Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. apríl 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Útgevari: p/f sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller tíðindablaðið Argjavegur 26 Postsmoga 76, 3800 Tórshavn telefon 11820 Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahi Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Privatir svimja — tað almenna held- ur høvdinum BORGARLIGA landsstýri skal nú apa sær eftir borgarligum stjórn- um í ødrum londum. Teir skulu fremja eina sokallaða privatisering av almennum tæn- astum. LANDSSTÝRIÐ ætlar nú at lata privatum nakrar av teimum reyðu lastbilunum hjá Strandferðsluni. Hetta hendir uttan um leiðsluna á strandferðsluni. Hetta hendir eisini uttan um fleiri av teimum sum higartil hava koyrt hesar bilar. Hetta hendir uttan at nakar hevur klaga um, at tænastuveit- ingin við lastbilunum ikki er nóg góð, soleiðis sum hon hevur verið rikin higartil. SO VIÐ OG VIÐ yvirtók strand- ferðslan allan flutning sjóvegis so hvort tær ymisku farleiðirnar góvu hall. Stovnurin hevur síðani útbygt tænastuveitingina til eisini at um- fata flutning land- og loftvegis. Okkum kunnugt hava øll verið nøgd við hesa tænastuveiting bæði sjó-, land- og loftvegis. So- statt skuldi ongin orsøk verið til at gjørt nakra broyting á hesum øki. ÁÐRENN STOVNURIN fekk sínar egnu bilar, var mannagongdin tann, at avgreiðslurnar skuldu renna frá Per til Pól fyri at fáa ein bil til leigu tá tørvur var á tí. Ofta fingu teir bilar, ið beint áðrenn høvdu koyrt mold, eyr og grót ella slógv. Við hesum bilum skuldu so vørurnar hjá strandferðsluni flyt- ast. Hóast avgreidslurnar høvdu avtalur við onkrar privatar um koyring, so royndu hesir kortini at fáa sær aðra koyring eisini, og tað var ikki til fyrimuns fyri tænastu- veitingina hjá strandferðsluni. Gerið berghol til Signabø oddagrcin TAÐ VAR EITT avgjørt framstig fyri tænastuveitingina hjá stovn- inum tá hann fekk sínar egnu bilar. Tænastuveitingin gjørdist munandi betri og meira álítandi. Øll hava verið nøgd við hesa tæn- astuveiting. Eisini tann parturin av landsstýrinum, sum nú gongur á odda í privatiseringini, tí fólka- flokkurin var nevniliga partur av landsstýrinum, tá hesin parturin av tænastuveitingini hjá strand- ferðsluni kom upp at standa. VIT HALDA AT strandferðslan og tænastugki hennara er ein heild. Tað er at spæla við fólksins ognir tá borgarliga landsstýri letur nøkrum privatpersónum partar av strandferðsluni. Talan er um nakrar farleiðir, ið hesir persónar hava áhuga fyri, meðan strand- ferðslan og harvið skattgjaldarin skulu hanga uppá tað, sum íkki hevur áhuga hjá hesum persónum tí tað er ov trupult at reka. TÁ EIN SKAL spæla borgarligur og fremja privatisering so átti ein at gjørt tað so, at talan veruliga varð um privatisering, og t.v.s. at teir privatu fingu alla strand- ferðsluna at reka sum eina vanliga privata fyritøku. Tá høvdu við sær hvussu stór nøgdin ella rættari énøgdin hevði verið bæði viðvíkj- andi tænastuveitingini og prís- inum hin einstaki skuldi rinda fyri fluttning. TALAN ER IKKI um nakra veruliga privatisering. Talan er um eina kamoufleraða samanblanding av almennum og privatum, soleiðis at nakrir privatmenn sleppa at svimja, meðan tað almenna og t.v.s. skattgjaldarin heldur høvd- inum uppi. og útbyggið Kollafjørð Eg frætti í útvarpinum, at menn vóru farnir at tosa um ferjusamband millum Sund og Skálafjerð. Eisini varð nevnt Sandvík-Skála- fjørd. Hesir menn eru nakrir av teimum, ið eru fólka- valdir at umsita og út- byggja land okkara fyri landsins íbúgvar og pen- ing, sum verður kravdur av Feroya fólki sum skatt- ur ella lán, sum vit eftir ferimuni borga fyri. Sum føddur og upp- vaksin í Kaldbak skal eg upplýsa at fjerðurin Nr. 43 — 7. apríl 1984 At taka sær av sinum egnu Mangar vanlagnur mundu vera í gomlum degum, tí eingin meguleiki var at fáa læknahjálp til tað fólk, ið búði á hesum klettum. Tíansheldur aðra hjálp, sum gomul, sjúk og óhjálpin kunnu fáa í dag, og sum øll framkomin samfeløg megu hava ráð til. Eisini er vert at minna á, at mangan mundi spurningurin verða, um nakað var at lata læknan fáa aftur fyri, um hann vildi kaga inn á gólvið hjá onkrum sjúklingi, ið ofta var illa komin, áður enn roynt varð eftir lækna- hjálp. Sannast mátti tí orðatakið, at ein armóin rættir aðrari hondina. Tað var tí eitt stórt framstig, tá ið sjúkrakass- arnir vórðu settir á stovn, sum skjótt gjerdist ein landsumfevnandi stovnur. Soleiðis góvust meguleikar fyri at fáa læknahjálp, og sannast mátti her, sum so mangan, at felagsskapir og samtek eru frægasta gongda leiðin. Eitt er at fegnast um, at tað er ikki í so stóran mun spurningurin um pening nú á døgum. Øll kunnu fáa lækna og sjúkrahús, um tey eru múgvandi ella ikki. Vert er at hava í huga, at hesi viðurskifti eru ikki so munandi broytt til tað betra av sær sjálvum. Fyri hesum hava menn barst og stríðst fyri at beta um korini hjá gomlum sjúkum og annars ellum treingj- andi. Soleiðis at hesi hava munandi betri kor, enn bert fyri fáum árum at kalla. Tað er eisini at fegnast um, at tildømis gomul fólk skulu kunna fáa heima- hjálp, sum í mongum feri gevur teimum meguleika at verða í egnum heimi. Har, sum tey í felstu forum hava livað stersta partin av lívinum. Hetta kann neyvan metast við tað, ið tað er vert. Kring land okkara eru tað mong, ið hava síni óhjálpnu foreldur, systkin ella næstingar inni ella búgva saman við teimum. Ella tað var eitt brekað barn, sum í mongum feri tekur meiri enn allar kreftirnar frá mammuni. Tad, id eg vil vid hesum greinastubba, er at visa å, at her er eitt brek i verandi log, ti hon høskar ikki til okkara vidurskifti. Tad er soleidis, at tey, id taka sær av sinum egnu, sum eru óhjálpin, ikki kunnu vera heimahjálp hjá hesum, og tað kann ikki vera rætt. Tað kann vera ein, ið alt samdegrið er um hjálpar- leysa faðir, móður, systkin ella næstingar. Ella sum eg nevndi, eitt brekað barn. Hesi verða meir enn bundin, og avskorin frá at kunna vinna nakað. Hetta er órættvíst ímóti teimum, sum eru soleiðis fyri, at tey fegin vilja, men mangan kenna seg noydd til at vera um óhjálpin fólk. Kenna og vita, at tey eru næst til at taka sær av sínum egnu. Hvat er meiri natúrligt. Mong munnu eisini ásanna tað sum rangvert, at einans uttanhýsisfólk, ella fremmand kunna verða heimahjálp, tá ið tey sjálvi kortini megu taka sær av teimum ta longri tíðina av samdegurinum. Torfert er at fáa broytt verandi lóg eftir tí, ið her er ført fram, tí lógin er gjørd til býarsamfelagið, sum er Danmark. Ti hevur javnadarflokk- urin lagt uppskot fyri tingið um serstaka lóg, sum heimilar, at tey, ið taka sær av sínum egnu ella næstu, sum eru óhjálpin, skulu kunna koma undir eitt slag av heimahjálparskipan. Eina skipan, sum hóskar til okkara viðurskifti, og sum ger, at hesi kunnu fáa eina samsýning, ið svarar til eina einkjupensión. Um hendan skipan verður nakað útbygd, so er hetta eisini ein góð fíggjarlig loysn, tí hesi spara samfelagnum í milli- ónum. Um so er at eitt hundrað fólk hava hendan tervin, so verður hetta mett at kosta umleið 5 milliónir krónir. Skuldu hesi farið á eitt heim, ellis- ella rektar- heim, so vildi hetta kostað umleið 30 milliónir krónir. Vónandi fær hetta upp- skotið undirteku í ting- inum. Jergen Thomsen liggur opin móti eystan og er brimpláss bæði á norður- og suðursíðu inn um sund. At hugsa um Sandvík er ikki skilatos, har er brimpláss frá land- nyrðingi og eystan. Hetta kann ein bert kunna seg um við at síggja Sandvík- armelina, og hvussu stutt oman tað er vallað. Har- umframt er boði og ógvu- liga ójavnur botnur, grunt og flúrar. Nei latið Kals- baksfjørd verða tað hann er, alipláss fyri sjógv og fjørumat. Nú talan er um berghol millum Kaldbaksfjørd og Signabe, so vil hetta koma at beta so nógv um sam- ferðsluna (undri meg bert yvir, at hetta ikki bleiv berghol nr. 1). Her fáa vit samband við mest tíðandi miðdepul í landinum — Kollafjorð — við sínum góða sambandi í allar ættir, har er kyrrupláss, lagaligt við lendi til keiir og pakkhús og besta farleið inn á Skålafjørdin við ferju, eitt nú fyri teim, sum skulu millum flog- vøllin og Skålafjørdin. — Ofta er eisini trong- ligt i Térshavnar havn. Vestanfyri er skipasmiðja, isvirki, fiska- og flaka- virki, saltsøla og oljusøla. Eystanfyri er alt ov trong- ligt bædi hvat kei og keiøki viðvíkur. Hetta eigur at nýtast til ferða- manna- og turistskip. Koyrið so øll farmaskip norður á Kollafjorð og byggið pakkhús har og farið igongd við hetta ongantíð ov skjótt, men sjálvandi eftir sum hin pei::ngaliga steðan loyvir ti. HM