Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. apríl 1984síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

I gemene urkiskir sjórænarar taka 30 kvinnur og børn í Hvalba sum trælir Á sumri 1629 komu trý turkisk sjórænara- skip inn á Hvalba. 6 fólk vórðu myrd, og meira enn 30 kvinnur og bern vórðu rænd umborð og ferd burtur sum trælir skrivar Viggo Dalsgaard m.a. í hesi greinini úr Suðuroynni Fyrsti prestur, N. Andersen nevnir í Suðuroy er Ísmal Nielsen, hann fekk lívsbræv uppá embætið 12. mars 1550, og sat til 1601. Einaferð tók eitt eingilskt fiskiskip hann við sær til Íslands, og tveittu hann síðani upp á land í Íslandi, hagani tað eyd- naðist honum at koma aftur til Før- oyar, onkursvegna. Hann var mangan illa fyri av sjó- rænarum, og sigst til endan vera deyður í hungri. Kona hansara yvir- livdi hann, og doyði sum einkja á mensalgóðsinum í Porkeri. (Men- salsgóðs — hetta orðið kemur av látínska orðinum Mensa, tað sama sum borð á føroyskum. Hetta var góðs, hvers úrteka var ætlað til borðfað til bispar og prestar. Hesin garðurin í Porkeri var frá katólskari tíð, hevur verið nógv eldri enn hinir prestagarðarnir í Feroyum. Teir komu eftir trúbótina. Hanshardi gjørdi tað, at náðinsgarðarnir komu aftrat prestagerðunum í 1632. Tað var hann, sum var orsøkin til, at teir vóru lagdir prestunum til um allar Feroyar). Ein sonur teirra var Ísakur Ísmal- son, hann var eina tíð bóndi í Dímun. Síðani flutti hann til Skú- oyar, tá var hann sýslumaður fyri Sandoyar sýslu. Hann búði í Breiðu- stovu í Skúoy. Mensalgóðsið í Porkeri, hevur verið kirkjugóðs frá katólskari tíð. Tá Ísmal Nielsen var deyður, kom Rasmus Serensen sum prestur í Hvalbæ frá 1601 til 1627. Hann nevndi Gunnar á Toft her í blaðnum, hann var faðir til Servan í Húsavík, og konu Lucas Debes. Tá Rasmus Serensen í 1627 var farin vestur í Vágar, gjerdist sonur hansara Povel Rasmussen prestur í Suðuroy. Á sumri 1629 komu 3 turkisk sjó- rænaraskip inn á Hvalbæ, og kast- aðu akker niður. Tað verður sagt, at ein maður av Neystagarði vísti teim veg inn á Hvalbæ. Hetta skuldi hann gera í hevnusek, tí hann meinti seg vera órættaðan av bróður sínum í arvaskifti. Hann lat seta eld á Neystagarð, sum bróðurin sat á, og vísti turkunum um í bygdini. 6 fólk vóru myrd, og yvir 30 kvinnur og bern vórðu rænd umborð, og ferd burtur sum trælir. Harra Pól prestur var riðin niður til strandar, har turkarnir komu á land, og hevði 7 ára gamlan son við sær. EIn av høvudsmonnunum, sum í land kom, legði seg at biðja eftir muhamedanskum siði. Óvitin læi at honum, helt atburðin vera legnan. Turkurin gjerdist óður, vildi taka dreingin. Faðirin flýddi við soninum undir arminum, yvir til hest sín, og tað eydnaðist honum at sleppa í saðilin, og reið við soninum fram í dalin, og upp í fjallið, og fleiri turkar aftaná. Tað kevdi av í mjerka, prestur kastaði kappan, lat hestin fara, legði sonin í eina holu millum nakrar steinar, og krógvaði seg sjálvan skamt í frá, so hann sá til dreingin. Turkarnir fingu hendur á hestin og funnu kappan. Ein av teim lat seg í kappan, og tá drongurin sá hann, helt hann tað vera faðirin, og rópti, um at taka seg við. Nú sóu turkarnir hann, og tóku hann á hondum. Hann rópti so hart í sínari neyð, at faðirin hoyrdi tað, og váðaði sær ov langt fram undan hamrinum, har hann hevði krógvað seg. Turkarnir fingu eyga á hann, og vildu grípa hann, men prestur vildi heldur doyggja, enn falla í ránsmannahendur; hann rann út á eggina, og leyp út av, men tá hendi tað, at hann steðgaði í eini rók, í Gimbrarókini, teir kalla; fallið var 15 favnar, men hann slapp við lív- inum. Í rókini hitti hann fólk úr Trongisvági, sum vóru flýdd hagar, og við tveimum av hesum fólkum fór hann oman á Sagistanga, fyri at ganda Turkaskipini. Teir spurdu hann, um allir turkarnir vildu um- komast av gandinum, men hann svaraði, at neyvan var helvtin av teim feig. Teir ráddu honum til at lata tvey av skipunum stranda. Hann tók 3 fliur, setti tær á sjógvin, eftir at hava lisið eina ben yvir teimum. Tvær av teimum sukku, men tann triðja varð flótandi, so leingi, teir tektu hana. Beint eftir hetta, kom hann av grimd av land- nyrðingi, og aldan reis frá grunni. Tað stersta og tað minsta av turkaskipunum strandaðu við Hundagjónna, undir Leirabe. Ikki ein sál kom livandi á land; líkini av yvir 300 turkum, og av presta-son- inum, róku upp á Gjerða-sand, har túgvurnar, ið har eru enn nevnast Turkagravirnar, og nakrir reyðir, grenir Granit- og Sandsteinar, hvít- blettuðir steinar, ið annars ikki finn- ast í Feroyum, eru nevndir Turka- steinarnir, og vera sagdir, vera bar- lastagrót úr ránsmannaskipunum. Annan dagin eftir, skifti hann ætt- ina, so triðja skipið eydnaðist at sleppa út, tað sigldi norð eftir, og neyðarrópini til fangarnar hoyrdist líka í land. Prestur, sum av fallinum hevði fingið heilaskjálvta, gjørdist svak- ligur av hesum; hann læi í heilum. Tá ið hann jarðaði sonin, segði hann: »Nu vil eg læa, til eg siggi hann aftur, men grátið hevði eg, um hann var fangi<. — Arið eftir legði hann kallið niður, av tí at hann var skaddur til sinnið, men fekk eitt sindur at liva av, av kallinum. 1632 lat fútin, Mads Christensen Gullandsfar, hann kalla á ting, har samtíðis tveir aðrir prestar vóru til- steðar, og spurdi hann, um hann var faðir at tí barninum, sum Anna Olufsdatter, ár 1624 hevði átt, í Suðuroy, hverja sak, tá barnið var fett, Servin, bróður til Harra Povel, hevði átikið sær. Um hann nú, meðan hesir góðu menn tað hoyrdu, vildi viðganga, sum tað hoyrdist sum slatur, at hann skuldi vera faðir til hetta barn. Hartil svaraði fyrr- verandi presturin, og segði, at hann kundi ikki siga seg frían fyri hesa kvinnu, tó at bróðurin, Servin Rasmusen, hevði tikið sær hesa sak uppá, men sum hann var púra ósekur í; haraftrat viðgekk Harra Povel, at hann hevði fingið bróðurin til hetta, fyri sjálvur at sleppa undan skuldini. Síða ll | Sakin var á vártingi í Suðuroy 1624 avgjerd so, at Servin fyri frillu- levnað, hevði bett tvær merkur í silvuri fyri konufólkið og seg sjálv- an. Harra Povel, sum bað Gud betra seg, at hann nakrantíð var komin í hesa ólukku, gramdi seg um, at hansara umsteður vóru sera vána- ligar, sum hver maður visti, men hann vildi fegin tingast við fútan, um hann kundi sleppa við einari bót. Hann beyð sær til, at gjalda eina bót uppá 60 gyllin í peningi, sum fútin tók við; tó við teirri treyt, at bispur Hans Resen fekk sakina til endaliga avgerð. Í sakarfallslistanum, árið eftir, stendur hann skrivaður við hesi viðtiknu bótini, fyri seg og konufólkið. Eftir hetta fór hann av landinum, og fór til Noregs. — Eftir- maður hansara í embætinum, Hans Hardi, hann sum gekk burtur á Kvalnesi, fær skyld fyri, at tað var hann, sum gesti fútan, til at taka hesa gomlu sakina upp móti tí svak- liga, avsetta prestinum, fyri at hann kundi sleppa frá at feða Harra Povel av kallinum. Um somu tíð sum hesi fólkini vóru tikin sum fangar í Hvalbæ, vórðu nógv fólk eisini rænd í Íslandi Seinri komu boð frá Kristian kongi fjórða, um at savna pening inn í Fer- oyum og Íslandi, til at keypa fang- arnar leysar við. Nekur fólk komu aftur til Íslands, men feroyingar svaraðu, at teir hevdu ikki ráð at lata nakað, so hvalbingarnir vórðu verandi í trældóminum. Meðan feroyingar góvu hetta svarið, vóru tað menn, ið sótu við fleiri gerðum undir sær, so neyvan hava teir verið so armir, sum teir segdu seg vera. Eftir tí, tingbókin sigur, var tað bara eitt turkaskip, ið strandaði á Hvalbæ. Viggo Dalsgaard