Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. september 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 180 - 20. september 2002 Nr. 180 - 20. september 2002 9 Bárður fer til Gjáar at mála Bárður Jákupsson, leiðari á Listaskálan- um, er í holt við at rigga sær eitt atelier til við Gjógv. Her ætl- ar hann at nýta nógvu tíðina hann fær, tá hann gevst sum leið- ari av Listaskálanum LIST Ingrid Bjarnastein Leiðarin á Listaskálanum, Bárður Jákupsson, er í holt við at rigga sær eitt atelier til við Gjógv. – Eg havi longu eitt ateli- er í Hoyvík, men tað er ov lítið, so eg havi valt at fáa mær eitt afturat, sigur Bárður Jákupsson. Kona Bárð, Hervør, er úr Gjógv, og húsið, har atelieri er, er knýtt at barndóms- heimi hennara. – Eg komi nógv til Gjáar, og mær dámar væl har. Tú kanst altíð koma til Gjáar. Tað er landfast og vega- samband, og har er eisini deiliga friðarligt. Nú tá Bárður Jákupsson fer at gevast sum lista- savnsleiðari, fer hann at hava munandi betri stundir til at tekna og mála. – Tá eg gevist ætli eg bara at tekna og mála. Tað er tað, sum eg altíð havi viljað, sigur Bárður Jákups- son. Ikki er vist enn nær Bárður Jákupsson fer úr starvi, sum listasavnsleið- ari. – Starvið fer at verða lýst leyst í næstum, og vit vóna, at ein nýggjur leiðari kann setast um ársskiftið, sigur núverandi listasavnsleiðar- in at enda. Bárður Jákupsson, sum starvast sum listasavnsleiðari í løtuni, er í holt við at rigga sær atelier til við Gjógv. Her fer hann at brúka nógva tíð tá hann fer at gevast sum leiðari Mynd: Jens Kr. Vang Mikudagin var ítrótt- ar- og mentunar- dagur í Havn fyri øllum lesandi í mið- námsskúlunum kring landið ÍTRÓTTARDAGUR Sólrun Hansen og Anja Brekkstein, praktikkantar Mikudagin var skipað fyri ítróttar- og mentanardagi fyri miðnámskúlalesandi í Havn. LFÚ skipar fyri tiltak- inum saman við teimum ymsu miðnámsskúlunum. Vit hava tosað við Brynhild Poulsen, sum er skrivari og samskipari hjá LFÚ. Av tí at ikki var boða frá afturmeldingum, miseydn- aðust summi tiltøk. T.d. gekk miðlatiltakið ikki eftir ætlan, av tí at ov nógvir næmingar vóru, men har- ufturmóti eydnaðist rund- vísingin væl. Um tiltakið verður aftur í næsta ár, dug- ir Brynhild ikki at siga. – Tað er eitt stórt arbeiði at fyrireika eitt líknandi til- tak, og tað skulu nógvir fyrireikarir til, sigur Brynhild Poulsen. Dagurin byrjaði klokkan 09.30, har Turið Christoph- ersen, formaður í LFÚ, setti dagin. Klokkan 10.00 fóru tey í bólkar og so til øll tiltøkini, sum vóru ymsa- staðni runt í Havnini. Aft- aná tiltøkini, møttust allir næmingarnir niðri á Tórs- vølli, har ið Poul Michelsen handaði heiðursmerkini. Eisini fyri brekað Vit spurdu Drós Djurhuus, lesandi í studentarskúlan- um í Havn, hvat tiltak hon hevði valt, og hvat henni dámdi dagin – Eg valdi tiltak nr. 1, sum er rundvísing í Tórs- havn og Hoyvík. Gongutúr- urin var við Ingigerð, sum ferðaleiðara, og hann byrj- aði uttanfyri Kunningar- stovuna. Fyrst varð farið oman á Kongabrúnna, og frá Kongabrúnni gekk leið- in niðan á Tinganes, Reyna- garð, eftir Reyni, Mettu- stovu, Bringsteinsgøtu og endaði niðri á Vágsbotni. Síðani fóru vit við bussi niðan til Føroya Fornminn- issavn, og oman í Hoyvík- ina har Regin Debes greiddi frá ymiskum. –Tað hevur verið sera stuttligt og spennandi, men tiltakið kundi verið betri fyriskipað. Kanska er tað tí, at tað er fyrstu ferð, at eitt líknandi tiltak verður gjørt á hendan hátt, sigur Drós Djurhuus. Í fjørð var tað bara ítrótt- ur á skránni. Tað vil siga, at tey, ið høvdu eitt brek ella ein skaða, kundu ikki vera við. Men í ár eru tað onnur tiltøk, har tey sum hava brek ella skaða, kunnu vera við. Eisini spurdu vit Rannvá Holm Jacobsen, hvat hon helt um tiltakið. – Eg haldi, at tiltakið var áhugavert, men ov illa fyri- skipað. Eg var sett á skeiv- an lista, og var tí enda í miðlatiltakinum. Vit vóru runt í Havnini og vitjaðu fjølmiðlar. Eg haldi, at vit vóru alt ov nógv í bólkinum og fingu tí ikki alt við, sum var sagt. – Sjálvt um tað var ein áhugaverdur dagur, veit eg nú, at eg ongantíð fari at verða journalist, sigur Rannvá at enda við einum stórum smíli. Ítróttar- og mentanardagur bæði væl- og miseydnaður Ferðamynstrið hjá svartkjafti er eitt loyndarmál Tað er eftir øllum at døma torført at gerast klókur uppá svart- kjaft. - Ymiskt er, hvussu svartkjafturin ferðast, tá ið hann er um okkara leiðir. Gongdin er ongantíð hin sama, og einki ár er mynstrið eins, sig- ur Hans Klakkstein, sum førdi Christian í Grótinum seinasta túr. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Miðskeiðis í vikuni var Chr. í Grótinum á Klaksvík við fullum skipi av svart- kjafti. Veiðan, sum øll var fingin í føroyskum sjógvi, vá 2.000 tons; tá er skipið fult undir lúkurnar og kanska eitt sindur meira enn tað. Skipari hendan túrin, var klaksvíkingurin, Hans Klakkstein. Hann er van- liga fyrsti stýrimaður um- borð, meðan Jón Rasmus- sen er fastur skipari. Við- hvørt avloysir Bogi Ras- mussen, sum annars førir Norðborg, og onkuntíð er eisini reiðarin, Kristian Martin Rasmussen, á brúnni á Christiani í Gróti- num. Kristian Martin loysir eisini av umborð á Norð- borg. Hendan túrin fingu teir ikki allan fiskin undir lúk- urnar umborð á Christiani í Grótinum. - Tað var stuttur vegur at sigla av fiskileiðini, og veðrið var gott. So, hetta var eingin trupulleiki, sigur Hans Klakkstein. Hann vísir á, at tá ið teir royna eftir svartkjafti, er ikki altíð, at alt tað seinasta hálið fæst undir lúkurnar. - Hendan túrin fingu vit millum 300 og 350 tons um døgnið, og tað er hampilig- ur fiskiskapur. Seinasta hálið var tað besta; tá fingu vit sløk 400 tons. Fingu alt í før- oyskum sjógvi Hans sigur, at tá ið teir byrj- aðu hendan túrin, royndu føroysku skipini í íslendsk- um sjógvi, og tað ljóðaði ikki frá nógvum. - Vit kastaðu tó í ís- lendskum sjógvi, men tað gav einki. Fiskurin flutti seg rættiliga nógv tey fyrstu trý samdøgnini eftir, at vit vóru útkomnir. Tað endaði við, at vit fingu uppí skipið einar 25 fjórðingar inni á føroyskum øki. Vit fiskaðu í stívliga seks sam- døgur tilsamans. Hans sigur, at fiskiskap- urin er nýtiligur, tá ið nóta- skipini kunnu gera ein túr um vikuna. - Ofta er tað soleiðis, at onkur góður dagur bjargar túrinum, men liggja dagar- nir um 300-400 tons, er fiskiskapurin góður. Svart- kjaftafiskiskapurin kann vera rættiliga skiftandi. Viðhvørt fæst uppí skipið eftir 2-3 døgum, og við- hvørt tekur tað eini 8-9 samdøgur at fylla skipið, sigur hann. Hini skipini, sum eru á føroysku svartkjaftaleiðini í løtuni, eru Krúnborg, sum júst er komin á fiskileið, Tróndur í Gøtu, sum hevur roynt nakrar dagar og síðan Næraberg, sum virkar svartkjaftin umborð. Krúnborg var á Fugla- firði fyrr í hesi vikuni við fullum skipi. Christian í Grótinum byrjaði nýggjan túr á mid- degi hósdagin. Mynstrið broytist Hans Klakkstein sigur, at ymiskt er, hvussu svart- kjafturin ferðast, tá ið hann er um okkara leiðir. - Gongdin er ongantíð hin sama. Einki ár er mynstrið eins. Hann vísir á, at hesa tíð- ina í fjør fekst nógvur svartkjaftur á Munka- grunninum, og nú fæst hann vestur ímóti marki- num. - Einar 3 vikur herfyri var einki at fáa, men beint und- an hesum, var væl at fáa í ein landnyrðing úr Fugl- oynni. So, tað er ilt at siga, hvar og nær svartkjaftur er at fáa, tí ferðamynstrið og fiskiskapurin eru so skift- andi Hans Klakkstein vónar, at Christian í Grótinum fær einar 3-4 túrar aftrat, áðr- enn farið verður á makrel- ella sildaveiði. Skipið er fult - ikki bara undir lúkurnar, men meira enn tað. Mynd: Rúna Sivertsen Her leggur Christian í Gróti- num til bryggju í Klaksvík. Mynd: Rúna Sivertsen FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Hósdagin landaði Fiska- virking á Tvøroyri djúp- vatnstrolaran, Steintór, og seinni sama dag skuldu tey eisini landa línuskip- ið, Hoyvíking. Steintór hevði sløk 90.000 pund, harav sløk 40.000 pund var kongafiskur. Hoyvík- ingur hevði eisini umleið 90.000 pund, harav ein partur av veiðini var brosma. Hvørji hini fiskasløgini vóru, var ikki greitt, tá ið vit frættu av Tvøroyri fyrrapartin í gjár. Ymisk virkir keyptu fiskin hjá Steintóri og Hoyvíkingi. Í dag landar Vesturskin á Tvøroyri, men tá ið vit frættu, visti tey ikki, hvussu nógv trolarin hev- ur inni. Sum skilst, keypir Fiskavirking veiðina hjá Vesturskini. Tíðliga í vikuni landaði eisini djúpvatnstrolarin, Rankin, á Tvøroyri. Tey høvdu ikki tølini við hondina, tá ið vit frættu, men Fiskavirking á Tvør- oyri keypti meginpartin av veiðini. Uppí einir 30 útróðrar- bátar rógva út og avreiða á Tvøroyri, tá ið viðrar - og seinastu dagarnar hev- ur hann yvirhøvur ligið við góðum veðri. Útróðrarbátarnir fáa nakað av fiski, skilst. Í Suðuroy eru tvær landingarmiðstøðir, og her kemur allur fiskurin í Suðuroy uppá land. Hesar eru Fiskavirking á Tvør- oyri og Fiskamarknaður Føroya í Vági. Fýra skip landað á Tvøroyri Skipari hendan túrin, var Hans Klakkstein, ið annars hevur siglt sum stýrimaður við Christiani í Grótinum í 11 ár. Mynd: Rúna Sivertsen C M Y K 9 8