Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-31, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mars 1984síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagur 31. mars 1984 Nakrir hvalir eru farnir burtur úr grindini, so siga vit, at ein bólkur er farin burtur úr grindini. Grindin gongur í bólkum. Danir hava orðið gruppe. Gruppe verður so bólkur, umsett til føroyskt. Vit umseta nógv úr eðrum málum, og tað eiga vit eisini at gera; men vit skulu minnast til, at ikki ber altíð til at seta eitt føroyskt orð fyri tað út- lendska orðið, og so í ellum forum brúka tað orðið. Tá ið fólk koma saman á skeiðum, so er ikki óvanligt, at tey verða sett at arbeiða saman, nekur, sum hóskandi er, tá siga vit, at tey arbeiða í bólkum, og hver bólkurin sær, greiðir frá sínum arbeiði ella úrsliti. Vit býta sundur í partar, so og so nógv fólk eru í hverjum partinum, og partarnir eru bæði tveir og fleiri. Vit hoyra ikki so sjáldan, at talað verður um tingbólkar. At siga tingbólkur er beinleiðis um- sett úr donskum. Danir siga fólkatingsgruppe, tá tala teir um allar tingmenninar í flokkinum. Vit siga ikki tingbólkurin hjá einum flokki atkveður fyri einum uppskoti, men flokkurin atkveður. Summir tingmenn og flestu onnur siga flokkurin á tingi, ella vit nevna flokkin við navni, og tá hugsa vit um tingmenninar í flokkinum. Viðhvert hoyra vit sagt um stýrisbólkar, hóast oll tey, ið talað verður um, eru í stýrinum, tá man bera til at siga stýrið ella nevndin. Onkuntíð verður tikið til, at vit bólka verur. So- leiðis hevur ikki verið sagt manna millum, at bólka verur. Eisini í hesum ferinum hevur verið hugsað um danskt orð — at grupere. Vit flokka. Vit býta sundur í partar. Og slíkum málbrúki líkt, siga vit at skilja. Vit skilja epli. Vit skilja ull. Vit skifta grind. Sv. T. Eitt ljós á gøtu mini „Hvat gagnar tað manni um hann vinnur allan heimin men må bøta aft- urfyri vid sål sini?«. (Matt. 16, 26). »Alt hetta vil eg geva tær«, segåi freistarin vid Jesus uppi å fjallinum og syndi honum øll heimsins riki og alla dyrd teirra. Men Jesus segði vid hann: »Vik frå mær, Satan;« tí hann visist, hvat tað galt at fella Satani til fóta og tilbiðja hann. Jesus vísur okkum her eitt demi um, hvussu man eigur at standa í freistingarstundini, tá ið alt her í heiminum herjar á okkum fyri at villeiða okkum við tí stersta sviki: fáa okkum at velja heimsins dýrd ístaðn fyri Guds ríkis lukku. At velja heimsins dýrd er at missa sál sína. Tað lesa vit í hesum Jesu orðum. Tað kann geva okkum nakað at hugsa um í dag. Um vit verða burtur í tí ytra, um vit bert ganga eftir peningavinningi, og lata heimin ráða okkum, tá seta vit sálina til. Vit kunnu gera eina sjálvroynd við at spyrja okkum sjálv: hvat hevur sterstan slit: Guds ríki hevur ikki sterstan týdning fyri mær, so er bert eitt at gera, og gera tað skjótt: at gera upp við Gud og fåa fyrigeving og nýggja kraft. At vera kristin er at kunna siga nei og ja. Nei til freistarin. Ja til Jesus. Soleiðis vórðu vit doypt, og soleiðis vórðu vit konfirmerað. So- leiðis skulu vit stríða trúarinnar stríð. Ver heilt vakin fyri tí, tú í dag sigur ja til, og tí, sum tú mátti siga nei til, sjálvt um tað kostaði tær so nógv. Tað er ein spurningur um bjarging av sál tíni í tíðini her og síðan um allar ævir. Um Dems verður sagt (2. Tim. 4, 10), at hann er farin, tí at hann elskaði hendan heimin. Set tær fyri í dag við Guds kraft hetta: eg vil aldrin verða ein demas- kristin. Vágur: Bjarni Bæk kl. 11,00, sunnudagsskúli og skótar og Henrik Fossing hevur gudstænastu á Kirkju í kveld klokkan átta Í ellum kirkjum í Vágum, í Hvalba og í Norðoya Gudstænastur miðfesta Havnar kirkja: Hans J. Joensen Vesturkirkjan: Høgni Poulsen Hestur: Kjartan Mørkøre Tjørnuvik: Martin R. Jacobsen kl. 12,00 Eidi: Emil Olsen kl. 11,00, altargongd Gjógv: Emil Olsen kl. 17,00 altargongd Skåla: Petur Petersen kl. 11,00 Glyvrar: Jåkup Kass Leirvik: Torkil Beder kl. 11,00 konfirmation Elduvik: Petur M. Rasmussen kl. 19,00, føstugudstæn- asta Hattarvik: Henrik Fossing Sandavågur: Høgni Poulsen kl. 18,00, føstugudstænasta Bøur: David Johannesen kl. 12,00 Húsavík: Jákup R. Hansen kl. 12,00, altargongd Hvalba: Elsa Funding Øravik: Jónsvein Bech kl. 12,00 Famien: Jónsvein Bech kl. 19,00 Porkeri: Ejvind Vilhelm kl. 12,00, altargongd *. Eystara, Eiðis, Suðuroyar sunnara, Sandoyar, Suður- streymoyar eystara, Norðstreymoyar prestagjøldum gongur talvan til frama fyri Neyðhjálp fólkakirkjunnar. I Fuglafirði gongur talvan til frama fyri nýggju kirkj- una. Broytt kirkjutíð Í morgin verður kirkjutíðin í Kollafirði, á Tveroyri og við Norðskála broytt til kl. 11,00. Famien Meti verður í bygdarhúsinum í kveld kl. 20,00. Talari: Tom Roberts. Bethel í Vági Meta verða sunnudagin kl. 15,00 og 19,00 og mána- kveldið, týskveldið og ónskveldið kl. 20.00. Talari: Tom Roberts. Evangeliska reddin Feroyska sendingin frá Trans World Radio, Monte Carlo hoyrist hvert mánakveld kl. 21,45 GMT (fer. tíð kl. 22,45), á millumbylgju 205 m. (1466 kHz). Mánakveldið 2/4 talar John Samuél frá M/s Logos. Evni: »At liva Kristus«. € Go” sæd viku- SKITTIO' Læknavaktir Tørshavn: Andor Ell- efsen, tlf. 12233, leyg- ardag og Olsen, tlf. sunnudag Eysturoy Andr Petersen, tlf. 48301, leygardag og Sigvald | Selvi W | 16611, |} | Í Kristiansen, tif 41490, sunnudag Norduroyggjar: Stein grímur Weihe, tlf 55300 Vágar: Tlf. 32413 Suðuroy (norður): Tlf. 71560 Suðuroy (suður): Tlf 73030 Tannlæknavakt- in, Tórshavn Bráðfeingishjálp kl. 13,00-14,00. Tlf. 14544. Um nøvn Progv Jonna Hansen, Vest- manna og Arnfríð Mikkel- sen, Klaksvík, hava eftir lokna serútbúgving fingið prógv sum narkosu sjúkrasystrar. 70 ár Leygardagin verður Rig- mor Christiansen, einkja eftir Eskild Christiansen, telefonverkstjóra, 70 ár. Adr.: Birkehøj, Stenhave 4, 2970 Hersholm. Brúdleyp Leygardagin giftast í Christianskirkjuni i Klaksvik Herdis Katrin Vestergaard, Vági, og Kári Hammershaimb Debes, Klaksvík. Br. adr.: Ásgrímur Debes, Mylnu- geta, Klaksvík. .. . 7 Sjukrahjålp- , araprogv Å Roskilde Amts Sygeple- jeskole hava Kathrina Klein, Tórshavn, og Elsa Joensen, Klaksvík, tikið prógv sum sjúkrahjálp- arar. Konfirmantar í Leirvíkar kirkju sunnudagin: Úr Fuglafirði: Páll Sigvald Øre, Gunnar Toftegaard, Terji Larsen, Joan Tofte- gaard og Jonhild Abra- hamsen. Ur Leirvik: Petur Hilmar Eliassen, Birgir Skorastein, Terji Lervig, Erik Lervig, Jaspur Lang- gaard, Edmund Thomsen, Síða 15 i Í Vælkom 0 t | | 22. mars fingu Frihild og Andras Thomsen, Strendur, ein son. 24. mars fingu Hanna og Sigmundur Ham- mer, Saltangarå, ein son. 26. mars fingu Sú- sanna og Oluf í Toft, Klaksvík, eina dótt- ur. 27. mars fingu Elken og Arne Simonsen, Hvannasund, eina dóttur. 27. mars fingu Johild Joensen og Bergur Johannesen, Kolla- firði, ein son. 28. mars fingu Birgit H. Jacobsen og Uni Debes, Havn, eina dóttur. 28. mars fingu Jóna og Nichels Liitzen, Klaksvík, eina dóttur. 29. mars fingu Rutt og Páll Mikkelsen, Havn, ein son. HONDA lakárust Sigfríður Kristiansen, Ann-Mari Joensen, Katrin Joensen, Anita Justinus- sen, Saroya Højgaard Joensen og Brynhild á Gerðisbakka. Ur Norðragetu: Heini Heinason, Hildibjørg Egilsdóttir Hansen, Heidi Gøte, Malan Hansen og Bjørg Hansen. Ur Syðrugetu: Símun Pauli Jacobsen, Jan Otto Straa- gaard Holm, Sonja Gleðis- heygg og Oddbjerg Lóm- stein.