Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. apríl 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 44 — 10. apríl 1984 Fer ferjulegan at ávirka hetta skjótt túsund ára gamla umhvørvid? (foto John Dals- garð) Ferjulega í Kirkjubø!!! Sama sum at brenna søgu okkara á skjala- savninum Hetta er tað sama sum at fara á lands- skjalasavnið og brenna segu okkara har. Hetta er tað sama sum, um onkur setti seg at yrkja á handrit- unum hjá Janusi. Nakrar av atfinningunum, sum fundarluttakarar komu framvið týskveldið, tá ætlaða ferjulegan í Kirkjube var til umreðu. — Eg trúði ikki, at man kundi gera slíkt í álvar- semi. Var viðmerkingin hjá Kjartani Kristiansen, bý- ráðsskrivara í Havn. Hann samanbar ætlan- ina í Kirkjube við tað, um onkur kom fram á handrit- ini hjá skaldinum Janusi Djurhuus og setti seg at yrkja á tey. — Hetta er eitt lands- mál. Tað snýr seg um seg- una, um okkara tjóðar- virði. Kjartan Kristiansen helt tað vera tragikomiskt at hugsa sær, at so nógvir tingmenn, ið hava sam- tykt uppskotið, ikki gera sær aðrar tankar, enn at ein ferjulega skal leggjast har. Ólavur Petersen, sjúkra- ansari, skýrdi ætlanina vera vandalismu, og sam- metti hana við at fara á Landsskjalasavnið og brenna segu okkara, ið har liggur. Hann mælti til eina aðra loysn, hóast hon kostar nógvar milliónir meira. — Hvat høvdu frans- menn sagt, um eitt buss- steðgistað varð lagt við Notre Dame í París, spurdi Tróndur Patursson. Ella, hvat hevdu fólk sagt, um eitt flúgvipláss varð lagt á Akropolis í Athen? — Hetta er eitt sjáld- samt stað, við trimum kirkjum. Hetta er eitt landsmál. Einar Joensen, prentari, segði, at menn tosa um at spreingja út og gera ferju- legu. — Nú, vit hava stórar helikoptarar. Ja, tað finn- ast militerhelikoptarar, sum taka yvir 100 fólk. Og tað hevði verið nógv bilig- ari. Nakað soleiðis segði Einar Joensen, sum helt, at onkur »klika« uttanfyri setir alt hetta í gongd. Hetta og Eiðisvatn. Kalt og kyniskt. — Tit vita einki um hetta í Tinganesi, ha, spurdi hann speiskur á málinum. Framvegis gáta hví Geyti sakk! — Vit royna framvegis at finna orsøkina til, hvi gøtutrolarin Geyti Reydi sakk fyri einum åri sidani sigur Hans Christensen, stjóri á Direktoratet for Statens Skibstilsyn í Danmark Tað er framvegis ein gáta, hví getutrolarin, Geyti Reyði, sakk fyri einum ári síðani, tá hann royndi á Feroya Banka. Málið hevur síðani tá verið til kanningar hjá Direktoratet for Statens Skibstilsyn í Keypmanna- havn. Leiðarin av hesum stovninum, Hans Chris- tensen, var í Feroyum nakað aftaná óhappið. Tá hevði Sosialurin eina samreðu við hann um Geyta Reyða-málið. Hann vísti á, at tað fór at taka einar 3-4 mánaðir at gera neyðugu kanningarnar. Nú er meira enn eitt hálvt ár farið, og vit hava tí sett okkum í samband við Hans Christensen. Verður kannað Hann upplýsir, at málið framvegis verður kannað. Tað fyriliggur einki úrslit enn, og tað er ógjerligt at siga, nær kanningin verður liðug. - Vit prioritera hetta málið ógvuliga hegt, tí talan er um trý skip av sama slag, sum øll eru sokkin undir legnum og gátuferum umsteðum. Hans Christensen sipar her til tvey onnur óhapp, har systurskip til Geyta Fiskifreðingar meta um steddina á laksastovninum við Feroyar Í farnu viku vóru fýra útlendskir fiskifrød- ingar i Føroyum. Ein iri, ein breti, ein norå- maður og ein islend- ingur høvdu fund å Fiskirannsóknarstov- uni í Havn saman við føroyska fiskifreðing- inum Hjalta í Jkaups- stovu. Hetta er ein arbeiðs- Ein av heimsins mest seldu bókum komin á feroyskum Tann mest selda bókin í heiminum er sjálvandi Bíblian — eingin onnur bók kemur út í so nógvum eintøkum sum hon. Ein lítil handbók, sum inniheldur grundreglur Bíbliunnar, kom út á fyrsta sinni í 1968 á ensk- um. Síðani er hon upp- afturprentað og umsett til yvir 100 tungumál. Nú er hon so komin á fer- oyskum, og sostatt komin út á 115 tungumálum og tilsamans hundrað milli- ónum eintekum. Hon eitur: >Sannleikin ið førir til ævigt liv« og hevur 22 kapitul um evni sum t.d. „Hví hevur Gud loyvt bólkur undir altjóða fiskistovninum ICES, ið hevur til uppgávu at kanna og meta um steddina á laksastovn- inum við Feroyar. Arbeiðsbólkurin hev- ur kannað ymiskt tilfar so sum merking av laksi og arbeiðir nú við at fáa meira tilfar til vega, umframt tað at óndskapinum heilt fram til okkara tíð?< og »Jesus Kristus, sum Gud væl- signar mannaættina við<. Reyda sukku uttan at or søkin nakrantíð varð funnin Vit eru nú í ferð við at kanna tilfar frá tidini, tá Geyti Reyði varð longdur á Skála Skipasmiðju. Men orsakað av tí, at fleiri av teimum fólkum, sum tá hevdu við klassingina av skipinum at gera, ikki eru longur, er eitt sindur torfert at fáa alt tað neyð- uga tilfarið til vega. — Men vit gera tað vit kunnu fyri at finna orsek- ina til hesa gátuferu hend- ing, endar Hans Chris- tensen. jan. viðgera verandi tilfar. Jákup Sverri Joensen, leiðari á Fiski- rannsóknarstovuni, sig- ur, at hesin arbeiðs- bólkurin til heystar skal lata ICES eina frá- greiðing um laksa- stovnin í hesum part- inum av Norðurat- lantshavi. Tað er ikki meguligt longu nú at siga, hvussu stórur stovn- urin er. Roynt verður at koma til eina stovns- meting til heystar. Formaðurin í arbeiðsbólkinum er Hjalti í Jákupsstovu. jan Hon kostar bert 6,00 kr. Útgevari: Watchtower Bible and Tract Society of New York, Inc. Gávur frá A.P. Møller grunninum til Feroya Ein danskur grunnur, ið nevnist »A.P. Møller fonden«, letur hvert ár peningagåvur til ymisk endamál, har eisini Feroyar eru sloppnar uppí part. Ítrótturin í Feroyum hevur t.d. fingið ikki minni enn 100.000 kr. frá hesum grunni, og aðrar 100.000 kr. eru latnar nýggju kirkjuni í Fugla- firði. Hesin grunnur hevur latið ella kemur at lata meiri enn 3,5 miljónir krónur til ymisk samfelags- endamál, m.a. skótarersluna