hósdagur 5. apríl 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
S.
íða 6
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
tíðindablaðið
Argjavegur 26
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
telefon 11820
Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl
Blaðfólk: Hagni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressen 1981
Sparilandsstýrið.
fremur kostnaðar-
miklar loysnir
1. APRÍL FINGU vit alment sjón-
varp. Samgongan hevur gjørt av,
at, sjónvarpið skal rekast sum
stovnur fyri seg, og ikki saman við
útvarpinum. Hetta verður ein
kostnaðarmikil loysn.
TÁ LØGTINGID vidgjørdi spurn-
ingin um alment sjónvarp, tók
javnaðarflokkurin ta støðu, at al-.
menna sjónvarpið og útvarpið
skuldu halda til undir somu lon.
Flokkurin vísti á, at hetta fór at
verða tann ódýrasta loysnin fyri
bæði sjónvarpssíggjarar og út-
varpslurtarar, ið skulu gjalda
kostnaðin við ávikavist síggjara-
gjaldi og lurtaragjaldi.
FLOKKARNIR Í samgonguni vildu
hvørki hoyra ella síggja hendan
møguleika. Vit skuldu hava tveir
stovnar, sum vóru leysir hvor av
ødrum, og tað vil siga, at vit skulu
gjalda helisútreiðslur tvær ferðir
heldur enn eina ferð. Vit skulu
eisini nýta meira fólk enn neyð-
ugt, bæði til leiðslu,
programarbeiði og fyrisiting. Helst
skulu vit eisini fremja størri fløgu í
tekniska útgerð enn annars hevði
verið neyðugt.
OG ROKNINGARNAR koma nú.
Tá legtingið í farnu viku vidgjørdi
figgjarlégina varð landsstýris-
maðurin í mentamálum spurdur
um hesi viðurskifti. Landsstýris-
maðurin hevði hoyrt at sjónvarps-
nevndin hevði mælt til at seta
síggjaragjaldið til eina upphædd
millum 700 og 800 kr. Áðrenn vóru
vit vitandi um, at um útvarpið ikki
kom á fíggjarlógina, verður neyð-
ugt at hækka lurtaragjaldið úr 450
kr. uppí einar 600 til“ 700 kr. um
árið. Og samgongan vildi ikki at
oddagrein
útvarpið skuldi koma á fíggjar-
lógina.
SAMANLAGT SKULU sjónvarps-
síggjarar og útvarpslurtarar, ið eru
somu persónar, sostatt gjald
umleið 1500 kr. um árið í ávikavist
siggjaragjaldi og yJurtaragjaldi.
Høvdu samgonguflokkarnir lurtað
eftir javnadarflokkinum høvdu
1.000 kr. helst verið nóg mikið. Hjá
teimum lægru inntøkunum eru
1500 kr. ein munandi upphædd.
Hjá fólkapensionistum man tað
vera rættuliga vónleyst at skula
gjalda hesa upphædd fyri at síggja
sjónvarp og hoyra útvarp.
Í FYRSTA UMFARI verður hetta
so prísurin fyri politikkin hjá lands-
stýrinum á hesum øki. Tá løg-
tingið vidgjørdi sjónvarpsmálið
varð upplýst í viðmerkingunum til
uppskotið at raksturin av almenna
sjónvarpinum fór at kosta 1,7 mió.
kr. um árið. Tá landsstýrismaðurin
nú hevur upplýst á tingi, at síggj-
aragjaldið verður 700 til 800 kr., so
kunnu vit rokna út, at rakstrarút-
reiðslurnar hesa tíðina almenna
sjónvarpið ikki hevur sent eru
vaksnar úr 1,7 mið. kr. uppí 8 til 9
mió. kr. Væntandi vaksa hesar
enn meira eftir at sjónvarpið er
byrjað at senda.
TAÐ SKAL IKKI undra okkum, um
síggjaragjaldið og lurtaragjaldið
eftir einum tveimum árum fara
upp á einar 2.000 kr. um árið.
Loysnin í sjónvarpsmálinum er
eitt talandi dómi um, at sparilands-
stýri hevur framt skilaleysar og
kostnaðarmiklar loysnir — loysnir,
ið bæði hava kostað tí almenna og
tí einstaka tað hvíta út úr eyg-
unum.
lógina:
... Nr. 42 — 5. apríl 1984
Javnaðarflokkurin um fíggjar-
Meira til bøkur
og sjónleik —
meira til orku
og menning og
húsalánsgrunn
— eisini verður mælt til at veita útvarpinum rakstrarstudning,
at binda 25 mió. kr. um árið í fimm ár í tiltaksgrunn hjá ráfiska-
grunninum, at hækka játtanina til sjónleik og at hækka játtan-
ina til húsalánsgrunnin, menningargrunnin og orkugrunnin
Í áliti sínum til fíggjarlóg-
ina hevur javnaðarflokk-
urin mælt til, at 20 mió.
kr. verða settar í kommun-
alan útjavningargrunn og
at hesin peningur verður
bundin í fimm ár soleiðis
at grunnurin kann koma
uppá minst 100 mió. kr.
áðrenn hann kemur at
virka.
Á tingi hevur javnaðar-
flokkurin skotið upp, at
nevnd verður sett við tí
endamáli at gera uppskot
til legtingslóg um kommu-
nalan útjavningargrunn,
og er nevnda løgtingsmål
áður prentað her í blaðn-
um. Spurningurin varð
eisini umreddur í odda-
grein blaðsins fyri nøkrum
døgum síðani.
Javnaðarflokkurin held-
ur, at ein kommunalur út-
javningargrunnur, sum
kann gera tær kommunalu
eindirnar fíggjarliga
sterkari, í stóran mun.
kann verða við til at
fremja bygdamenningina.
Stuðul til útvarpið
og meirjáttan til
sjónleik
Undir gr. 15: „Vísindi,
bókmentir og list“ hevur
javnaðarflokkurin = mælt
til, at Útvarp Feroya fær
ein rakstrarstudning uppá
2,8 mió. kr. Um hetta
sigur umboð javnaðar-
floksins í fíggjarnevndini í
álitinum til fíggjarlóg-
ina:
>Í sambandi við við-
merkingar frá løgtings-
grannskoðarunum varð
samtykt, at landskassin
skuldi rinda rentur og av-
dráttir av lánum til út-
varpshúsið, men hetta
noktar meirilutin at akta,
men mælir í staðin fyri til
at hækka útvarpsgjaldið
til 630 kr. Minnilutin (Atli
Dam) mælir tó til at lata
útvarpinum ein rakstrar-
studning uppá 2,8 mió. kr.
— hóast rentur og av-
dráttir eru umleið 5 mió.
kr. — so slepst í hvussu so
er undan hækking av út-
varpsgjaldinum=<.
Javnaðarflokkurin mælti
eisini til at seta játtanina
til sjónleik til 450.000 kr.
Hesa játtan hava um-
boðini fyri samgongu-
flokkarnar sett til 300.000
kr. Javnaðarflokkurin
hevur somuleiðis mælt til
at játtanin til >Láni- og
studningsgrunn til bóka-
útgávu< verður sett til
250.000 kr.
Hesa játtan hava
umboðini fyri samgongu-
flokkarnar sett til 100.000
kr.
Undir hesi grein hevur
javnaðarflokkurin til
endans mælt til, at játt-
anin til »Mentunargrunn
Føroya Legtings< verður
sett til 500.000 kr. Hesa
játtan hava umboðini fyri
samgonguflokkarnar sett
til 300.000 kr.
Í sambandi við tilmæli
javnaðarfloksins um játt-
anir til »Låni- og stud-
ningsgrunn til bókaút-
gåvu« og til »Mentunar-
grunn Føroya Løgtings«
sigur umboð javnaðar-
floksins, at hesar hækk-
ingar eru neyðugar, um
nakrir rithevundar skulu
fáa hevi til at arbeiða tolu-
liga óheft við tilrættalegg-
ing av bókaútgávu.
Mæla til at fylla í
aftur tiltaksgrunnin
Undir gr. 16: »Fiskivinna,
sigling o.t.« hevur javn-
adarflokkurin mælt til at
seta — upphæddina til
»Minstuløn og annan
studul til fiskivinnuna« til
260 mió. kr. Umboðini fyri
samgonguflokkarnar hava
mælt til at hendan
upphædd verður 233 mió.
kr.
Í eini viðmerking til
greinina sigur Atli Sam,
sum umboðar javnaðar
flokkin í fíggjarnevndini,
at 25 mió. kr. skulu bind-
ast í tiltaksgrunnin hjá rá-
fiskagrunninum, og mælir
hann til, at hetta verður
gjørt til grunnurin í
minsta lagi er komin uppá
120 mió. kr.
Til gr. 17: >Landbún-
aður og matrikulering<
hevur javnaðarflokkurin
onki broytingaruppskot,
men tó heldur umboð
javnaðarfloksins fram-
vegis, at projektið roynd-
arstoð eigur at verða
endurskoðað, soleiðis at
kostnaðurin fyri hesa
bygging ikki gerst 80-85
mió. kr.
Serlig tiltek at fyri-
byrgja ungdóms-
arbeiðsloysi
Undir gr. 18: >Handil, íd-
naður o.t.« mælir javn-
aðarflokkurin til, at játt-
anin til menningargrunnin
verður sett til 15 mió. kr.
og at 5 mió. kr. av hesi
upphædd verða nýttar til
serlig tiltøk til tess at fyri-
byrgja ungdómsarbeiðs-
loysi. Umboðini fyri sam-
gonguflokkarnar hava
mælt til at játta menn-
ingargrunninum 11 mió.
kr.
Játtanina til orkugrunn-