fríggjadagur 20. september 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Frá fríggjadegi 20. september til hósdagin 26. september
Serlingar
! - vinir
Robinson Ekspeditionen
- det endelige opgør
Borð um borð 4:7
Sunnukvøldið kl. 20.00
Pyjamasbananirnar
Fríggjakvøldið kl. 18.00
Leygarkvøldið kl. 18.00
Fríggjakvøldið kl. 18.20
Fjórða og seinasta innleiðandi sendingin í spurnarkappingini "Borð um borð" kemur sunnukvøldið. Hesa ferð
bjóða Janus Norðberg og Sjúrður Guðjónsson brøðrunum Tummas Paula og Jákup Thomsen av. Verturin er
tann sami, hann eitur Leivur Hansen og til at halda skil á stigunum er Marius Rein.
Frásøgn frá fótbólti
Hetta er triðseinasta umfarið í landskappingini. Oddaliðið HB hevur heimadyst móti Skála, sum liggur í niðara
enda. Nummar tvey KÍ hevur torføran dyst á heimavølli móti GÍ, og nummar trý NSÍ fer suður á Tvøroyri at
spæla móti TB.
Sunnudagin kl. 15.15
Mánakvøldið kl. 19.00
15
14
Nr. 180 - 20. september 2002
Í góðveðrinum seinasta
fríggjadag varð bókstavi-
liga botnur lagdur til enn
eitt vertshús/matarstað í
høvuðsstaðnum, tá ein av
eigarunum av Restorffs
Bryggjaríi, Johan Morten-
sen, hevði móttøku í hølun-
um í sambandi við sín fimti
ára føðingardag. Óvanliga
góða veðrið og so tað for-
kunnuga í at hølini í næst-
um verða latin upp fyri al-
menninginum sum vertshús
og matarstað vóru ein orsøk
til, at eini 300 fólk høvdu
leitað sær í húsini hjá Dia á
Vertshúsinum, sum tey
altíð hava verið rópt. Har
vóru fiskafólk, oljufólk og
vinir og kenningar hjá føð-
ingardagsbarninum
og
gomlu
havnarfyritøkuni.
Sum eitt frískligt innslag í
góðveðrinum spældi hús-
orkestrið hjá Restorffs,
Orangutang Brothers.
Sosialurin skilur, at ætl-
anin er at lata upp nýggja
vertshúsið og matarstøðið
tíðliga næsta ár, men at har
longu í vetur verða tiltøk.
Eitt nú er ætlanin at leiga út
miðhæddina til veitslur og
samkomur so sum firma-
døgurðar og jólaborðhald.
Ætlanin er at innrætta pubb
í kjallaranum og skonki-
stovu í miðhæddini og eis-
ini at hava umstøður til at
fáa okkurt til matna.
Løgdu botn til nýtt vertshús
Henrik Hammer,
skipari vónar, at ikki
bert summarsiglingin
fer at mennast, men
at føroyingar eisini
fara at ferðast meira
um veturin
FERÐAVINNA OG
FLUTNINGUR
Jan Müller
Fríggjadagin í farnu viku
fór Norrøna sín seinasta túr
í summarsigling. Tað var
sjálvandi við blandaðum
kenslum, at eitt nú skiparin
Henrik Hammer fór á
brúnna henda seinasta túrin
í
summarsigling.
Ein
blandingur millum sorg-
blídni og gleði. Har gamalt
skjótt skal skiftast út við
nýggjum. Sjálvur hevur
Henrik Hammer verið á
brúnni á Norrønu síðani 83.
Hann heldur sjálvandi, at
tað verður spennandi at
koma umborð á nýtt skip,
sum m.a. betri kann nøkta
tørvin hjá ferðafólki, men
hann dylur ikki yvir, at tað
er eitt sindur “vemodigt” at
skula siga farvæl til verandi
Norrønu, nú hon so trúliga
hevur røkt hesa sigling,
uttan stórvegis trupuleikar.
Henrik verður aftur á
brúnni, tá nýggja Norrøna
leggur frá landi í Lübeck
næsta ár við kós móti
Atlantshavinum.
Hann
gleðir seg og telist ikki
millum teirra, sum ikki
trúgva uppá hetta projektið.
Hann viðgongur, at skipið
er dýrt men heldur at tað fer
at bera til, tí henda rutan er
komin fyri at verða og til at
menna.
Nú Smyril Line er farið
at menna vetrarsiglingina
eisini og tølini fyri hesa
sigling eisini kvinka upp-
eftir, so vónar skiparin á
Norrønu, at tað fer at ganga
uppaftur betri við nýggja
skipinum, tí man tá hevur
nakað heilt annað at bjóða
ferðafólki. – Tað hevði
verið hugaligt, um føroy-
ingar fóru at ferðast um
veturin eisini við skipi –
við møguleika at hava bilin
við.
FERÐAVINNA OG
FLUTNINGUR
Jan Müller
Millum ferðafólkini við
»gomlu« Norrønu seinasta
túrin í summarsiglingini
nakrantíð var eisini ein av
undangongumonnunum
fyri hesi sigling, Jónas
Hallgrímsson úr Seyðis-
firði í Íslandi. Hann var
nógv ár nevndarformaður
og er nú nevndarlimur og
framvegis ein av primus
motorunum í hesi verkætl-
an. Jónas hevur verið við
heilt frá byrjan ella rættari
frá áðrenn tað veruliga
byrjaði við Norrønu. Hann
var við frá 1975, tá Smyril
fór undir uttanlandssigling-
ina. Tá var hann borgar-
stjóri í Seyðisfirði.
– Hetta hevur verið ein
fantastisk tíð og gongd.
Nógv góð fólk hava lagt lív
og sál í hetta projektið hesi
seinastu 27 árini. Og Smy-
ril Line og Norrøna eru
komin fyri at verða. Vit
trúgva tí avgjørt uppá hesa
verkætlan. Og nú onkur
setir spurnartekin við, um
tað fer at bera seg, kann eg
bert siga, at tað varð eisini
sagt, tá Smyril varð keyptur
og ta keypið varð í veru-
leikanum nógv størri uppá
seg enn hetta er tað. Jónas
Hallgrímssson vísir eisini
á, at teir nú hava munandi
betri fígging enn talan varð
um tá.
Jónas Hallgrímsson sig-
ur, at Norrøna hevur ómeta-
liga stóran týdning fyri
Ísland og tá ikki minst fyri
økini uttan fyri Reykjavík
og stórbýirnar. Tí ferða-
fólkini, sum koma við
Norrønu, leita út um alt
Ísland og hava harvið stór-
an týdning fyri menningina
og trivnaðin í útjaðaranum.
Soleiðis hevur Norrøna ein
stóran búskaparligan og
samfelagsligan týdning fyri
Ísland. Tað var eisini tí, at
íslendingar settu fimm
mill. kr. í nýggju Norrønu.
Jónas vísir á, at teir í
Seyðisfirði gera stórar íløg-
ur í betri havn og móttøku
fyri góðar 50 mill. kr. Hann
heldur tað vera rætt at sigla
til Seyðisfjarðar og ikki
Reykjavík. – Hetta er
stytsta leiðin millum lond-
ini, og ferðafólkini, sum
koma til Íslands, vilja held-
ur síggja náttúruna og land-
ið enn at sita á barr í
Reykjavík.
Onkuntíð hevur verið
roynt at taka kappingina
upp við Norrønu. Vit
spurdu Jónas, um hann sær
nakran vanda í tí. – Tað
trúgvi eg ikki, men um tað
verður, so mugu vit bara
taka kappingina upp.
Jónas Hallgrímsson sigur
seg vóna, at samstarvið fer
at vera eins gott í framtíðini
sum tað hevur verið øll hesi
árini, nevniliga fyrimyndar-
ligt og ynskir hann eisini
hetlendingum vælkomnum
at vera við í hesi verkætlan.
– Men hevði ikki verið
betri at siglt til Skotlands?
– Nei. Vit eru oyggja-
búgvar. Og oyggjabúgvar
halda saman. Teir skilja
hvønn annan.
Jónas Hallgrímsson, nevndarlimur í Smyril Line:
Nýggja Norrøna stóran týdning fyri
Ísland - Føroyar og Hetland
Á brúnni á Norrønu síðani 83:
Vegamót: Sorgblýdni og gleði
Henrik Hammer, skipari og Jónas Hallgrímsson,
nevndarlimur í Smyril Line gera klárt til at fara seinasta túrin
í summarsiglingini hjá »gomlu« Norrønu nakrantíð.
Mynd Jan
C
M
Y
K
14