týsdagur 10. apríl 1984síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
frælsi
javnaður
brødralag
Nr. 44 * týsdagur 10. april 1984
57. årg. % kr. 5,-
Atli Dam, formadur javnadarfloksins!
Vit mugu
framleiða
okkum
burtur úr
trupulleikunum
— Javnaðarflokkurin hevur ongantíð verið
millum teirra, sum halda, at ein bert kann
spara seg burtur úr trupulleikunum.
Les á síðu 7
—"W..EEWEECWwW.MEm.MoMmM0..e."Þ
Okkara Norur
og Torvaldar sum
baktjald
Les á síðu 2
Nora (Elin K. Mouritsen) og Frú Kristina Linde (Laura Joensen).
| Stuttur steðgur 1 -
altjóða samstarvi
Í apríl mánað i fjer gjør-
dist Judosamband Feroya
limur í europeiska judo-
sambandinum. Fyrsta
árið er ein royndartíð, so á
aðalfundinum hjá europe-
iska judosambandinum í
ár skuldi Judosamband
Feroya so av ávlara gerast
limur í EJU og
samstundis í altjóða judo-
sambandinum.
Men tað verður av
ongum á hesum sinni.
— Orsekin er tann, at
hettar gerst alt ov dýrt
fyri okkum, sigur Jan
Gúnther, formaður í Judo-
sambandi Feroya, i
samreðu vid Sosialin.
Limaskapurin hjå Judo-
sambandinum í altjóða
felagsskapunum kostar
13-14.000 kr. árliga, og tað
eru tveir triðingar av
samlaða studninginum,
sum Judosambandið fær
frá ÍSF árliga.
Men vistu tit ikki
áðrenn tit sektu hendan
limaskap, hvussu stórt
limagjaldið var?
Aðrenn vit sektu
spurdu vit sjálvandi DJU
(Dansk Judo Union),
hvussu stórt limagjaldið
var og fingu til svar at tað
var einar 2.-3.000 kr. ár-
liga. Hesa upphædd mettu
vit okkum at klára at
gjald og tí sektu vit lima-
skap í hesum samgongum.
— Men nú rokningin
kemur, vísir tað seg at
vera millum 13 og 14.000
kr., og tað hava vit av-
gjørt ikki ráð til. Vit valdu
tí at taka okkum úr hesum
samstarvi aftur og heldur
leggja okkum meira eftir
at fáa nakað burtur úr tí
norðurlendska samstarv-
inum.
- Men er føroyskt judo
å so høgum stigi at talan
kann vera um altjóða
luttøku?
— Nei, tad var ikki just
ti vit søktu hendan lima-
skap. Men ISF heitti å
okkum um at søkja, ti so
høvdu vit 5 altjóða viður-
kendar ítróttargreinir, og
kundu harvið stovna
olympiska nevnd.
Tá vit so fingu at vita
prísin fyri at vera limur í
hesum samgongum,
spurdu vit ÍSF um teir
kundu stuðla okkum við
einum hampuligum parti
av hesum limagjaldi, men
tá teir ikki høvdu pening
til tað, máttu vit so melda
frá.
- Men tað merkir ikki,
at vit heilt hava slept
tankanum við samstarvi
úteftir. Vit fara har-
afturímóti at leggja
okkum meira eftir at fáa
samstarv við hini norður-
lond. Vit eru framvegis
limir i norðurlendsku
judosamgonguni, og
ætlanin er at senda umboð
til norðurlandameistara-
skap eitt av komandi
árunum, sigur Jan Gúnt-
her at enda í samreðuni
við Sosialin.