirnir staðið í stað, sigur Kári Lamhauge. Í samband við sethúsasølu er tað útboð og eftirspurning- ur, sum avgera prísin, men Kári Lamhauge metir, at samanumtikið eru á leið líka nógv hús til sølu í ár, sammett við í fjør. Sostætt er tað keyparin, sum ikki longur hevur somu møgu- leikar at fíggja tey dýraru húsini. P/F Inni, sum Føroya Sparikassi eigur, hevur síð- an 1998 fingist við keyp og sølu av húsum. Jónsvein Mortensen, stjóri í P/F Inni, heldur, at miðalprísurin á sethúsum í Havn beinleiðis er fallin síðsta árið. – Sum heild eru fólk meira kritisk í dag, áðrenn tey velja at keypa sær eini hús. Eftirspurngurin er framvegis til staðar, men tó eru færri, sum leita eftir húsum í dag, enn fyri einum ári síðan, metir Jónsvein Mortensen. Hann vísir á, at sum heild er eftir- spurningurin eftir teimum dýraru húsunum fallandi. Jónsvein Mortensen met- ir, at miðalprísurin á set- húsum í høvuðsstaðnum í dag táttar í 1,4 millión, og vísir á, at fyri einum ári síðan lá miðalprísurin um 1,5 millión krónur. – Tað eru serliga tey stóru og dýraru húsini, sum verða seld fyri minni pening í dag enn fyri einum ári síðan, meðan prísurin er at kalla tann sami á smærru og eldru húsunum, sum verða seld fyri millum 1,1 og 1,2 millión krónur, sigur Jón- svein Mortensen. Hann vís- ir tó á, at hús eru sera ymisk, og eisini kunnu aðr- ar umstøður gera seg gald- andi, t.d. hvar húsini liggja, um fleiri keyparar eru um boðið o.s.fr. Teir tríggir sethúsamekl- ararnir vísa tó allir á, at tað framvegis verða seld hús í høvuðsstaðnum fyri 1,8 millión krónur og meira. Men sum heild er truplari at selja hesi hús nú enn fyri eini tíð síðan. Miðstaðarøkið áhugavert Samtíðis sum sethúsaprís- urin í Havn tykist at verða komin í eina fastari legu, gerast húsini í restina av miðstaðarøkinum framveg- is dýrari at keypa. Helgi Brekku, stjóri á SetHúsa- Søluni, sigur, at høgu set- húsaprísirnir í Havn ávirka prísirnar í restina av Streymoynni, í stóru pláss- unum í Eysturoynni, serliga á eystara armi á Skálafjørð- inum, og eisini í Vágunum. Hesum er Jónsvein Mor- tensen á P/F Inni samdur í. Hann vísir á, at fyri tveim- um árum síðan bar at kalla ikki til at selja hús í Runa- vík fyri eina millión, men í dag eru dømi um, at hús verða seld fyri 1,2 og 1,3 milliónir krónur á eystara armi á Skálafjørðinum. Set- húsameklararnir eru eisini á einum máli um, at húsa- prísirnir í Vágum eru hækkandi, nú oyggin í næstum gerst partur av miðstaðarøkinum. Men framvegis er langt millum sethúsaprísirnar í Havn og í restina av miðstaðarøkin- um. Teir tríggir sethúsa- meklararnir meta allir, at prísmunurin á einum rími- liga góðum sethúsum ligg- ur um hálva millión. Tað vil siga, at somu hús eru á leið hálva millión krónur meira verd, standa tey í Havn heldur enn t.d. í Runavík. – Áhugin fyri at seta seg í búgv aðrastaðni í miðstað- arøkinum, heldur enn í Havnini, er vaksandi, og tí hækkar prísurin eisini. Men fólk krevja framvegis, at tey skulu spara nógvar pengar, seta tey seg í búgv uttanfyri Havnina, sigur Kári Lamhauge á Húsa- mekling. Suðuroyggin eftirbátur Hóast áhugin fyri húsum uttanfyri Havnina er vaks- andi og prísurin samsvar- andi hækkandi, so er fram- vegis trupult at selja hús í Suðuroynni, og sethúsa- prísirnir í oynni eru sera lágir. – Vit hava dømi um, at hús í Porkeri, sum vit kundu selt fyri 1,2 millión í Havn, eru seld fyri 500.000 krónur. Og annað dømi eru hús á Tvøroyri, sum kundu verið seld fyri 1,5 millión í Havn, men sum fóru fyri 800.000 krónur, vísir Helgi Brekku á. Hann leggur afturat, at meðan húsaprís- irnir hava verið uppgang- andi aðrastaðni í landinum, hevur Suðuroyggin klárt verið eftirbátur á økinum, og húsaprísirnir í oynni standa enn í stað. Tøkk Vit takka fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi við deyða og jarðarferð hjá kæra manni mínum, pápa, verpápa, abba, langabba og bróðir okkara Ásmund Lognberg Takk fyri kransar, blómur, kort og uppringingar og gávur til Skopunar kirkju. Takk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartaliga takk øll somul. Fyri tey avvarðandi Kona og børn við familju Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum við gávum, fjarritum, blómum, uppringingum og vitjan gleddu meg á 80 ára føðingardegn- um og gjørdu mær dagin ógloymandi. Eisini til tøkk til tykkum, ið vundu flagg á stong. Gud signi tykkum øll. Ingibjørg Hentze, Argir Húsaprísirnir eru steðgaðir upp Einvegis prísgongdin á sethúsamarknaðinum í høvuðsstaðnum síðstu árini er steðgað. Eisini aftra fólk seg í dag við at keypa stóru og dýru húsini, siga húsameklarar Boring gongur væl West Navion hevur nú borað í 17 dagar Nú eru 17 dagar síðani, at vælútgjørda boriskipið West Navion setti borin í undirgrundina beint hinu- megin markið. Ben Arabo hjá Amerda Hess vil einki upplýsa um boringina, sum blaðið skilur er "tight" tvs. at oljufeløgini ynskja ikki, at nakrar upplýsingar fara út um boringina. Hann vil tó siga so mikið sum at tað gongst eftir ætlan. Hjá Smedvig í Norra, sum eigur skipið, verður eisini sagt, at boringin gongur sum "plan- lagt". Hetta má merkja, at boringin gongur væl. Hava vit góða veðrið í huganum, er hetta skiljandi. West Navion skal bora góðar 4200 metrar skilst ogskuldi boringin taka góða mánað. Tvs. at teir hava møguliga borað einar 1500 til 2000 metrar. Gongur sum ætlað komandi vikurnar eisini, kunnu vit rokna við, at rokkið er á mál tíðliga í oktober. Er troffið við olju og gass kann ein royndar- framleiðsla helst byrja um miðjan oktober, og gongur hon væl kunnu vit hava eitt ítøkiligt úrslit av boringini seint í oktober ella tíðliga í november. Tá fer West Navion so at bora enn ein brunn í bretskum øki, Cam- bobrunnin longur norðuri men tætt uppat markinum. C M Y K 3 2