leygardagur 31. mars 1984síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leygardagur 31. mars 1984
at hoyra Symfoni-
orkestrið
— Konsert 8. apríl. Tónleik-
ur og myndalist komið við
nógvum tíðindum um tón-
list 0.a.
Føroya Symfoniorkestur
var ikki eitt upplop,
nakað, sum kom og fór.
Orkestrið er til enn og
tónleikur
venur nú til eina konsert í
Norðurlandahúsinum næs-
ta sunnudag, verður upp-
lýst í tíðarritinum Tón-
& myndalist
leiki og myndalist, sum
kom i vikuni.
40 ténleikarar eru i Før-
oya Symfoniorkestri, teir
flestu år Havn. Teir venja
eina ferð um mánaðin.
Á skránni til konsertina
8. apríl er »Rondo í d duri«
fyri violin og orkestur hjá
Mozart, »Romansa i f
duri« fyri violin og orkest-
ur hjá Beethoven, prelude
úr >Arlesienne suituni<
hjá Bizét, English Folk-
songssuite« hjá Vaugh
Williams, „Kaiservals-
urin« hjá Johan Strauss
og »Færøsk ringdans« úr
verkinum hjá Haakon
Berresen >Nordiske folke-
toner«.
Bogi Liitzen i Klaksvik
er orkesturleidari og kon-
sertmeistari er Claire
Lydon úr Onglandi, sum
undirvísir á Royndar-
musikkskúlanum.
Tónleikur og myndalist
skrivar eisini, at roynt
verður at fáa violinvirtuo-
sin Alberto Lyzy til
Feroya í juli. Og hann skal
væntandi, kemur hann,
arbeiða saman við Feroya
Symfoniorkestri.
Finsk vika
Tónleikur og myndalist
veit at siga frá Norður-
landahúsinum, at har
verður finsk vika við filmi,
sjónleiki og tónleiki aðru
viku í mai.
Síðstu dagarnar í maí
fer danska Grennegárds
Teatret at framfera Hol-
bergleikin Henrik og Per-
nille.
Men áðrenn vit koma til
mai, hava vit apríl og
pálmasunnudag, 15. apríl,
hevur John Damgaard
klaverkonsert og í sjálvari
páskavikuni fara Árni
Hansen, John Smith og
Kári Bæk at spæla kamar-
musikk í Norðurlandahús-
inum.
Annars er í Tónleiki og
myndalist fleiri greinar og
tíðindi.
Ólavur Hátún hevur
minningarorð um Volker
I. Behrens.
Greinar eru um viður-
skiftini hjá rytmiska tón-
leikinum beint nú og um
stóru jazz, fólka og blues
stevnuna í august.
Frågreidingar eru um
virkið hjá hornorkestrum,
Listafólkasambandinum
og MáF og annar partur í
greinareð um listasavnið
Louisiana og boðað verður
frá áhugaverdari vitjan,
Konsertfelagið fær í juni.
Fimm tónleikarar spæla
upp á ljóðfer frá miðaldar-
og renássanstíðini i
búnum frá hesi tíðini.
Orkestrið er svenskt og
kallast Elfsborg Pijpare.
Tónleikur og myndalist
er 32 síður og kostar 6 kr.
hd
Á permuni er mynd hjá Volker I. Behrens >Der rote
Punkte.
Volker var blaðstjóri á Tónleiki og myndalist og
primus motor í Konsertfelagnum
Gott hjá hjúnum at siggja
Tað er gott hjá
hjúnum at síggja
Hin grena elevator-
Loppumarknaður
í dag
Klokkan tíggju fyrra-
partin byrjar loppu-
marknaðurin hjá Al-
tjóða barnalegum á
Læraraskúlanum.
Fólk, sum vilja lata
lutir at selja á markn-
aðinum, kunna koma
við teimum á Lærara-
skúlan í morgun.
Altjóða Barnalegur,
sum er sjálvsteðuga
Feroyadeildin hjá
CISV, er fimm ár í ár.
in, skrivar ein negd-
ur áskoðari í stutt-
um ummæli.
Í ár verður ongin
barnalega í Feroyum,
men legur hava verið í
1983 á Argjum, 1982 í
Hoydelum og í 1979 á
Sandi.
Aðalfundurin hjá Al-
tjóða barnalegum
verður í morgin kl.
15,00 á Læraraskúl-
anum.
Og CISV-blaðið nr. 1,
1984, er júst komið. Í tí
eru frágreiðingar um
legur, bæði her heima
og uttanlands.
Áskoðarin heldur, at
sjálvt navnið á leikinum
sigur kanska ikki so nógv.
Men so mikið betri er inni-
haldið.
Í hvussu so er fært tú
tað burturúr, at soleiðis
eiga hjún ikki at bera seg
at.
So, sigur tann negdi
áskoðarin, er hjúnalagið
vorðið heldur vatndeyvt,
so far til Hin grena eleva-
torin og tú fært eina stutt-
liga letu.
Og tey steku fáa eins
væl burturúr, ja, kanska
meira, sigur negdur áskoð-
ari, sum heldur, at leikurin
hjá Eydnuni á Oyrabakka
er gott demi um, hvat
kann fáast burturúr mið-
vísum arbeiði við áhuga-
leiki.
Tey, sum ikki enn hava
verið, hava hevið nú um
vikuskiftið, tá tríggjar
sýningar vera í Eydnuni, í
dag kl. 17,00 og í morgin
kl. 17,00 og 20,00. At-
gongumerki fáast við
dyrnar frá kl. 16,00 og
19,00.
Hin greni elevatorurin
er klassiskur, amerikansk-
ur skemtileikur, sum
Avery Hopwood hevur
skriva og G.L. Samu-
elsen, fyrrv. blaðstjóri,
umsetti fyri einum 30
árum síðani.
Rosa á Rógvu er leik-
stjóri.
hd
Vár hjá G.H.M.
Hóast vetur er enn,
hevur G.H.M., árligu
várkonsert sína í morg-
in kl. 16,00 í Norður-
landahúsinum.
Skráin: gonguleg,
forleikir, fødilands-
sangir og undirhalds-
tónar, floytukvartett,
kornetttrio og trio fyri
floytu, klarinett og
fagott
30 fólk eru í orkestr-
inum, sum venjarin
Kári Bæk stjórnar á
konsertini í morgin.
Niggju í skúla
Níggju spælarar í
G.H.M. sektu um at
sleppa í summar-
musikkskúlan hjá
Nordisk Amater Musik
Union og allir fingu ja.
Í ár er skúlin í Dan-
mark 24. juni-2. juli. Í
fjør var hann í Noregi
og tå vóru trý úr
G.H.M. við
Tey láta væl at, væl
er lagt til rættis og lær-
ararnir eru góðir.
Eisini her heima
roynir G.H.M. at
menna orkestrið.
Fyri ikki at koma í ta
steðu, at knappliga er
trot á spælarum, varð
eitt unglingaorkestur
stovnað í januar.
Undirtekan? Avbera
góð, 15-20 fólk venja
eina ferð um vikuna.
hd
Átta dagar og
fjøruti yrkingar
Det Danske Bibelsel-
skab hevur givið út av-
bera vakra bók um teir
átta dagarnar frá
pálmasunnudegi til
annan páskadag tað
árið, Jesus bleiv kross-
festur.
Anita Behrendt
hevur skrivað og
teknað og Johs. Andr.
Næs hevur umsett og
tillagað úr donskum.
Bæði ung og eldri
kunna lesa bókina og
hon egnar seg eisini til
at brúka í skúlunum,
sigur útgevarin.
Bókin er givin út
samstundis á fer-
oyskum og donskum
og av tí, so stórt
upplag er prentað, er
hon bílig í mun til aðrar
bekur. Hon kostar
40,85 kr.
Í bókini, sum er bygd
á øll fýra evangeliini, er
greitt frá, tá Jesus
verður tikin, demdur
og krossfestur og, tá
nakrar kvinnur finna
grev hansara tóma
páskamorgun.
„Lovað er lygnin«
Óðin Ódn hevur á
egnum forlag givið út
annað yrkingasavnið í
stutta tíð.
Í savninum, >Lovað
er lygnin« eitur tað, eru
40 yrkingar, harí-
millum nakrar týð-
ingar, til demis Pár
Lagerkvist og Mikis
Theodorakis.
Yrkingasavnid ke-“
ar, heft, 25,00 kr.
Anita Behrendt hevur eisini gjørt myndirnar
-
Í
ii