Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. september 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 180 - 20. september 2002 Nr. 180 - 20. september 2002 11 Fólkaflokkurin hevur sum mál at einskilja (privatisera) almennar stovnar ella almennar fyritøkur. Í summum førum kann tað vera skilagott, men í øðrum førum er tað heilt burtur við at einskilja. Hóast grundgevingin at einskilja ofta tykist dekan ov tunn, hevur henda stevna kortini eina ávísa undirtøku, hóast slíkar einskiljingar ofta eru í andsøgn við ta samhaldsføstu hugsjónina. Tí kann tað undra, at tjóðveldisveljarar, sambært veljarakanning hjá Gallup í Fregnum, eru so altráðir eftir at einskilja almennar fyritøkur. Kann hetta vera íkomið eftir at nýggj leiðsla hevur tikið við í flokkinum? Løgið um so er, tí sama leiðsla sigur seg ganga inn fyri tí samhaldsføstu hugsjónini. Nú vil Fólkaflokkurin aftur sleppa at einskilja Húsaláns- grunnin. Peningurin sum kemur inn fyri søluna – kanska einar 3-400 mió.kr. – skulu brúkast til at gjalda niður uttanlandsskuldina hjá landskassanum. Tað er sjálvandi gott at fáa uttanlandsskuldina niður, men hon verður, sum er, goldin niður eftir fastari avtalu og hon er minkað nógv. Tí má staðfestast, at Húsalánsgrunnurin er alt ov virð- ismikil at selja fyri at minka uttanlandsskuldina meira. Sjálvandi ber altíð at umrøða spurningin, hvønn leiklut Húsalánsgrunnurin hevur í dag. Men vit skulu ikki longur enn eini 15 áraftur í tíðina, tá eingin fekk eina húsafígging at hanga saman uttan lán úr almenna grunninum. Síðani er tað hent, at bankin og sparikassin hava verið á tremur við pengum. Fyri at fáa fleiri viðskiftafólk í sín bás, hava teir bjóðað teimum »góðu« viðskiftafólkunum heildarfígging. Tað hevur merkt, at grunnurin er drenaður fyri lán og við- skiftafólk. Men nøkur túsund eru eftir og sambært seinasta roknskap- inum eru lánini hjá grunninum tilsamans, hóast alt, mill- um 300 og 400 krónur. Vit kunnu spyrja, um hesir lænar- arnir ikki eru nóg góðir hjá hinum peningastovnunum – kanska fólk á bygd við minni fastari inntøku? Tann spyr, sum ikki veit! Fer Tjóðveldisflokkurin eisini í hesum máli at lata Fólka- flokkin draga seg eftir knøðunum, so verður á hesum stað mælt til, at grunnurin fer fyri hægstbjóðandi og at pening- urin í staðin fer í Íbúðagrunnin. Her kann peningurin koma væl við, tí alt fleiri vilja hava eina íbúð at búgva í. Í vár kom eisini fram, at við verandi lóggávu ber slettis ikki til at byggja leiguíbúðir, og tí má nýhugsan til á hesum øki. Men gongur Tjóðveldisflokkurin við til at avreiða Húsa- lánsgrunnin til bankan ella sparikassan, so eigur flokkurin at gera sær greitt, at tá missir tað almenna eitt rættiliga týðandi stýringsamboð á húsamarknaðinum. Sethúsarent- an er lág í dag, og tá bankafólk hava fílst at lágu rentuna hjá Húsalánsgrunninum, kunnu vit ímynda okkum, at rentulegan óivað hevði verið hægri, um Húsalánsgrunnur- in, tilvitað ella ikki, royndi at halda rentuleguni so langt niðri, sum hon er í dag. DAGSINS MEINING Sosialurin Ódámlig einskiljing lúrir VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kaj Leo Johannesen Løgtingslimur Politiska kjakið, sum hevur verið ta seinastu tíðina um einskiljingar, hevur eftir mínum tykki ikki megnað at lyft kjakið upp á eitt støði, har tað hoyrir heima. Tað er okkara ábyrgd sum politikkarar, at hetta verður gjørt so munagott, at øll skilja fyrimunir og vansar við, at tað almenna veð- heldur fyri vinnulívinum, – júst tað sum øll vóru á einum máli um, ongantíð skuldi henda aftur. Havi ikki verið ein av teimum, sum vil einskilja fyri ein og hvønn prís, men eg dugi at síggja, at tað eru fá lond eftir í heiminum, har tað almenna samtíðis sum tað eigur meginpartin av primervinnuni, er størsti kappingarneyti hjá tí pri- vata vinnulívinum. Hetta er ein mótsøgn og er ein byg- naður, sum ongan møgu- leika hevur í longdini. Vit skulu minnast til, at alt er møguligt so leingi vit seta met í prísum og landingum, men hvussu verður, tá nøgdir og prísir koma á eitt normalt støði aftur? Tað almenna hevur ein vága í vinnulívinum í dag, sum ikki kann góðtakast, havandi í huga, at vit øll vóru á einum máli um, at tað almenna ongantíð aftur skuldi hefta fyri vinnu- lívinum. Vit vita, at landið var í undantaksstøðu í 92, og at spekulatión og vænt- andi stýring órættvíst vórðu løgd á herðarnir á okkum øllum. Men hettar skuldi alt verða ein fyribilsloysn. Tað sum síðani er hent er, at fyribilsloysnin er komin at virka í einum umhvørvi, har alt gekk nógv betur enn vit kundu væntað bæði við fiskanøgdum og prísum, tær almennu fyritøkurnar hava fingið ein so stóran leiklut, at politikkararnir hava ikki megnað at skapt ein neyðugan dialog, um framtíðina av hesum fyri- tøkum. Tað gongur væl hjá øllum í løtuni, so nú er rætta tíðin at tosað um endaliga at fáa veðhalds- politikkin frá 80’unum burtur. Ein møgulig niðurgongd í búskapinum hjá teimum fyritøkum sum almennir grunnar eiga, ella hin al- menni bankin fíggjar, kann í ringasta føri merkjast sum beinleiðis tap í okkara landsbúskapi. Vit politikarar eru valdir til at skapa bestu treytir fyri borgararnar at virka undir, og eisini at varða um ognir teirra. Vit mugu fáa størri gjøgnumskygni í øllum tí sum fyriferst í samfelagn- um, og ikki goyma møgulig álvarslig árin á henda hátt. Tað er heldur ikki rætt, tá nakrir av okkara fremstu búskaparfrøðingum tosa um, at stuðulin er burtur úr føroysku vinnuni. Stuðulin er bert fluttur út í almennar grunnar, meðan veðhaldið liggur í somu grunnum og møguliga eisini í tí al- menna føroyska bankanum. Eru veðhaldini frá 80’unum burtur? Leygardagin varð skipað fyri firma- kapping í bowling í Bowlinghøllini á Hálsi í Havn. 36 lið úr ymsum virkjum tóku lut FIRMAKAPPING Eirikur Lindenskov Petur Petersen á Føroya Bjór sigur, at stórur áhuga var fyri kappingini, tí heil 21 lið stóðu á bíðlista, og tí verður umhugsað at skipa fyri líknandi kapping longu í vár. Kappingin byrjaði leyg- armorgunin kl 9 og endaði kl 18 seinnapartin. Tríggir luttakarar vóru á hvørjum liði og vórðu spæld tvey spøl. Samlaðub stigini vóru síðani avger- andi fyri, um liðið kom víð- ari í kappingini. Kl 17:30 varð finalan spæld millum PE Kolonial, Hafnia og Auto. Auto (Eigin, Jón og Karsten) vann kappingina við 1006 stigum, meðan PE Kolonial (Báður, Grettir og Johan) var nummar tvey við 974 stigum og Hafnia (Rotem, Jalle og Gud- mund) gjørdist vann triða plássið við 857 stigum. Vinnarin fekk gávukort frá Hotel Føroyum, meðan Føroya Bjór, sum stuðlað hevði kappingini, lat vinn- ingar til nummar tvey og trý. Auto vann Føroya Bjór Cup í bowling Eigin, Jón og Karsten frá Bilstøðini Auto vunnu kappingina Ása Gaasedal Á, denn øsing Alt landið er á gosi í hes- um døgum, høg og lág, leik og lærd, tí ein nevnd hevur fingið fýra nýggjar limir, og tríggir teirra hoyra til onkra fríkirkju. Sikken ein óhoyrdur frekleiki! Tað ljóðar, sum er hesin minni- luti lítið meiri enn hesi 3-4 fólkini + kanska Jenis og onkur hendinga aftrat. Men einki óregluligt er farið fram, nei-nei, verður bedýr- að úr øllum ættum, tað er bara hetta, at ein minniluti . . . . (og at minnilutar eru skaðiligir, tað vita øll, ha?) Á, denn vísdómur Formaður í vísindanevnd, sum byrjar við at presentera seg sum formaður í vís- indanevnd, bedýrar eisini, at heldur ikki honum dámar alt ov væl, tá alt ov nógv av minniluta er savnað saman á einum og sama staði. Gott at hann minnist til at byrja rætt, so vit kunnu fáa há- virðingina skrúvaða upp á eitt hóskandi støði og fáa varhugan av, at sannleikin viðvíkjandi vísindanevnd- ini er ein annar, enn hann í veruleikanum er. Saman við avsanningini rópar hann út um allar geilar, við stórum stavum mitt í fokus á forsíðuni á størsta dag- blaði føroyinga, at ávísi landsstýrismaðurin, sum alt rokið stendst av, er lygnara um ein háls! Á, denn fløkja Við nógv smærri stavum longri niðri í breyðtekstin- um váttar hann tó, at hetta við, at landsstýrismaðurin skal vera lygnari, er treytað av, at hann ikki sjálvur veit, hvønn hann kennir og hvønn hann ikki kennir, og tá hann er liðugur at gita, leggur hesin góði formaður í vísindanevndini áherðslu á, at hetta er ikki eitt mál, sum vísindanevndin hevur nakað við at gera. Ikki orð fyri, hvussu fløkt tað kann sigast! Á, dett gap! Ein óður villmaður, sum fyri bara vikum síðani var um at forkoma samgonguni út úr sínum breiða, ótamda gapi, sum at enda noyddi hann at leggja seg skerflat- an at gnaga gras sum ein avhølvaður hundur, hevur bustað dustið av aftur búk- inum og brókunum og svingað seg upp aftur í sessin á ovastu rók, haðani útsýnið er so avbera frálíkt at skjóta við skørpum eftir samstarvsfelaganum, sum í sínari tíð syrgdi fyri at útvega honum hendan frá- líka sessin. Hann skuldi heldur ansað sær, haldi eg, tí hann er longu farin at senda blíð eygu aðrar vegir, og hugsar helst ikki um, at hann kanska fær ein krakk afturfyri. Á, denn verð! Hvat verður tað næsta? Onkur mælti til at útvega stjørnur til minnilutan av fólki, ið eru átrúnarliga áhugað, so síggjast kann, at tey tessvegna eru tilsvar- andi óhóskandi sum evni, tá veljast skulu persónar til álitisstørv, nevndarsessir osfr., eini gomul roynd ráð, sum royndust sera effektiv, tann tíð tað var. Hvussu er? Eiga vit at taka eftir haðani, halda tit? Men hvussu lítil man nú hesin »minnilutin« vera? Tolin tøl Meg minnist einaferð, haldi tað var fyrst í hálvfemsun- um, at sjálvur bispur nevndi tøl fyri, hvussu lutfallið var hjá teimum, ið vóru limir í fólkakirkjuni í mun til onnur, og minnist eg rætt, fekk hann talið til umleið 90 ella 95%. Eg stúrsaði við, trúði ikki mínum egnu oyrum og gjørdist mistonksom, tí bara tann eina samkoman, har eg komi, etur stóran part av avlopsprosentunum hjá bispi upp. Eg fór at kanna mína egnu støðu í so máta, og svarið, eg fekk, var, at eg var limur og altíð hevði verið tað, hóast hvørki for- eldur míni, ommurnar ella abbarnir vóru limir í fólka- kirkjuni, og ikki bara eg, men eisini børn míni vóru limir, hóast einki teirra er doypt í nakrari kirkju. Øll eru føddir limir, var frá- greiðingin, eg fekk, og tey verða verandi limir, um tey ikki melda seg út. Tað gjørdi eg longu dagin eftir. Talandi tøl Eg fann útav, at bara innan- fyri tey allarnærmastu í mínari familju, foreldur, børn, systkin og systkina- børn, vóru 36 fólk, ið halda seg til ymiskar fríkirkjur og samkomur, og høvdu hild- ið, at tey stóðu uttanfyri fólkakirkjuna, men kortini vóru við í tølunum hjá bispi. Tað hoyrir eisini við til ta søguna, at nøkur fá ár seinni stóð eg aftur at vera limur í fólkakirkjuni, við tað at eitt x var forprentað í teiginum á sjálvuppgávuni, har spurt verður, um ein er limur í fólkakirkjuni ella ei. Ongin hevur sagt mær, hvussu leingi ein útmelding varir, og enn havi eg ikki fingið í lag at melda meg út einaferð aftrat, men eg ætli at gera tað. Faktiskt eri eg eitt sindur hørm um, at støðan er soleiðis, og eg ynski ikki at vera smálig, tí hóast alt boðar kirkjan jú eisini tann kristna boðskap- in, men mær dámar also ikki at verða misbrúkt. Tambaði tøl tala Tað er skjótt at fáa ein lang- an limalista, tá fólk soleiðis verða tvangsinnskrivað, uttan at tey verða spurd, men eg haldi ikki, at tað er serliga seriøst at brúka slík tøl í einum almennum kjaki, og kanska eru vit júst nú vitni til, hvør avleiðing- in kann vera. Kanska hongur ynskið um eitt størt limatal saman við játtanini til kirkjuna, hvør veit, tí heilt bílig er hon jú ikki, og nú talan er um at yvirtaka hana, er ikki minni umráðandi, at talið er so høgt sum til ber og kostnaðurin harvið lægri hjá tí einstaka. Kanska er tað her, hundurin er grivin, hetta, at fríkirkjufólk eru farin at hótta við at nokta at gjalda fyri kirkjuna, og at tey tí skulu kanøflast. Hvør veit? Turr tøl, takk! Viðvíkjandi minnilutanum so kundi verið áhugavert at fingið at vita við turrum tølum, hvør veruliga stødd- in er. Ber ikki til at fáa álít- andi almenn tøl, so hevði helst borið til at kanna eftir við at farið ein túr kring um í landinum og kagað inn í kirkjur, fríkirkjur og sam- komur, tá fundir eru, og talt høvd. Tað kundi hent, at tað broytti prosentini so mun- andi, at tað ikki longur var óhugsandi, løgið ella mis- tonkiligt, um tvey ella trý av hvørjum fýra fólkum í einumhvørjum bólki, felag- skapi, nevnd, fundi, ar- beiðsplássi, ítróttarliði, skúlaflokki, politiskum flokki, osv osv av sær sjálv- um vístu seg at hoyra til frí- kirkjurnar, sum eru bæði stórar, livandi og væl vitj- aðar - kanska mest av fólkakirkjulimum, sum hvørki hava ynski um at vera tað ella hava ánilsi um, at tey eru tað. VIÐMERKINGAR Stór øsing um lítlan minniluta Mannarættindi hjá menn- ingartarnaðum anno 2002 Turið Jacobsen Tað er syrgiligt, at vit í Føroyum í ár 2002 skulu vera vitni til, at fólk við menningartarni ikki hava ein so sjálvsagdan rætt sum at fáa egnan bústað. Jan Christiansen, borg- meistari í Tórshavn, sigur í Dimmalætting, at tey, sum standa aftanfyri sam- býlið í Smærugøtu, eiga at seta seg í samband við grannarnar, fyri at fáa viðurskiftini í rættlag. Sjálvandi skulu tey ikki tað. Tað er Jan Christian- sen sum borgmeistari - eisini hjá teimum við menningartarni!! - sum eigur at vísa, at Býráðið als ikki kann góðtaka, at summi grannaløg ikki “rúma” hesum menn- iskjum. Jan C. sigur eisini, at fólk við menningartarni eru av fittastu fólkum. Tað er als ikki tað, sum tað snýr seg um og vísir einans á eina óvitan og snævurskygni, sum er sera ódámligt, serliga tá hon er tengt at valdi og ábyrgd. Her verður ikki tosað um sersømdir á nakran hátt. Eisini er tað skelkandi, at Jan fer inn í diskussiónina um byggi- samtyktir. Um ein byggisamtykt hevði verið, sum foraði fyri, at fólk við menningartarni kundu festa búgv, átti hon til eina og hvørja tíð at vikið fyri alheims viðtøk- um um mannarættindi og líkarætt fyri fólk við breki. Tað er hugstoytt, at trupulleikin sum so mangan er endaður hjá teimum við menningar- tarni og teirra avvarðandi og teirra “ambassadøri” Javna. Javni hevur nú verið til í 31 ár og skal enn nýta alt ov nógva orku til at fáa almennar myndugleikar og okkum onnur at viðurkenna, at fólk við menningartarni búgva í Føroyum, tey eru okkara grannar, systkin, børn og systkin hjá onkr- um, vit kenna, stutt sagt - tey eru ein partur av okk- ara dagligdegi og tjóð. Tey klára ikki sjálvi at skapa sær nøktandi livi- umstøður og vit hava øll skyldu at skapa teimum karmar at liva undir. Tað, at nøkur av okkum enn ikki hava tey so nær at okkum, at vit enn “ræð- ast” tey, setur so mikið størri krøv til teirra, sum umboða myndugleikar- nar, í hesum føri Tórs- havnar Býráð. Tann dag- ur, tá Tórshavnar Býráð skal gjalda endurgjalds- krav, tí onkur ogn verður hildin at fella í virði, tí fólk við menningartarni búgva í grannalagnum, verður ein sorgarinnar dagur. Ikki minst tí at tað hevði prógvað, at dóms- valdið við tílíkari stað- festing hevði viðurkent, at fólk við menningar- tarni ikki hava sama heimarætt, sum vit “normalu”. Lógvatak millum brøðraflokkar í Útnorði Høgni Hoydal Um vikuskiftið hittust for- menninir í teimum trimum brøðraflokkunum í Út- norði: Josef Motzfeldt, for- maður í Inuit Ataqatigiit úr Grønlandi, Steingrímur J. Sigfússon, formaður í Vinstrihreyfingini - grænt framboð úr Íslandi og Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum í Før- oyum. Høgni Hoydal og Stein- grímur J. Sigfússon vóru gestir á landsfundinum hjá Inuit Ataqatigiit, sum varð hildin í Nuuk. Teir hildu gestarøður og hartil helt Høgni Hoydal eitt innlegg um føroyska fullveldisar- beiðið og royndirnar av hesum. Á fundinum varð eisini ein samstarvsavtala undir- skrivað millum teir tríggjar flokkarnar, sum leggur dent á samstarv millum flokkar- nar og ungdómsfeløg teirra um m.a.: - Sjálvsavgerðarrætt og fullveldi tjóðanna - Verjupolitikk - Uttanríkispolitikk - Altjóða samhaldsfesti - Mannarættindi og - skyldur - Sosialmál og vælferðar- mál - Lokala menning og øk- ismenning - Umhvørvismál og burð- ardygga troytan av nátt- úrutilfeinginum - Mentan og verju av tjóðarmálum og tjóðar- arvi C M Y K 11 10