leygardagur 7. apríl 1984síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Vegurin Langi:
tíðindablaðið
Ein skilaleys
deyðsfella
— skrivar Eyðun Joensen, sálarfroðingur, í greinini, sum hann
hevur fingið hugskot til at skriva sum ískoyti til lesarabræv, ið
ein politistur skrivaði í Dimmalætting í vikuni
Tøkk skal politisturin
hava, sum í Dimmalætt-
ing ger vart við ferðslu-
vandan á Vegnum Langa
millum
Hoyvík í Havnar komm-
Ternurygg og
unu
So vandamikið hetta
vegastrekkið leingi hevur
verið, er tað undrunnar-
vert, at almenningurin
hevur latið sær skilaloysið
lynda, tó at málið hevur
verið nevnt í blaðgreinum
og Útvarpi, har ferðsluken
fólk hava sagt sina
hugsan.
Sum dagligur brúkari
av sama vegastrekki,
hevur bert vitið higartil
forðað mær í ødrini, at
taka blaðið frá munni. Tá
nú hesin politisturin setur
hol á svullin, vil eg fegin
skera víðari og leggja
okkurt afturat.
Sum kunnugt er Havnar
býur vaksin við heilum
býlingum ár um ár — ser-
stakliga her uppi á leiðini.
Strangar treytir vóru sett-
ar til tey, sum búsettust í
tí haga, ið var her fyri bert
fáum árum síðan.
Verkfreðingar og arki-
tektar ætlaðu um familju-
vinarlig bústaðareki, frið-
sæl friøki, barnavinarligt
o.t.
Byggibúningarnar eru
eisini væleydnaðar — ser-
stakliga tær seinastu.
Men sum frálíður, tykist
kommunan at hava verið
sera lítið framhugsin við-
víkjandi vegunum.
Vegakervið kring niðara
Ternurygg, sum bert er fá
ár gamalt, var hóskandi
tá. Fleiri avkvettir, smalir
síðuvegir og gamli krókuti
Sundsvegurin varð eitt '
sindur breiðkaður, s
skuldi taka høvuds-
ferðsluna frå teimum
umleið 50 húsunum
Síðan varð stykkjað út
yviri á Flat og í tí sam-
bandi bundið í tann blinda
vegastumpin Oluvugøtu
Umhvervisfólk mótmæltu
Vegnum Langa henda-
vegin, men góðtóku helst
umsíðir býráðsins grund-
geving fyri at veita fólki á
Flat lagaligan atkomuveg
undir sethúsabyggingini.
Hetta kundi flest ell taka
undir við tá.
Men hvussu er skilið í
dag?
Stórir býlingar stinga
seg eftir stuttari tíð upp
her — væleydnað um-
hvervi, men neyðuga út-
byggingin av upprunaliga
vegakervinum stendur als
ikki mát við ekta ferðslu-
trýstið.
Makkverkið Vegurin
Langi verður undir grund-
geving av at vera fyribils-
loysn, spleysaður fastur í
pinkustubban Óluvugetu,
og vit hava fingið — mær
vitandi, stórstu og skila-
leysu deyðsfelluna: Vega-
mótið Óluvugetu — Veg-
urin Langi og Sunds-
vegur.
Her er ferðin mangan
stór og útsýnið tverturum
snøgt sagt null!
Vegamótið kundi helst
verið góðtikið av ansnum
fólki sum ein fyribilsloysn
at lirka seg um, men sum
frá er liðið, er hetta vorðið
ein varandi hevuðsferðslu
æðr!
Hvussu ferðandi klára
seg snikkaleys um hetta
vegamót, er mær ein gáta.
Sjálvur har
dagliga, og satt at siga
beri eg meg hverja ferð at,
sum tá lopið varð um gil
sum barn: haldi andanum,
telji upp í trý og meddi til
— tverturum vegin. Ein
ferðist eg
kann hverja ferð bert
vóna, at bilarnir sum
koyra tverturum, ikki
hava ov nógva ferð. Hóast
ansin, so er ein heitur um
skallan hverja ferð.
Har er ein vegspegil. Í
heyst var hann leingi brot-
in. Tá vóru ferðandi helst
serliga ansin. Nú hevur
hann eina tíð verið aftur-
gjørdur, men eg og fleiri
við halda hetta bert hava
roynst tvífalt falskur
tryggleiki, tí hesin ólukku
spegil er soleiðis háttaður,
at meðan einki sæst og ein
í góðari trúgv ferðast
tverturum, kann ein,
meðan ein minst varir,
hava skjóttferðandi
ferðslu straks á kropp-
inum.
Havi mangan hugsa um,
hvussu longu og stirvnu
byarbussarnir yvirhøvur
hætta sær tvørturum har,
men helst situr bussfør-
arin so mikið høgt uppi, at
hann sær upp um garðar
og tílíkt har um vegir.
Býráðið átti sum skjót-
ast at pilkað hendan
falska trygdarspegilin nið-
ur og sett týðuligt ávar-
ingarskilti upp í staðin, og
í minsta lagið áðrenn
ferðafólk og onnur fremm-
andafólk koma at ferðast,
tí umframt eydnusemi er
lítið at ivast í, at tá tað
higartil hevur spælt so
frægt av, so man tað vera
av tí einfeldu orsek, at
nevnda vegamót er so
vandamikið, at tann, ið
einaferð hevur roynt tað,
er vorðin so mikið skelk-
aður, at hann ansar sær
tvífalt vanliga.
Politisturin hevur skila-
greitt frá Vegnum
Langa Hoyvíksmegin,
bert legði hann ov lítla
áherðslu á, at júst vanda
honum
hevur
gott
mesti parturin av
higartil eingi
havt, og har hava so smá
1
110s
bern í vetur gingið til og
frá skúla í svartastu niðu
á eini urð til gongubreyt,
meðan meður í somu niðu
hava trilvað seg fram við
barnavogninum úti á hev-
uðsferðsluvegnum til og
frá vøggustovuni.
Sjálvur búgvi eg í
Gæsugøtu, ið er síðuvegur
til Sundsvegin. Eisini har
noyðist ein hverja ferð at
taka tjansin fyri at fara
tverturum.
Soleiðis kundi ein hildið
á fram at funnist at, har
ein dagliga ferðast, og
yvist eg eins og politist-
urin ikki í, at hetta bert er
lítil partur av skilaleysu
vegskipanini i
kommununi, men tå ein
gremur seg, er tad vegna
tad grøtuliga og heilt og
aldeilis ótoliliga, at her er
talan um nýgerð.
At kommunur í stórum
og knapligum vekstri
hava trupult við í tíð at
nútímansgera ferðsluveg-
irnar i tættbygdum
gomlum býlingum oer
fatuligt og eigur at vera
tolt. Men hetta at býar-
plánleggjarar fáa hevi til
at stinga út í kortið í so
at siga berum haga og fáa
burturúr slíkt vána og
beinleiðis deyðsvanda-
mikilt úrslit ber illa til at
góðtaka sjálvt hjá okkum,
sum lítið skil hava fyri tí
Býarætlan átti sum
onnur ætlan at miða fram í
tíðina
Eyðun Joensen:
byggitekniskir
serfroðingar
Nr. 43 — 7. apríl 1984
— Tað er skelkandi at vita sær, at
hava fyriskipað
vegakervið, so burtur úr vón og viti
At so illa er ætlað upp á
so stutta tíð sum viðv.
vegakervinum her uppi á
Ternuryggi/ Flat/ Hoyvík
ber brá av ódugnaligum
ráðgevarum. Her er farið
fyrilitaleyst fram eftir
fummum.
Tað er torfert at ætla
um framtíðina og sjálv-
sagt lætt hjá mær at rista
reimar av annra manna
baki — serstakliga í tí føri
ein er ókenur, men tað
mátti borðið til at ásanna
og bett um gjerdar feilir,
og mær tykir at ríkilig tíð,
høvi og ráð hevur verið til
tess her uppi, meðan tað
enn hevur spælt væl av.
Tað er skelkandi at vita
sær, at byggitekniskir ser-
frødingar hava fyriskipað
vegakervið her uppi so
burtur úr vón og viti.
Tvífalt skelkandi er tað
at vita sær, at somu ser-
freðingar framhaldandi
eru politiskir fadrar at
sama ábyrgdarloysi og
eftir øllum at døma uttan
at rera hond frá síðu at
beta um.
Uppaftur meira skelk-
andi er tað at vita sær, at
kommunan í síni projekt-
ætlan leggur størri dent á
framhaldandi flisahugna,
restaurering av gomlum
húsum, >perlu-frímerkið<
og ítróttarannlegg ad libi-
tum enn at beta um nýliga
gjørd makkverk og at
tryggja ti meiniga skatta-
borgaranum tann sjålv-
sagda rættin at tora at
lata børnini toluliga
snikkaleys ferðast hús-
anna millum, til og frá
skúla o.s.fr.
Væl velst styrkin í
ketuni um hitt veikasta
liðið, og í ferðsluni verður
veikasta liðið ivaleyst
altíð hitt einstaka menn-
iskja við sínum lítum, men
kortini verður nógv sett
inn upp á at beta um. Løg-
reglan ger sítt, bileftirlitið
sítt, skúlin og útvarpið
eisini nakað. Bert spell um
vegakervið dettur burtur-
ímillum av berum skila- og
ábyrgdarloysi.
Harmiligt at noyðast at
gremja seg um slík tímilig
viðurskifti — men tað
tykist tíanverri vera neyð-
ugt. Fólkið her uppi um
leiðir hevur sanniliga verið
tolið!
Eyðun Joensen
Rimmar u
Månadagin 9. april verdur
stór klæðnaútsela, sum
Hazy-fyritøkan hevði á
goymslu, tá virksemið
varð lagt stilt í oktober
mánaða í fjør.
Tað eru nakrir mans í
Havn, sum hava keypt
klæðnagoymsluna, og
sum nú selja út cowboy-
brekur til vaksin og bern,
jakkar av ymsum slag,
troyggjur, kjólar, skjúrt,
sweet-shirts, skjúrtur,
blusur o.a. tilhoyri, sum
fyritøkan innflutti,
umframt tað sum varð
framleitt á verksmiðjuni.
Utsølan er í verksmiðj-
uni, sum hevur til húsa við
Velbastaðvegin, við
síðuna av Tekniska Skúla.
Umleið 10.000 eintek
eru á útseluni, sum verða
seld fyri spottprís, frá 10
krónum og upp til hálvan
prís av upprunavirðinum.
Enn er ikki greitt,
hvussu leingi útselan
verður, men upplýst
verður, at klæðna-
goymslan ell sum hon er
skal seljast, og tí vita til-
taksmenninir ikki, hvussu
long tíð gongur, til útselan
er avgreidd.
?
tsøla
Ord og mynd
Dagny Joensen