Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. september 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 180 - 20. september 2002 Nr. 180 - 20. september 2002 13 Skúlin á Ziskatrøð hevur nú í fýra ár koyrt tíggjunda flokk á ein heldur øðrvísi hátt, har flokkarnir verða býttir sundur í tvær deildir. Málsliga og støddfrøðiliga. So verður arbeitt í toymum, og næming- arnir fáa fleiri ymisk skeið og evnisviku og dagar ígjøgnum skúlaárið SKÚLI Solby A. Eliasen/Ingrid Bjarnastein Klaksvík: Tað er Hanus T. Bærentsen, sum er dagligur leiðari fyri tíggjundu flokkunum á skúlanum við vanligari ábyrgd yvir fyri leiðsluni í skúlanum. Umframt tað er hann eisini flokslærari hjá einum tíggjunda flokki. Hann greiðir frá, at tað í ár eru tveir lærarar til ta støddfrøðiligu deildina, meðan tað eru tríggir til ta málsligu. Men hetta verður tillagað alt eftir, hvussu nógvir næmingar eru. Tím- arnir í deildunum liggja so fyri tað mesta um fyrrapart- arnar, meðan allar vallæru- greinarnar so liggja seinna- partarnar. Hanus sigur, at hetta gev- ur teimum stórar møguleik- ar til at arbeiða við evnum í deildunum. Tí á tímatalvuni stendur bert, at tey skula hava mál í fýra tímar ein fyrrapart, ikki hvat mál. So er tað upp til lærararnar sjálvar, hvat teir nýta tíðina til. Tað er vanliga toymisar- beiði, tá onki skeið ella ávíst evni er á skránni. Hetta heldur Hanus gevur teimum góðar møguleikar til at stuðla teimum veiku næmingunum við tað, at ein lærari kann arbeiða í toyminum, meðan ein ann- ar situr við nøkrum fáum næmingum. Hann heldur fram, at dentur verður lagd- ur á, at øll kunnu starva saman og fáa somu undir- vísing, so lógarkravda in- tegreringin kann fremjast. Serliga skeiðini stjala nógv av pensum tíðini, men tað royna lærararnir at vinna innaftur við at hava báðar flokkarnar saman til undirvísing, tá tað ber til. Og so hjálpast teir at. Hanus sigur, at hesin nýggi framferðahátturin, sum tó hevur verið nýttur í nøkur ár nú, er vældámdur bæði millum lærarar og næmingar. – Alt er meiri nátúrligt, her hugsi eg serliga um, at sambandið millum lærarar- nar er so nógv betur nú, enn tá tað bert var floksundir- vísing. Og tað merkja næmingarnir eisini. Álmanakki fyri árið Tað verður kravt av lærar- unum at teir ráðleggja alt árið nú, soleiðis at tað fyri- liggur ein nágreinilig ætlan um, hvat teir hava ætlanir um at náa í einum skúlaári. Og tað gera Hanus og hinir lærararnir hjá tíggjunda flokkunum eisini. Tað verður gjørt á ein tí- líkan hátt, at ein álmanakki verður gjørdur, har øll tey ymisku skeiðini verða løgd inn, og evnisdagar og vikur. Eisini verða evstamørkini fyri at lata stílar og aðrar skrivligar uppgávur inn sett í henda álmanakkan. Á henda hátt vita næmingar- nir, hvussu nógvar uppgáv- ur, tey koma at hava í tíggj- unda flokki, og nær tey skulu lata inn. Hetta heldur Hanus er við til at menna tey sera nógv, tí tey fáa ábyrgd fyri at lata inn til tíðina og sjálvi halda skil á, nær tey hava stíl fyri. – Endamálið við hesum er helst, at nú er tað liðugt við at fáa alt serverað, sigur Hanus Bærentsen. Tað eru tvey skeið, sum eru á hvørjum ári, og tað eru fyrstu hjálparskeiðið og trygdarskeiðið. Hetta má metast at vera ein avbera góð barrlast hjá næmingun- um at fáa við sær út úr fólkaskúlanum, tí hesi bæði skeiðini eru altjóða góð- kend og geva teimum fleiri møguleikar. Trygdarskeiðið var at byrja við eitt skeið, sum so at siga bara dreingir tóku, men í dag taka allir næm- ingarnir tað. Men Hanus sigur, at til at taka trygdar- skeið krevst ein heilsuvátt- an, og so er tað í onkrum førum, at onkur næmingur ikki kann av heilsuávum. Aftur at teimum báðum eru so eisini onnur skeið, men tað eru næmingarnir sjálvir við til at avgera, hvat tað skal verða. – Tað vil siga, at um tey hava okkurt serligt ynski, so kanna vit tað. Men tað er dýrt at taka fólk uttanífrá til tey ymisku skeiðini, so tað í sjálvum sær er ein avmark- ing, sigur Hanus. Av øðrum skeiðum, sum hava verið, kunnu nevnast, foto, seyming, horn og silv- ur. Hesi hava øll verið væl- umtókt, tá tey hava verið. Og Hanus sigur, at tað sær út til, at tað fer at verða eitt seymiskeið í ár. Men næm- ingarnir hava ikki sagt endaliga enn, hvat tey ynskja, men Hanus fer at spyrja tey ein av teimum fyrstu døgunum. Hann heldur, at tað er av stórum týdningi fyri næm- ingarnar, at fólk eisini kem- ur uttanífrá at halda skeið við teimum. – Tey høvdu heilt víst ikki tímað í sama mun, um tað var eg ella ein av hinum lærarunum, sum hevði skeiðið við teimum. Tí okk- um síggja tey nóg mikið til, so tað er gott at fáa fólk inn útifrá. Hann tekur fyrsta hjálp- arskeiðið sum dømi: – Vit løgdu fyrsta hjálp- arskeiðið beint í byrjanina av hesum skúlaárinum sum eina roynd at samansjóða flokkarnar báðar. Og tað má sigast, at tað eydnaðist avbera væl. Tað er Erik Andreassen, portørur, sum heldur fyrsta hjálparskeið- ið. Hann krevur nógv av næmingunum. Serliga við uppmøting og at møta til tíðina, og hevur tað víst seg, at tey taka tað til eftir- tektar og møta væl upp til tíðina. Og vit lærarar hava so kunnað koyrt víðari upp á tað, og tað hevur riggað væl. Eitt tílíkt skeið hevur sera stóran týdning fyri næmingarnar. Tey fáa ábyrgd og læra at skilja ábyrgd, og tað er samstund- is við til at menna tey meira. Hanus metir, at vikuskeið eru fult so góð, sum breyt- irnar, sum aðrir skúlar koyra við. – Breytir eru nakað, sum eru hvørja viku , og ein skal allatíðina verða tilreiðar við nýggjum tilfari. Tað kann tykjast sum tað er meiri bundisligt at koyra við breytum enn skeiðum, sum vit gera. Tað er sjálvandi sera strævið og krevur nógv í tí vikuni, men tá hon so er av, so er friður. Tá kanst tú fara aftur til tað vanliga arbeiðið vitandi um, at tað er ein rúm tíð, áðrenn næsta skeið fer í gongd. Verkætlan Umframt skeiðini og evnis- vikuna, sum tey hava í skúlaárinum, skulu næm- ingarnir eisini gera eina verkætlan. Har tey velja eitt høvuðsevni, og tey so gera hvør sína uppgávu í bólk- um um eitt ella annað und- irevni, sum hevur samband við høvuðsevni. Hanus leggur nakrar upp- gávur á borðið, sum vit blaða ígjøgnum, meðan vit tosa. Og tað er ikki smá- vegis, tey hava fingið burt- urúr. Og tað sást eisini ein menning. Tað vil siga, at verkætlanaruppgávurnar frá tí fyrsta árinum síggja ikki so gott út sum tær nýggjastu, sum eru frá í fjør. Hanus sigur, at tað er 10. flokkur – øðrvísi skúlagongd Tríggjar ferðir eru næmingarnir slopnir at royna seg at fletta. Tað hevur víst seg at vera ein avbera góður evnisdagur, sigur Hanus T. Bærentsen ófatiligt, hvussu væl næm- ingarnir duga við teldum í dag. – Tað liggur avbera væl fyri. Og tey leggja eisini nógv í hetta arbeiðið. Tey fáa eina viku til at gera sjálva uppgávuna, men fyrireikingararbeiðið byrjar umleið ein mánaða áðrenn. Tey arbeiða í bólkum. Tann besta bólkastøddin er mett at vera trý ella fýra í hvørjum. – Tað er so stuttligt at síggja, hvussu tey brína hvønn annan, meðan tey arbeiða saman ta vikuna. Um onkur er, sum hevur hug at detta burturmillum, so toga hini viðkomandi við aftur við at geva henni ella honum okkurt at gera, sigur Hanus Bærentsen. Evnisdagar og vika Hanus greiðir frá, at ein góður evnisdagur, sum tey hava roynt nakrar ferðir er at fletta. Tá hava tey fingið fólk uttanífrá umframt lær- arar sjálvar at hjálpa til. Seyðurin verður so flettur inni í stovuni og næmingar- nir sleppa at royna seg. Til jólar plaga tíggjundu flokkur at skipa fyri jóla- haldinum í skúlanum. Tað hava Hanus og hinir lærar- arnir nú gjørt til eina evnis- viku, har uppgávan er at fáa jólahaldið upp at standa og so gott sum gjørligt. – Tað valdu vit fyri at betur kunna samskipa ar- beiðsgongdina ta vikuna. Tí vit hava jú næmingar, sum hava nógvar kreativar læru- greinar og kann hetta verða við til at menna tey innan júst teirra lærugrein, heldur Hanus og leggur afturat, at næmingarnir seinasta ár, sjálvir skrivaðu ein fittan jólaleik, sum var avbera góður. Næmingarnir í tíggjunda flokki kunnu annars velja allar lærugreinarnar, sum tey hava tað seinasta skúla- árið í fólkaskúlanum. Næmingarnir á skúlanum á Ziskatrøð hava valt sera kreativar lærugreinar fyri uttan danskt, føroyskt, enskt, týskt, støddfrøði og alis- og evnafrøði. Vallæru- greinirnar eru til dømis, handarbeiði, evning, smíð, drama og elektronikklæra. Hanus sigur, at tað eru ikki nógvir næmingar, sum velja at gevast, tá tey eru liðug í níggjunda. – Eg veit ikki rættiliga, hví tey velja at halda fram í tíggjunda, serliga tá hugsað verður um góðu møguleik- arnar í samfelagnum í dag. Men tað eru sum oftast bert einir tveir ella tríggir næm- ingar, sum gevast, tá níggj- undi flokkur er liðugur, sig- ur Hanus Bærentsen og undirstrikar, at tað berandi í øllum er at fáa tey við, og at tað er tann nýggja fólka- skúlalógin, sum gevur heimild til at tað verða gingnar nýggjar leiðir í undirvísingarligum høpi í tíggjunda flokki. – Men tað letur til, at næmingunum dámar hetta slagið av arbeiðið sera væl. Tað merkist beinanvegin á teimum, um tey ikki trívast, sigur Hanus og leggur afturat, at tað verður reglu- liga eftirmett saman við leiðsluni á skúlanum og eisini fáa næmingarnir høvi til at eftirmeta teirra egna arbeiði saman við lærar- unum. – Og tað sær út til, at tað fer at eydnast líka væl aftur í ár, sigur hann at enda. Tá eitt skúlaár er komið at enda, verður skipað fyri eini framsýning, har alt sum næmingarnir hava gjørt ígjøgnum eitt ár, verð- ur sýnt fram. Eisini kunnu næmingarnir fáa eina myndamappu við myndum frá árinum, ið fór, meðan tey gingu í tíggjunda flokki. Hanus T. Bærentsen er dagligur leiðari fyri tíggjunda flokkunum í skúlanum á Ziskatrøð Næmingarnir í tíggjunda flokkunum taka bæði fyrsta hjálparskeið og trygdarskeið í skúlaárinum Við skúlaársenda verður skipað fyri eini framsýning, har høvi er at síggja alt, sum næmingarnir hava gjørt gjøgnum teirra seinasta skúlaár í fólkaskúlanum C M Y K 13 12