fríggjadagur 20. september 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 180 - 20. september 2002
Nr. 180 - 20. september 2002
5
Hvat er savnið vert
Á mynt- og telefon-
kortstevnuni, sum
verður í Norður-
landahúsinum um
vikuskiftið, verður
millum annað høvi
hjá savnarum og øðr-
um at fáa virðismett
bæði søvn og ein-
stakar lutir
SAVNSSTEVNA
Jákup Mørk
Leygardagin
komandi
verður forkunnugt tiltak í
Norðurlandahúsinum,
tá
sokallað Mynt- & Telefon-
kortsamlara Stevnan 2002
verður sett.
Sum navnið sigur, so er
her talan um eina stevnu,
sum serstakliga er ætlað
teimum, sum hava til ítriv
at savna upp á myndir
og/ella telefonkort, men
ivaleyst er tað eisini so, at
hetta er ein stevna, sum
hevur áhuga fyri savnarar
av alskyns slag. Her hava
tey kanska møguleika at
skifta um savnslutir við
aðrar samlarar, og ikki
minst koma í samband við
aðrar savnarar, soleiðis at
hjálp kann fáast til at fylla
ymsu søvnini. Og man tað
ikki eisini vera so, at onkur
– sum annars ikki er savn-
ari – sigur heima við onkr-
um gomlum mynti ella
líknandi, og ikki veit reiðu-
liga, hvørt hetta hevur
áhuga hjá nøkrum.
Og so hava savnararnir
eisini eina eyka umbering
fyri at fara á stevnuna. Um-
framt at atgongumerkini til
stevnuna eru lutaseðil, har
ein fartelefon kann vinnast,
fáa tey fyrstu 750 á stevn-
uni eisini eitt sergjørt tele-
fonkort frá Føroya Tele.
Hetta kortið verður bert
gjørt í 1.500 eintøkum, og
750 av hesum verða so
burturlutað á stevnuni.
Kontant avrokning
Umframt at stevnan er eitt
høvi hjá áhugaðum at
síggja hópin av søvnum,
sum bæði føroyskir og út-
lendskir savnarar hava av
hesum, verða eisini fleiri
onnur spennandi tiltøk á
skránni.
Hjá teimum, sum hava
slík søvn- og ikki minst hjá
teimum, sum kanska hava
ein gamlan mynt ella líkn-
andi liggjandi heima, er lít-
ið at ivast í, at eitt hitt mest
spennandi á stevnuni er, at
tey her hava møguleika at
fáa serkøn fólk at virðis-
meta søvn síni. Tað verða
teir báðir, Ole Sembach frá
Sembach’s og Jan T. Søren-
sen frá Filatelistisk &
Numismatisk Forlag hjá-
staddir, og einki er at ivast
í, at hetta eru menn við
drúgvum royndum á øk-
inum.
Eitt er tó, hvat serkunn-
leikin sigur. Annað er so,
hvat veruliga virði á søvn-
unum er, og eisini hesum
fæst greiða á í Norður-
landahúsinum. Her verður
nevnliga eisini skipað fyri
uppboðssølu av telefon-
kortum, myntum og penga-
seðlum, so hjá teimum, har
tað ikki er nóg mikið at
vita, hvat savnið er vert, ber
eisini til at fáa kontanta
avrokning við kassa eitt.
Stuttligar søgur
Afturat tí meira monitera
partinum av stevnuni, er
sjálvsagt
møguleiki
at
kunna seg um ymiskt søgu-
ligt viðvíkjandi myntum og
telefonkortum.
Bæði leygar- og sunnu-
dagin verður sostatt høvdi
at hoyra Valdimar Tómas-
son greiða frá ymiskum,
sum hevur við myntir at
gera. Leygardagin hevur
hann fyrilestur við heitin-
um, pengar – hvat er tað -
og sunnudagin fer hann so
at siga frá ymsum merkis-
verdum søgum, sum hava
við pengar at gera. Eitt nú
um tað følsku donsku 2-
krónuna og um okkurt fyri-
brigdi
við
spedalskum
myntum. Sjálvur hevur
Valdimar í nógv ár verið
íðin savnari, og lítið er at
ivast í, at sjálvt royndir
savnarar kunnu fáa okkurt
nýtt at vita sunnudagin.
Sum sagt, so verður
mynt- og telefonkotstevnan
leygar- og sunnudagin. Tað
eru Myntsavnarafelag Før-
oya og Teleforlagið hjá Før-
oya Tele, sum samskipa til-
takið, sum fer av bakka-
stokki
leygarmorgunin
klokkan 10. Klokkan 11.00
verður stevnan formliga
sett av formanninum í
Mentanarnevnd
Føroya
Løgtings, Annitu á Fríðr-
iksmørk.
Søgan um følsku tvey
krónuna er millum
innihaldið á forvitnisligu
stevnuni í
Norðurlandahúsinum, har
tað eisini er møguleiki at
ogna sær eitt sergjørt
telefonkort
Landsstýrismaðurin
í almannamálum fer
at seta í gildi kunn-
gerð, ið hækkar
stuðulin til fostur-
foreldur
FOSTURFORELDUR
Eirikur Lindenskov
Páll á Reynatúgvu, lands-
stýrismaður í almanna-
málum, hevur avgjørt at
seta í gildi eina kunngerð
um samsýning til forstur-
foreldur, ið hækkar sam-
sýningina til fosturfor-
eldur.
Kunngerðin gevur m.a.
heimild til at javna sam-
sýningina, sum hevur
verið óbroytt síðani 1993.
Harumframt er sum
nakað nýtt møguleiki fyri
at falda ásettu samsýn-
ingina tríggjar ferðir, um
talan er um eitt sera trup-
ult barn, ella sjey ferðir,
um talan er um eitt barn,
sum er óvanliga trupult,
og sum tessvegna krevur
heilt serliga røkt frá fost-
urforeldrunum.
Tann ásetta samsýning-
in kann eisini sjeyfaldast,
um talan er um eitt barn
undir eitt ár. Ein trý- ella
sjeyfalding av ásettu sam-
sýningini kann veitast í
tríggjar mánaðar ísenn.
Eftir hetta tíðarskeið skal
gerast ein meting av, um
tiltakið virkar eftir ætlan,
og um ráðiligt er at halda
áfram við tiltakinum. Tað
eru í løtuni umleið 70
fostur- og umlættingar-
familjur íalt í høvuðsstað-
arøkinum og í Klaksvík.
Kunngerðin verður sett
í gildi í næstum.
Harumframt arbeiðir
Trivnaðarmálaráðið við
at gera eina fosturfor-
eldraskipan, sum skal
vera galdandi fyri alt
landið. Hendan verður
væntandi klár at seta í
verk um ársskiftið, verður
upplýst úr Trivnaðar-
málaráðnum.
Stuðul til fostur-
foreldur hækkar
Tað er landsstýris-
maðurin í trivnaðar-
málum, Páll á Reyna-
túgvu, sum valt hevur
ráðið
RÁÐ FYRI BREKAÐ
Eirikur Lindenskov
Sambært reglugerðini eru
uppgávurnar hjá Ráðnum
fyri brekað at ráðgeva
landsstýrinum í øllum al-
mennum málum, sum hava
týdning fyri viðurskiftini
hjá brekaðum í Føroyum.
Somuleiðis skal ráðið vera
ráðgevandi fyri aðrar al-
mennar myndugleikar.
Ráðið fyri brekað kann
eisini av sínum eintingum
seta fram uppskot til fremj-
an ella broytingar innan
øki, sum viðvíkja livikor-
um teirra brekaðu og fylgja
við og gera metingar um
viðurskiftini hjá brekaðum
í Føroyum.
Ráðið fyri brekað hevur
tilsamans 7 limir, ið um-
boða kommunur, Megin-
felag teirra brekaðu og
landsfyrisitingina.
Marjun S. Olsen, komm-
unustýrislimur
í
Vest-
manna, er vald eftir tilmæli
frá Føroya kommunufelag.
Steinbjørn
Jacobsen,
borgarstjóri í Klaksvík, er
valdur eftir tilmæli frá
Kommunusamskipan Før-
oya
MBF hevur tveir limir í
ráðnum:Marjun Sigurðs-
dóttir, sum er formaður í
MBF, og tískil føddur limur
í ráðnum og Leilu Sol-
munde, formaður í Gikta-
felagnum og næstformaður
í MBF, ið er vald eftir til-
mæli frá MBF.
Harumframt hevur lands-
umsitingin tvey umboð í
ráðnum: Barbara á Tjaldra-
fløtti, deildarstjóri á Løg-
mansskrivstovuni,
og
Kristjan Árnason, fulltrúi í
Trivnaðarmálaráðnum.
Ráðslimirnir velja sjálvir
formannin, sum verður
sjeyndi limurin í Ráðnum
fyri brekað.
Konsert verður í
Turkihúsinum í Leir-
vík sunnudagin kl
20:30 við Moniku
Stauss Joensen, viol-
in, Helene Ringgen-
berg, kembalo. Willy
Gohl og Ólavur Há-
tún greiða frá
KONSERT
Tíðindaskriv
Í hugnaliga umhvørvinum í
gamla
Turkihúsinum
í
Leirvík, hava tey høvi at
bjóða til eina áhugaverda
konsert sunnukvøldið.
Moniku Stauss Joensen,
violin og Helene Ringgen-
berg, kembalo fara at spæla
í Bátasavninum í gamla
Turkihúsinum í Leirvík.
Tær báðar hava havt fleiri
konsertir í Sveits og í Før-
oyum, og síðsta ár vórðu
tær bodnar at spæla í USA.
Við á konsertini hesaferð
er heimskendi dirigenturin
og kórleiðarin Willi Gohl
saman við Ólavi Hátún.
Teir fara at greiða frá sam-
starvi teirra, sum nú hevur
30 ár á baki. Tónleikaáhug-
að hava seinastu mongu ár-
ini havt høvi at upplivað
fleiri av fremstu kórverkum
tónleikasøgunnar framførd
her á landi við Havnarkóri-
num undir leiðslu Willi
Gohls.
Á konsertini verða verk
av Bach, Telemann og Mo-
zart at hoyra.
Tónleikur yvir um landamørk
Ráðið fyri brekað er nú valt
Fyrireikingarnar til
víðkan av parker-
ingsplássunum við
flogvøllin í Vágum
eru byrjaðar, og mið-
að verður í móti at fáa
tilboðini inn heilt
skjótt
PARKERINGSVIÐUR-
SKIFTI
Edvard Joensen
Vágar:
Arbeiðið at gera parker-
ingsplássini við flogvøllin
er boðið út, og miðað verð-
ur ímóti, at tilboðini eru
komin inn, áðrenn hesin
mánaðin er farin.
Ætlanin gongur út upp á
at gera parkeringspláss
eystan fyri verandi innkoyr-
ing frá landsvegnum oman
til terminalin við flogvøll-
in. Talan er um at gera
umleið hálvtriðjahundrað
til trýhundrað parkerings-
pláss aftur at teimum gott
tveyhundrað, sum í løtuni
eru tøk.
Fyrireikandi kanningar
av lendinum hava verið.
Grivið er ymsastaðni, har
nýggju parkeringsplássini
skulu vera, fyri at kann
dýpið og undirlendið ann-
ars.
Ætlanin umfatar umframt
sjálv
parkeringsplássini
eina rundkoyring við lands-
vegin, flytan av verandi
vegi umframt ein nýggjan
veg niðan fyri nýggju park-
eringsplássini.
Verandi omankoyring til
flogvøllin skal flytast eitt
sindur, so vísningurin verð-
ur meira vesturyvir. Nýggju
parkeringsplásini fara at
liggja frá verandi vegi
oman til terminalin og einar
270 metrar eystureftir móti
Vatninum.
Síðan verður ein nýggjur
vegur gjørdur fram við nið-
ara enda millum nýggju
parkeringsplássini
og
hangarin.
Hvussu verður við sjálv-
ari rundkoyringini, er ikki
heilt greitt enn. Mett verð-
ur, at hon fer at kosta út
móti einari millión krónum
ella so. Og samlaða játtanin
fyri allla ætlanina er upp á
fimm milliónir krónur. Tí
verður mett, at kanska
verður neyðugt at bíða við
rundkoyringini
í
fyrsta
umfari.
Tá kann skjótt henda, at
tað verður, sum orðatakið
sigur, at tað, sum fyrst
kemur í drag, kemur seinni
í lag. Tí tær fimm milliónir-
nar, sum avsettar eru, skulu
brúkast í hesum fíggjarárin-
um, og sum Sosialurin skil-
ir, er eingin króna sett av til
hetta arbeiðið á komandi
fíggjarlóg.
Fara nú at gera parkeringspláss
Kanningar av lendinum, har
nýggju parkeringsplássini við
flogvøllin skulu vera, eru
gjørdar, og farið verður ætl-
andi undir sjálvt arbeiðið
fyrsta dagin
Mynd: Edvard Joensen
Tíðin, tá gingið verð-
ur við tráðu kring
føroysku vøtnini, er
við at vera av í ár. Tó
eru menn enn at
síggja við Leynavatn
og í Saksun
SÍLAFISKING
Edvard Joensen
Miðvági:
Sílatíðin í ár er av. Fyrsta
september var ikki longur
loyvt at fiska í áum og
vøtnum, uttan á Leynavatni
og í Saksun, sum hava ser-
avtalur.
Nógvar eru kendu søgur-
nar um stuttleikafiskarar-
nar, sum altíð missa teir
stóru fiskarnar. Ofta eru teir
øgiligir, alt eftir, hvussu
ofta søgan verður søgd.
Men so eru eisini teir,
sum veruliga fáa stórar
fiskar. Eisini á støðum, har
ikki er so vanligt við stødd,
men heldur tali.
Eitt slíkt vatn er Leitis-
vatn ella Sørvágsvatn, alt
eftir, hvørju megin ein
stendur. Har eru sílini
mong. Øgiliga nógv í tali,
heldur onkur, og av tí sama
er støddin einki at reypa av
soleiðis.
Tó hendir seg, at okkurt
stórt síl er ímillum, og við-
hvørt kunnu tey gerast
mestsum yvirvaksin. Iva-
leyst eru tað slík, sum »fak-
menninir« nevna kannibal-
ar. Tey sum leggja seg eftir
at eta onnur síl.
Eitt slíkt síl fekk Andrias
Johannesen í Miðvági nak-
að herfyri, tá hann var við
tráðu á Leitisvatni. Sílið,
hann fekk, var heilar 60
centimetrar langt og vigaði
200 gram yvir seks pund.
Nú eru Vágar rímiliga
væl fyri, tá hugsað verður
um vøtn til sílafisking.
Fjallavatn er eisini har, um-
framt onnur smærri vøtn.
Eitt teirra er Hvilvtkinna-
vatn, sum mangan verður
sagt at hýsa nøkrum av
størstu sílunum í landinum,
hóast tey aftur fyri eru fá í
tali.
Men eisini har var Andri-
as Johannesen heppin. Har
fekk hann eitt síl, sum var
57 centimetrar til longdar
og vigaði hálvtfjórða pund.
Stór síl
Andrias við báðum teimum stóru sílunum, hann fekk
ávikavist á Leitisvatni og Hvilvtkinnavatni
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
5
4
SKÁLAFJARÐAR MÁLINGAHANDIL
Í dag 20. september fylla vit
Í hesum sambandið lata vit
av allari kontantari sølu
Harumframt bjóða vit kaffi og kransakøku
Skálafjarðar Málingahandil
Postboks 69
FO-600 Saltangará
Tlf. 447777
30 ár
30 %