Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. september 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 180 - 20. september 2002 Nr. 180 - 20. september 2002 7 Landsstýrismaðurin tekur ábreiðsluna til eftirtektar, men fær onki gjørt við tað, sum er farið SAMGONGUSTEV Áki Bertholdsen Bill Justinussen, landsstýr- ismaður hevur nú fingið eina ábreiðslu frá Anfinni Kallsberg. Tað er framferðin, tá ið Bill Justinussen valdi sið- seminevndina, sum nú hev- ur kostað honum eina ábreiðslu frá løgmanni. Í teirri munnligu átaluni, sum Bill Justinussen hevur fingið í telefonini og á landsstýrisfundi týsdagin, átalar Anfinn Kallsberg, at Bill Justinussen fylgdi ikki rættari mannagongd, tá ið hann valdi siðseminevnd- ina av nýggjum. Av røttum átti nevndar- valið at verðið lagt fyri Landsstýrið, so at Lands- stýrið fekk høvi at siga sína hugsan um teir nevndar- limir, sum Bill Justinussen ætlaði at velja í nevndina. Hetta er ikki bara gald- andi fyri siðseminevndina, men yvirhøvur, tí tá ið ráð og nevndir skulu veljast, er mannagongdin, at tað skal leggjast fyri Landsstýrið, so at tað verður kunnað um teir limir, sum verða valdir. Men Bill Justinussen sigur, at Løgmaður heldur eisini, at hann kundi havt valt aðrar limir í nevndina, enn teir, sum hann hevur valt. – Við atliti til teimum at- finningum, sum hava verið, heldur løgmaður, at nevnd- arvalið kundi havt verið hepnari. Bill Justinussen valdi Onnu-Lenu Olofson í Klaksvík, Eydnu Háberg úr Havn, Dánjal á Dul Jacob- sen í Havn og Jens Wang í Hoyvík í nevndina. Afturat teimum fýra, sita læknarnir, Høgni Djurhuus, Annika Olsen og Eliesar Olsen í nevndini, teir tríggj- ar hevur Læknafelag Før- oya valt. Til eftirtektar Bill Justinussen sigur, at hann tekur ábreiðslurnar frá Løgmanni til eftirtektar og leggur afturat, at hereft- ir fer hann at fylgja teimum røttu mannagongdunum. – Eg átti at vita, at mannagongdin er tann, at slíkt verður lagt fyri lands- stýrið, men eg má við- ganga, at eg havi ikki verið nóg tilvitaður um tað. – Tað eru mannagongdir fyri alt møguligt og tær eru niðurfeldar í langar reglu- gerðir og tað tekur tíð at venja seg við alt. Higartil hevur hann valt siðseminevnd og sjúkra- húsráðini og hann hevur í hvussu so er eina nevnd eftir at velja, og tað er nevndin fyri Húsaláns- grunnin. – Í tí sambandi verður mannagondin fylgd og nevndin fyri Húsaláns- grunnin verður í fullari semju við alla skipanina, sigur Bill Justinussen. Hinvegin fær hann onki gjørt við tær nevndir, hann hevur valt. Og hann stendur fram- vegis fast við, at hann hevur ikki valt nevndarlim- irnar eftir hvørjum trúar- bólki, teir hoyrdu til, ella eftir politiskari sannføring. Hann heldur framvegis fast við, at einasta orsøkin til, at hann valdi tey fólk, hann valdi, er tí, at hann heldur tey vera væl skikkað at kjakast um siðsemiligar spurningar. – Men tað er ómøguligt at velja fólk, ein aldrin hevur hoyrt um og tískil er tað nátúrligt at at velja fólk, sum eg onkusvegna javi hoyrt um – hóast eg ikki kenni tey persónliga. – Men eg havi ikki valt fólk, sum umboða ávísar trúarbólkar ella ávísar, politiskar flokkar, sigur Bill Justinussen. Og so leggur hann afturat, at hann hevði onki havt ímóti at sloppið undan at valt hesar nevndirnar, men, sum støðan er nú, er tað hansara skylda. – Eg havi nógv onnur mál, eg kundi hugsa mær at framt í landsstýrinum heldur enn at fordeila nevndarsessir. Onglendingurin, Thomas Power, hevur ráðgivið heimsins størstu fyritøkum og nú kemur hann til Føroyar at hitta landsstýrið, vinnu- lívið og kvinnuligar íbirtarar KUNNINGARTØKNI Áki Bertholdsen Í næstu viku kemur ein ein ógvuliga væl kendur og vælumtóktur enskur fyri- lestrarhaldari, ráðgevari og íbirtari til Føroya. Tað er Thomas Power, sum kemur til Føroyar at halda fundir og fyrilestrar mikudagin og hósdagin. Tað er Innlit, sum hevur fingið mannin hendavegin . Innlit er eitt samstarv mill- um Føroya Sparikassa og Reveal International – FaroeLink –, ið skipar fyri skeiðum fyri føroyska vinnulívinum, sigur Innlit í tíðindaskrivi í gjár. Thomas Power, stovnaði í síni tíð internetfelagið, Ecademy.com og nú ferðast hann heimin runt at at halda fyrilestrar og at ráð- geva um møguleikarnar við kunningartøknini. Síðani 1990 hevur hann hildið fleiri enn 50 fyri- lestrar um árið og hevur ferðast í einum 30 londum. Í hesum sambandi hevur hann ráðgivið nøkrum av heimsins størstu fyritøkum, eitt nú Microsoft, British Telecom, Cisco, Xerox, the Financial Times, Commer- ce One, Ariba, Hewlett Packard, Logica, Software AG og Stratus. Harumframt hava eisini fleiri almenn stýri í Ong- landi, biðið um hansara hugsan um gongdina í Kunningartøknini, eitt nú the British Department of Trade and Industry, the Office of Government Commerce og UK Online Initiative. Thomas Power hevur nógv á skránni teir báðar dagarnar, hann er í Føroy- um. Mikudagin hittast Thomas Power og Bjarni Djurholm, landsstýrismað- ur í vinnumálum, at um- røða gongdina í Kunning- artøknini í Føroyum og um- heiminum. Sama dag tosar hann við umboð fyri KT-felagið, KT- Forum, KT-Depilin og Elektron. Hann fer eisini at halda serstakan fund við umboð fyri nevndirnar fyri Vinnu- framagrunnin, Framtaks- grunn Føroya og Notio. Og hann fer somuleiðis at hitta bólkin »Kvinnur sum íbirtarar« fyri at skifta orð um teirra serligu viður- skifti. Almennur fyrilestur Seinasta kvøldið á vitjanini í Føroyum er sett av til al- mennan fyrilestur, har hann fer at umrøða møguleikarn- ar fyri altjóða arbeiði á al- netinum, ikki bara hjá fyri- tøkum men sumn heild. Innlit og SIEC-Føroyar skipa í felag fyri hesum al- menna fyrilestri. SIEC/ISBE er stytting fyri the International Society for Business Education. Heitið á fyrilestrinum er »The Power of Local and International Networking via the Internet«. Fyrilest- urin verður á Føroya Han- dilsskúla í Havn, hósdagin kl. 19.00. Hann kostar 300 krónur, sum skulu gjaldast á konto hjá Føroya Handilsskúla í Føroya Sparikassa í sein- asta lagi mikudagin. konto- nummarið er 9181- 123.652-2 Fyrilesturin verður hildin á enskum. Øll eru vælkom- in, sigur Innlit. Meiri fæst at vita á www.faroelink.com og www.sparikassin.fo Bill Justinussen fingið ábreiðslu frá løgmanni – Eg hevði onki havt ímóti at sloppið undan at valt siðsemi- nevndina og aðrar nevndir, men framyvir verða mannagongd- irnar fylgdar, sigur Bill Justinussen, landsstýrismaður Garvaður íbirtari til Føroya at tosa um kunningartøkni Tað er ølum greitt, at ómetligir møguleikar liggja í kunningartøknini. Mikudagin og hósdagin kemur ein kendur ábirtaður til Føroya at hada fyrilestrar og at geva góð ráð Semja er gjørd um nýggjan sáttmála fyri portørar og ambulansustarvsfólk SEMJA Heri á Rógvi Mánadagin gjørdust Fíggj- armálaráðið og Havnar arbeiðsmannafelag samd um at endurnýggja sáttmál- an fyri portørar og ambul- ansustarvsfólk. Sáttmálaskeiðið er frá 1. mai 2002 til til 1. oktober 2003. Orsøkin til, at sáttmálin ikki er gjørdur fyrr enn nú, er m.a., at sáttmálin ikki gekk út fyrr enn 1. mai, sum nakað eftir hinar sátt- málarnar. Tað hevur tikið eitt sindur av tíð hjá pørtun- um at semjast, og summar- frítíðin hevur eisini gjørt sítt. Tað hevur ikki tó ikki verið neyðugt at tilkallað semingsfólk. Fíggjarmálaráðið sigur í tíðindaskrivi, at karmurin fyri henda sáttmálan er hin sami sum hjá øðrum feløg- um, t.e. 6,5% í ár og 3% næsta ár í lønarvøkstri. Afturat hesum er løn- arstigin styttur niður í 12 stig. Lønarhækkingin verð- ur at rokna frá 1. mai. Hetta ger, at portørarnir og am- bulansustarvsfólki fáa ein ávísan part av hækkingini við afturvirkandi kraft. Í nýggja sáttmálaskeiðin- um skal arbeiðsgevarin, t.e. Landssjúkrahúsið, gjalda eitt eftirlønargjald áljóð- andi 4,6%. Í sáttmálan er komin grein um seming og gerðar- rætt, og aðrar smávegis broytingar eru gjørdar. Tal- an er um eina standard for- mulering, sum nú er at síggja í so at siga øllum sáttmálum, ið Fíggjarmála- ráðið ger. Orðingin viðvíkj- ur prosessina í sambandi við ósemjur um orðingar í sáttmálanum millum part- arnar, greiðir Tummas Magnussen, stjóri á lønar- deildini á Fíggjarmálaráðn- um, frá. Landsstýrismaðurin er væl nøgdur við sáttmálan, verður sagt. Portørarnir nýggjan sáttmála Ambulansufólkini hava fingið ein nýggjan sáttmála, ið gevur teimum 6,5% lønarhækkan í ár og 3% næsta ár. 1 av 40 arbeiðsleysur 1. august búðu 47.483 fólk í Føroy- um, og av teimum vóru 590 arbeiðsleys HAGTØL Heri á Rógvi Við árslok búðu 46.996 fólk í Føroyum. Støðugt leggist meira til á okkara átjan oyggjum, og 1. august kundi staðfestast, at vøkst- urin í fólkatalinum stendur við, tí tá vóru 47.483 fólk búsitandi í Føroyum. Størsti vøksturin í prosent- um er í Vágum, har fólka- talið er frá 31. desember til 1. juli er voksið við 1,9%. Høvuðsstaðurin hevur næst størsta vøksturin fyri sama tíðarskeið við 1,3%, sum eru 228 fólk. Á Sandoynni stendur fólkatalið í stað, men alla aðrastaðni í Før- oyum veksur fólkatalið. Samanlagt er fólkatalið í Føroyum voksið við einum góðum prosenti í ár. Arbeiðsloysið í Føroyum er eisini støðugt minkandi. Hin 1. januar 2001 1.093 føroyingar ella 4,5% ar- beiðsleysir. Hetta tal er nú minkað til 590 ella 2,3%. Hetta sæst í teimum nýggj- astu hagtølunum hjá Hag- stovu Føroya. Hagstovan vísir eisini á eitt serføroyskt fyribrigdi, sum er fiskavirkisskipanin. Taka vit talið av arbeiðsleysum í fiskavirkisskipanini við, so eru 706 fólk ella 2,8% ar- beiðsleys. Tá roknað verður ar- beiðsloysi í fiskavirkisskip- anini, so verður so verður roknað útfrá tímatali. Føroysk flakisvirkisfólk eru í einum slag av einari trygdarskipan, har tey eru tryggjaði eina 32 tímar viku. Tá roknað verður út, hvussu nógv arbeiðsleys eru í skipanini, so verður samlaða tímatalið býtt við 32, og harvið sæst, hvussu nógv havi verið í arbeiði. Tað er rættiliga skjótt at ímynda sær, hvørja ávirkan ein vantandi arbeiðsdagur fær á tølini. Tá tosað verður um ar- beiðsleys sum heild, so verður hugsað um fólk, sum eru tøk á arbeiðs- marknaðinum, men einki arbeiða hava í eitt tíðar- skeið. Tað merkir so, at skúlanæmingar, pensjón- istar og fólk, sum eru so illa fyri, at tey verða umfata av einari serligari grein í for- sorgarlógini, ið ger at tey ikki kunnu roknast sum tøk á arbeiðsmarknaðinum. Tey 590, tá hyggja vit ikki eftir fiskavirkisskipan- ini, eru sostatt fólk 16 ár og eldri í Føroyum, sum eru tøk á arbeiðsmarknaðinum, men ikki hava arbeiði í løtuni. Av teimum 590 eru 443 í ALS-skipanini og 147 fáa bert stuðul frá Al- mannastovuni. Tað kunnu vera ymsar orsøkir til, at fólk bert fáa stuðul frá Al- mannastovuni. Ein orsøk kann vera, at viðkomandi kann hava verið ov leingi í ALS-skipanini ella ikki hevur arbeitt áður hann ella hon gjørdist arbeiðs/ur, soleiðis ikki hevur vunnið rætt til at vera í ALS- skipanini. Kvinnurnar ringast fyri Hyggja vit so nærri eftir teimum 590, leggja vit til merkis, at kvinnurnar um- boða størsta partin. 3,7% ella 393 kvinnur eru ar- beiðsleysar. Tað er torført at siga, hvør orsøkin til hetta er, men millum orsøkirnar eru óivað støðan hjá kvinnuni sum mamma og vantandi útboðið av arbeiðum til kvinnur, t.e. starvsbólkar, har kvinnur so at siga ikki luttaka. Taka vit flakakvinnurnar við, so eru heili 481 kvinn- ur umboðandi 4,5% av samlaðu kvinnuligu ar- beiðsmegini tøkar á arbeiðsmarknaðinum, men hava einki arbeiði. Framvegis arbeiðs- loysi Hans Pauli Strøm, sum starvast á Hagstovu Føroya og er útbúgvin sosiologur, sigur, at prátið um, at einki arbeiðsloysi er í Føroyum als ikki rætt. – Talið er lægri enn tað nakrantíð hevur verið, og hjá monnunum stendur væl til, men kvinnurnar eru eftirbátur, sigur Hans Pauli Strøm. Arbeiðsloysið er eisini minkað nógv í ár. 209 fólk hava funnið nýtt arbeiðs- pláss síðani januar mánað. Tá var arbeiðsloysið 3,2%. Samanbera vit árið í fjør við í ár, kann leggjast til merkis, at talið av arbeiðs- leysum eisini var lágt í aug- ust og september, men vaks so aftur í endanum av árinum. Frá oktober 2001 til februar 2002 lá talið av arbeiðsleysum millum 3,3 og 3,1%. Tað eru ógvuliga fá í Føroyum, sum sita fyri einki, men nøkur eru. C M Y K 7 6